Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 205 — 29. OKTOBER 1998 Danski uttanríkisráðharrin: ælir før- oyingum frá at gera EBS-avtalu -Tað besta fóroyingar kunnu gera, er at útbyggja handilsavtaluna við ES. Eg haldi ikki, at ein EBS-avtala er rætta loysnin fyri Føroyar, tí hon m.a. hevur við sær, at mest sum allar ES- lógir skulu setast í verk í Fóroyum eisini. sigur Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri. Jan Miller Eitt av mest átrokandi mál- m, sum dansk! uttan- ríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen umrøddi vid um- boð fyri landsstýrið og Utt- anlandsnevndina undir vitj- anini í Føroyum týsdagin eru viðurskifti Føroya við ES og her við serligum atliti marknaðartilgongd og nars framtíðar samvinn- 3 una — VK felagsskapin Spurningurin um EFTA og eina EBS líknandi avtalu hevur eisini verið nógv Anfinn Kallsberg vísir á, at nakrar loysnir eru lagdar fram um, hvussu Føroyar best kunnu fáa marknaðar- atgongd til ES og annars um samvinnuna við felagsskap- in sum heild -Ein loysn sigur, at vit skulu halda fram við sam- ráðingum við ES um at út- byggja verandi handilsav- talu. Men tá vit síggja, hvussu spakuliga hetta hev- ur gingið, so er man farin at hugsa um aðrar møguleikar, g her er eitt uppskot, at Danmark vegna Føroyar verður limur í EFTA, og at ein tann vegin kann víðka EBS samstarvið til eisini at fevna um Føroyar Tað kann blíva ein trup- ulleiki vísir løgmaður á, ti tá kann Danmark koma at sita báðumegin borðið sum ein partur av EFTA vegna Føroyar og hinumegin sum ein partur av ES. EFTA og tjóðir Síðani er spurningurin eisini vorðin reistur, um tað ber til at gera broytingar í EFTA, soleiðis at treytirnar fyri at gerast limur verða broyttar. Í dag er EFTA bert fyri sjålvstødug lond, og tí ber ikki til í dag hjá Før- oyum at gerast limur So er spurningurin: kann ein broyta viðtgkurnar hjá EFTA, soleiðis at Føroyar kunnu gerast limur í EFTA og tann vegin koma inn í EBS-samstarvið? Anfinn Kallsberg sigur víðari, at tað hevur verið ført fram av uttanríkisráð- harranum, at henda loysnin ikki er so einføld og hevur nógvar trupulleikar við sær. Tí skulu Føroyar fara uppí eitt EBS-samstarv, so hevur tað við sær, at Før- oyar eisini binda seg til at innarbeiða allar tær treytir og lógir, sum liggja í hesum samstarvinum -Hetta er púra greitt. „En má tage det sure med det søde” sigur løgmaður. - Man fær ikki atgongd tl Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri á arbeiðsvitjan í Føroyum: -Eg haldi ikki tit eiga at EBS-loysn. Mynd jan EBS-samstarvið, uttan at ein eisini má seta tær lógir og reglur í gildi, sum eru fortreytin fyri hesum sam- starvi Løgmaður viðgongur, at hetta verður ein sera tung og torfør gongd, har ein bæði skal geva og taka. Tí er tað spurningurin, hvat vit velja. Hann vísir á, at landsstýr- ið fekk tilsøgn frá forsæt- isráðharranum, tå hann vitj- aði i Føroyum, um at fáa eitt samstarv millum lands- stýrið og uttanríkisráðið um, at allir hesar spurn- ingar vidgjørdar og útgrein- aðir. Soleidis at tå ein skal undir ordaskiftid i Føroyum um, hvussu vit vilja hava okkara framtíðar viðurskifti við ES, tá hava vit fingið svar uppá teir týdningar- mestu spurningarnar um, hvat politiskt er møguligt og ikki Anfinn Kallsberg kann tí ikki siga í dag, hver leið verður vald í framtíðar við- urskiftum okkara við ES. Mælir frá EBS Niels Helveg Petersen, utt- anríkisráðharri sigur, at hann væl skilur, at