Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rætt, men ið hvussu er hava kubanarar ein lækna fyri hvørji 170 fólk. Teir rað- festa heilsuverkið og skúl- averkið ovast, hóast stórur tørvur er á heilivági, útgerð og amboðum til sjúkrahús og skúlar. Heilsuverkið virkar hjá teimum. Tað virk- ar best í øllum Triðja Heim- inum, og skulu vit nevna prioritering, so virkar tað nógv betur enn tað føroyska heilsuverkið. Teir hava størsta ortopetiska sjúkra- húsið í ollum Låtinamerika við 22 skurðstovum. Kubanska heilsuskipanin er í fýra stigum. Familjulæknin, sum nú fevnir um næstan alt landið. Ein lækni og ein sjúkrasyst- ir búgva í einum lokalum- ráði í býi ella bygd og hava ábyrgdina av tí týdningar- mesta heilsuliga og med- isinska arbeidinum og ti fyr- ibyrgjandi arbeidinum. Pclyklinikkin er eitt litid sjúkrahús í einari bygd ella einum býarparti. Her er mest ambulant viðgerð, men tað ber til at verða inn- lagður eitt stutt skifti. Her er eisini ein deild fyri tann- viðgerð. Polyklinikkin hev- ur eftirlit við børnum í barn- agørdum, skúlum og ar- beiðarum á smáum virkjum, og hon hevur samstarv við tey stóru virkini. Landspartasjúkrahúsini eru mest serkgn á einum barnasjúkrahúsi, = einum vanligum somatiskum sjúkrahúsi og einum psyk- iatriskum sjúkrahúsi. Hesi sjúkrahúsini kunnu metast saman við okkara. Viðgerð- in er í minsta lagi líka so kvalifiserað, men tann fysiski karmurin ber vitni um, at Kuba er eitt fátækt land. Tó eru mong landssjúkr- ahús og sersjúkrahús. Ser- liga er vert at nevna sjúkra- húsini Hermanos Ameijei- ras og Frank Pais. Tey eru bæði í Havanna. Frank Pais sjúkrahúsið er serkønt i knotuskurði, -transplanta- sjónum, protesum og tilik- um. Hermanos Ameijeiras er høvudsstødin hjá mong- um veitingum sum til dømis hjarta- lungna, livur- og nýratransplantasjónum og krabbameinsviðgerð. Bæði sjúkrahúsini bjóða útlendingum sínar veitingar undir ætlanini heilsutur- |; Nr. 197 - 17. OKTOBER 1998 isma. Utbúgving Í Kuba er níggju ára skúla- skylda. Undirskúlin, escu- ela primaria er frá 1. til 6. flokk, og yvirbygningurin, tey kalla, escuela secund- aria fevnir um 7. til 9. flokk. Fyri skúlaaldur eru tilboð um barnagarð og barna- garðsflokk. Her hava eins- amallar mammur, ið arbeiða úti, fyrsta rætt, tí enn er bara pláss fyri umleið einum tridingi av øllum børnum. Undirskúlin er alla staðni, har fólk býr - eisini í fjar- skotnum fjallalendi. Har eru skúlar sum í Føroyum við einari stovu, einum lærara og til dømis seks næming- um í einum bólki frá 1. til 6. flokk. Tá ið næmingurin skal í 7. flokk eru ymiskir møgu- leikar. Býr næmingurin í einum býi, kann hann halda fram í sama skúla, ella hann kann fara í kostskúla úti á bygd. Her hevur hann nakað av verkligum arbeiði um- framt bókliga undirvísing. Oftast arbeiðir næmingurin í landbúnaðinum ella í urta- garði, og soleiðis ger næm- ingurin sítt til, at skúlin hev- ur mat. Næmingar, ið velja at verða gangandi í skúla í býnum, eru vanliga til ar- beiðis í landbúnaðinum í 42 dagar um árið. Tað verkliga arbeiðið sum partur av und- irvisingini er júst eitt peda- gogiskt prinsipp í Kuba. Á studentaskúlastigi, pre- universitario ber til at velja ímillum ein studentaskúla í býnum ella á bygd. Í øllum landspørtum eru skúlar, sum umframt van- liga undirvísing leggja ser- stakan dent á listarliga út- búgving og somuleiðis skúlar, har ítróttur er ovarliga á skránni. Kuba hevur 43 hægri lær- ustovnar innan allar greinir og haraftrat fýra universitet í Havanna, Santa Clara, Camaguey og Santiago de Cuba. Hesi universitet hava undirdeildir í øllum lands- partahøvudsstødum. Ein skúli í Havanna eitur Escuela de 2. Deciembre - 2. Desember skúlin. Hesum skúla stuðla føroyingar í felagnum Føroyar-Kuba. Á hvgrjum ári sendir felagið skúlanum ymist tilfar til skúlabrúks, frá pappíri og Hevundurin guvar lítla havannasigar tíðindablað blýantum til skrivimaskinur og teldur. Tey fyrstu árini mátti einki vera elektriskt. Hetta er eingin trupulleiki longur. Tilfarið til skúlan verður savnað inn frá stovn- um og einstaklingum her í Føroyum og síðani sent til Kuba við vaðvild frá eitt nú Skipafelagnum