leygardagur 17. oktober 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
|
Nr. 197 - 17. OKTOBER 1998
sslalurin
una, men politisku flokkar-
nir å Christiansborg eru ikki
samdir f hesum.
I seinastuni hevur danska
sjóverjan undir Føroyum
eisini verið frammi, og her
eru danir áhugaðir at frætta,
hvat verjuskipini gera her.
Tað fer Randi Mohr at skri-
va eina reportaju um í næst-
um.
Arbeiðsgongdin er so-
leiðis háttað, at Randi Mohr
tosar við tíðindastjóran á
Ritzau um tað sum fyriferst
í Føroyum, og út frá tí verð-
ur arbeiðið lagt til rættis.
— Mítt arbeiði er at siga
frá, hvat hendir í Føroyum,
og oftani endurgevi eg t.d.
eina oddagrein ella annað í
Sosialinum ella í Dimma-
lætting.
— Seinasta árið eru danir
serliga hugaðir fyri at hoyra
um Jóannes Eidesgaard og
Óla Breckmann, fólkating-
limirnir. Tá Anfinn Kalls-
berg, løgmadur, ger við-
merkingar, verður tað eis-
ini tikid til eftirtektar í Dan-
mark, eins og tå Høgni
Hoydal, landsstýrismaður,
sigur frá sínum sjónarmið-
um um fullveldismálið.
— Danir fylgja eisini væl
við føroyska oljumålinum,
og vilja serliga frætta um
samrådingarnar vid bretar
um marknamálið.
Er andlitid aftan fyri
tidindastovuna
Tå Ritzau er kelda til tid-
indini i donsku pressuni,
verdur bert tidindastovan
nevnd, og ikki journalistur-
in, sum hevur skrivað grein-
ina.
— Hvussu kennist tað sum
journalistur, at verða 6-
kendur í yrkinum?
— Eg havi einki ímóti at
arbeiða á henda hátt. Før-
oyar eru lítið land, og gll
her vita, hvgr letur tíðindini
haðani til Ritzau, eins og
mínir starvsfelagar í Dan-
mark vita, at eg skrivi før-
oyska tilfarið.
— Kennir tú teg ongantíð
einsamalla, ikki at arbeiða
saman við ødrum journalis-
tum?
— Hóast eg siti einsamgll
her uppi í Hoyvík, so eri eg
kortini ikki so avbyrgd frá
mínum starvsfeløgum.
— Tá blødini taka mitt
tilfar upp i Danmark, verdur
ofta ringt til min. Eg verdi
tikin vid f rådum, um tey
vilja hava okkurt mål út-
greinað, eins og eg kann
veita øðrum journalistum,
sum ætla sær hendavegin í
arbeidsørindum, leiðbein-
ing og ráðgeving.
— Eg kenni føroysku við-
urskiftini, og kann t.d. siga
teimum, hvgrjar persónar
tey skulu venda sær til í á-
vísum málum o.s.fr.. Á hen-
da hátt eri eg ikki so einsa-
møll ella ókend í mínum
yrki.
Útbúgvin journalistur og
undirvisari
39 åra gamla Randi Mohr
er útbúgvin journalistur, og
hevur umframt tað eisini
hjágreinafak í donskum,
samfelagsmálum og peda-
gogikum, og hon er sostatt
eisini útbúgvin at undirvísa.
Hon byrjaði at arbeiða á
fyrrapartsblaðnum B.T. í
næmingatíðini, og helt fram
at starvast har, tá hon var
liðug á Journalistaháskúla-
num í Árhus.
Á B.T. var hon í átta ár,
og arbeidsøki hennara var í
fyrstuni innan tónleika- og
sjónleikaheimin.
— Mín áskoðan er, at jour-
nalistar ikki skulu arbeiða
ov leingi við sama gki, og
eftir ynski at sleppa at ar-
Randi Mohr, journalistur: — Tað vóru løtur fyrst í nítíárunum, tá tað ikki var so hugaligt at senda tilfar niður, men eg
eri so mikið yrkislærd, at tá tað snúði seg um at bera vánalig tíðindi, so var eingin gongd leið uttan um, og eg skrivaði
tað, sum tað var
beiða við politiskum mál-
um, fór eg á Christiansborg
at arbeiða, har eg í fimm ár
skrivaði um politik í B.T.
— Tað var tí heldur ikki
so trupult hjá mær at byrja
at arbeiða í Føroyum, tí eg
havi góðar royndir at rgkja
tað politikska gkið, sigur
Randi Mohr.
Hevur arbeitt á
Christiansborg
Hon sigur um arbeiðið á
Christiansborg, at tað er ein
heimur fyri seg. Har eru 179
politikarar og 100 journa-
listar, sum hava sínar skriv-
stovur nærindis Fólkatingi-
num.
— Tað er kanska einasta
parlament í heiminum, har
fjølmidlarnar hava beinleið-
is samband við politikarar-
nar. Tað merkir, at einki
verður fjalt fyri tíðindatæn-
astuni, og verður mett sum
eina sera demokratisk skip-
an.
