leygardagur 17. oktober 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
med den kvindelige Blu-
færdigheds hele Ynde«.
Hans Niclåi Niclassen,
keypmadur, sum annars er
misnøgdur vid ta mynd,
Emil Bruun letur av Beintu,
sigur, at lýsingin av útsjónd-
ini er tann sama, sum lang-
omman segði frá. Lang-
omma Hans Nicláa tænti
hjá Beintu og hevði bara
gott at bera henni.
Hóast ávaringarnar ikki
tróta, so giftist Peder Arr-
heboe við Benthe Christine,
og skjótt vísir hon seg sum
tann gívur hon er. Harra
Peder temur hana so dánt,
og tað verður fleiri ferðir
tikið fram, at hann er einasti
maður, hon hevur virðing
fyri. Restin av >Herr Peder
Arrheboe« fylgir í høvuds-
heitum søgnini, og tað er
eingin grund til at gera
meira burtur úr her. Tað,
sum í hesum viðfangi er á-
hugavert er, um Jørgen-
Frantz Jacobsen hevur brúkt
nakað úr bókini hjá Emil
Bruun? Og tað er eftir ollum
at døma ikki óhugsandi
Líkskapur
Fyrst og fremst pietismuna.
Emil Bruun letur harra Ped-
er blíva pietist, og tað er
orsøkin til, at hann fer til
Føroya. Søgnin sigur frå, at
harra Peder ikki altid var
sum hann åtti, og Emil
Bruun letur hetta í ein viss-
an mun vera ein tvidrått f-
millum livsgledi og livs-
noktan, ímillum barokk og
pietismu. Søgnin ber ikki
við pietismu, og heldur ikki
onnur skjøl, eg havi sæð, so
hetta er ivaleyst ein upp-
finning hjá Emil Bruun at
greiða frá sinnalagnum hjá
Peder Arrheboe. Søguliga
hevur høvundurin ikki fast
undir føti, tí pietisman
gjørði lítið og einki vart vid
seg í Danmark fyrr enn aft-
aná 1730, so tað er valla
hugsandi, at Peder Arrheboe
og vinmaðurin eru heitir
pietistar longu tey fyrstu
árini í 18. øld.
Hetta við pietismuni kann
Jørgen-Frantz Jacobsen
hava lænt frá Emil Bruun,
og sum tann søgukøni mað-
ur hann var, hevur hann
sæð, at skal hendan hugsan
brótast við aðrar, so má sýg-
an fara fram seinni í øldini.
Í »Herr Peder Arrheboe«
verða pietisma og tann
gamla trúgvin - t.e. barokk-
ur - fleiri ferðir settar upp
ímóti hvgrjari aðrari. Hetta
er somuleiðis ein høvuds-
andsøgnin, ikki í skaldsøg-
uni >Barbara<, men í harra
Páli sjálvum.
Dagin eftir, at harra Peder
er komin til Føroya hoyrir
hann >en ham ubehagelig
højrøstet Latter<. Hann,
sum flennir er tann tjúkki
varapróvsturin Anders
Lemwig, og hann heldur
fram við sínum >ustandse-
lige, skrattende Latter<.
Tann Anders Lemwig, ið
her kemur á pall er ikki líkur
honum í >Barbaru<, men
tann evindaligi láturin fær
lesarin at hugsa um tann al-
tíð læandi harra Servin í
kapitlinum »Prestastevna«.
Kanska hevur Jørgen-
Frantz Jacobsen fingið eitt
Nr. 197 - 17. OKTOBER 1998
sindur av íblástri her?
Tann fyrsta ferðin til Vág-
arnar hjá nýggja presti er
rættiliga lík henni í >Bar-
baru<. Í >Herr Peder Arr-
heboe« eru tað titulpers6n-
urin og ådurnevndi Herr
Anders, ið saman við
Benthe, sum kemur í evstu
løtu, verða rógvin til Kolla-
fjarðar. Tey liggja nátt í Kví-
vík - ikki í Leynum - prest-
arnir hjá Kvívíkspresti,
meðan tað ikki verður sagt,
hvar Benthe svevur. Tað
skilst kortini, at tað ikki er í
prestagarðinum. Síðani
halda harra Peder og Benthe
leiðina fram til Miðvágs.
