Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 210 — 5. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið SOS!AMNMMNn Regin Dahl 80 ár í dag - Regin er sannur málmeistari, hann skrivar sjáldsama væl og hevur eitt eyðkent gott fóroyskt mál. Tað týdningarmesta er, at hann hevur eggjað óðrum til at skriva burtur úr skugganum av J. H. O. Djurhuus, sigur Carl Jóhan Jensen, rithóvundur, um skaldið og tónlistamannin Regin Dahl, sum verður áttati í dag TurIÐ KJØLBRO Í dag verður Regin Dahl, skald og tónasmiður, 80 ár. Regin var borin í heim í Sandágerði í 1918, sonur Jákup Dahl, próst, og Ma- riu, ið var dóttir gitna tón- leikalæraran, Bakar Han- sen. Regin hevur búð nærum alla sína ævi í Danmark. Eftir lokna skúlagongd í Føroyum fór hann á Sorø Akademi at ganga, haðani tók hann studentsprógv í 1937. Einasta árið síðani hann hevur búð í Føroyum var í 1937. Leiðin gekk aft- ur til Danmarkar, har hann fór undir at lesa fagrar bókmentir og norrgnt. Í 1947 tók hann við ráð- gevarastarvi á bókaforlagn- um, ið seinni fekk navnið Gyldendahl, og til fyrst í åttatiårunum starvadist hann sum handritametari og ráðgevi har. Regin Dahl er eitt av høv- udsnøvnunum, ið mynda fýratiárini á ti lyriska økin- um. Hann breyt so vid og vid gamlan yrkingarhått og lyfti formliga og innihalds- liga føroyskan bundnan skaldskap eitt stig fram å leiðina. Hann var lýrikari burturav hóast hann skriv- aði eitt sindur av prosa. Fyrstu yrkingar hansara vóru ávirkaðar av yrkingum J. H. O. Djurhuus, H. A. Djurhuus og Jóannes bónda, men tá fyrsta savnið kom út í 1937 átti hann sín egna stíl. Tað var savnið Í útlegd, og fyribrigdið útlegd gongur igjøgnum allan skaldskapin hann síðani skrivaði. Málmeistari Í sambandi við henda stóra fødingardagin skipa for- lagið Stidin og Rithøvunda- felagið fyri hátíðarhaldi í høllini á Læraraskúlanum sunnudagin. Regin er heið- urslimur í Rithøvundafel- agnum. Í hesum sambandi fer Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, at siga nøkur orð um skaldið Regin Dahl. - Tað er serliga lívsáskoðan Regins, virðini í fortíðini, ikki bara í føroyskari, men eisini europeiskari fortíð, ið skaldskapur Regins byggir á. Henda burturmista verð- in, sum eisini virkar sum grundarlag til at meta sam- tíðina ímóti. Í yrkingum hansara er nógv mentan- arligt atfinningarsemi, tí er Regin á ein hátt samtíð- arkritikari, sigur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur. - Regin er skyldur við ætt- arliðið av donskum skøld- um, ið gjørdu vart við seg í tidarritinum Heretica, ið kom út frå 1948-1954, høv- undar sum Martin A. Han- sen til dømis Regin hevur havt stóran tydning fyri føroyskan skaldskap og ikki so fåir yrkjarar brúka av hansara orkukeldu. - Tað kemst av, at Regin er ein sannur málmeistari, hann skrivar sjáldsama væl og hevur eitt eyðkent gott føroyskt mål. Heðin M. Klein haldi eg er ávirkaður av honum og summi siga, at tað eri eg eisini. Tað er í ein ávísan mun rætt. Tað týdningarmesta er, at Regin hevur eggjað ðrum til at skriva burtur úr skugganum av J. H. O. Djurhuus. - Regin umboðar avgjørt nakað nýtt, fekst og sjálv- støðugt. Yrkingar hansara eru upprunakendar og ný- skapandi. Men hann er litil- låtin og tad sipa ikki minst heitini å yrkingasøvnum hansara til, Trikirni og Ordakumlar til dømis. - Hóast útlegdin er tema í skaldskapi hansara, so er tað ødrvisi vidgjørt enn eitt nú í fosturlandsyrkingum Hann hevur lyft tað upp á annað skaldsligt stødi. Hann er als ikki romantiskur í so máta, men hevur ein trúar- ligan undirtóna í yrkingu- num. Hesin mentunarligi ar- vurin hann hevur, tann kristni, um undanmenn hansara standa fyri, eitt nú pápi hansara, próst Dahl, H.A. Djurhuus og Jóannes bóndi, leggur hann stóran dent á í skaldskapi sínum, sigur Carl Jóhan Jensen. Tónleikurin lagaður til orðini Regin er ikki bert skald, hann er elsti