hósdagur 29. oktober 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 205 — 29. OKTOBER 1998
tíðindablaðið S0S2
Niels Helveg Petersen:
— Gjørdu tað
vit kundu
fyri at hjålpa
Sigmundi
-Men vit kundu ikki leggja okkum út
í, hvat ein dómstólur ger hvórki her
ella í óðrum landi
JAN MULLER
Spurningurin um føroyska
skiparan Sigmund Andreas-
sen, sum í meira enn eitt
hálvt ár var afturhildin á
fronsku oynni Réunion varð
ikki vidgjørdur undir vitj-
anini hjá danska uttanríkis-
ráðharranum. Og tað hevði
sínar góður grundir. Sig-
mund Andreassen fekk
nevniliga passið aftur her-
fyri og kundi fara av aftur
oynni. Hann er nú aftur í
Føroyum
Men á tíðindafundi á Ho-
tel Hafnia slapp danski
uttanríkisráðharrin ikki
undan at svara spurningum
um eitt nú danska leiklutin
í hesum máli.
Tað hevur nevniliga fleiri
ferðir verið ført fram í før-
oyskari pressu, at danska
uttanríkisráðharrin = ikki
gjørt nóg mikið fyri at fáa
Sigmundi passið aftur, so-
leiðis at hann kundi sleppa
av aftur oynni.
Niels Helveg Petersen
fegnaðist um, at Sigmund
Andreassen var komin
heimaftur. Hann vísti sam-
tíðis á, at her er talan um
eitt mål, har fiskireglur ikki
eru hildnar. Hetta er nakað,
sum bæði franskir, føroysk-
ir og danskir myndugleikar
vanliga taka í størsta álvara.
-Málið endaði við dóm-
stólin á Reunion, og tá ber
ikki til hjá einum myndug-
leika í øðrum landi at leggja
seg út í málið. Hevdi slíkt
mál verið fyri í Danmark,
so hevði uttanríkisráðið
heldur ikki havt møguleika
at lagt seg út í tað, sum
dómstólurin fyritók sær.
Niels Helveg Petersen
sigur, at ein kann íkki
krevja, at ein dómstólur skal
gera hetta ella hatta men
vísir á, at danska uttanrík-
isráðið gjørdi alt tað, sum
stóð í tess makt, fyri at fáa
Sigmund leysan.
Uttanríkisráðharrin held-
ur ikki, at annað kundi
gerast fyri Sigmund, tí eitt
land kann ikki uttan víðari
leggja seg út í tað, sum
dómstólurin fyritekur seg í
einum ødrum landi. Tá ein
persónur verður tikin fyri at
hava framt lógarbrot í
einum landi og kemur fyri
dómstólin, so kann ein
stovnur ella instansur í
cinum gðrum landi ikki
leggja seg út í tað.
Dómstólurin í Danmark
er t.d. óheftur av statsmakt-
ini, og soleiðis skal tað vera.
Danski uttanríkisráðharrin:
Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri: Hetta við suvereniteti er ein ómetaliga komp
jan j
sSEraður Spurningur
Mynd
- Eg havi ilt við at skilja
hugtakið suverenitetur
JAN MØLLER
Hóast tað ikki var eitt av
høvudsmålunum, sum varð
vidgjørt undir vitjanini, so
varð danski uttanríkisráð-
harrin eisini kunnaður um
gongdina í fullveldismál-
inum. Niels Helveg Peter-
sen sigur, at hann eisini
persónliga roynir at fylgja
við í málinum, tí hann
sjálvur hevur stóran áhuga
fyri statsrætti og málum,
sum snúgva seg um donsku
grundlógina.
-Tí fylgja vit nágreiniliga
við í, hvat hendir í hesum
máli, men hinvegin er tað
púra greitt, at hetta er eitt
mál, sum verður vidgjørt í
Føroyum. So skjótt før-oy-
ingar hava fingið greiðu á
hesum og ynskja sam-
ráðingar, so eru vit tilreiðar
til tess sigur Niels Helveg.
Petersen.
Tit mugu fyrst gera av
Nú framstandandi danskir
politikarar so sum formenn-
inir í bæði sosialdemokrat-
iska flokkinum og í Vinstra
hava verið í Føroyum og her
sagt sína hugsan um týdn-
ingin av ríkisfelagsskapin-
um, fær eisini oddamaðurin
hjá teimum Radikalu spurn-
ingin, hvat flokkurin heldur
um fullveldisætlaninar.
-Hetta er eitt kjak, sum
føroyingar mugu hava í Før-
oyum, hvgrjar broytingar tit
ynskja, og tá tit hava gjørt
tykkum hetta greitt, vilja vit
í Danmark sjálvandi tosa
um, hvussu vit skulu fyri-
halda okkum til tað, og síð-
ani kunnu tingingar fara í
gongd.
