hósdagur 19. november 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 220 — 19. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S0S21V7
Heðin Mortensen, formaður í Sosialur nevnd í Tórshavnar býráð:
— Vit eru
==
Landsstyrid: Barnaansing eru ein kommunal uppgåva, sum kommunurnar
skulu taka åbyrgd av og figgja sjålvar
RIGMOR DAM
— Barnaansing eru ein
kommunal uppgåva, sum
kommunurnar skulu taka å-
byrgd av og figgja.
Hetta eru bodini úr lands-
stýrinum til kommunurnar,
og tey lupu ikki sért kvøkk
á formannin í sosialu nevnd
í Tórshavnar kommunu,
Heðin Mortensen, tá tað
kom honum fyri oyrað.
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í al-
manna- og heilsamálum,
sigur í svarinum til Kristian
Magnussen uppá fyrispurn-
ing um barnaansingartrup-
ulleikarnar, at hetta er ein
kommunal uppgáva, tí
kommunan kennir tænast-
utørvin og tænastustødid í
egnu kommunu. Hon visir
eisini til ålitid til nyggja
kommunulóg, sum komm-
ununevndin hevur gjørt, har
mælt verður til stórri frælsi
hjá kommununum, m.a. á
barnaansingargkinum.
Er álitið eftirfarandi?
Til hetta sigur Heðin Mort-
ensen, formaður í sosialu
nevnd í Tórshavnar komm-
unu, at álitið als ikki er við-
tikið enn, hvørki í landsstýr-
inum ella úti í kommunu-
num, so tað er slett ikki akt-
uelt enn.
- Vit vóna ikki, at hon
meinar hetta í álvara. Vit
kunnu ikki liva við hesum
her. Ongin kommuna í land-
inum kan liva við einum
sovornum úttalilsi, tí at man
torir ikki at fara í gongd við
nakað, tá man ikki kan stóla
uppá tað, sum er játtað og
lovað.
Eisini Kristian Magnus-
sen er sera illa við av svar-
inum úr landsstýrinum.
Hann sigur í viðmerking til
svarið:
- Vit skulu minnast til, at
hetta álitið hevur onga pol-
itiska viðgerð fingið enn.
Ongin veit um hetta er fugl-
ur ella fiskur, og eingin veit
hvørja lagnu tað fær, hvørki
úti millum kommunurnar
ella í løgtinginum. So eg
haldi tað er sera løgid, at
landsstýrið vísir til eitt álit,
sum ein bólkur hevur gjørt,
og sum man ikki veit hvørja
lagnu fær. Tað skínur í-
gjógnum í svarinum, at
landsstýrið hevur fingið
fatur á hesum álitinum. Tað
virkar sum um tey gera
hetta fyri at sleppa av við
nakrar útreiðslur. Fyri at
skumpa nakrar útreiðslur
yvir á kommunurnar.
- Vit hava gjørt stórar í-
løgur á barnaansingarøki-
num, í tí trúgv at vit fóru at
fáa játta stuðul frá lands-
stýrinum í 1999. Hetta varð
lovað okkum og tí fóru vit
í gongd. Bara fyrsta árs-
fjórðing í 1999 eru 92 nýggj
pláss tøk í Tórshavnar
kommunu, so vit hava tørv
á minst 3,1 mill. kr. sum
vanligan stuðul á 60% frá
landinum beinanvegin, fyri
at kunna stovnaupprætta
nýggju plássini. Nú eru av-
settar 1.5 mill. úr landskass-
anum til 12 umsóknir úr
øllum landinum, ella nokk
til 50 dagstovnapláss. Tað
einasta sum hendir, er at
úttreiðslurnar hjá kommun-
uni verða uppaftur stórri
enn nú, sigur Heðin Mort-
ensen.
Vantandi vilji
- Ein nýggjur bygningur er
klárur 1. januar 1999 og
tvær útbyggingar 1. mars.
Um vit ikki fáa rakstrar-
stuðul til teir frá landinum,
so skal kommunan gjalda
alt, saman við foreldrunum.