Føroyar enn ikki hava lagt seg á eina ávísa loysn. Hann vísir á, at velja vit eina EBS-loysn, so mugu vit gera okkum greitt, at hetta merkir, at nógvar av teimum lógum og rættar- reglum, sum eru í ES, tá eisini mugu setast í gildi í Føroyum. Hetta hava m.a. norðmenn verið noyddir til eftir, at teir fingu EBS- samstarv. -Ein skal eisini vera heilt greiður yvir, at norðmenn eisini máttu geva út á fiskivinnuøkinum fyri at fáa eina EBS-avtalu. Tað er ti ikki so, at ein bara kann siga, at fiskivinnumål skulu haldast uttanfyri, tá ein fer í holt við slíkar samráðing- ar. Tí havi eg heldur ikki dult undir samráðingunum við landsstýrið, og tað er mín meining, at ein EBS- avtala - hvørki principielt, praktiskt og figgjarliga, er nøkur góð avtala fyri Før- oyar. Men tað er sjálvandi upp til føroyingar at meta um og gera av, hvussu ein ynskir at fara víðari fram. Danir heilhjartaðir fyri at hjálpa Føroyum Umframt ES-spurningin vóru eisini fríhandilsavtalur við londini í Eystureuropa og betri marknaðaratgongd fyri fisk og fiskavørur til ES umrødd å fundinum millum landsstýrið og uttanríkisráð- harran. Niels Helveg Pet- ersen vísir aftur, at tað í hes- um málum er nøkur áhuga- konflikt millum londini -Danmark arbeidir heil- hjartað fyri at loysa teir trupulleikar, sum Føroyar megu hava bæði i ES og í Eystureuropa. Anfinn Kallsberg, løgmad- ur og Niels Helveg Pet- ersen, uttanrikisrådharra eru samdir um ikki at leypa fram av i ES- málinum. Alt verður kannað, áðrenn eitt aðalorðaskifti kann takast upp í Føroyum Royna at loysa marknatrætu JAN MULLER Eitt av málunum, sum varð umrøtt undir vitjanini hjá danska uttanríkisráðharra- num, er marknatrætan mill- um Føroyar/Danmark og Bretland. Tað er skilligt, at talan er um eitt eymt mál - „en varm kartoffel", sum tikið verður til á donskum, tí hvørki Anfinn Kallsberg ella Niels Helveg Petersen vildu gera viðmerkingar til málið á tíðindafundi á Hotel Hafnia týskvgldið. Løgmadur: -Hetta er eitt mål, sum eg helst ikki vil fara út í smålutir við í løtuni. Eg kann tó siga, at vit royna at finna eina loysn skjótast til ber. Uttanríkisráðharrin: -Eg vil fegin undirstrika, at hetta er ikki eitt mál, sum til ber at gera viðmerkingar til í løtuni. Men eg kann siga, at tad er tættasta møguliga sambandid millum Dan- mark og Føroyar í hesum máli. Vit hava jú ein felags áhuga í at røkka tí best møguliga úrslitinum Anfinn Kallsberg váttaði á tíðindafundinum, at einki „útistandandi“ er millum danska uttanríkisráðið og landsstýrið í hesum máli Hann var annars sera fá- mæltur um hetta stóra mál. Tað var annars und- anfarni løgmaður, Edmund Joensen, sum tíðliga í ár heitti á danska forsætis- ráðharran um at taka málið upp á hægsta politiska stigi. Síðani hevur forsæt- isráðharrin borið hetta uppá mál á fundi í Keyp- mannahavn við Tony Blair. Poul Nyrup Rasmussen hevur annars sagt, at nýggja landsstýrið eigur at sleppa at umhugsa málið. Eftir hetta hevur fundur verið i Uttanlandsnevndini um målid, men einki er líkið út um, hvat lands- stýrið ætlar at fyritaka sær. Tað einasta vit hava frætt er, at tað møguliga hava verið óformligir fundir millum leiðararnar í før- oysku og bretsku samráð- ingarnevndunum. Eftir tí sum skilst er ikki so nógv, sum skilur partarnar. Men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nakað av hesum váttað. Sum sagt - lok er lagt á málið. Møgu- liga tí at partarnir eru so tætt nær eini loysn. Livst so spyrst.