Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindabla oslalufin um at gera kvinnur sjónligari í málinum og gera tær varhugaðar og tilvitaðar um hesi viðurskifti. At tær taka tað til sin og læra at vera stoltar av, at tær eru kvinnur. Alt hetta sum eg ikki lærdi, men havi verið noydd at lært meg sjálva sum vaksin, sigur Kirstin - Motivið hjá mær at arbeiða við hesum evninum er eitt ynski | | | Í | Didriksen Føroyska málið kúgar kvinnur - Vit hava eitt mál, sum konufólk ikki kenna seg aftur í, eitt mál, sum kúgar kvinnur og setir tær lægri enn menn. Kvennkyn sum lívkyn víkir meir og meir fyri kallkyninum. Maðurin rúmar als ikki kvinnuna í sínum máli, men eisini konufólk hava ilt við at umrøda seg sjálvar í kvennkyni, tær eru rætti- liga ósjónligar og goyma seg aftan fyri ópersónligar vendingar og orðingar. Hví skumpa kvinnur tað kvinnuliga frá sær og hví taka tær tað ikki til sín sum nakað positivt og gott, spyr Kirstin Didriksen, sum er í holt við eina stórri ritgerð um, hvussu kynsmismunur verður framdur í føroyska málinum Turid Kjølbro Vit taka málið fyri givið og hugsa ikki um, hvussu týdn- ingarmikið og samansett tað er. Málið verður ikki bert brúkt til at geva upplýsingar víðari og samskifta síná- millum, men í málinum koma virði og kenslur til sjóndar. Tí er málið ikki utt- anveltað. Hinvegin kann tað avspegla kynsmunir í einum samfelag og vera beinleiðis ella óbeinleiðis orsøkin til kynsdiskriminering. Og tað eru júst hesi við- urskifti Kirstin Didriksen, cand. mag. í donskum og í kyni, samskifti og mentan hevur arbeitt við í nógv ár. Síðani 1986 hevur hon við jøvnum millumbilum skriv- að og givið út bøkur, ið greiða frá nåtidarstøduni hjá kvinnuni m.a. lýst við stødi í málinum. Sum tann ein- asta hevur hon givið før- oysku kvinnuni gjøgnum tíðirnar rúm í bókum, og harvið givið henni eitt virð- iligt pláss í søgu okkara. Síðani 1994 hevur hon starvast sum norðurlendsk- ur lektari við lærda háskúl- an í Gøteborg, og nú er hon farin undir eina størri rit- gerð um mál og kyn, ein ritgerð, ið leggur upp til at gera kvinnur og menn var- hug við kynsmunin í før- oyska málinum og málbrúk- inum. Orsgkin til hví Kirstin Didriksen í so stóran mun arbeiðir við viðurskiftum, ið hava við kyn og mál, og stóðuna millum kynini at gera er at finna í barnaárum hennara. - Tað sum drívur meg eru upplivingarnar eg hevði sum barn. Tað var serliga hetta: Hví slapp eg ikki at vera stolt av, at eg var genta og kvinna. Tann sorgin og tað vónbrotið yvir, at eg var minni verd, tí eg var genta, lá sum ein skuggi yvir barn- árunum og langt upp í vaksnu árini. - Pápi mín hevði maskin- handil og har komu nógvir menn inn á gólvið. Tað var so javnan, at teir ósmædnir traðkaðu niður á kvinnuna. Teir mettu alt eftir styrki og vøddum. Ein ógvuliga primitiv mynd av, hvat eitt menniskja er vert. Mamma segði ongantíð nakað ímóti hesum. Hon hevði eina út- búgving og var dugnalig til sítt starv. Har sótu teir uttan nakra mentan, drukku henn- ara drekkamunn og skamm- aðu hana út fyri sítt kyn. Sum smágenta var eg ógv- uliga glað og stolt av mammu míni, men helt kortini at okkurt ruggaði skeivt. Beiggi mín, sum var gott ár yngri enn eg, slapp undan nógvum uppgávum heima. Hann slapp at spæla, meðan vit gentur vórðu sett- ar til ymsar uppgávur so skjótt vit vóru nóg stórar at gera nyttu. Her sá man mis- mun og hvussu nógv ábyrgd varð løgd á okkum gentur. Longu sum 11 ára gomul gjørdi eg døgurda hvønn dag, rann heim år skålanum og gjørdi alt klárt, ti mamm- a var i nåttarvakt, og eingin helt tad vera fantastiskt. Men tå beiggi min nøkur år seinni gjørdi ein dýgurða, skuldi øll familjan hoyra, hvussu ófgra raskur hann var. Tå eg hevdi fingid n6g mikid av at beiggjarnir sluppu undan, gjørdi eg eina reingerðingsætlan fyri hús- ið, har hvør hevði sitt um- ráði. - Tað er ringt í sínum upp- vøkstri ikki at fáa eyga á teir mismunir sum eru. Og okkara heim var bara eitt heilt vanligt heim, hetta Nr. 202 - 24. OKTOBER 1998 mynstrið sært tú alla staðni, greiðir Kirstin Didriksen frá. Kvennkyn í kallkyni At mismunir ikki bara vórðu gjørdir í gerandisdeg- num, í uppalingini av gentu og dreingi, men eisini i mål- inum, gjørdist Kirstini greitt serliga í realskúlanum, tå ið hon varð rættað í sínum stíl- um við at umrøda seg og onnur kvennkyn í kallkyni. - Tá vaknaði eg av álvara fyri tí málsliga muninum, ið verður gjørdur á konufólki og mannfólki. Vit gentir tos- aðu ofta um, at alt bara snúði seg um menn og aftur menn, og kundu ikki