mikudagur 28. oktober 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið SOS)
Nr. 204 —
28. OKTOBER 1998
Suðuroyarsiglingin
endaði í tinginum
Uppskot er lagt fyri tingið um at lata Smyrli sigla tveir túrar afturat um vikuna ímillum
Havnina og Suðuroynna
Einaferð enn er siglingin hjá Smyrli endað á tingborði. Nú skulu tingmenn taka stóðu til
um Smyrli skal sigla tveir túrar afturat ímillum Suðuroynna og Havnina. Tingið skal
eisini taka stóðu til at veita fólki
AK! BERTHOLDSEN
í útoyggj ymsan stuðul
tveir túrar afturat ímillum
Havnina og Suðuroynna
Minst annar av teimum
báðum túrunum skal vera til
Vágs
Uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum fer ikki at kosta
landskassanum eyka peng-
ar
Fyrr í ar setti Samtykti
løgtingid nevniliga eitt ann-
að uppskot hjá javnaðar-
flokkinum um at seta eina
milli6n av til at stuðla teim-
um sum búðu í útoyggj, so
at tey vórðu meiri javntsett
við tey í Megingkinum
M.a. ger tað tilveruna
trupla á útoyggj, at tey
noyðast at betala munandi
meiri í farmagjaldi fyri at
kalla alt, sum tey skulu hava
til lívsins uppihald, líka frá
olju til grýn. Samstundis ger
tað kappingarførid vánaligt,
at tey skulu betala munandi
meiri fyri alt, sum tey flyta
av oyggjunum, eitt nú ídn-
adarvørur, landbunadarvør-
ur 0.s.fr.
Uppskotid hjå javnadar-
flokkinum varð tó ongantíð
sett í verk, m.a. tí at løg-
tingsval kom upp í millum
og loypti ólag á alt.
Flyta pengarnar
Nú vil Javnaðarflokkurin so
hava uppskotið sett í verk
og tí hevur flokkurin lagt
uppskot fyri ting um,
hvussu tann eina milliónin
í økisstuduli skal brúkast.
Men av tí, at nú eru bara
tveir mánaðir eftir av árin-
um, heldur hann, at tað átti
at borið til at býtt játtanina
sundur, so at hon fór til fleiri
endamál, sum tó eisini hava
við menning av útjaðarun-
um at gera.
Javnaðarflokkurin hevur
tí skotið upp, at Strand-
ferðslan skal fáa 350.000
krónur av játtanini til at gera
tveir túrar afturat við Smyrli
ímillum Havnina og Suður-
oynna.
Restin av milliónini,
650.000 krónur, skal so
brúkast til økismenning av
ymsum slag teir báðar mán-
aðirnar, sum eftir er av árin-
um
Henrik Old sigur, at
350.000 krónur skuldi verið
nóg mikið til at havt tveir
túrar afturat ímillum Havn-
ina og Suðuryonna, tað,
sum eftir er av árinum.
- Tað fer so at geva løg-
tinginum høvi til at finna
eina varandi loysn, nú fíggj-
arlógin fyri komandi ár er
til viðgerðar.
Fyrra part í vikuni
Henrik Old sigur, at javn-
aðarflokkurin hevur ikki
læst seg fastan í, nær teir
báðir eykatúrarnir hjá
Smyrli ímillum Havnina og
Suðuroynna skulu vera.
Tað einasta, vit hava lagt
okkum fast á, er, at minst
annar av teimum skal vera
til Vágs. Men ongantíð bet-
ur, um nevndin, sum kemur
at viðgera uppskotið, kemur
til ta niðurstøðu, at báðir
túrarnir eiga at verða sigldir
á Vág, leggur hann afturat.
Annars heldur Henrik
Old, at tað er umráðandi at
fáa fáa fleiri túrar ímillum
Havnina og Suðuroynna
fyrra part i vikuni
- Eg hugsi serliga um
månadag, tysdag og miku-
dag, sigur hann. Um túrarnir
so skulu vera mánadag og
mikudag, mánadag og týs-
dag, ella týsdag og miku-
dag, mugu vit so finna útav.
Henrik Old dylir ikki fyri,
at tad er fyrst og fremst um-
stødurnar hjå vinnulivinum,
hann hugsar um, tå ið hann
vil hava Smyril at sigla fleiri
túrar
- Er ein túrur td. suður
um 10 tíðina mánadag, ber
til at keypa fisk á uppboðs-
søluni og hava hann tilvirk-
ingar å virkjunum klokkan
eitt månadag, istadin fyri,
sum nu, tysdagar.