Í bókini hjá Emil Bruun
spælir herr Peder javnan
upp á ein lutt - ørindid »Min
smukke, / Min Dukke«
kemur eins og í »Barbaru«
fyri - meðan Jørgen-Frantz
letur Andrias vera luttspæl-
ara.
Skaldsøgurnar báðar eru
sum nevnt stak ólíkar, og
har Emil Bruun skrivar sína
bók beinleiðis inn í søgnina
við somu nøvnum, so brúk-
ar Jørgen-Frantz Jacobsen
einans søgnina sum karm
og broytir nøvnini. Men,
sum tað kanska skilst, so er
tað ikki frítt fyri, at eg haldi,
at føroyski høvundurin hev
ur funnid sær onkran små-
vegis íblástur hjá danska
høvundinum. Størstan tydn-
ingin í »Barbaru« hevur tað
pietistiska rákið, sum tað er
hugsandi, at Jórgen-Frantz
Jacobsen hevur fingið hug-
skot til í >Herr Peder Arr-
heboe«.
»Beinta« 1927
Skaldsøgan hjå Hans And-
reasi Djurhuus er heldur
ikki av teimum drúgvu -
157 síður í fjórðingsstødd -
og kortini tykist hon mang-
an lesaranum long, tí hon
fá brot undantikin manglar
spenning og framfýsni.
Heilt burturvið er >Beinta<
tó ikki.
»Beinta« er grundað á
somu søgn sum »Barbara«
og »Herr Peder Arrheboe«,
men har søgnin fer beint í
krovið á teimum trimum
hjånarløgunum - tað er har,
tað leikar á - so leggur
»Beinta« fyri við barnaáru-
num hjá høvudspers6ni-
num. Í hesum líkist bygn-
aðurin honum í skaldsøguni
hjá Emil Bruun, har ein
drúgvur partur snýr seg um
tíðina, áðrenn ferðina til
Føroya. Mótsett »Barbaru«,
har eingin er høvudspers6n-
ur í allari bókini, so eru Herr
Peder og Beinta høvudsper-
sónar í skaldsøgunum, ið
hava teirra navn. Einahelst
í >Beintu< eru allir aðrir
persónar enn sorinskrivara-
dóttirin eykapersónar.
Skaldsøgubygnadurin og
fråsøguhåtturin gerast
henda hátt heilt ødrvisi enn
í skaldsøguni hjá Jørgen-
Frantz Jacobsen.
Hóast »Beinta« av høv-
undinum er býtt í tríggjar
bøkur - eina fyri hvønn
prestin, ið giftist tittulper-
sóninum - so fellur hon í
fýra partar. Umframt gift-
urnar verður sagt frá upp-
vøkstrinum hjá Beintu, men
hesin parturin er lagdur
sosfalurin
Emil Bruun hevur skrivad skaldsøguna »Herr Peder Arrheboe«. Skaldsøtan hjå honum hevur undirtittulin
»Fortællinger fra Færøerne fra det 18de Aarhundrede« og kom út í 1893
saman við frásggnini um
fyrsta hjúnalagið. Hetta
hevur við sær, at partarnir
um hjúnalggini við harra
Jónas og harra Niels fylla
líka nógv sum hann um
Beintu og Peter Arrheboe.
Tá ið lesarin hittir Beintu
eru hon og spælibróðirin,
Kristjan, um fjúrtan ára ald-
ur, og tey eru góð við hvørt
annað. Men Beinta er sor-
inskrivaradóttir, og Kristjan
soldátasonur, og tískil vil
mamma Beintu steðga
sambandinum við at noyða
Kristjan at tæna harra Jónasi
á Viðareiði. Kristjan rýmir
av landinum og fer fyrst í
danska og síðani í fremm-
anda hertænastu. Beinta er
ólukkulig, og tann misti
kærleikin og vónin um at
finna hann aftur er leiðar-
motiv í skaldsøguni.
Hví er Beinta ill?
Mamman, sum hevur noytt
Kristjan at flýggja, sær eis-
ini til, at Beinta skal giftast
við tí sama prestinum, hagar
Kristjan skuldi setast út.
Harra Jónas er vorðin einkj-
umaður, og hann hevur
fingið hug á tí vøkru Beintu.