Føroyum og ødrum flutningsfeløgum úti f heimi. Íbúðin er ov lítil Eingin er heimleysur í Kuba. 37 tey seinastu árini eru gjørdar fleiri hundrað- túsund íbúðir í øllum landi- num, og íbúðarviðurskiftini eru munandi bøtt. Vatn og el og skipaði kloakkviður- skifti eru í yvir 90 procent- um av teimum kubansku heimunum. Men yvirhgvur er alt ov trongt hjá teimum kubansku húskjunum. Tað er heilt vanligt, at eitt húski við trimum ættarliðum býr í einari íbúð ella einum smá- um húsum. Tí er sera um- ráðandi at byggja fleiri í- búðir og nú eisini at væla um tær gomlu íbúðirnar, ið eru rættiliga illa farnar tey seinastu mongu árini. Tað kostar lítið at hava fótur undir egið borð, 10- 15 procent av lønini, og tå ið ein íbúð er goldin, eigur húskið hana. Hon kann síð- ani verða umbýtt ella seld. Pensión og lønarvidurskifti Er maður fylttir 60 og kona S6 hava tey rætt til pensión. Pensiónin er í minsta lagi 80 pesos um mánaðin. Tað skal samanberast við, at minstalgnin er 130 pesos um mánaðin, og at ein vanlig inntøka er 250 pesos. Fyri 250 pesos fært tå goldið húsaleigu, el, klæðir og tann matin, ið fæst við skamtanarbókini. Maturin skuldi helst tryggjað húski- num ta neyðugu kaloriu- og proteinnøgdina, men í níti- árunum hevur verið alt ov lítið til av kjøti, smøri ella osti. Til tess at útvega sær kjøt, smør, ost og annan neyðturviligan mat, noyðist kubanarin nú at fara út á tann fría matvørumarknadin og gjalda nógv. Tey, ið hava skyldfólk utt- anlands, arbeiða í ferða- vinnuni ella av gðrum grundum fáa hendur á doll- arum, hava tann greiða fyr- imun, at tey fáa keypt í teimum dollarahandlum, sum alla tíðina hava verið tøkir hjá turistum. Dollara- handlar verða nú eisini latn- ir upp um alt landið at selja teimum stødugt fleiri kub- anarunum, ið útvega sær dollarar, bæði líkt og ólíkt. Teir fáa nú keypt okkurt av tí, sum annars er gerandis- kostur hjá okkum. Loyvt varð at ogna sær dollarar í 1994 sum partur av eini stórari búskaparligari ný- skipan. Kubanarar kunnu nú eis- ini veksla sínar kubansku pesos fyri dollarar, ella sagt við ðrum orðum, seks upp í 12 dollarar fyri eina van- liga månadarløn. Fara vit til Kuba, hava vit einar 1000 dollarar við okkum. Helst ikki minni, og í kubanskum hugameini eru vit reinir millionerar. Í Kuba er deiligt Tað fáa vit at sanna, sum hava verið har. Einki hittir tú Fidel Castro, men við hvørt sært tú hann í sjón- varpinum, ikki minst tjóð- ardagin, tann 26. juli. Í ár helt hann sína réðu í Santi- ago de Cuba, næststørsta býnum í landinum. Rødan vardi í „bara“ fimm tímar. Um tú vilt ella ei, so er mað- urin rættiligur entertainari. Ilt er at siga, hvussu tað kann bera til, at hann fær hildið so drúgvar rødur, og hann drekkur ikki so mikið sum ein vatnsopa allar tím- arnar, meðan hann talar. Tú hugsar, hvgr man fara at taka við eftir Fidel Castro. Hvgr man krún- prinsurin vera. Maðurin er 72 ára gamal. Gitt verður aftur og fram, og mong eru tey, ið gita, men eingin veit, ið hvussu er ikki vit vanligu. Gi't verður um Kuba fer aft- ur til kapitalismuna, nú teir hava fingið tað, teir kalla Zona Franca mitt í Hav- anna. Hetta eru fræls um- ráði hjá útlendingum at gera fløgur í. Teir eru nógvir í tali. Kuba er fruktagott í mangar mátar. Tann kuban- arin, ið sigst at hava innlit, sigur, at tey frælsu vinnu- ligu umráðini í Havanna eru ikki gáttin til kapitalismuna. Kalla tað hvat tú vilt, men Kuba tørvar so at siga alt. Býirnir ganga á høkjum, | 4973 Autografurin hjá Ernest Hemingway í Bodeguita del Medio Gamla Havanna. Á skeltinum stendur Bodeguita del Medio, tann heimskenda barrin hjá Ernest Heming- way Hans Kári Vang år Sørvågi millum sitrustrø inni í landspartinum Havanna maskinurnar skrambla og rusta. Fólkinum leingist eft- ir tí vælferð, sum rýkur av okkum. Tó ivast kubanarin ikki. Hann er yvirhøvur err- in av at vera kubanari, hann er blíður og tíður, og land hansara er vakurt. Ei dáni í, at einum leingist at hoyra tær tiltiknu salsa- og rumbarútmurnar aftur. Ikki er líkt til at kubanarin gongur við gron, til tess er lyndið ov lætt. Lyndið spríkir og glintar, tá ið karn- eval er í Havanna í fleiri dagar í juli.