hósdagur 29. oktober 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS
Nr. 205 — 29. OKTOBER 1998
Hava fingið tilboð um vaktarskip, men vilja helst ikki taka av:
Kunnu fáa gamla Ólav
Halga til Vaktarskip
Føroyum
Teir, sum eiga gamla Olav Halga hava bjóðað Vaktar og Bjargingartænastuni
at leiga hann til vaktarskip undir Fóroyum. Men tað gevur ov ringan smakk í
tann politiska munnin at leiga Ólav Halga aftur, aftaná at hann varð lisin
niður í sand og ósku og seldur so bíliga
AK! BERTHOLDSEN
Er viljin til staðar, kunnu
aftur tvey vaktarskp verða
undir Føroyum um stutta
tíð
Teir, sum á sinni keyptu
Olav Halga, hava nú um
dagarnar boðið Vaktar og
Bjargingartænastuni at leiga
hann aftur til Vaktarskip
undir Føroyum
Men teir hava onki hoyrt
aftur
Olavur Halgi er í løtuni
vaktarskip hjå oljupallum i
Norðsjónum
Men reiðaríið hevur bjóð-
að sær til at seta annað skip
á vakt í Norðsjónum. Og at
leiga vaktar og bjargingar-
tænastuni hann til vaktar-
skip undir Føroyum
Anfinn V. Hansen, lóg-
frødingur, sum er stjóri í
felagnum, sum eigur Ólav
Halga, váttar fyri Sosiali-
num, at Vaktar og Bjarging-
artænastan hevur fingið til-
Teir, sum eiga Thorsvig
sum er gamli Lars á
Kruse, hava eisini bjóða
Thorsvig jram sum
aktarskip, men teir hava
heldur ikki fingið svar
boðið
- Vit halda, at vit hava eitt
skip, sum kann brúkast til
endamálið og tí hava vit
bjóðað tað fram, sigur hann
Hann sigur, at enn hava
teir ikki fingið svar frá Vakt-
ar og Bjargingartænastuni.
Tað er fleiri ferðir upp-
lýst, at onki skip er til taks
fyri tað upphædd, Vaktar og
Bjargingartænastan hevur á
fíggjarlógini til vaktarskip.
Hvussu dýrur er Ólavur
Halgi?
Vaktar og bjargingar-
tænastan hevur tilboð um
at leiga gamla Olav Halga
til vaktarskip undir før-
oyum, men ongin hevur
hoyrt nakað aftur.
- Tað er sjálvandi ilt at
siga. Eitt skip, sum gamli
Olavur Halgi er ikki so 6-
metaliga dýrur, hann skal
væl hava útvið 10.000 um
dagin, umframt rakstrarút-
reiðslurnar.
- Men rakstrarútreiðslur-
nar hevur Vaktar og Bjarg-
ingartænastan so at siga all-
ar frammaundan.talan er m.
a. um hýrur, olju og provi-
ant. Tað eru útreiðslur, sum
ikki slepst undan, hvat skip
talan so er um hetta skipið
ella hitt.
- Sostatt ivast Anfinn V.
Hansen ikki i, at gamli Ol-
avur Halgi kundi verdid
leigadur, uttan at sprongt
figgjarætlanina hjå Vaktar
og Bjargingartænastuni.
Roynist stak væl
Hann sigur, at gamli Olavur
Halgi hevur roynst sera væl
í Norðsjónum. Teir hava
brúkt eitt sindur av pengum
uppá hann so at hann nú er
í sera góðum standi og
skuldi tí eisini verið væl
egnaður til vaktarskip undir
Føroyum. Tað ger tað sjálv-
andi ikki verri, at talan er
um eitt skip, sum manning-
in kennir út og inn framm-
anundan.
Ólavur Halgi varð keypt-
ur fyri 1, 8 millión og An-
finn V. Hansen heldur, at
talan var um eitt gott keyp.
Smakkar illa
Vit hava tíverri ikki fingið
fatur á leiðaranum á Vaktar-
og bjargingartænastuni, El-
mari Højgaard so vit fingu
ikki spurt hann, um ætlanin
er at taka av tilbodnum um
at leiga Olav Halga.
Men keldur, sum vilja
vera óneyndar, hóast tær
standa málinum nær, siga
fyri Sosialinum, at politiskt
er tað heilt óhugsandi, at
leiga gamla Olav Halga,
hvussu lagalig leigan so enn
mann vera
- Tað hevði givið ov ring-
an smakk í munnin at leiga
Olav Halga aftur, eftir at
hava brúkt langa tíð uppá
at lesa hann niður í sand og
øsku og kalla hann óbrúki-
ligan - og so loksins at selja
hann fyri lítið og lætt - fyri
at fáa politikarar at ganga
við til at seta pengar av til
nýtt skip.
- Tí kemur tað neyvan
uppá tal at leiga Olav Halga
Olavur Halgi er annars
skrásettir, sum handilsskip
í Føroyum so í tann måtan
skuldi onki verið í vegin fyri
at fingið hann góðkendan.
Eisini eitt annað skip
Men gamli Olavur Halgi er
ikki einasta skip, sum stend-
ur Vaktar- og bjargingar-
tænastuni í boði. Teir, sum
eiga Thorsvig, sum er gamli
Lars A. Kruse, hava eisini
bjóðað hann fram til vakt-
arskip undir Føroyum. Men
eftir, hvat skilst, hevur held-
ur ikki tað reiðaríið fingið
svar.