Niels Helveg Petersen
sigur annars, at hann kennir
tað á sama hátt sum so
nógvir aðrir danir gera,
hetta at ríkisfelagsskapurin
kann halda fram.
-Eg haldi, at ríkisfelags-
skapurin er nakað gott. Eg
seti hann sera høgt og síggi
fegin, at hesin felagsskapur
heldur fram.
Hugtakið
suverenitetur
Spurdur hvgr munurin er
millum baltisku londini,
sum vilja verða sjålvstødug
lond og Føroyar, sum yn-
skja suverenitet - fullveldi
- sigur Niels Helveg Peter-
sen:
-Eg havi ein trupulleika
við orðinum suverenitetur.
Eg havi ilt við at skilja, hvat
hetta orðið merkir. Tað
verður sagt, at Danmark er
ein suverenur statur, men
Danmark hevur pliktað seg
til hópin av altjóða avtalum
eitt nú í sambandi við ST,
NATO og ES, sum gera, at
suverenitetur í dag er eitt
hugtak, sum ikki longur
gevur nakra meining. Statir
í dag eru meira bundnir at
hvørjum ødrum, enn teir
nakrantíð áður hava verið.
Allur altjóða útviklingurin
merkir, at statir eru noyddir
til at samráðast hver við
annan á øllum møguligum
økjum, handla við hvør ann-
an og finna fram til felags
avtalur. So eg havi nakrar
trupulleikar við hugtakinum
suverenitetur.
Niels Helveg Petersen
sigur seg altíð hava havt
stóran samhuga við ynskj-
unum hjá baltisku londun-
um at endurvinna sítt sjálv-
stýri og vísir á, at hesi lond-
ini í 30-unum vórðu sjálv-
stødug lond, og tí var her
talan um at fáa sítt sjálvstýri
aftur, ið varð tikið frá teim-
um.
-Hyggja vit út yvir ta
stóru europeisku myndina,
so eigur ein at vera varugur
við, at tað er ein grundfestur
regul í Felagsskapinum fyri
trygd og samstarvi, at mark-
ini í Europa í dag liggja føst.
Sum dømi kann eg nevna
Kosovo. Eingir statir viður-
kenna rættin hjá Kosovo at
gerast ein sjálvstýrandi stat-
ur.
-Kosovo er ein partur av
Serbía. Trupulleikin her er,
at Milosowitj hevur tikið
víttgangandi sjálvstýrið frá
íbúgvunum. Tað er ein trup-
ulleiki , og tað er hetta, sum
skal fáast uppá pláss.
Niels Helveg Petersen
sigur víðari, at í mun til
nógvar minnilutar í Europa
viðurkennur man ikki uttan
víðari, at td. baskarar og
aðrir hava rætt til at seta ein
stat á stovn. Ein viðurkennir
heldur ikki, at ungarar í Slo-
vakíinum uttan víðari hava
rætt til at skipa eitt ungarskt
samfelag í Slovakia ella at
ungarar í Rumenia hava
rætt til at skipa eitt ungarskt
samfelag í Rumenia. Tí er
hesin spurningurin.6meta-
liga kompliseradur og krev-
ur négv meira någreiniligå
gjøgnumgongd
Føroyar og Danmark
Niels Helveg Petersen sig-
ur vidari, at tå talan er um
Føroyar, at um og tå tad
fyriliggja greid ynski frå
føroyskari sidu um samråd-
ingar um broytingar i
Heimastýrislógini, so eru
teir frá danskari síðu til-
reiðar til samráðing.
Uppá fyrispurning um
Føroyar hava ein viður-
kendan rætt til at gerast
sjålvstyrandi statur sigur
danski uttanrikisrådharrin:
-Tå og um tad fyriliggur
eitt ynski frå føroyskari sidu
at samráðast um Heimastyr-
isléågina, so eru vit frå
danskari síðu eisini tilreiðar
til tess. Hetta hevur for-
sætisráðharrin sagt, og tað
en eg e1sin tørur fyri at siga
her. Longur kann eg ikki
fara her
A tidindafundinum var
løgmaður spurdur, um hann
er samdur vid uttanrikisråd-
harran, at orðið suveren-
itetur ikki gevur nakra
meining
-Tað er ein spurningur um
at definera sigur Anfinn
Kallsberg og vísir annars á,
at tað longu er niðurfelt í
avtaluna millum Danmark
og Føroyar frá juni, at sam-
ráðingar skulu takast upp
um viðurskiftini millum
Danmark og Føroyar.
Løgmadur sigur, at vit í
Føroyum fyrst mugu við-
gera hesi mál, soleiðis at vit
eru samdir, tá vit fara til
samráðingar við donsku
stjórnina.