Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 — 31. OKTOBER 1998 Durita Brattaberg, trainee í oljufelagnum Dong: tíðindablaðið S082lurfn Eg mátti søkja - Eg fóldi tað nærum sum eitt kall at sókja starvið sum trainee hjá Dong. Ikki bara tí, at eg eri forvitin og arbeiði fyri einum reinum umhvórvi, men av tí at umhvórvið er ein so tydningarmikil partur, tá ið tað snýr seg sum oljuleiting og -framleiðslu, sigur Durita Brattaberg, sum arbeiðir á deildini fyri góðsku, trygd og umhvørvi. TURIÐ KJøLBRO Hon hevur aldri ræðst at tik- ið við avbjóðingum. Og tá ið oljufelagið Dong í vár søkti eftir ungum føroying- um til uppgávuna sum trainee, smekkaði hon til Durita Brattaberg er út- búgvin landbúnaðarkandi- datur við umhvørvisumsit- ing sum sergrein, og tað var júst við umhvervinum i huga, at hon søkti arbeiðið - Eg mátti søkja. Tað eru so ótrúliga fáir føroyingar, ið hava útbúgving innan umhvørvisumsiting. Ég hugsaði, at ger eingin annar tað má eg sleppa, eg feldi tað nærum sum eitt kall Ikki bara tí, at eg vil verja umhvørvid og ti eg eri so forvitin, men av tí at um- hvørvid er ein so týdningar- mikil partur, sigur Durita Brattaberg. Hon byrjaði í starvinum fyri tveimum mánaðum síð- ani og h6skvøldid tók hon lut á fundi, sum Dong og Føroya Arbeidsgevarafelag skipaðu fyri á Hotel Hafnia fyri limum í arbeiðsgevara- felagnum. Durita greiddi frá, hvussu tað er at vera trainee, hvgrja fakliga bak- grund tey, ið fingu trainee- størvini hava, hvørjar upp- gávur tey hava í Dong, hvat tey hava fingið burtur úr og hverjar framtíðarætlanir tey hava. At vera trainee hjá Dong er avmarkað til seks mán- aðir. - Tað týdningarmesta hesa tíðina er at vera for- vitin, súgva allar upplýsing- ar til sín, og fáa sambond við fólk, sum hava nógvar royndir á økinum, sigur Durita Brattaberg. Skilagott At Dong býðir ungum før- oyingum upp í part og gevur teimum høvi at arbeiða inn- an eitt øki, ið kanska eigur eina stóra framtíð í Føroy- um, er ikki bert av vælvild frá hesum peningasterka fe- lagnum. Felagið hevur stór- ar vónir til eina komandi oljuvinnu í Føroyum og ar- beiðir út frá, at føroying- arnir í fyritøkuni gerast ein vinningur fyri felagið. - Dong hevur valt at taka fólk í læru, tað vil siga sum trainee, og tað er ein 6gvu- liga skilagóður máti at ar- beiða eftir. Onnur feløg brúka aðrar mátar at gera seg sjónlig. Felagið fær heilt greitt nakað burtur úr ungu føroyingunum, sum eru í læru í hálvt ár, sigur Durita Brattaberg. Ahugin fyri Føroyum sum oljulandi er ikki dal- aður, hóast útbjóðingar- rundan til oljuleitingina er útsett. - Tað havi eg ikki varhug- an av. Forarbeiðið er gjørt og tá ið útbjóðingarrundan kemur er Dong til reiðar, sigur Durita. Umhvervismál Fyrstu nógvu vikurnar í starvinum brúkti Durita til at seta seg inn í arbeiðið og uppgávurnar. Og tað er hóp- in at seta seg inn í á deildini fyri góðslu, trygd og um- hvørvi. - Arbeidsøkid eg havi valt mær er umhvørvismål, meðan leitað verður eftir olju og meðan framleitt verður. Eg kundi valt al- tjóða umhvgrvisarbeiði. Nógvir stórir altjóða ar- beiðsbólkar arbeiða í verk- ætlanum, granska í um- hvørvi og skriva álit. Eitt annað val kundi verið at ar- beitt við grónum roknskapi. Á hvgrjum ári ger Dong grønan roknskap og øll sum hava nakað sum helst við Dong at gera skulu lata grønan roknskap inn. Tað vil siga upplysa til dømis, hvussu nógv diesel er brúkt, hvussu nógvur svávul er í dieselinum, hvussu nógv orka er brúkt, bæði umborð á skipum og á plattformum. Eitt annað kundi verið at arbeitt við góðskustýring ella trygd, sigur Durita Brattaberg. Eftirlitsarbeiðið, tá ið tað ræður um umhvørvi og trygd, er stórur og umfat- andi partur av arbeiðinum hjá oljufelagnum. - Arbeiða fleiri oljufeløg saman er altíð ein opera- tørur. Operatgrarnir eru undir somu krøvum og treytum sum Dong viðvíkj- andi góðsku, trygd og um- hvørvi. Í einum boriævin- týri kann Dong kanna sínar samstarvsfelagar og undir- leverandgrar. Tí eru nógvar eftirlitsuppgávur, har skip- anir verða eftirmettar, so- leiðis at tær samsvara mál- ini tey hava. Leiðari Ein uppgáva Durita júst hevur fingið er at leiða eitt eftirlitsarbeiði úti á einum plattformi í Norðsjónum, har illgruni er um, at burtur- kastskipanin ikki virkar nóg væl í mun til málið, sum plattformurin og Dong hava sett. - Endamálið er at kanna eftir, hvussu arbeiðið á plattforminum er í mun