leygardagur 17. oktober 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
República de Cuba:
5
Stødd:
Millum 20 og 22 stig norður
Sosialistiskt lýðveldi
111.000 km2 (Ísland 103.000 km2)
Tropiskt strandarveðurlag
11 milliónir
100 fyri km2
La Habana (Havanna) stívliga 2 milliónir
Spanskt
Rómversk katólsk
I cuba peso = 100 centavos
STAUN
Nr. 197 — 17. OKTOBER 1998
Havnarlag i Havanna. Eins og bilarnir eru skipini gomul.
— Ei dåni i, at einum leingist at hoyra tær tiltiknu salsa- og rumbarútmurnar aftur. Ikki er líkt til,
at kubanarin gongur vid gron, til tess er lyndið ov lætt. Lyndið sprikir og glintar, tå ið karneval er
i Havanna i fleiri dagar i juli, skrivar Sonne Smith i ferdafråsøgn av Kuba
Tekstur: Sonne Smith
Myndir: Hans Kåri Vang
Sørvågi
Vist skínur sólin í Kuba.
Hetta summarið skein hon
ov nógv.Veðurfyribrigdið
El Nino var meinskt, elvdi
til turk, og grødin hilnadist
illa. Tað regnadi vidhvørt,
tå 10 tad ikki skuldi regna,
og sólin bakaði, tå ið hon
ikki skuldi baka. Í Kuba var
hitabylgja í summar. Hitin lá
stundum um 45 stig. Tað var
alt ov heitt hjá vitjandi før-
oyingum, ið løgdu til merk-
is, at eisisini skjúrtan hjá tí
vanliga kubanararnum var
kavvát av sveitta.
Toran gongur. Snarljósini
bleikra sum norðlýsið um
alt himmalhválvið. Kveldið
er stundum alljóst millum
torubrestirnar, ið tætt við
ljóða sum kan6nskot, og tú
støkkur næstan leysur upp
Tað stóra DC10-flogfarid
hjá Cubana Air hevur sett
seg í Havanna. Vit koma
igjøgnum tað vanliga eftir-
litið í floghavnini. Tað er
óskiljandi drúgt og keðiligt.
Mangur man hugsa fyri sær:
„Hvat ólukkan skal alt hetta
roksið til?“ Men, roksið er
skjótt gloymt, tá ið tú ert
sloppin út um allar hesar
ópersónligu og leiðiligu av-
greiðslurnar í hesi floghavn-
ini, ið er sum flestar altjóða
floghavnir, tí nú hittir tú
tann veruliga kubanaran,
soleiðis sum hann er. Fyri-
komandi, fryntligur, for-
vitin.
Siudad La Habana
Havanna býur er enn ein av
heimsins vakrastu býum,
men slitin og troyttur av ar-
móð. Í gamla Havanna
verða húsini umvæld. Higar
eru komnir sjálvbodnir ark -
itektar úr útløndum at hjálpa
til, og býurin er komin á
eina ætlan hjá ST um at
varðveita hann.
Hevði ferðslan verið so
tøtt sum í øðrum býum av
somu stødd, hevði verið tor-
ført at drigið andan fyri bil-
royki. Men armóðin í Kuba
sæst alt fyri eitt í høvuds-
staðnum. Her hosta og
goysa ellisakfør, ið tíðum
eru farin um tey fimmti.
Hvussu ber tað til, at hesir
avoldaðu amerikanarabilar-
nir yvirhøvur koyra enn? Jú,
kubanarin er vorðin ein sera
snildur mekanikari. Við
hvert hevur hann sett ein
russiskan motor í ein amer-
ikanskan „,flótara“ frá fimt-
iårunum. Roykurin tyrlast
blágráur år útstoytinum, og
brådliga kann bilurin stedga
upp, mitt å vegnum, eisini
mitt á motorvegnum. Tú iv-
Russiskir Lada og ein amerikanskur „flótari“ frá fimmtiárunum
ast í, um ferðslutrygd yvir-
hevur er loyvd í Kuba. Tó
kanst tú leiga tær ein bil, og
teir eru nýggir, japanskir
bilar, gjørdir lidnir á verk-
smiðjum í Meksiko. Froys-
andi russiskir Ladabilar
mynda eisini gøturnar í
Havanna, ið annars eru
skipaðar sum gøturnar á
Manhattan í New York. Tí
er lætt at finna í Havanna.
Býarbussarnir eru løgnir
á at líta. Ein forvognur av
einum gomlum lastbili, og
sjálvur bussvognurin er
smidadur burtur år goml-
um.
Súkklan er vanligasta
flutningstólið í Havanna og
alla aðra staðni í landinum.
Vanligt er at síggja heili trý
fólk á einari súkklu.
Í Havanna ber til at ganga
óttaleysur úti um náttina.
Harðskapur, ið eyðkennir so
mangar stórbýir í heimi-
num, er at kalla íkki til í
kubanska høvudsstadnum.
Nú man onkur siga: „Gam-
aní, alt verður jú kúgað í
einum kommunistiskum
helviti, so tey tora ikki.“
Soleiðis er er kortini ikki.
Tað skal nógv til, áðrenn
politiið ger nakað. Tú skalt
vera ógvuliga ófantaligur.
