leygardagur 24. oktober 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 — 24. OKTOBER 1998
Hvat er eitt konubrot?
Myndin av konufólki í ti
framleidda tekstinum er
rættiliga ósjónlig, hon ger
ikki vart við seg, men
goymir seg aftanfyri óper-
sónligar vendingar.
- Maðurin rúmar hana als
ikki í sínum máli. Nýggja
móðurmálsorðabókin er
ikki so mannsjavinistisk
sum tær gomlu. Har ber til
at sláa upp undir orð sum
kona, kvinna, genta og kon-
ufólk, og hyggja at lýsing-
arorðunum, sum verða heft
uppá kvennkynið. Tað sama
við orðunum maður, mann-
fólk og drongur, og hvørji
lýsingarorð verða heft uppá
har. Sambært orðabókini er
manndómur: mót, dirvi, á-
ræði, manslæti, æra, heiður,
og maður er menniskja.
Men hvørki kona, konufólk,
kvinna ella genta er menn-
iskja, men fólk av kvenn-
kyni. Hyggja vit í førovsk-
donsku orðabókina hjá Chr.
Matras og M.A. Jacobsen
er konubrot: rask og dygtig
kvinde. Í teirri nýggju orða-
bókini er konubrot: ein 6-
føra røsk og arbeiðsom
kona. Jamen, so eru vit jú
allar konubrot. Allar kvinn-
ur arbeiða so ótrúliga nógv
og eru so dugnaligar. Í Eu-
ropa í dag hava fleiri kvinn-
ur longri útbúgvingar enn
menn, og í gllum londum
eru tað kvinnur, sum sita á
skúlabonki langt út á kvøld-
ið. Samstundis eru tað fleiri
kvinnur við longri útbúgv-
ingum, sum eru arbeiðsleys-
ar, enn menn.
- Orsgkin er ikki bara, at
menn ikki loyva konufólki
framat. Tað er ov einfalt at
siga, at samfelagið hevur
skylduna. Tí vit kvinnur eru
eisini samfelagið. Sjálvandi
eru tað yvirornaðir strukt-
urar og lógir, sum menn
hava gjørt, ið eisini forða
fyri, at kvinnur sleppa fram-
at, men tað er eisini tí, at
kvinnan ikki sjálv krevur
sítt pláss og setir krøv.
- Øll verðin líður undir,
at tað kvinnuliga er so nógv
burturi í dag. Tað er ikki
løgid, at kvinnugranskarar
f dag ofta taka til, at vit liva
í ein kvinnufíggindaligari
tíð sum ongantíð fyrr. Tað
er ikki rúm fyri tí kvinnu-
liga. Føroyska kvinnan fyrr
í øldini var nógv tryggari í
tí kvinnuliga enn kvinnan í
dag. Hon var stolt av teim
virðum, hon hevði, sigur
Kirstin Didriksen.
Málið stendur ikki í stað
Í kjalarvørrinum á kvinnu-
rørsluni byrjaði arbeiðið at
broyta kynsdiskriminerandi
málnýtslu. Kvinnurgrslan
um allan heim vísti á, at
málnýtslan helt fast við
tradisjónellu kynsleiklutir-
nar. Fleiri fakfólk og onnur
hava víst hesum aftur, og
sagt, at málið ger ikki mun.
Hesi hava ávarað ímóti at
broyta málið við at vísa til
upprunan av orðunum.
- Føroyskt er eitt konstru-
erað mál, sum er bundið í
nakrar normar. Tað hevur
ikki fingið loyvi til at ment
seg natúrliga. Hevdi tað
sloppið tað høvdu kanska
bara tvey málkyn verið eins
og í norskum, svenskum og
donskum. Eitt samfelag
broytist alla tíðina og sjálv-
andi málið við, hóast onkur
tvíheldur ímóti. Tað sært tú
í blødunum og hvussu fólk
tosa. Målnevndir og mál-
fólk hava til allar tíðir roynt
at hildið í teymarnar, men
tað hevur aldri eydnast
teimum. Tí málið hevur sína
gongd, sum eingin kann
ráða yvir, sigur Kirstin Did-
riksen.