- Men tad slepst heldur
ikki undan, at tað er neyðugt
við einum eyka túri mána-
dagar, tí seinastu árini er tað
blivin so nógvur farmur at
føra, at skipið er fult hvert
einasta månakvøld. Ikki
minst verður hesin túrurin
neyðugur í summar, tá í
Norrøna fer undir summar-
siglingina aftur. Tað er ikki
nøktandi, at ferðafólk noyð-
ast úr koyggjuni klokkan
fýra-fimm um morgunin,
men ikki sleppa suður fyrr-
enn seint á kvgldi, og tá
undir so trongum umstød-
um,sum nú, sigur Henrik
Old.
Ein heil skipsmanning á Vaktar-
og Bjargingartænastuni í vanda
Tað sigur seg sjålvt, at tað ber ikki til at hava fólk í starvi, sum onki arbeiði er til, sigur
leiðarin á Vaktar og Bjargingartænastuni
AK! BERTHOLDSEN
A Vaktar og Bjargingartæn-
astuni g
mans, sum helst mugu
yna at finna sær annað
arbeiði í næstum
Talan er um teir 18 menn-
inar, sum vóru við Vaktar-
skipinum Nim, sum nú eru
í vanda fyri at verða upp-
sagdir. Ella í hvussu so er
nakrir av teimum
Síðani søfartsstyrelsen
legði Nim, hevur Vaktar og
Bjargingartænastan bara
havt eitt skip Tískil ganga
nógvir av teimum, sum
sigldu við Nim, nú fyri
einki.
Elmar Højgaard, leiðari á
Vaktar og Bjargingartænast-
uni, sigur, at helst verður
brúk fyri summum av
monnunum í ødrum størv-
um.
verða tað nógvir
- Brúk er fyri onkrum at
loysa av fyri menn, sum eru
í farloyvi.Tað verður eisini
brúk fyri fólki í fiskiveidi-
eftirlitinum á landi
- Møguliga kunnu vit
varðveita summar av monn-
unum í starvi á tann hátt,
soleiðis at vit sleppa frá at
siga øllum upp, sigur hann.
- Men tað er heilt greitt,
at tað ber ikki til at hava
fólk í starvi á einum al-
mennum stovni, sum onki
arbeiði er til. Tað veit ein
og hver, leggur hann afturat.
Av hesum skilst, at teir
flestu, um ikki allir, kunnu
vænta sær uppsøgn í næstu
framtíð
Elmar Højgaard sigur, at
enn er ongin uppsagdur og
tí veit hann ikki, hvussu
nógvar uppsagnirnar verða,
tá ið samanum kemur.
Vaktar og Bjargingartæn-
astan hevur fráboðanar-
skyldu mótvegis fakfeløg-
unum, sum teir limir í, og
tann fráboðanin er ikki send
enn.
Hann sigur, at ætlanin er
at send fráboðanina skjótt,
so at uppsagnartíðin kann
byrja at telja frå 1. desemb-
er.
Teir flestu hava seks mán-
aða uppsagnartið.
Roynt til fánýtis
Elmar Højgaard sigur, at
grundin til, at menninir
komu í klemmu var, at tað
miseydnaðist at fáa annað
skip ístaðin fyri Nim.
- Nú hevur søfartsstyr-
elsen staðfest, at fiskiskip
kann ikki brúkast, uttan at
tað verður skrásett sum
handilsskip. Tað er eitt so
stórt tiltak, at tað er onki
føroyskt fiskiskip, sum
kann byggjast um til hand-
ilsskip frá degi til dags- í
hvussu so er ikkifyr tað
upphæddina, sum vit hava
til taks. Og skulu vit hava
skip uttanlands, tosa vit um
heilt aðrar upphæddir.
Men leiðarin á Vaktar
ogBjargingartænastuni
leggur dentá, at teir eru ikki
givnir at leita eftir skipi,
hóast útlitini eru lítil.
Utlitini eru so lítil, at vit
noyðast at vera fyrivarin og
siga fólki upp. Eydnast tað
okkum at finna skip, kunnu
uppsagnirnar altíð takast
aftur.
Hann heldur, at tað er
spell at spæla av við menn-
inar, sum hava nógv skeið
og aðrar útbúgvingar, tí tað
er ongin trygd fyri, at teir
eru tøkir aftur, tá ið nýtt
vaktarskip einaferð kemur.
- Men tað er onki annað
at gera, tí at hava teir gang-
andi fyri fulla løn, við ong-
um arbeiði, ber ikki til.
Nú er Tjaldrið einasta vaktarskipið undir fóroyskum flaggi.
Manningin, sum var vid Nim, verður helst søgd upp, í
hvussu so er fleiri av teimum
Nú verður so farið undir
nýtt vaktarskip og væntandi
verður tað liðugt í 2000.