Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 31. OKTOBER 1998 Vit kunnu saktans.... Saving Privat Ryan sigur okkum út í æsir hvussu tað var at vera hermaður - í skotlinjuni - undir seinna heims- bardaga. Ein filmur, ið føroyingar eiga at síggja, um ikki annað fyri at fegnast um ikki at vera kan6nfødi Eirikur Lindenskov D-dagurin og kúlurnar flúgva um oyruni. Tú kennir teg vera mitt í rokanum á Omaha Beach í Normandí - num. Skotríðurnar eru á- haldandi í minsta lagi trý korter í nýggja Spielberg- filminum Saving Privat Ry- an í Havnar Bio í hesum døgum. Frumframførslan av nyggja filminum hjå Steven Spielberg var næstseinasta friggjadag, og filmurin verður sýndur í Havnar Bio í tvær vikur afturat. Tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan at gera av, um filmurin skal síggjast. Hóast filmurin er ein krígs- filmur í gamlan stíl, so er kortini ikki talan um ein vanligan = amerikanskan bang-bang-film, hóast skot- ið verður áhaldandi í út við ein tíma. Og filmseftirliud hevur sína hugsan um, hvør kann síggja filmin, ti ásett er 18 ára aldursmark - og tað er sjáldan, at so høgt mark verður sett Vit kunnu saktans... Onkur segði í steðginum í biografinum hetta kveldið, at hetta er ein filmur, sum øll eiga at síggja. Í øllum fórum bara fyri at fáa eina hugmynd av, hvussu ræðu- ligt tað var at vera hermað ur li g g sig Onkur annar helt, at ser a føroyingar eiga at gja filmin - um ikki ann að so bara fyri at fegnast um, at vit eru so heppin at vaksa upp í einum landi, sum gevur okkum tað frælsi, ongantíð at senda ungu landsmenn okkara út í nakað so meinaleyst og høpisleyst, sum eitt kriggj. Tók armin í hina hondina... Steven Spielberg er ein knassi, tá tað kemur til at gera film. Hvussu veruligur hesin filmurin er, kunnu vit sum ikki hava upplivað kríggið ikki vita. Men sagt verður, at hann hevur end- urskapt veruleikan rættuliga neyvt. Fyri at fáa smålutirnar við, so hevur Spielberg tos- að við hermenn, sum vóru við í hesum stríðnum, og teir skulu hava sagt, at film- urin einki stendur aftan fyri veruleikan. Filmurin byrjar við, at siglt verður móti strondini í Normandínum í landgong- ubátunum. Alt tykist friðar- ligt, uttan sjógvurin - og hjá onkrum ger sjóverkurin um seg. Men so við eitt brestur - og týskararnir, sum standa handanvert girðingarnar uppi á landi, loysa skotin av - og tað er ikki við mýk indum Í eini trý korter verður skotið - og nógvir hermenn falla. Hvussu nógvir meldar søgan einki um, men Mill- er og menn hansara síggja í øllum fórum fleiri hundarð av felagum teirra falla. Og detaljurnar eru ógv usligar. Sjógvurin er litaður reyður - sum um Spielberg var inspireraður av grinda drápi Kjøtklumparnar flúgva gjøgnum luftina, og eitt nú síggja vit ein mann — Tom Hanks sum Miller kapteinur og Matt Damon sum meinigi hermaðurin James Ryan, ið hevur mist triggjar beiggjar í krignum upp á fáar dagar. Tí hevur Marshall generalur avgjørt, at Ryan skal bjargast verða skotnan í armin - sum dettur av. Í panikki tekur maðurin armin í hina hond- ina og fer rennandi eftir hjálp, til næsta kúlan rakar hann... Er ein hermaður hetta verdur? Miller og menn hansara klára seg kortini so mikið væl, at teir fáa skotið sær veg gjøgnum tysku verjuna, og soleidis sleppa teir av strondini. Tá er tað, at teir fáa bodini um, at teir skulu finna privat Ryan, sum skal bjargast og sendast heim Síðani fylgja vit