Á hvgrjum ári hvørva
fleiri smámál í heiminum
og serfrødingar spåa, at nú
heimurin minkar í og við at
kunningartøkni ger, at
heimsbúgvar kunnu sam-
skifta nær og hvar tað skal
vera, fara tey stóru heims-
málini at vinna stórri hevd
og harvið verða fleiri smá-
mál køvd. Men Kirstin ber
ikki ótta fyri føroyskum.
- Tá ið tú hugsar um,
hverja lagnu føroyskt hevur
verið fyri, kann tað yvirliva
nærum alt. Føroyskt hevur
verið fyri so stórari åvirkan
frá donskum, samstundis
sum vit einki skriftmál
høvdu í fleiri hundrað ár,
men tað hevur ongantíð ver-
ið so flott sum nú.
- Í gllum fórum fer tað
ongantíð at oyðileggja mál-
ið, at konufólk fara at um-
røda seg sjálvar í kvenn-
kyni. Heldur tvørturim6ti, tå
fyrst vil tað fáa sítt rætta
virði og alsk til bæði kynini.
Føroyska samfelagið hevur
altíð verið ótrúliga mans-
dominerað við eini primi-
tivari mansmynd og hevur
hana partvís enn. Eitt rætti-
ligt mannfólk í dag skal
hava verið á sjónum. Tað at
vera lærari, kontórmaður
ella bankamaður hevur ikki
verið virt sum eitt rættiligt
arbeiði. Henda myndin
kann ikki brúkast í dag. Tað
sama við konufólkamynd-
ini. Í dag fáa fleiri konufólk
útbúgving enn mannfólk og
menninir megna ikki at
fylgja við. Teir hava oftast
eitt upppumpað ego, kunnu
og duga alt, meðan kvinnan
kann og dugir einki. Hví
hava teir brúk fyri hesi 6-
veruligu sjálvsmyndini og
hví mugu teir gera seg
sjålvar so nógv størri uppá
bekostning av kvinnuni.
Tað er burturvið. Tað kensl-
uliga hjá mannfólki er ofta
bundið og trongt inn í eitt
skot. Konufólk átaka sær
offurleiklutin og finna seg í
øllum. Hvussu leingi ætlar
kvinnan at spæla offur? Er
ikki tímin komin til at átaka
sær tey kvinnuligi virðini og
gevast at vera næstbest,
spyr Kirstin Didriksen.
Kynsuttanveltað
Javnstødunevndin hevur
fleiri ferðir víst á ógreiðu
viðurskiftini, ið eru bundin
at orðunum sum til dømis
formaður/forkvinna, lands-
stýrismaður/landsstýris-
kvinna o.s.fr. Kirstin Didr-
iksen heldur, at føroyska
målnevndin eins og aðrar
málnevndir áttu at havt eina
javnstødisskrå.
- Javnstødunevndin átti
eisini at havt eitt umbod f
målnevndini. Somuleidis
átti målnevndin frå almenn-
tidindablad 0
ari síðu av fingið boð um at
arbeitt kynsneutralt. Vit
síggja í endamálsorðingini
í fólkaskúlalógini, at skúlin
gjøgnum málið skal styrkja
og menna næmingin.
Hvussu kanst tú styrkja og
menna sjálvsálitið hjá gent-
uni, tá ið hon hevur skúla-
bøkur, sum ikki so frægt
sum taka hana við sum sub-
jekt. Tað er eitt mál hjá
Javnstødunevndini og ráð-
kvinnuni í javnstóðumálum
at áleggja forlógum, ið út-
geva skúlabókur, at bøkur-
nar venda sær til bæði kyn-
ini. Alt annað er brot á skúl-
alógina, sigur Kirstin Didr-
iksen.
Hvar er kvinnan i søguni
Í bókini Glottar úr kvinnu-
lívi hugleiðir Kirstin um
leiklutin hjá kvinnuni í søg-
uni. Tann tradisjónella søg-
an, sum vit hava lært í fólk-
askúlanum, lærdi okkum
um stórar menn og vald
teirra. Vit lærdu um alt týð-
andi, ið var hent og gjørt
gjógnum tíðirnar og sum
menn høvdu avrikad. Vit
lærdu ongantíð um, hvat
kvinnurnar høvdu avrikad,
um hvussu lívið hjá kvinn-
uni hevði verið upp gjøgn-
um tidirnar, men sjålvandi,
vit lærdu jú heldur ikki um
tann vanliga mannin. Hann
var eins fjaldur í søgub6k-
unum og kvinnan. Tann
søgan vit lærdu var ein søga
um vald og megi hjá ngkr-
um einstókum monnum.
