Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 — 27. OKTOBER 1998 tíðindablaðið S08/2lun Lógreglutíðindi: Fyra tiknir fyri rúsdrekkakoyring í Havn Tann »peni« statistikkurin, sum løgreglan seinastu árini hevur kunna víst á, tá tað um rúsdrekkakoyring ræður, sær út til at verða farin í ommu sína. Hetta vikuskiftið vórðu fýra fórarar tiknir í Havn SVEINUR TRÓNDARSON Seinastu árini hevur løg- reglan kunna víst vekur tøl fram tá tosið er fallið á rús- drekkabilførarar, men so verður neyvan í år. Ti higartil í ár eru tiknir fleiri enn tað vórðu tiknir alt árið 1997. Hvat tað er sum ger tað vita tey ikki á stødini í Havn, men tað er við keddari rødd, at tey við- ganga at so er. Skeiva gongdin helt, sum sagt, fram í vikuskiftinum. Fýra bilførarar vórðu tiknir í Havn um vikuskiftið. Tað byrjaði leygarmorgunin klokkan tjúgu minuttir yvir fýra, tå løgrelgan stødgadi einum bili, tí mistanki var um, at bilførarin var åvirk- aður. Og rætt var. Bilførarin hevði ov nógv í blóðinum og var tí tíkin við á støðina. Seinni um dagin varð enn ein bilførari tikin fyri sama lógarbrot. Klokkan 14 leygardagin fekk løgreglan enn ein >tosk í netið<. Blóðroynd varð eisini tikin av hesum bilfør- aranum og eins og allir aðr- ir, sum verða tiknir á henda hátt, frætta teir nærri frá á- kæruvaldinum, tá blóð- royndin kemur aftur úr Danmark. Rendi á ein garð Men tað var ikki liðugt enn, minni enn so. Klokkan eitt korter til fýra sunnumorg- unin var ein bilførari so 6- heppin, at hann rendi inn i ein garð vid Villingardals- vegin. Hesaferð var tað ikki bara bilurin og garðurin sum merktu óhappi, tí bilførarin var so óheppin at bróta sær øsbeinid. Men løgreglan var enn ikki nøgd, tí teir høvdu eitt ánilsi um at tann ungi maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann var tí tíkin við á stødina har blóðroynd var tíkin av honum. Bert fýra tímar seinni, klokkan eitt korter til átta, fekk løgreglan boð um at ein bilur var farin >av spor- inum< við Norðara Ringveg í Havn. Løgreglan hevði ikki fingid bod frå føraranum um at hann var farin út av vegnum og teir måttu ti fara at kanna hvør åtti bilin. Hesum funnu teir skjótt út av, og teir fóru eftir tí 28 ára gamla manninum, sum eigur bilin. Hann varð tíkin við á stødina har hann fekk at vita, at hann hevði forbrotið seg móti tí parti av ferðslu- lógini, sum sigur at ein skal siga løgregluni frá óhapp- um, og ikki minni, at hann hevði drukkið áðrenn løg- reglan fekk boðini Maðurin er tí skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka Lógreglutíðindi úr Eysturoynni: Meiri hepni enn skil Vikuskiftid var sum so fridarligt í Eysturoynni. Onkur var tikin fyri rúsdrekka- koyring, og so var eitt ferØslu6happ, har hepnið var stórri enn skilið hjá bil- føraranum SVEINUR TRÓNDARSON Summarið er farið afturum bæði væl og virðiliga. Nú ganga fólk væl ílatin í tjúkk- ar jakkar og nógv hava eis- ini funnið sær handskarnar fram. Og tá kuldin kemur, kemur eisini hálkan. Tey flestu okkara eru var- in tá vit koyra um veturin, serliga í fyrstani tá kuldin kemur. Vit skulu helst sleppa undan hesum býttu óhappunum, Men soleiðis eru tað ikki øll sum hugsað minni enn so. Sunnumorgunin hendi eitt ferðsluóhapp í Søldar- firði - beint við meinigheits- húsið. Ein bilfgrari, sum í bili sínum var á veg inneftir misti eftir øllum at dóma tamarhaldið á bilinum og rendi inn í garðin við mein- igheitshúsið. So ógvusligur var brest- urin at bilurin fór skoytandi og malandi inn eftir vegn- um. Vegurin í Søldarfirdi er soleiðis, at "oyggjar" eru gjørdar mitt á vegnum, men so heppin var bilførarin, at hann skoytaði uttan um all- ar. Tá hann kom til skúlan endaði hann niðri ímillum vegin og garðin. Okkurt av ferðafólkunum fekk snuddir av óhappinum Kvinnur móti harðskapi A hvgrjum ári er ein norð- urlendsk ráðstevna við heit- inum >Nordiske kvinder mod vold<. Luttakarnir á rådstevnuni starvast innan Kvinnuhús/Kreppumið- stødir. Luttakaralondini eru Norra, Svøriki, Island, Dan- mark, Finland, Grønland og Føroyar. 