Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S082luri Nr. 195 — 15. OKTOBER 1998 Nú kemur út bók um føroyingin, Njál Djurhuus, sum vegna Frelsunnarherin virkar millum gøtufølkid í Oslo Jógvan Hugo gardar skrivar úr Oslo Í vikuni kemur ein bók út í Føroyum um virksemi hjá føroysku hjúnunum Ernu og Njál Djurhuus. Bókin er á norskum og eitur <Gatefolk og fyrlysmennesker — Erna og Njál Djurhuus sprer lys pá Oslos skyggeside>. Í hesi bók fáa vit eitt evarska lítið innlit í tað arbeiði, sum hesi bæði hava staðið á odda fyri í norska hevuðsstaðnum millum misnýtarar og heim- leys. Vit hittu Njál í Oslo, stutt áðrenn hann fór avstad til Føroyar, har hann skal vera til staðar, tá bókin kem- ur í bókasglurnar. Hann hevur sjálvandi roynt at spurt seg fyri um, hvussu stødan er í Føroyum millum rúseynismisnýtarar, og hann hevur eini klár boð ul før- oyingar — Føroyingar eiga at taka samanum og siga, at her í okkara landið er ikki pláss til meir enn eitt råsevni. Vit hava í nógv ár havt alkohol, og tað er nóg mikið. Før- oyska samfelagið er ov lítið til at hava fleiri sløg av rús- evnismýtarum, sigur Njál Djurhuus, majorur í Frels- unarherinum. Hann ynskir, at føroyingar standa saman Mynd: Jógvan Hugo Gradar Evnismisnýtslan í Oslo er økt munandi seinnu árini, og tann sum fyrst leggur merki til hetta, eru Njál og Erna Djurhuus og starvsfólkini í Urtegata 16A. Tey hava merkt eina stóra øking í vitjanum, og øll kunnu koma í tað stóðu, at tey brádliga eru millum heimleys, evnismisnýtarar og onnur, sum eru niðast á samfelagsstiganum Eitt liv millum gøtufolk í Oslo ímóti trýstinum uttanúr heimi, og steðga útbreiðsl- uni av narkotiskum evnum og ødrum evnum sum verða brúkt til at rúsa seg við. Neyvan nakar føroyingur kennir og hevur kent so nógvar rúsevnismisnýtarar, sum Erna og Njál Djurhuus. Um 500 brenni vínsmis- nýtarar, narkomanar, heim- leys og onnur eru dagliga í samband við føroysku hjún- ini í Oslo. Hesi 500 passa ikki inn i tær fýrakantaðu rammurnar, sum norska samfelagið í dag krevur av sínum borgarum Oslo hevur í dag munandi størri trupulleikar at dragast vid av råsevnismisnytarum og heimleysum enn t.d Keypmannahavn Seinastu fjúrtan árini hava Erna og Njál Djurhuus staðið á odda fyri Fyrlys- korpset í Urtegate 16A á Grønlandi í Oslo. Millum gøtufélki í norska høvuds- staðnum vita øll hver Njål og Erna eru, og fyri tíggju- tals heimleys eru føroysku hjúnini tað einasta fasta punktid í einum lívið, har alt gongur skeivan veg Má kenna seg sjálvan Vælferðarsamfelagið Noreg hevur ikki pláss fyri øllum teimum sum landið hevur fostrað, og tað eru tey mest grundleggjandi rættindini hjá hesum sum Erna og Njál stríðast fyri. Frástgðan millum stjórn- arbygningarnar í norska hevuðsstaðnum og yvir til Stórtingið er lítið meir enn einar tvey hundrað metrar. Men á hesum teininum liggja trý tey størstu dag- blødini VG (Verdens Gang), Aftenposten og Dagbladet. Nærri Stórtinginum finna vit Se og Hør og størstu privatu útvarpsstýðina På. P4 heldur til f ståsiliga bygninginum, sum eisini råmar Grand Hotel, har vinnararnir av friðarheiður- sløn Nobels búgva. Á gøtuni millum hesar bygningar liggur javnan ein tungur eimur av lími og gðr- um, sum kann geva sniffar- unum eina stutta kenning. Millum velafrakkar, svartar mappur og limousinar síggjast hvønn einasta dag