teimum - átta monnum, sum skulu bjarga einum mannalívi í hesum meiningsleysa stríð- ið móti nazismuni. Meðan teir soleiðis stríða seg - ja gjógnum eld tysks ins í vakra landslagnum, seta teir sær spurningin: Er ein einstakur hermaður hetta verdur? Steven Spielberg hevur filmsstjórnað »Saving Pri vat Ryan« sum eina nýggja søgu, men hevur hildið seg so væl til veruleikan, sum til ber. Tom Hanks, sum spælir Miller, hevur sagt onkustaðni, at upptøkurnar frá Omaha Beach vóru so veruligar, at sjónleikararnir gjørdist bangnir - hóast teir vístu, at hetta var tann ber! Teir gera landgong á Omaha Beach í Normandínum - sjónleikur. Verja galnar statsleiðarar... Eftir at hava sæð filmin, so er einki at taka seg aftur í, at vit hava nógv at fegnast um - vit, sum eru so heppin ikki at hava vaksið upp í hasi tíðini og í einum slík- um landi, sum sendir ungar mans í deyðans kjaft Hóast vit halda okkum liva í siviliserada partinum av heiminum, so skulu vit ikki so langt fyri at hitta javnaldrar, sum verða send- ir í deyðan. Næsti granni okkara, Bretland, sendi fyri góðum fimtan árum síðani fleiri av ungu landsmønnum sínum í deyðan í meinings- leysa stríðnum um Falk- landsoyggjarnar Gamla, galna konan, ið tá ráddi fyri borgum í bret- landi hevur aftur nú víst sítt sanna andlit við at verja gamla lagsbróðir sín, bød ilin Pinochet úr Chile Nóg hava fagnað bretsku myndugleikunum, sum gjørdu bart - og hand tóku mannin, sum hevur leiri túsund lív á samvitsk uni. Hesin maður, sum av åvisum floksformanni í Før oyum eisini verður fagnað- ur Vit kunnu so bert vóna at rættvísi verður framt. O- rin ella ikki Grin. Tað er 6- rættvíst, um bretsku mynd- ugleikarnir nú hokna í knø- unum - og lata beistið fara Hvat hevði eftirtíðin sagt, um Hitler eisini varð vardur av órini >sum fyrrverandi statsleiðari<??? Góður hóast bang-bang Filmarnir hjá 47 ára gamla Steven Spielberg eru rættu- liga væl dámdir A Internetinum kanst tú finna listar, við verkum hansara og filmum, hann hevur havt ein fingur við í spælinum í Av hesum 68 filmum kunnu vit nevna >Jurassic Park< og »Schindlers List« frá 1993, »ET« frå 1982 og eitt nú »Jaws« frå 1975. Hesin filmurin, Saving Privat Ryan hevur fingið sera góð ummæli um allan heim, og verður hann mettur sum besti krígsfilmur sammetur við Dear Hunter frá seinast í sjeyttarunum Saving Privat Ryan er ein spennandi krígsfilmur Hann er meira ein filmur enn krígsfilmur flestir. Hó ast tú ert leiddur av yvir drivnu amerikansku bang bang filmunum, sum eru bestir at dragar føroyingar í biograf, so er nakað & við hesum filminum kanska tí, at tú hevur var hugan av, at hetta er søga kúlur og kjøtklumpar Tog søgan um ættarliðið hjá abbum okkara (tó í ødrum londum) Filmurin er drúgvur - við steðgunum fer hann um triggjar tímar, og tað er longra lagi. At filmurin hev ur tveir steðgir er avgjørt darvandi fyri hyggjaran sum verður óneyðuga av brotin Leikarar Høvndsleiklutin sum Miller kapteinur hevur Tom Hanks, sum vit eitt nú kenna frå Forrest Gump. Hinir leikararnir eru Sergent Horvath, Tom Sizemore Reiben, Edward Burns Jackson, Barry Pepper Mellish, Adam Gold- berg Caparzo, Vin Diesel Wade, Giovanni Ribisi Upham korporalur, Jeremy Davies James Ryan, Matt Damon Hamill kapteinur, Ted Danson Hill sersjantur , Paul Giametti Anderson obertloytnant ur, Dennis Farina Marshall Generalur Harve Presneil James Ryan sum gamal, Harrison Young