133 luttakarar vóru á stevnuni, ið var í Ilulissat (Jacobshavn) í Grønlandi frå 18. ul 23. september. Fyrilestrarnir å rådstevnuni vóru um familjuviðgerð, sjálvhjálparbólkar og børn á kreppumidstødum. I Ilulissat eru 4.200 i- búgvar og umleið dupult so nógvir hundar. Náttúran er ógvuliga vøkur, veðrið var stak gott, har var kalt, stilli og sólskin. At vit eisini búðu í igloum, tó ikki gjørdar úr kava, niðri við sjóarmálan og sóu ísfjøllini flóta fram- við vindeygunum, gjørdu upplivingarnar ógloymandi. Tad fyrsta vit rendu okk- um i, tå vit koyrdu av flog- vøllinum og til byin, var ein líkskari, og tað varð í Iluli- ssat nógv tosað um tey fýra sjálvmorðini ið vóru framd seinastu tvær vikurnar. Tey vóru framd av tveimum skúlabórnum 16 ára gomul, einum 18 ára gomlum og einum vaksnum. Hetta varð eisini tosað um á ráð- steynuni. A rådstevnuni varð gjørt eitt felags tíðindaskriv at senda fjølmidlunum, og er tað soljóðandi: Tað eigur at vera ein samfelagsábyrgd at verja børn sum vaksa upp við harðskapi. Hetta siga kvinnur frá kreppumið- støðunum í Nordanlondun- um. Okkara royndir eru, at børnunum tørvar stuðul at handfara harðskapin, tey hava upplivað. Sosialministeriid í Dan- mark hevur givid donsku kreppumidstødunum pen- ing til at seta eitt starvsfólk til børnini. Á rådstevnuni greiddu barnapersónarnir frá Kvindehjemmet í Keypmannahavn frá eini verkætlan, tær við góðum royndum høvdu roynt har. Verkætlanin var um arbeiði við upplivingunum hjá børnum, har mammurnar høvdu verið fyri sálarligum og likamligum ágangi. Nøkur av børnunum høvdu eisini sjålvi verið útsett fyri harðskapi. Eitt felags krav til pol- itikarnar frå okkum er, at kreppumidstødirnar í Norð- anlondunum fáa resursur fyri betri at verða førar fyri at stuðla børnum, sum sam- an við mammunum koma til okkara. Fyri at fyribyrgja hendan harðskapin, mugu gll í sam- felagnum vera vakin um tørvin hjá hesum børnum. Elsa Poulsen, sålarfrød- ingur, greiddi frá sínum royndum í arbeiðinum við harðskapsraktum familjum. Somuleiðis greiddi Fatima Ali, psykoterapeut, frá sín- um royndum við sjálvhjálp- arbólkum Ráðstevnan varð hildin á Hotel Arctic, sum stílaði fyri og gjørdi eitt framúr- skarandi arbeiði. og tí var sjúkrabilurin boðsendur. Kortini verð- ur sagt av løgreglustød- ini í Runavík, at bæði bilur og fólk eru sloppin ótrúliga væl frá óhapp- inum. Av ti at løgreglan hevði illgrunað um at bilførarin var ávirkaður av rús- drekka, var hann tikin við á stødina, har blóðroynd varð tíkin av honum. Stór lutasedlasøla Eins og undanfarin ár sendir Amnesty International Før- oya deild aftur í år lutaseðlar út í hvert hús í landinum. Hetta er eftirhondini vorðin fastur táttur, og nógv eru tey, ið velja at spæla við, og har- við stuðla arbeiðinum fyri mannarættindum Út at ferðast Høvudsvinningurin er ein ferð fyri 15.000 kr. Fyri tíl- íka upphædd hevur tú eina ørgrynnu av møguleikum, so droymir tú um at gera eina rættuliga dreymaferð, so er at royna eydnuna og spæla við. Olja fløvar eisini Men tað eru ikki bert dreym- aferðir, ið fløva. Olja fløvar jú eisini, og annar og tridi vinningur eru 1.000 litrar av olju frå Shell og Statoil Umframt Flogfelag Før- oya, Shell og Statoil hava teir fyra føroysku peningastovn- arnir, Føroya Banki, Nordoya Sparikassi, Føroya Sparikassi og Suduroyar Sparikassi, eis- ini stuðla tiltakinum Lutaseðlarnir eru sum nevnt sendir í hvert hús í Før- oyum, og eru eisini at fáa á posthúsunum. Á hverjum seðli eru 5 nummur, og hvert nummar kostar 20 kr. Sostatt kostar ein heilur seðil 100 krónur. Drigið verður altjóða mannarættindadagin 10. des ember. Aheitan Amnesty International Før oya Deild heitir við hesum á allar føroyingar um at stuðla arbeiðinum, mannarættind um at frama, við at senda lutaseðil inn. Vónandi fær til takið góða undirtøku