føroyski tón- setarin. Løgini hann hevur gjørt eru sera vekur, men samstundis krevjandi at syngja, tf tey spenna so vitt. I formælinum til Atlants- løg, ið kom út í 1996, sigur Marianne Clausen, sum hevur skrivað 420 løg upp, ið Regin hevur sungið inn á band, at tað hevur henni ongantíð fallið í lut at hoyra so nógv løg frá einum kom- ponisti, sum eru so góð og Regin Dahl, nýskapandi skald og tónsetari ár í dag. vekur, spennandi og skift- andi sum løgini hjá Regini Dahl. Tónleikurin er altíð lagaður til mál, innihald og til ta tíð, yrkingin er frá. Tey spreingja stirvnu og av- markaðu nótaskipanina, tí Regin kennir seg ikki bundnan av teimum reglum, sum eru galdandi. Hann toyggir tónarnar longri enn vanligt, tí avgerandi er altíð innihaldið í tekstunum og tað sum Regin sjálvur held- ur vera tað rætta. Sum fødingardagsheilsan til Regin kemur fløga út vid 20 løgum. Tað eru forløgini Stidin og Orð & Løg, ið standa fyri útgávuni. verður 8 Try kór heiðra Regini Sum nevnt verður stórt há tíðarhald fyri Regini sunnu- dagin Tað verður í Lærara- skúlanum og byrjar kl. 16 Fyrst syngur Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Kára Beck. Síðani flytur Carl Johan Jensen, rithøv- undi fram rødu. Eftir tað syngur Tórshavnar Kamar- trio. Berghild Poulsen syng ur solo. Sidani hoyra vit Ca- rina Maritima syngja undir leiðslu av Paula i Sandá- gerði Síðst á skránni er enn eitt kór. Tað er Havnarkórið sum fer at syngja fyri fg ingardagsbarninum un leiðslu av Olavi Hátún Bókasavnshúsini í Quillinsgarði Fyrstu ferð, talan er um bóka- søvn í Føroyum er í 1826. Tað stóra arbeiðið, sum Det Kong- elige nordiske Oldskriftselskab útinti við bókaútgávu síni, setti eisini síni spor í Føroyum. Ein- stakir føroyingar høvdu ser- ligan áhuga fyri hesum arbeið- um og virkaðu dúgliga fyri, at hesar gávurnar gjørdust kend- ar f oyggjunum; ein av teimum ídnastu var Jens Davidsen (1803-1878), sum arbeiddi á amtsskrivstovuni í Havn, og sum eisini var umboðsmaður hjá hesum felag í Føroyum Jens Davidsen stóð javnan í brævaskifti við C. C. Rafn, pro- fessara, sum var skrivari hjå oldskriftfelagnum, og sum gjøgnum hetta arbeidid hevur fingið serligan áhuga fyri før- oyskum fólkaminnum og før- oyskum máli. Davidsen skrivar m.a. til Rafn og sigur honum, hvussu trupult tað er at fáa nakað til lesnað í Føroyum; sambandið við Danmark er so vánaligt, bøkur eru so dýrar, og hjá teim- um prestum ella embætis- monnum, sum eiga slød av bókum, er savnið so lítið, at tað so at siga bert viðvíkir teirra egna arbeiði. Eisini skrivar hann í sama brævi, at Múller, skipari, og hann saman við gðr- um monnum hava stovnað eitt lestrarfelag, men ætlanin hjá teimum annars er at fáa í lag eitt békasavn við fastari skip- an, og biður hann tí Rafn, prof- essara, sum er $0 væl kendur við vísindamenn og aðrar lær- dómsvinir um at hjálpa teimum viðeinum. slíkum sayni. - At Rafn, professari, var hug- aður fyri einum slíkum tiltaki, var væntandi, og longu í 1827 sendir hann tey fyrstu bindini til Føroya, ætlað tí nýggja bók- asavninum. Tað eydnaðist hon- um at vekja hugin hjá gðrum monnum fyri sakini, og í teim- um fyrstu árunum kemur hóp- urin av bókum sendandi sum gáva. Tey bæði fyrstu árini vóru soleiðis latnar 1868 bøkur sum gáva til savnið. Øll hesi bindini vóru í fyrstu syftu goymd á amtsskrivstovuni í Havn, og her man ivaleyst vera rætt at nýta orðið goymd, tí plássið var so mikið lítið, at meginparturin varð lagdur niður í kistur ella á einhvgnn annan hátt beindur burtur, soleiðis at 6gjørligt var at læna bøkurnar út undir slík- um korum. Fyri teimum, ið høvdu áhuga fyri savninum ella vardu av tí, var tað eyðsæð, at nógv ráddi um at fáa eina betri skipan í lag, og á ólavsgku 1828, - v.