Eitt tað fyrsta kvinnurnar
fóru undir, tá tær aftur
sluppu framat lærustovnu-
num, var at finna aftur til
røtur sínar.
Av tí at kvinnan hevur
verið útihýst og goymd
burtur úr í søguni, eins og
hon hevur verið tað í sam-
felagnum, hevur søguskriv-
ingin verið við til at halda
kvinnuna fast í stóðu síni
og at útviska sjálvsfatan og
sjálvsvirði hennara. Í søguni
hevur hon lært, at hon og
arbeiði hennara var ikki so
mikið virt sum at koma í
nakra søgub6k.
- Søgukvinnur hava verið
noyddar til at endurskapa
søguna hjá kvinnuni. Før-
oysk konufólk eru sanniliga
eisini úthýst í Føroya søgu,
eisini kvinnur sum rættiliga
hava gjørt vart við seg. Hvat
skalt tú gera fyri at verða
sædd í føroyska samfelag-
num?
- Kvinnurnar eg tosaði
við í sambandi við útgávuna
av Kvinnum undir krígnum
vóru ógvuliga fyrikomandi
og tíðindafróðar. Tær vóru
so glaðar fyri at fáa loyvi
til at fáa orðið. Endiliga var
tað onkur, sum tímdi at lurta
eftir teimum og sum helt,
at teirra lív eisini hevði
virði. Tað er ríkiligt at
skriva um, bøkurnar hava
selt stak væl og eg havi
fingið ógvuliga positiva
måttøku. Tað hevur verið so
gevandi og er løn í sjálvum
sær. Hetta er mín arvur sum
kvinna, sum hesar kvinnur-
nar gloppa dyrnar til og
loyva okkum øllum at kaga
inn i.
- Tad sum eg sakni i Før-
oyum er, hví pengar ikki eru
KJ
settir av til kynsgransking
sum stuðul ella starvslønir,
har tú kundi arbeitt eitt ávíst
tíðarskeið burturav, tí enn
er nærum einki gjørt í Før-
oyum. Kynsproblematikk-
urin hevur verið frammi síð-
ani fyrst í sjeytiårunum og
fólk við høgari útbúgving
og sum eru nøkulunda at
sær komin viðganga uttan
at rodna, at tey ikki hava
havt hetta í huga, tá tey gera
eitt hvort arbeiði. Hetta er
átti at verið ein sjálvsagdur
partur av allari gransking.
- Føroyar eru eisini eftir-
bátur, tå ið tað snýr seg um
at hava javnstøduumbod á
øllum arbeidsplássum. Tosa
vit um kynskvotering muta
fólk ímóti, tí tey vilja ikki
verða sett í starv vegna kyn.
Tað er eingin sum tosar um,
at vit í ártúsund hava havt
eina einvegis kynskvotering
av monnum til størvini.
Kvinnur verða happaðar, tí
tær verða valdar vegna
kynskvotering. Tað kemur
ikki monnum til hugs, at tær
kanska eru nógv betri skikk-
aðar til starvið enn teir. At
sjálvsálitið og sjálvsvirðið
hjá eini kvinnu liggja á ein-
um frímerki er ikki løgid.
- Tað kostar nógv, at
kvinnan ikki breiðir seg út.
Hon kann ikki halda fram
at liva við at skrúva seg nið-
ur í stødd 32, tå hon brúkar
38-40. Hinvegin trúgvi eg,
at konufélk i Føroyum
komandi årini fara at gera
meiri vart vid seg, tad gong-
ur ikki longur, at tær verða
settar á síðulinjuni. Øll
verðin skríggjar eftir at tey
kvinnuligu virðini koma
uppá pláss aftur. Hvussu
kunnu vit góðtaka, at verðin
verður oydiløgd av dálking,
harðskapi, kríggi, at fam-
iljan ikki virkar og at børn-
ini eru sjúk. Har er kvinnan
tann næsta at gera vart við
hesi viðurskifti.