Alternativið til tað er at
I
bygningarnir fara at standa
tómir. Býráðið hevur ikki
avsett so nógvar pengar. Vit
hava hækkað játtanina til
barnaansing í ár, úr 23 mill.
upp í 35 mill. So vit hava
víst ein vilja til at loysa trup-
ulleikarnar á barnaansingar-
gkinum. Nú verða foreldr-
ini við sviðu soð, tí tað er
eingin vilji til at loysa
trupulleikarnar úr landsstýr-
inum. Tað sum hendir her
er at kommunurnar eru
sleptar uppá fjall, foreldrini
eru slept uppá fjall og ikki
minst børnini eru slept uppá
fjall.
Finna eina
loysn saman
- Allar kommunurnar hava
verið við í arbeiðinum at
skriva álitið um nýggjan
kommunubygna, sigur
Helena Dam á Neystabg við
Sosialin, og landsstýrið
hevur havt fundir við Tórs-
havnar Býráð, sum fegin
vildi taka ábygdina av
barnaansingini burturav.
Býráðið gjørdi tá sjálvandi
eisini vart við, at vit so
máttu samráðast um tann
fíggjarliga spurningin. Tað
er í samgonguna semja um,
at vit skulu fara undir sam-
ráðingar við kommunurnar
um at finna eina loysn á tí
fíggjarliga spurninginum,
soleiðis at greiða fæst á být-
inum millum land og
kommunu. So tí vænti eg,
at Tórshavnar kommuna
kan halda áfram útfrá teim-
um dispositióninum hon
hevur gjørt. Okkurt verður
møguliga nakað seinka, tí eg
veit ikki nær vit fáa avtaluna
uppá pláss. Eg ætli at vit
skulu fáa eina semju í lag í
1999.
Hevði tað so ikki verið
rættari at gjørt hetta avtalu-
býtið millum land og
kommunur, áðrenn tel
vórðu sett á fíggjarlógina
fyri 1999, so kommunurnar
ikki komu í hesa stóðu?
- Landsins fíggjarlóg er í
dag gjørd út frá verandi lóg-
um, og út frá tí havi eg fing-
ið loyvi til at hækkað játt-
anina til barnaansing við 5
mill. (harav 1,5 mill til
nýggj pláss, blaðf.) Tað
merkir at vit kunnu bøta um
nøkur viðurskifti, men ikki
øll, tað eri eg greið yvir.
Men tað fyriliggja ikki
skrivligar játtanir til komm-
unurnar um at byggja ella
at seta á stovn barnaansing.
Tað vil altíð vera landsins
fíggjarlóg, sum er avgerandi
fyri, hvat ið ber til, og tað
eru kommunurnar sjálvandi
eisini noyddar til at respekt-
era. Júst tí er tað neyðugt at
kommunurnar fáa
fíggjarligt frælsi. Men vit
mugu samráðast við
kommunurnar um at gera
tær førar fyri at nøkta
tørvin, og tad merkir at tær
mugu fåa ein tilsvarandi
størri part av skattainntøk-
unum til at figgja hesa upp-
gåvuna. Fåa vit ikki hesa
- Vit vóna ikki, at hon meinar hetta í álvara. Vit kunnu
ikki liva við hesum, sigur Heðin Mortensen um úttalilsið
hjá Helenu Dam á Neystabø
semjuna, so er tað fíggjar-
lógin sum er avgerðandi
fyri, hvussu nógv vit kunnu
byggja út í ár, umframt
møguligum eykajåttanum,
so hvørt sum tørvurin
verdur meira akuttur. Um eg
ikki komi igjøgnum við eini
loysn, sum gevur stórri á-
Vit eru á sølustevnu
i høllini í Klaksvík
fríggjadagin 20. nov. kl. 17.00-22.00
leygardagin 21. nov. kl. 15.00-21.00
sunnudagin 22. nov. kl 15.00-21.00 |
bygd og pengar til komm-
unurnar, so verður tað neyð-
ugt at fara aftur til tað
gomlu skipanina, har land
og kommuna deila útreiðsl-
urnar, og so fari eg at berjast
í samgonguni og í løgtingi-
num fyri at fáa neyðugu
játtarnirnar.
TRYGGINGARFELAGIÐ
FØRSYÅR