torga vendingar sum „menn hava altíð sagt“ osfr. Tá ið eg las danskt á universitetinum var tað so upplagt at skriva serritgerð um hesi viður- skifti. Í sjeytiårunum var so nógv tosað og skrivað um mál og kyn. Tað var í tíðini og tí púra natúrligt hjá mær at skriva um. Nógv í Før- oyum hildu tað vera tað reina humbukk og tvætl, men við ritgerðini „Færger- ne, sprog og ken“ vildi eg prógva, at eg hevði rætt. Málið diskriminerar kvinn- una og serritgerðin vísir á, at kynsmismunur kemur til sjóndar í málinum. - Tað sålarfrødiliga, ið liggur aftan fyri mismunin, hvat diskrimineringin sigur um okkum kvinnur og hverja sjålvsmynd og sjálvsfatan, vit hava av okk- um, og ikki minst, hverja sjålvsmynd menn hava, havi eg arbeitt vid sidani. Drongurin lærir longu sum lítil ikki at vísa kenslur, ikki at gráta, hann skal vera stór- ur og sterkur. Sålarfrødiliga hoyra kenslur til ta kvinnu- liga økid sambært åstødini hjå Jung. Jung sigur, at alt tad kvinnuliga er tad tradi- sjónella, sum vit seta i sam- band vid eina kvinnu, nær- umhvørvid, tað móttakandi og tað at rúma alt tað kensl- uliga. Tann tradisjónelli maðurin er hinvegin tann virkni, handlandi, intellekt- uelli, filosoferandi og tað at hava dirvi, áræði og vilja- styrki. Báðar hesar síðurnar rúma vit í okkum sum menniskju frá upphavi, men í uppvgkstrinum - heilt frá fóðingini av - læra vit at taka á okkum alt tað tradi- sjónella. Vit læra eisini, at tað sum er vert at duga her í lívinum, er tað sum menn duga, og at tað sum hoyrir til tað kvinnuliga hevur einki uppá seg. - Málfrumformurin hjá børnum er púra opin. Tú kanst tosa japanskt, kincs- iskt ella føroyskt við ein nýfgðing og barnið skilir teg. Barnið sansar um tað er positiv ella negativ orka, sum verður sent tí. Hvort eitt orð, hvgr ein setningur, hvør lítil hending goymist í kroppinum og sinninum. Tað positiva er lætt og stimbrandi, meðan tað neg- ativa er niðurbrótandi og køvandi. Tí ber ikki til at siga, at málið ikki merkir okkum, sjålvt um tað er 6- tilvitað. Kvinnan verður dagliga, uttan at varnast, fórðað málsliga við nega- tiviteti. Eg vildi ynskt, at kvinnan skilti, hvat hetta ger við hennara sjálvsvirði og sjálvsfatan, sigur Kirstin Didriksen. Er kvennkyn sum lívkyn vid at hvørva Granskingararbeiðið hjá Kirstin fer fram á tann hátt, at hon granskar føroyskan tekst, tad veri seg bøkur, skúlabekur, blaðskriving og samrødur. - Eg havi just lisid eina skúlabók, sum Føroya Skúl- abókagrunnur hevur givið út. Bókin vendir sær til eitt tú, og málið er lætt og nú- tímans. Men skjótt verður hetta tú-ið eitt kallkyn, tað vil siga, at tað er eitt mann- fólk tað verður tosað til og um. Tað er rættiliga gjøgn- umført, men tá ið bókin fer at umrøda klædna, børn og móta broytist tú-ið til eitt kvennkyn. Tað løgna við hesi bókini er, at tá ið hon umrødur nakað, sum ikki er so pent, til dómis harðskap broytist tú-ið til eitt hvørki- kyn. Tað vil siga, at hóast 95% av øllum harðskapi í verdini verdur framdur av mannfólki, verða bæði kyn- ini drigin inn her. Hetta er dømi um, at tað maskulina subjektid roynir at tveita frå sær og draga kvennkynið inn. Høvundurin er sjálv- andi ikki tilvitaður um, at hann flytir ímillum kvenn- kyn og kallkyn, men tað av- speglar nakrar tankar og hvgnn hugburð og fatan viðkomandi hevur fyri tí kvinnuliga og mannliga, sigur Kirstin Didriksen. - Nógv líknandi dømi eru í tíðindablóðunum, har reik- að verður aftur og fram millum kynini. Tá ið vit hugsa um ein student ella ein næming hava vit eina mynd av eini gentu og ein- um drongi í høvdinum. Fólk hava tí ilt við at skriva teir, tí tað rúmar ikki genturnar, tí verða tær umrøddar teir og tey hvgrt um annað. - Konufólk siga vanliga, tá tær tosa: „Tað er ringt at vera stuttligur“, „tá ið man er einsamallur“ ella „tá tú ert móðir“ og enntá „tá ið man er mánasjúkur“, sum er 6gjørligt at benda í kall- kyni. Hví málbera konufólk seg soleiðis, hví skumpa tær tað kvinnuliga frá sær, hví taka tær tað ikki til sin sum nakað positivt, serstakt og gott. Og kynsbenda gentur skeivt í skúlanum rætta lær- ararnir tær ofta ikki. Ég hoyrdi herfyri eina søgu um, at fólk plagdu at grína at einum manni, sum kundi siga: „Sum eg eri móð“. Hví grínur eingin at kvinnunum, tá tær kynsbenda skeivt? Tí er spurningurin áhugaverd- ur, um kvennkyn sum lív- kyn er við at detta burtur. Eg trúgvi tí tó ikki og hopi tað heldur ikki. Men hin- vegin, tá ið tú hoyrir kvinn- ur tosa er tað næstan eingin sum umtalar seg sjálva í kvennkyni, sigur Kirstin Didriksen.