Beinta er ikki fegin, men lív
hennara er kortini lagt í
oyði, so hvar leiðin gongur,
ger næstan tað sama: >Hon
fór at verða prestakona á
Viðareiði, og mamman
hevði skyld í hesum«.
Beinta gerst hørd ímóti
bæði manni og umhvørvi -
í søgnini nevnist hon jú Illa-
Beinta - og atburður henn-
ara stavar frá viðferðini,
mamman hevur givið henni.
Hon vil vera við, at lívið fer
at vera »eydnuleyst og tung-
ligt«, men at hon skal »løna
móður síni tað aftur, at hon
gjørdi hana til prestakonu á
Viðareiði. Eisini harra Jón-
asi vil hon løna, tó at hann
einki ilt hevur gjørt, men
bara elskad hana«. Hans A.
Djurhuus letur lesaranum
eina psykologiska frågreid-
ing, hvi Beinta er so sint,
sum hon er.
Við millumbilum frættir
hon gjøgnum pápa Kristjan,
hvussu sonurin búleikast úti
í heimi, og vónin um, at tað
skal blíva tey bæði, hvgrvir
ikki fullkomiliga, fyrr enn
hon frættir, at hann er deyð-
ur í stríði í Frankaríkið. Um
hesa tíð er hon einkja eftir
bæði harra Jónas og harra
Niels, men sama skipið, ið
kemur við deyðsboðunum
hevur eisini Peter Arrheboe
við til Føroya.
Beinta og Peter Arrheboe
giftast, og hon heldur seg í
fyrstani vera góð við hann,
„men her fór hon skeiv; tí
menniskjan elskar bara eina
ferð<. Og beint aftaná:
„Hon var einsamøll og
eydnuleys<. Men tað verður
tikið fram fleiri ferðir, at
um.ramt Kristjan, so er Pet-
er Arrheboe einasti maður,
hon virðir.
Petur Arrheboe missir
kjóla og kraga av líktaluni
hann heldir yvir bóndan á
Ryggi. Høvundurin hevur
ilt við at grundgeva taluna -
hjá Hans A. Djurhuus er
Peter Arrheboe ikki óður í
høvdinum - og roynir at
krégva sum mest f ullintum
tilsipingum og romantisk-
um mjørka. Beinta og frå-
koyrdi prestur liva teirra
mongu seinastu år f eini
småttu i Sandavågi, men
ikki í klandri. Sum skrivað
stendur: >Hon var góð við
harra Peter, men tað var
eingin eldur í góðsku henn-
ara - hon hevði brunnið ein-
aferð - og tá ið tann eldurin
sloknaði, var friður fallin
yvir hana<. Seinastu orðini
hjá Beintu eru: >Kristjan -
Kristjan - stjórnurnar - ber
meg upp um stjørnurnar«.
Orðini sipa til, at Kristjan
fleiri ferðir fyrst í skaldsøg-
uni ber hana yvir um ósan.
Íblástur frá tí eldra?
Beinta og Barbara eru ikki
líkar. Har Barbara er glað-
lynt og livir í løtuni, so er
Beinta tunglynt og livir í
dreymi. Tær eru kortini báð-
ar tølandi, men á hver sín
hátt. Barbara tí hon er so
sjarmerandi, Beinta tí hon
er so vekur.
Tað er lítil ivi um, at Jørg-
en-Frantz Jacobsen hevur
lisið skaldsøguna hjá Hans
Andreasi, tá ið hann fer
undir sína egnu. Teir kend-
ust, og tað finst eitt stuttligt
bílæt, har Hans Andreas og
Janus Djurhuus eru av-
myndaðir saman við Willi-
ami Heinesen og Jørgen-
Frantzi. (Si Hanus Andre-
assen: J.H.O. Djurhuus Il,
s. 231). Tað eru líkleikar í-
millum skaldsøgurnar báð-
ar, men um tað er tilvild,
ella tann yngri høvundurin
hevur fingið íblástur frá ti
eldra, er í fleiri fórum ilt at
gera av.
Vandaferðir, sum hon hjá
løgmanni og harra Pál, finn-
ast eisini i »Beintu«, men f
ødrvisi líki. Beint er gift
harra Nielsi, og tey skulu
við báti år Havnini til Mið-
vågs í vånaligum veðri. For-
manninum og presti dåma
einki, men Beinta, sum er
likasæl um hon livir ella
doyr - helst vil hon kanska