heimleysir biddarar í einum kroppi ødiløgdum av lími og alkohol Hvussu klárar ein at yvir- liva sjálvur, tá neyð og elendigheit er ein so stórur partur av gerandisdegnum. Tað gongur neyvan ein heil viku, uttan at tú fært deyðs- boð? — Tað eg havi arbeitt mest við, tey árini vit hava búð í Oslo, er mær sjálvum. Ar- beiði krevur so nógv av mær og Ernu, at vit mugu hava eitt lív í javnvág. Vit arbeiða við fólki, sum ikki eru í sálarligari javnvág av nógvum ymsum orsøkum, og tað skal lítið til at skumpa tey um koll. Eg havi ongantíð roykt ella drukkið, eg havi eina góða konu og vit hava fingið trý børn, og tey hava so aftur fingið børn. Hetta ger mítt og Ernusa lív eydnuríkt. Tá vit koma til arbeiðis í Urte- gata er tað av alstórum týðningi, at tey sum koma inn á gólvið, har ella tey sum eg hitti á gøtuni altíð hitta tann sama Njál. Tað er hetta eg arbeiði við, at tey heimleysu og råsevnismis- brúkararnir altíð skulu vita at Njál, hann er altíð í góð- um lag og vit kunnu altíð spyrja um hjálp ella leið- beining hjá honum og Ernu. Vit kunnu ikki loyva okkum at vera í góðum hýri ein dag og í ringum hýri dagin eftir. Eg má kenna meg sjálvan, áðrenn eg kann geva nakað víðari, sigur Njál. Andlit teirra heimleysu Samstundis sum roynt verð- ur at hjálpa gøtuf6lkinum í gerandisdegnum, so hevur Njál fleiri bóltar í luftini. Hann stendur á odda fyri fleiri sendingum á útvarps- stóðini hjá Frelsunarheri- num í Oslo, hann heldur gudstænastur, og hann roynir at byggja út tilboðið til gótufólkini. Hann er best kendi føroyingur í Noregi, og er best kendi talsmaðurin fyri gøtuf6lkini. Hann er á ein hátt andlit teirra heim- leysu móti tí væleydnaða parrtinum av norska sam- felagnum. Tá Njál sæst á sjónvarpskíggjanum, í út- varpinum ella í blødunum, tá er tað kalt í Oslo. Hvønn einasta vetur stríðist Frels- unarherurin og aðrir felags- skapir í norska høvudsstad- num fyri at fáa gøtufélk inn f hitan, men trupult er at skaffa húsrúm. Tað almenna hevur sjáldan evnir til at gera skjótt av. — Vit hava sum mál at taka okkum av øllum menn- iskjanum, tað vil siga tí and- aliga, sálarliga og likamliga. Tann almenna skipanin hev- ur bert ábyrgð fyri tí likam- liga, meðan tað andaliga ikki hevur nakað pláss á eini almannastovu. Í mínum ar- beiði má eg taka avgerðir skjótt, og vit seta í gongd tiltøk skjótast tilber, helst beinanvegin. Í tí almennu skipanini skal eitt mål greinast út og viðgerast, og tað tekur tíð. Vidhvørt tekur tað ov langa tíð. Henda nøkur framstig á hesum økinum? — Tað gongur seint, men eg kenni á mær at tað alla- tíðina hendir okkurt gott. Politikkarar og embætisfólk hyggja ikki í líka stóran mun eftir okkum sum kapp- ingarneytar, men sum sam- starvsfelagar, um vit sam- anbera við støðuna fá ár aft- ur í tíð. Vit hava sama mál, at fáa tey sum eru komin illani fyri í samfelagnum aftur á rættkjøl. Í dag er orðaskiftið millum okkum og politisku leiðsluna í Oslo rimuliga gott. Vit tosa javn- an saman um samstarvið millum partarnar. Njål Djurhuus er ikki tann, sum letur politikkarar- nar og aðrar myndugleikar vísa fram Oslo sum ein góð- an bý uttan stórar sosialar trupulleikar. Tá býráði fyri einum tveimum árum síðani alment segði, at nú var eing- in heimleysur í Oslo, tá var Njál ikki seinur at prógva, at tað í veruleikanum vóru rættuliga nógv uttan tak yvir