— Tað er greitt, at jour-
nalistar og politikarar koma
sera nær hvør øðrum, og at
teir læra hvønn annan rætti-
liga væl at kenna, men eg
havi kortini ongantíð upp-
livað, at eg av teirri orsøk
havi hildið hondina yvir
einum politikara. Har eru
nakrar reglur galdandi, sum
báðir partar halda, sigur
Randi Mohr.
Tá hon fekk fyrsta barnið
í 1989, valdi Randi Mohr
at fara á mentanardeildina
á B.T. at arbeiða, har hon
skrivaði um bókmentir,
gjørdi samrødur við rithøv-
udar 0.s.fr..
Tå familjan flutti heim,
fekk fekk Randi Mohr starv
Randi Mohr hevur til arbeiðis at kunna danir um fóroysk viðurskifti. Hon. arbeiðir í heiminum ytst á bakkanum, við
útsýni oman yvir-Hoyvíkina
sum lærari á Handils- og HF
skeiðnum í Kambsdali, men
tå Bodil Rahbæk, sum hevði
arbeitt fyri Ritzau tíðinda-
stovuna i Føroyum i nøkur
år, før nidur til Danmarkar
í 1992, varð Randi Mohr
biðum um at átaka sær hetta
arbeiðið.
Í byrjanini hevði hon
bæði lærarastarvið og starv-
ið fyri Rtizau at taka sær
av, men sum fráleið gjørdist
tað ov strævið, og nú ar-
beiðir hon so at siga, sum
journalistur burturav.
Hetta arbeiðið førdi til, at
íslendska Morgunblaðið
heitti á Randi um at skriva
útgreinandi greinar um før-
oysk viðurskifti.
„- Bæði í Danmark og í
Íslandi er áhugin stórur fyri
ti, sum fer fram í Føroyum,
og serliga í hesum døgum,
nú fullveldisuppskotið er
lagt fram, sigur Randi Mo-
hr.
Samfelagið er meira
menniskjavinarligt
— Hvør munur er at arbeiða
í Danmark og í Føroyum?
— Tað eru nógvir fyrimun-
ir vid at búgva í einum litl-
um samfelag í mínum ar-
beiði, tí tað er so lætt at
koma í samband við politik-
arar O.a. persónar, sum er
neyðugt, tá tú fæst við tíð-
indaskriving
— Føroyska samfelagið er
eisini meira menniskjavin-
arligt, og vit eru meir um-
berandi hvgr móti øðrum,
enn t.d. í Danmark
— Nøkur vilja kanska hal-
da, at føroyingar eru seinir
og at alt tekur ov langa tíð,
men eg haldi, at hetta er
positivur verumáti, sum fær
fólk at trívast.
— Um tú ímyndar tær,
hvussu tað er at koma inn í
stórhandil í Danmark, har
børnini renna aftur og fram,
og eitt barn rennir seg inn í
eina eldri konu, so glepsar
hon illsliga at barninum.
— Tekur tú somu myndina
í Føroyum, so sigur konan
kanska blíðliga okkurt um-
berandi við barnið, sigur
Randi Mohr.
Serstøk
innanduramentan
Hon heldur eisini, at føroy-
ingar hava eina serstaka
innanduramentan, ið neyv-
an finst aðrastaðni. Eitt nú
at kvinnur ganga í bindi-
klubb, børn og tilkomin
ganga til dans, sang og ti-
likt.
— Her er eisini ein heyst-
mentan, eitt nú tå slaktið er
fyri og tær stóru veitslurnar.
Tað er nakað heilt serstakt
við Ld. føroyska felagssang-
inum, sum eg haldi vera
sera hugtakandi.
— Kennir tú teg ongantíð
fremmandan her?
-Nei, tað geri eg als ikki.
Í Føroyum eri eg ikki rætti-
liga føroyingur, men eg eri
heldur ikki dani í Danmark.
— Tó kenni eg føroyingar
so væl, at eg als ikki føli
meg fremmandan her, sigur
Randi Mohr
Hon hevur tikið støðu til,
hvar hon og familjan skal
búgva, og verður verandi í
Føroyum, tí hetta er besta
stað hjá synunum at vaksa
upp í
Vildu altíð sleppa heim í
summarfrítíðini
Randi Mohr minnist aftur á
barnadagarnar, tá systkini
og mamman stóðu við ein-
um beini í Danmark og hin-
um í Føroyum.
Serliga minnist hon aft-
urvendandi orðaskiftið í
heiminum, tå summarfrítíð-
in kom, og tey tosaðu um,
hvat tey skuldu fara at ferð-
ast.
Mamman og børnini vil-
du sleppa heim á hverjum
ári, og soleiðis varð oftast.
Av teimum fimm børnun-
um í familjuni, valdu trý at
búseta seg í Føroyum, eins
og mamman eisini er flutt
heimaftur.
— Hóast tað arbeiðsliga
eru stórri møguleikar hjá
mær í Danmark, so sakni eg
einki her - og mamma mín
býr eisini her. Familjan og
mamma mín hava allarmest
at týða fyri meg, sigur tíð-
indakonan hjá Ritzau og
Morgunblaðnum í Før
oyum