Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 204 — 28. OKTOBER 1998 tíðindablaðið : SV) Sk ell Dør 5 Undirhús á Sandi Leygardagin tóku heimasandsmenn í nýtslu sonevnt umdirhús, har fólk kunnu hittast til eitt prát undir hugn- aligum umstóðum DAGFINN OLSEN Klokkan tvey leygardagin var samkoma å Sandi. Orsøkin var, at kommunan hevur latid gjørt høli, har fólk kann hittast til prát ella annan hugna. Ofta eru tað tey tilkomnu og eldru, ið nýta slík høli. Vanliga verður hetta eisini rópt undirhús og soleiðis er eisini á Sandi. Nærhendis bryggjuni Á Sandi verður sagt, at húsini koma væl við og at tey eru hugnalig. Borð og stólar eru sett upp, so tað umframt at práta eisini er møguligt at spæla kort ella annað. Talan er um rúm í einum húsum, ið hava verið sethús. Havnafútin heldur eisini til í húsinum, ið stendur nærhendis bryggjugkinum - úti á Munkinum. At húsini standa nærhendis bryggjuni verður mett at vera gott, tí bryggjan dregur vanliga eldri menn og vanliga hittast teir har. Kommunan keypti húsini, tá ætlanir vóru um at vaksa bryggjugkið. Húsini fóru tá at standa av nær bryggjuni, men hesar ætlanir vórðu broyttar og bygt varð ístaðin annan veg. Húsfólkið fekk onnur hús og síðani hava húsini bert staðið. Havna- fútin hevur nýtt eitt rúm og ger tað framvegis. Undirhúsið heima á Sandi varð tikið alment í nýtslu Undirhúsið á Sandi varð tikið í nýtslu leygardagin leygardagin, har umboð fyri kommununa vóru tilstaðar, umframt at fólk høvdu leit- að sær út á Munkin hesa løtuna. Realurin yvirtikin Landsstýrið hevur áður triggjar ferðir lagt fyri tingið uppskot um at yvirtaka realkreditstovnin. Hetta var gjórt í 1989, 1992 og í fjór, men allar tríggjar ferðirnar fullu málini burtur. Nú hevur tingið so einmælt samtykt at yvirtaka Realin OLAVUR Í BET Uppskotini vóru sett fram eftir áheitan frá forsætis- málaráðnum, og síðani nevndu mál fullu burtur, hevur forsætismálaráðið við jøvnum millumbilum sent landstýrinum somu áheitan, upplýsti fíggjarmálaráð- harrin, Karsten Hansen, tá hann legði uppskotið fram fyri góðum mánaða síðan. — Landsstýrið hevur valt at gera minst møguligar broytingar í mun til verandi lóg. Men tá havt verður í huga, at stórt sæð ongar broytingar eru gjørdar í donsku fólkatingslógini, sum er lóg nr. 60 frá 12. mars 1955, verður neyðugt við ávísum åbøtum. Broytingar ER Karsten Hansen, figgjar- málaráðharri, sum legði uppskotið fram í síðsta mánaði, nevndi í viðmerk- ingunum nakrar broytingar sum ætlanin eru at fremja. — Stovnurin fær møgu- leika at víðka sítt útláns- virksemi frá áður bert at kunna veita lán til fiski- skip, nú eisini til flótandi eindir og før í frálands- vinnu og fiskaaling og lánihámarkið hevur verið 50% av metingarvirdinum. Lánstíðin 10 ár við møgu- leika undir serligum um- stóðum at leingja til 15 ár. Og landsstýrið skeyt upp, at møguleikar vóru bæði við einum 1. og 2. veð- rætti. At lánihámarkið fyri 1. veðrætt varð hækkað til 60% av metingarvirðin- um, um bert verður veitt 1. veðrættarlán. Hámarkið fyri 2. veðrætti verður 70% av metingarvirðinum, men 80% um lánt verður við síðustillaðum 2. veðrætti saman við láni frá gðrum lánstovni. — Og lánstíðin verður upp til 15 ár við møguleika fyri umlegging undir serligum umstødum til 20 ár, segði fíggjarmálaráðharrin, tá uppskotið varð lagt fram. — Vantandi møguleikar fyri at útvega fígging svar- andi til 2. veðrætt frá út- lendskum lånstovnum og avmarkaðu møguleikarnir hjá ødrum føroyskum figg- ingarstovnum, hava mink- að møguleikarnar hjá real- kreditstovninum at med- virka til eina rímuliga fígging í neyðugu endur- nýggingini av fiskiflota- num. Ikki nýggjan stovn Realkreditstovnurin hevur boðað landsstýrinum frá, at umboðsráðið fleiri ferðir seinastu árini hevur heitt á stjórnina hjá stovninum um at medvirka til, at møgu- leikar verða skaptir fyri einum heilt nýggjum 2. veðrættarstovni, ella at stovnurin avsetir ein part av eginognini til útlán frå eini serligari 2. vedrættar- deild. — Ein kanning av møgu- leikunum fyri at gera ein nyggjan stovn vid luttøku av ødrum føroyskum figgj- arstovnum hevur vist, at undirtøka ikki var fyri hes- um. Stjórnin í realkredit- stovninum mælir tí landsstýrinum til, at møguleikar vera skaptir í nýggja lógarkarminum fyri øktum lánivirksemi, soleið- is at tann passiva eginognin kemur føroyskari vinnu til góðar. — Danski staturin hevur veitt trygd í samband við útgávu av lånsbrøvum. Eftir avtaluni = millum donsku stjórnina og Føroya Lands- styri tann 10. juni 1998 standa nevndu trygdir vid, til tær ganga út eftir sínum egna innihaldi. — Mett verður ikki, at lóg- in fær fíggjarligar avleið- ingar fyri landskassan, segði fíggjarmálaráðharrin, tá hann legði uppskotið fram, sum eitt samt løgting tók undir við í gjár. NOA NOA "HINUMEGIN VEGIN": STILVAR Bláir og dó fyrr 1.199,- 899; — FN. — SÁRIS The Art ar ) 9 i Tréndargøtu tlf. 318200