Tann dragandi
havannasigarin
Við tey stødini, har tann út-
lendska ferðamannavitjanin
er stór, sært tå børn, ung og
vaksin, ið royna at lokka
pengar, tyggigummi, kúlu-
pennar, skógvar og tílíkt frá
tær. Sjálvandi kanst tú av-
gera, um tú vilt lata teg
lokka, men gott er at minn-
ast til, at eingin í Kuba bidd-
ar av svárari neyð, tó at nøk-
ur í réttum Charles Dick-
ens-stíli lata seg í sum
kloddafyl.
Tú hittir eisini fólk, ið
vilja selja sigarir og annað
gott. Siga tey, at hetta eru
fínastu sigarir, er eingin ivi
um, at tær eru stolnar, og tú
eigur at siga nei. Sigarstuld-
urin er so mikið vidfevndur,
at í floghavnunum verða
tiknar stakroyndir. Hevur tú
onga kvittan fyri tær sigarir,
tú tekur við tær úr landi-
num, kunnu trupulleikar
standast.
Skøkjur kunnu saktans
toga í ermuna hjá tær.
Skøkjulevnadurin, sum
Kuba av røttum breggjadi
sær av at hava fingid av-
tiknan, hevur vundið nakað
upp á seg við tí vaksandi
ferðamannavitjanini og tí
ringu búskaparligu støduni.
Hetta er eisini Havanna,
sum, tå ið tú koyrir til býin
sært á skeltunum, eitur Siu-
dad La Habana - Havanna
býur - í landspartinum Hav-
anna. Flestir kubanarar
royna at útvega sær dollarar,
teir grønu amerikansku
seðlarnar, ið eisini verða
kallaðir salatblød. Ferða-
vinnan kastar nógvar doll-
arar av sær, so nógvar, at
hon er farin fram um eitt nú
tubbaksidnadin. Longu í
2000 verður mett, at ein
millión ferðafólk koma til
Kuba, og talið veksur al-
samt.
Soleiðis er í teimum stóru
býunum og úti á bygd í tí
vakra, eksotiska, forvitnis-
liga, tropiska landinum í
Karibiahavinum við Florid-
astrætinum ímillum seg og
tann velduga grannan fyri
norðan, USA.
Stongsilin
Kuba er eitt avbyrgt land.
Líka síðan 1961 hevur USA
byrgt fyri mestsum allari
handilsligari og búskapar-
ligari samvinnu við landið.
Blokadan stendur við tann
dag í dag, og stødan versn-
aði upp aftur meir av tí so-
nevndu Helms-Burton lóg-
oni. Henda nýggja blokadu-
lógin hevur elvt til øsing
nógva staðni í heiminum,
ikki minst í USA, tí lógin
revsar amerikanskar fyri-
tøkur, ið vága sær at gera
fløgur í Kuba, fløgur i
vinnu, sum USA sigur er
stolin amerikansk ogn. Ætl-
anin við lógini hevur eisini
verið at revsa fyritøkur í
ødrum londum, men tað
hava fleiri lond als ikki vilj-
að latið um seg ganga,
serliga Kanada, Meksiko og
Spania. Europasamveldið
hevur eisini mótmælt, at
amerikanarar einvíst hava
smíðað eina lóg, ið revsar
europeiskar fyritøkur fyri
samvinnu við Kuba.
Ein avleiðing av stongsli-
num í 1961 var, at Kuba
víðkaði samhandilin og
samstarvið við Sovjettsam-
veldið. Sovjett keypti mill-
um annað sukrið, sum Kuba
ikki longur slapp at selja í
USA. Eisini hernaðarliga
mentist eitt samstarv. Tað
íbirti „Kuba-Kreppuna“ í
oktober 1962, tá ið Sovjett-
samveldið setti atomløddar
rakettir upp í Kuba. USA
mótmælti sjálvandi og reik-
aði fyri einari herflotablok-
adu ímóti oynni. Eftir sam-
ráðingar millum USA og
Sovjett vórðu rakettirnar
tiknar niður aftur. Tá bivadi
allur heimurin í ræðslu.
Hóttanin um tað altoyðandi
atomkríggið hevði ongantíð
verið so nær.
Stødan, ið tók seg upp eft-
ir at tað leyp í Eystureuropa
og Sovyjettsamveldinum,
hevur havt ógvisligar fylgj-
ur fyri lívskorini í Kuba,
sum aftur noyddist at síggja
80 procent av uttanríkis-
handli sínum løgd í oyði.
Víðagitið heilsuverk
Hóast nærum fullgjørdan
stongsil hórar Kuba undan.
Eingin doyr í hungri. Øll fáa
nóg mikið at eta og klæðir
upp á kroppin, men alt er
skamtað. Kubanarin hevur
skamtanarkort eins og før-
oyingurin undir og stutt eftir
seinna heimsbardaga.
Kortini er kubanarin errin
av tveimum alneyðugum
verkum: heilsuverkinum og
skúlaverkinum. Hesar báðar
skipaninar hava vunnið
frama enntá millum teirra,
ið ikki kunnu torga ta polit-
isku skipanina í Kuba.
Tað sigst her hjá okkum,
at kubanarar eru millum
heimsins fremstu í lækna-
vísindaligari gransking og
menning. Kanska er tað