hósdagur 19. november 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S0SÍalu
Nr. 220 — 19. NOVEMBER 1998
Sluppu ikki í Grátufjórðin:
Fluttu í
Foroyingahavnina
Jógvan Arge sigur frá fleiri forvitnisligum søgum í teirri nýggjastu bókini
»Teir tóku land«, sum einamest snýr seg um fóroyska virksemið í Grønlandi í
fimtiárunum
Ein søgan er um, tá Jens
Christian Petersen í Froðba
flutti úr Ravnsoynni norður
í Føroyingahavnina í 1953.
Við honum var eitt nú son-
urin Anton Petersen, sum
býr á Sandi
Jógvan Arge skrivar so-
leiðis
>Skonnartin »Marité« av
Tveroyri var fyrsta far, sum
kom inn í syðru havn í
Ravns Stóroy summarið
1953. Hon kom har longu
14. maí og setti fýra mans á
land
Hesir menn vóru onnur
manningin, sum Jens
Christian Petersen í Froðba
ætlaði at rógva út við í
Grenlandi hetta summarið.
Teir vóru komnir eftir seks-
æringinum >Boga<, sum
hevði staðið enn ein vetur
har yviri
Hin manningin, sum son-
ur hansara Anton Petersen
hoyrdi til, kom yvir til
Grønlands við einum ødrum
skipi, og teir høvdu átta-
mannafarið >Nýpuna< við
sær
Nú ætlaði Jens Christian
at leita nýggjar leiðir. Um
veturin hevði hann sekt
myndugleikarnar í Keyp-
mannahavn um loyvi til at
byggja skúr og rógva út frå
Grátufjørðinum nakað
norðan fyri Ravnsoynna,
men enn hevði hann onki
svar fingið
Funnu menn
>Nýpan< og hennara mann-
ing vórðu sett upp á land
norðuri í Føroyingahavnini.
Har vóru ongir lagsbrødur
at finna, og tí hildu teir fýra
menninir leiðina suður við
landinum, fyrst til Grátu-
fjørdin.
Har vóru heldur ongir
menn. Ætlanin var so at
sigla heilt suður í Ravns-
oynna, men tá teir komu
suður fyri Fiskanesið, gekk
motorurin fyri. Eitt lítið lot
var til vildar, og teir royndu
at sigla við seglum, og teim-
um eydnaðist at koma inn
til Fiskanesið. |
Men svangligt var. Ut-
gerð høvdu teir onga, tí hon
var øll farin við hinum
monnunum. Einasta etandi,
teir høvdu, var onkur kaku-
kassi og nakað av turrum
spiki, men spik og kleynur
riggaðu ikki væl saman.
Tá menninir á >Nýpuni<
hevdu bíðað einar tveir dag-
ar í Fiskanesi, sendu teir
fjarrit suður í Ravnsoynna
at siga frá, hvussu teimum
visti við, og tá vardi ikki
leingi til hinir komu
Noyddust
í Føroyingahavnina
Úr Fiskanesi hildu báðir
bátarnir leiðina norður í
Gråtufjørdin, men enn var
onki loyvi komið til at seta
seg niður har, og teir fóru tí
norður í Føroyingahavnina
at kanna møguleikarnar har.
Tilfar og útgerð lótu teir
liggja eftir í Gråtufjørdin-
um.
Anton Petersen greiðir
frá, at teir vistu, at skúrar
vóru í Føroyingahavnini,
men hver, ið átti, og um teir
vóru í brúki, vistu teir onki
um.
Teir komu inn í eina
manntóma vík, har fleiri
skúrar stóðu. At tað var
Dagmarsvík, vistu teir ikki
fyrrenn seinni. Teir fóru í
ein av hesum skúrum og
róðu út haðani í einar tvær
vikur og fingu væl av fiski.
»Men eitt kveldið, vit
komu aftur, nú standa
koyggjuklæðini uppstungin
í túninum. Ein maður kemur
oman og sigur, at teir eru
komnir í dag við
»Grønlandsfarinum« og
skula brúka skúrin<.
Hetta var ein av teimum
royndu útróðrarmonnunum
í Føroyingahavnini, Sigurð
Jørgensen úr Sørvågi. Sum
so ofta fyrr var hann for-
maður á einum báti, sum
Jesar Jacobsen í Búðini átti.
Lagið var ringt á froð-
bingunum, men teir tóku til
tey ráð at fara yvir á sjó-
mansheimið, sum enn stóð
har úti í Føroyingahavnini,
og Jens Christian fór niðan
at biðja um hús.
„Eg minnist, at kona trú-
boðaran Johannes Bæk,
Agda, kom oman til okkara,
sum lógu á bátinum, og
bjóðaði okkum niðan. Har
fingu vit bæði mat og
drekka og eitt kamar at sova
í um náttina. Hon var sera
blíð, og tann blíðskapurin
kom sera væl við<, sigur
Anton.
Men allar súður vóru ikki
Sá
—. -
FY
syftar enn. Tå teir høvdu
drukkið, fóru teir oman aft-
ur í bátin og inn í Lektara-
víkina. Uttast á munnanum
stóð ein saltingarskúrur. Har
blakaðu teir fiskin upp og
fóru at gera reint.