til tað Dong hevur sett sær fyri. Hevur Dong til dømis sett sær sum mål at endurvinna ella minka um nøgdirnar av burturkasti í år í mun til í fjør, skulu vit hyggja eftir, hvussu tað roynist í verki. Eru málini ikki lokin ella eru tey ov ambisjøs skulu tey endurskoðast og nýggj loysn finnast. Á tann hátt verða nýggj mál funnin. - Samstundis havi eg eis- ini fingið uppgávuna at seta meg inn í, hvussu kemikalii verða handfarin í mun til trygdina og umhvørvid. Tað vil siga, um alt tað sun eitur serliga dålkandi burturkast verður handfarið sum tað eigur sigur Durita. Durita er farin undir fyri- reikingarnar til uppgávuna úti á plattforminum í Norð- sjónum. Í hesum sambandi skal hon til Noregs at kunna seg um, hvørji krøv norð- menn seta til sinar platt formar. - Um tvær vikur skal eg út á plattformin, í fyrsta um- fari í tríggjar dagar, har eg skal seta nøkur ting í verk og so skal eg út aftur at Durita Brattaberg er 30 ára gomul og ættað úr Vági. Á landbúnaðarháskúlanum í Ás Noregi hevur hon lokið prógv um landbúnaðarkandidatur. cand. agric í umhvørvis umsiting. Grundútbúgvingin er í livfrødi, og yvirbygnadurin umhvørvisumsiting. Í trý ár hevur hon arbeitt á Heilsufrødisligu Starvsstovuni vid kommunalum umhvørvis ætlanum, og 1. september fór hon í starv hjá oljufelagnum Dong sum tr deildini fyri góðsku, trygd og umhvørvi. kanna eftir, hvussu tað roynist í verki. Í hásæti Dong hevur orð fyri at vera eitt tað besta oljufelagið, tá ið tað snýr seg um um- hvørvisvernd og trygd. - Eg havi ikki nakað at samanbera við, men eg havi varhugan av, at Dong er øgi- liga ambisjøst og skipað, tá ið tað snýr seg um at verja umhvørvid fyri oljudálking. Tey hava gjørt nakrar skip- anir og mannagongdir, sum gera, at tey røkka málini, tey seta. Eftirlit er allan veg- in í gjøgnum, eisini eftirlit við teirra egna eftirliti. Mín varhugi er, at danir yvir- høvur seta stór krøv til sin sjálvs, tá ið tað snýr seg um umhvørvi og trygd. Og trygd og umhvørvi í olju- leiting og framleiðslu kostar nógvar pengar, sigur Durita. - Í Grønlandi er oljuvinn- an ikki langt burturi. Næsta år fara teir at bora og tad er eitt øki, eg havi stóran áhuga fyri og royni at fáa meiri vitan um. Umhvørvis- liga er Grønland meiri við- kvæmt enn Føroyar, ti tad er arktiskt øki. Målrættad Umframt at hava verid å trygdarskeiði, - tað verður kravt, skalt tú gista á bori- plattformi -, hevur Durita verið á fleiri skeiðum hesar tveir mánaðirnar - Eg havi verið á einum skeiði, sum eitur Basic Pe- troleum. Tað er eitt skeið um oljusøgu og teknisk ting, søguna aftanfyri am- boðini, oljuprísir, um- hvørvi, trygd og annað. At hava vitan um hesi viður- skifti, eisini tey teknisku, ger tað meiri áhugavert. Í næstum skal eg á skeið í umhvørvisstyring og har skal eg eisini til próvtgku. Harumframt skal eg á eitt skeið um tað nýggjasta inn- an lóggávu í oljuvinnu. Hvussu rúmar tú allar upplýsingarnar? - Í byrjanini var tað kann næstan ov nógv at seta seg inn í. Ég eri rættiliga úrslita- málrættað og vil sleppa at brúka tað seg eg læri bein- anvegin. Men sjálvandi upplýsingarnir verða goymdir og sodnaðir, og nú eru teir við at koma uppá pláss. Økid er so mikið stórt, at eg eri noydd til at skipa tað sundur. Eg havi følt, at tað hevur tikið langa tíð at seta seg inn í alt. Men sjálvandi tú kanst ikki loysa eina uppgávu um tú ikki hevur sett teg inn í viður- skiftini áðrenn, sigur Durita. € á Lopfjøl Um arbeidid sum trainee hjå Dong veråur ein lopfjøl til at fara vidari i oljuvinn uni, sigur Durita - Tad hevdi eg ikki havt nakað ímóti. Hetta er øgi liga spennandi og aftaná seks mánaðir havi eg iva- leyst gott innlit í nøkur við- urskifti, ið eg kann brúka og gera gagn av seinni. Eg vil ikki síga, at eg havi nakrar dreymir um at vera ein tann fyrsti føroyingurin, ið fær starv í eini oljuvinnu í Føroyum, tí tað liggur ikki til mín at droyma. Men eg trågvi, at øll vit sum eru trainee hjá Dong hava Før- oyar i bakhøvdinum og ti royna at arbeida vid ti, sum er vidkomandi fyri Føroyar Oljuvinnan er eitt heilt nytt øki í minari verk, men eg kenni til skipanirnar tey arbeiða við innan góðsku umhvørvi, roknskapi frá tíð- ini á Heilsufrødiligu Starvs- stovuni, har eg arbeiddi við umhvørvisætlanum hjå kommununum. I Før skalt tú kortini hava fleiri bein at standa á og kenna eitt sindur til øll økini, sigur Durita Brattaberg at enda í viðtali. vum