Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tidindabl Nr. 197 - 17. OKTOBER 1998 Umframt gåvurnar at skriva, hevur Jørgen- dagfest 4. juni 1916, hevur hann skrivad: »Fra Jørgen Jógvan Isaksen Jørgen-Frantz Jacobsen var ikki tann fyrsti at brúka søgnina »Beinta og Peder Arrheboe< sum tilfar i føgr- um bókmentum. Í 1893 gav presturin Emil Bruun út skaldsøguna >Herr Peder Arrheboe«, og í 1927 kom »Beinta« eftir Hans Andre- as Djurhuus. Lítil ivi er um, at hesar bådar skaldsøgur- nar hava verið Jørgen- Frantzi kunnugar, men hava tær havt nakra åvirkan å handfaringina av sagnartil- farinum í >Barbaru<? Latið okkum, áðrenn vit svara spurninginum, líta eitt sind- ur nærri at hesum báðum bókum. Emil Bruun Skaldsøgan hjá Emil Bruun hevur undirtittulin »Fortæll- ing fra Færøerne fra det 18de Aarhundrede« og kom út í 1893 »I kommission hos H.N. Jacobsen«. I føroysk- um høpi er Emil Bruun iva- leyst best kendur sum hann, id fyrireikadi Janus Djur- huus til at fara undir hægri Frantz til Mo'er«. Myndin er i varðveitslu hjá eftirkomarum hansara »Barbara« og tær sum gingu undan Hevur Jørgen-Frantz Jacobsen lænt frå Emil Bruun og Hans Andreasi Djur- huus? spyr Jógvan Isaksen í hesi grein um Barbaru og Herr Peder Arrheboe eftir Emil Bruun og Beintu eftir Hans A. Djurhuus lestur. Um hendan mann skrivar Hanus Andreassen: »Emil Victor Schau Bruun kom til Føroya í 1889 og gjørdist prestur i Våga prestakalli tann 18. mars hetta årid. Hann var prestur vesturi f Vågum til november 1892 og fekk síð- ani kallið í Havn. Emil Bruun skaraði á mangan hátt framúr, bæði sum prest- ur og sum andsmenni. Hann var í fyrsta lag; ein óvanliga virkin maður. Fáar mánar eftir at hann var komin til Føroya, fór hann at geva út Færøsk Kirketidende, eitt tíðarrit á rættiliga høgum stødi. I 1893 kom søguliga skaldsøga hansara, Herr Peder Arrheboe. Hánn fekk í 1896 í lag, at farið varð undir at byggja Meinig- heitshúsið í Havn, og hann var sálin í einum blómandi ungdóms- og upplýsingar- virki í Havnini. Sum talari var Bruun tikin úr leikum, og fólk tustu í kirkjurnar at hoyra hann prædika. Hann hevði stóra bókmentaliga vitan, og prædikur hansara vóru bótaðar við sitatum eftir Dante og Shakespeare. Bruun var føddur í 1864 og var sostatt í bestu árum um hetta mundið< (Hanus And- reassen: J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisgga I. „Herr Peder Arrheboe< 1893 »Herr Peder Arrheboe< er stutt - bara 92 síður - og hóast Emil Bruun í mangar mátar hevur skarað framúr, so ger hann tað ikki sum køvundur. Skaldsøgan hev- ur lítið upp á seg, og í mun til »Barbaru« stígur hon ikki upp úr rossaspori. Tann fyrsti triðingurin av „Herr Peder Arrheboe« sig- ur frá uppvøkstrinum og lestrarárum í Keypmanna- havn, har Peder er tann ídn- asti at stuttleika sær. Men so gerst hann vinur við ein pietist, sum eisini lesur til prest, og nú hálsar hann fullkomiliga um og sigur verðina frá sær. Vinmaðurin doyr ungur, men hevði ætl- að sær til Trankebar sum trúboðari, og tað er hann, sum koyrir undir Peder Arr- heboe at fara til Føroya í somu grindum. Hetta er í góðum samsvari við piet- ismuna. Tann danski parturin er langrøkjutur og hålvvåna- liga skrivaður vid íðuligum endurtøkum av somu navn- og lysingarordum. Somu- leiðis leggur høvundurin í heilum upp í fråsøgnina við ymiskum viðmerkingum. Í hesum partinum verður annars gjørt vart við, at tann skiftandi hýrur, sum fólk í Vágum søgdu eyðkendi harra Peder, longu kemur til sjóndar á ungum árum. Sum heild heldur Emil Bruun seg innan sagnarkarmar, men serliga her í fyrstuni - har søgnin ikki er komin upp í Franz Jacobsen eisini roynt seg sum málara. Hesa myndina málaði hann til mammu sína í 1916. Á myndini, sum er part - leggur hann fitt av sínum egna aftrat. Peder Arrheboe fer til Føroya at taka starv eftir Niels Aagaard, sum nýliga er deyður, og á ferðini sigur skiparin frá konu harra Niels, og tað eru ikki vøkur orð, ið her fella: „men Gud havde givet ham en arrig Kvinde, led som en Satans Engel, det var Herr Niels' Kors, det han bar med stille Taalmod som en ærlig kristen Præst. Hun voldte ham hans Død, den dumme Kvind«. »En Satans Engel« Um Benthe hoyrir harra Peder nógv aftrat og líka so ljótt, so tá ið hann hittir ta umrøddu kvinnuna, fær hann seg ikki at trúgva tí, fólk fortelja . Útsjónd og medferð boða ikki júst frå einum >Satans Engel<: »Hun saa ud til at være omtrent jævnaldrende med Peder, hun var lille av Væxt, zart og fin af Legemsbygn- ing; hendes Træk vare regelmæssige, og lange mørke Øjenhaar dækkede halvt over et Par milde, dyb- blaa Øjne. Hendes bløde, gule lokker skjultes næsten af hendes sorte Hovedbe- klædning, hendes Dragt var en Enkes tækkelige alvor- lige Klædning. Der laa en usigelig, stille Vemod ud- bredt over hendes hele Væs- en, da hun traadte frem, paa en Gang frimodig og dog