>Tá liðugt var at flekja,
varð farið aftur á sjómans-
heimið. Tá leið væl út á
morgunin. Har fingu vit
okkum at eta og ein lítlan
blund, og so varð farið yvir
aftur í Dagmarsvík.
Har stóð ein annar skúrur
við manningarrúmi í ovara
enda og saltingarskúri í nið-
ara, men skilarúmið var nið-
urtikið og koyggjurnar, sum
høvdu verið á tí, vóru sjálv-
andi eisini burtur<.
Mikal Tausen, mammu-
beiggin, varð nú settur at
smíða skilarúm og koyggj-
ur, so teir høvdu átta tilsam-
ans. So varð farið til útróðr-
ar, og tá teir komu aftur um
kveldið, var so frægt liðugt,
at reiðast kundi upp í
koyggjurnar. Ein ovnur var
eisini, so menninir kendu
seg væl, tá fýrur var komin
uppá.
Í Gråtufjørdinum
eftir útgerðini
»Men vit høvdu tað fram-
vegis småligt, tí øll útgerðin
lå suduri i Gråtufjørdinum.
Kol, proviantur, ja, sjålvt
komfýrurin lá eftir har suð-
uri. Tá vit mettu, at líkindini
vóru til tess, varð farið aftur
í Gråtufjørdin eftir útgerð-
ini«.
Hetta t6k einar tveir dag-
= Teir tóku land |
Førevingar i Grønlandi
-
Í nýggjastu bókini >Teir tóku land« eftir Jógvani Arge
eru nógvar forvitnisligar søgur úr Grønlandi
ar. Tann fyrra dagin sigldu
teir suður og fyltu bátin, og
tann seinna dagin sigldu teir
norður aftur. Jens Christian
var so grammur eftir fiski,
at teir royndu eitt sindur á
veg norður aftur, men tað
bleiv ikki tann stóra roynd-
in.
Eitt var, at báturin var
fullur og útgerð og tilfari og
annað var, at hann gjørdi
hann seg til við illveðri lágt.
>Tá nakað var liðið út á
dagin, fór hann at vaksa
vindin, og tá ið vit komu
norður móti Feroyinga-
havnini, var ódnarveður. Vit
komu fram í gllum góðum,
men eg haldi, vit vóru allir
glaðir at hoyra illveðrið utt-
anfyri og vita, at man slapp
frá at fara í bátin dagin eft-
ir<.
Strondin var vánalig við
hendan skúrin, sum teir
høvdu sett seg í.
Ein lítil trikantur av einari
brúgv var frammanfyri
hann, men har var so út-
grunt, at báturin á fjøru stóð
langt úti, so fiskurin mátti
kastast fleiri ferðir. Á háflóð
kundi hann kastast beint inn
á brúnna.
lllveðurdagar = fingust
manningarnar hjá Jens
Christiani við at byggja eina
nýggjan búskúr nakað niðan
frá strondini á eystursíðuni
á Dagmarsvík. Stutt uttan-
fyri stóð ein skúrur, sum
skonnartin »Yvonna« átti.
Tá útróðurin var av um
heystið, varð búskururin
innilokaður.
Fiskiskapurin var góður,
og monnunum dámdi hetta
lívið væl, hóast tað stundum
var strævið. Um heystið var
eitt øgiligt knoss at avskipa
fiskin. Tá var oftast kalt og
ótespiligt veður við vindi og
vátaslettingi.
Fingu sær skúr
í Gråtufjørdinum
Í 1954 varð aftur strongt á
myndugleikarnar í Keyp-
mannahavn um at loyva før-
oyingum at hava rógva út
frá landi um Grátufjarðar-
leiðina.
Jens Christian hevði ta
hugmyndina, at nyttugt og
neyðugt var at hava eina
millumstød á leiðini millum
Føroyingahavnina og
Ravnsoynna.
H6ast loyvi heldur ikki
fekst å hesum sinni, bygdi
Jens Christian sær eina litla
smáttu suduri í Gråtufjørd-
inum. Småttan var bara ætl-
að til at búleikast í, tá teir
um heystarnar gjørdu túrar,
sum vardu nakrar fáar dag-
ar.
Smáttan var gjørd til
heima, so hon kundi skrúv-
ast saman, tá teir komu yvir.
Hon var klødd við kross-
finerplátum og hevði átta
koyggjur. Ein Valor-ovnur
var til hita, og matgjørt var
við einum primussi.
Hesin fyrsti føroyski
skúrurin í Grátufjørðinum
stóð í einari vík, sum við
einum eiði var skild frá
teirri víkini, sum føroyskir
útróðrarmenn seinni bygdu
fleiri skúrar í. Hendan
seinna víkin varð tá nevnd
norðara havn.
Tað var ein strævin ar-
beiðsháttur at leggja seg
nakrar dagar suðuri í Grátu-
fjørðinum og salta í bátin,
og tað kom heldur ikki tað
stóra burtur úr, heldur An-
ton.
Småttan í Gråtufjørdinum
stóð ikki leingi. Helst fór
hon av stormi longu hendan
sama vetur. Tað var ið
hvussu so er tað, sum sagt
varð.
Útróðrarbáturin >Bogi< hjá Jens Christiani Petersen
klárur at sigla norður í Fóroyingahavnina fullfermdur
av útgerð í 1953