ø.o. í ár fyri 170 árum síðan, tá ið embætismenninir, sum síður var, hittust í Havnini, varð viðtikið eftir áheitan frá Tillisch, amtmanni, at stovna Færg Amts Bibliothek, at royna at skapa fíggjarligt grundarlag fyri rakstrinum av savninum og at fáa bygt eini békasavns- Í sama ári vóru fyriskipanir gjørdar fyri savnið, hesar vóru staðfestar 5. november 1828, sum síðani hevur verið rokn- aður sum stovningardagur bók- asaynsins. Embætismenninir lótu nakað av peningi årlig til rakrin, og frú Løbner, kona fyrrverandi amtmansins, sýndi vælvild sína fyri hesum máli, við tað at hon gav eitt hóskandi grundstykki, 16 alin langt suð- ur og norður og 10 alin breitt eystur og vestur, í vestara enda av Quillinsgarði, umframt tað var so mikið av peningi fingið til vega - kongur hevði latið 500 ríkisdálar silvurvirði úr jarðarbókagrunninum - at gjørligt var at fara undir nýggju bókasavnshúsini, sum longu vóru liðug í oktober 1829 - 50 m? til støddar. Tað må sigast at vera eitt satt bragd, at tað eydnaðist hesum monnum eftir gott og væl trim- um árum at leggja stóðið til eitt slíkt savn við egnum húsum og við eini skipan, sum gav lyfti um eitt gott bókasavns- arbeiði í framtíðini. - Umstød- urnar, hetta fyrsta føroyska bókasavnið heyði at virka und- ir, vóru smáar, men bókasavnið var komið, og tað vóru teir ein- staku persónarnir, ið settu sín dám á hetta virksemið. Virð- ingin fyri bókasavninum var tó ikki altíð so stór. Í langar tíðir vóru eingir pengar hvørki til bókakeyp ella til umvælingar av húsunum, so neyðugt var við hvørt at selja tvitøk, so at torv kundi keypast at hita hús- ini upp við. Tá ið Jens Davidsen, sum hevði verið bókavgrður øll ár- ini, doyði í 1878, var eingin sum hevði umsorgan fyri bók- asavninum meira. Tær bøkum- ar, ið vóru givnar savninum, vóru lagdar til viks óinnbundn- ar, og tá ið heldur ikki fór at verða gjørligt at fáa bókasavn- inum so mikið av peningi til vega, at húsini kundu verða umsitin, samtykti stýrið fyri savnið at leiga ein part av hús- unum út til sparikassan, sum hevði tilhald har til 1905, tá ið sparikassin fekk sín egna bygn- ing. Í 1920 átti savnið einar 8- 10.000 bøkur; tað fekk tá játt- aðar 3.500,- kr. frå løgtingi, kommunu og stati, og i Før- oyum búðu tá umleið 10- 15.000 fólk. Um hetta mundið - 1920 - verður M. A. Jacobsen (1891- 1944) settur sum bókavørður. Løgtingid hækkar studningin til bókasavnsraksturin kr. 2.000 årliga og Havnar kommuna segði seg vilja lata kr. 1.000 umframt útlánshgli. Sjålvt út- lánið var tá flutt út á Reyn í tey gomlu fútahúsini, meðan lesistovan og goymslan fram- vegis vóru verandi í teimum gomlu húsunum í Quillins- garði. Tær figgjarligu umstød- urnar vóru soleiðis munandi batnaðar. Tá ið bókasavnshúsini á Debesartrød vórðu tikin í brúk á vári 1931, komu arbeiðsum- stødurnar sjálvsagt at vera heilt ødrvisi. Alt bókasavnið varð aftur savnað saman undir ein- um taki. Allar tær bøkur, ið áður høvdu verið beindar burt- ur, vórðu settar upp á hillar, og gjørligt var at skipa bókasavnið sum almenn békasøvn aðra- staðni við útlánið, lesistovu og goymslu - og í okkara føri eis- ini við eini serstakari Føroya- deild. Quillinsgardur 1998 Síðani fyrst í triatiårunum hava hesi søguligu bókasavnshús'ni í Quillinsgarði verið á priv- atum hondum, karmarnir eru broyttir og húsini hava verið umvæld og umbygd fleiri ferð- ir síðani. Nú møguleikin er til staðar, eigur av álvara at verða umhugsað, um vit ikki eiga at reisa hesum undangongu- monnunum á békasavnsøkin- um ein virðiligan minnisvarða við at varðveita hesi húsini, og seta tey aftur í sítt upprunaliga snið. Á Føroya Landsbókasavni 2. juni 1998 Martin Næs, landsbékavørdur Keldur: M. A. Jacobsen: Feroya Amts Bókasavn 1828-1928. Tórsh. 1929 7 Sverri Fon: Mentunarstovnar (i Føroyar, bd.Il. Keypmh. 1958) Martin Næs: M. A. Jacobsen og békasavnid (i Hvør eigur flagg- knappin. Tórsh 1995) Martin Næs: Føroya Lands- bókasavn 165 ár (Hver eigur flaggknappin. Tórsh. 1995).