Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Reidar Nónfjall, Strandferðslan: Rættleiðing til innslag frá Safari EN Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Lands- ins, ger viðmerkingar til tað, sum kom fram um framíhjárættin hjá postbilunum við strandfaraskip- unum Eg skal við hesum gera eina stutta rættleiðing til innslagið í Degi og viku tann 30. oktober 1998. Tað vórðu gjørdar nakrar viðmerkingar frá Knút Lutzen, Safari transport, sum eg ikki fekk høvi at gera mínar viðmerkingar til. Tað er ikki satt, tá Knút Lutzen frá Safari trans- port sigur, at hann onki svar hevur fingið frá Strandfaraskipum Lands- ins uppá sín fyrispurning Eg havi í telefon greitt viðkomandi frá viður- skiftunum viðvíkjandi flutninginum um Vest- mannasund og gðrum trupulleikum i hesum sambandi. Eg meti ti, at skriv hansara er svarad so gott sum nú einaferð gjør- ligt. Nakað annað er, at teir trupulleikar, sum tal- an er um ikki kunnu loys- ast uttan neyðuga fyri- reiking. Minnist meg rætt legði eg upp ul, at Knút skuldi koma at práta við okkum um, hvussu vit kundu loysa hesar trup- ulieikar til gagns fyri allar Málið er íkki so einfalt. sum tað varð gjørt til í innslagnum í sjónvarp!- num. Strandfaraskip Landsins hava gjørt eitt stórt arbeiði at endur- skoða ymsar flutningsav- talur í hesum sambandi og tað eru nógvir partar eftirhondini, sum fyritgk- an hevur verið noydd at taka við í viðgerðini av hesum máli. Vitandi um, at gongd er á málinum velur Safari alíkavæl at kæra til kapp- ingarráðið og sum skilst á Safari, er felagið heldur ikki nøgt við tað við- gerðina. Spurningurin er ti, um tað ikki hevði ver- ið betri við einum størn samstarvsvitja. Við- merkjast skal, at Strand- faraskip Landsins hava ikki móttíkið nakra frå- boðan frá kappingarráð- num um, at fyritøkan fyr- itekur sær nakað skeivt í sambandi vid flutningin um Vestmannasund, men tað, sum er komið fram er, at umstødurnar ikki eru so einfaldar fyri nakran av pørtunum i hesum máli. Strandfaraskip lands- ins fara í næstum at kanna meguleikarnar fyri at verkseta eina ella aðra flutningsskipan, sum minkar trupulleikar- nar við bíðitíð o.a. á ymsu farleiðunum, her verður serliga hugsað um vinnulívskundar okkara og samferðsluna um summari. Aðrenn hetta verður gjørt, skulu ymsar lýsingar gerast av tørv- inum og viðgerast skulu ymskir meguleikar av loysnum. Vinarliga Reidar stjóri á Strandfaraskip Landsins tíðindablaðið SOS Hjartafelagið skipaði fyri: Nr. 209 — 4. NOVEMBER 1998 ólk eta fisk triggjar ferðir um vikuna Seinastu 10 árini hevur Hjartafelagið skipað fyri upplýsandi og fyribyrgjandi tiltókum. Í ár vitjaðu umleið 1300 fólk í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, har hædd, vekt, blóðsukur og kolesteroltal varð mátað DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG Tiltakid hjå Hjartafelagnum varð væl vitjað. Tað byrjaði mikudagin í farnu viku, har tríggir fyrilestrar vóru á skránni Heðin Thomsen, yvirlæk- ni, helt fyrilestur um hjarta- sjúkur, og greiddi frá kann- ingum, sum hava verið gjørdar seinastu 10 árini Mariann Patursson, kost- vegleiðari, helt fyrilestur um kost, og Ingelise Søren- sen, fysioterapeutur, greiddi frå venjing og rørslur fyri hjartasjuk. Hósdagin og fríggjadagin var møguleiki hjá almenn- inginum at fáa kannað blóð- trýst, blóðsukur og innihald av kolesterolt í blóðnum Heðin Thomsen sigur, at tey mátaðu hædd og vekt á fólki, eins og blóðtrýst og innihald av kolesterol og blóðsukur í blóðnum. Har- næst vóru fólk spurd um tey roykja, og hvussu ofta tey eta fisk um vikuna 1283 blóðroyndir Hetta er 10. árið á rað, at slíkar kanningar hava verið gjørdar, og svarini viðvíkj- andi hvussu ofta fólk t.d. eta fisk, eru tey somu. Fólk eta fisk tríggjar ferðir um vik- una. Tað svarar til 70 gr. um dagin. Tað er nógv, í mun til í Danmark, har fólk eta 20 gr. av fiskamati um dag- in Eini 1283 blóðroyndir vóru tiknar hesar báðar dag- ar, og fólkini fáa bræv frá hjartafelagnum við årsliti av blóðroyndini seinni. Enn eru royndirnar ikki kann- aðar, og tí ber ikki til at siga, hvussu heilsustødan er, sig- ur Heðin Thomsen. Kanningar áður av hesum slag hava vist, at føroying- ar hava nógv kolesterol i blóðnum. Spurdur, hvussu tað ber til, sigur Heðin Thomsen, at tað lutvíst er ættarbreðgi, men eisini av tí at føroyingar eta feitan mat Fyribyrgjandi tiltak Endamálið hjá Hjartafelag- num við hesum tiltakinum er at fyribyrgja hjartasjúkur, og fyri at geva fólk møgu- leika at kanna seg Enn vantar tó at gera upp úrslitið av kanningunum í Umleið 1300 fólk vitjaðu í Veitsluhøllini, og tey, sum høvdu ov høgt blóðtrýst, vóru biðin um at fara til læknan at kanna blóðtrýstið enn einaferð farnu viku, men gll sum fingu tíkið blóðroynd, fáa bræv frá Hjartafelagnum við frágreiðing um kanning- arnar og tlráðing um, hvussu bøtast kann um við- urskiftini. Bert eitt er greitt, og tað er, at øll sum roykja, fáa boð um at gevast, sigur Heðin Thomsen. Blóðroyndirnar verða lid- nar í næstu viku, og síðan skulu brøvini skrivast. Heð- in Thomsen væntar, at øll, sum hava verið til kanning- ar, fáa bræv áðrenn jól.