- At konufólk í stórri mun
enn fyrr eru komin út á ar-
beiðsmarknaðin er uppá
treytirnar hjá mannfólki.
Tað eru teir, sum seta regl-
urnar fyri, hvussu alt skal
vera. Men eitt konufólk sum
setir seg í ein stjórastól er í
minsta lagi tvífalt so dugn-
alig sum eitt mannfólk. Hon
bjóðar seg bara fram, um
hon er 150% viss í, at tað
klárar hon, meðan mann-
fólk altíð eru trygg í, at teir
duga. Kvinnan eigur at
koma burtur úr hesum haft-
inum og seta krgv. Hon er
eins dugnalig og menn, og
henni nýtist ikki at prógva,
at hon er nóg góð. Tað er
ein sjálvfylgja. Hon skal
læra at virðismeta seg
sjálva, vera stolt og glað fyri
sítt kyn. Hygg t.d. at stjóra-
lýsingum hjá stórum fyri-
tókum. Tær krevja allar, at
ein stjóri dugur at umsita
tey kvinnuligi virðini. Tað
er tað sum er framtíðin.
- Tað skal vera pláss fyri
at hava børn og heim. At
ein kvinnuligur politikari
finnur uppá at siga, at konu-
fólk skulu velja, antin børn
ella karrieru, er púra burt-
urvið og so kvinnufígginda-
ligt. Tað er ein sjálvsagdur
rættur, sum arbeiðsmarkn-
aðurin skal laga seg eftir. Í
19
samskifti
Kirstin Didriksen, cand. mag. í donskum og í kyni,
og mentan. Síðani 1994 hevur hon starvast
sum norðurlendskur lektari við lærda háskúlan í
Gøteborg. Sum iskoyti til útbúgvingina hevur hon
tikid diplomskeid i jungianskari sålarfrødi og fleiri
vidkad skeið vid lærda fólkaháskúlan i Arhus. Um-
framt at hon er farin undir eina størri ritgerð um mål
og kyn, er hon í holt vid at útbúgva seg til samtalu-
terapeut. Mynd: Alvur Haraldsen
Danmark hava kvinnurnar
størsta arbeidsfrekvens i
ES. Prisurin er, at tær krops-
liga eru sjúkast av ES
kvinnunum. Og tridja hvørt
danskt barn hevur okkurt
sålarligt sjúkraeyðkenni fyri
hvørjar tvær vikur. Arbeiðs-
marknaðurin krevur so
nógv og tá ið tú kemur heim
ert tú bumbað. Kvinnurnar
líða, børnini líða, og mað-
urin við, ti krøvini eru jarn-
hørð. Lætt er at síggja at eitt
hvert má gerast, sigur Kirst-
in Didriksen at enda í við-
tali.
í málinum.
samrødur.
- Afturvid. Egid forlag 1989. Ein kynsspesifikk
ae + av bókini „Aftur og fram 88/89" eftir Finn-
a Ísakson.
- Ove. Egið forlag 1989. Ein ævisøga útgivin saman
við Ragnhild Joensen, har Kirstin stóð fyri tilrætta-
legging, innsavning av tilfari og tekstarbeiðinum.
- Kvinnur undir krígnum. Forlagið Login 1995. Ein
lýsing av gerandislívinum hjá konum, sum høvdu
mann á sjónum undir seinna heimsbardaga.
Bókaútgávur eftir
Kirstin Didriksen:
- Færøerne, sprog og køn. Husets Forlag 1986. Ein |
greining av nútíðarsteðuni hjá kvinnuni lyst vid stødi |
- Glottar úr kvinnulivi, (ritstj.). Egið forlag 1988.
Ein anthologi um javnstóðuspurningin. Greinir og
- Tey vóru ung undir krígnum 1996. |
- Kærleiki undir krígnum 1997.
Umframt hevur Kirstin skrivað greini og samrødir í
føroyskum og útlendskum bløðum, ritum og útgáv-
| um.