hósdagur 19. november 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 220 — 19. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S0Salurin
Jógvan Arge í nýggjari >Teir tóku land«:
Fyrstu deksbátarnir í Grønlandi
Útróðrarmenn úr Froðba farnir til verka i Dagmarsvík í Føroyingahavnini
Onki kom burtur úr ætlan-
um hjá føroyingum at fara
til Grønlands at rógva út við
deksbátum fyrrenn í 1950.
Tá fóru tveir deksbátar yvir
við føroyska damparanum
»Oyrnatjalli«. Jens Ras-
mussen f Sørvågi åtti annan
og Berint Johannesen i
Kollafirði átti hin.
Jens hjá Víka Liasi fekk
sær tilhald úti í Føroyinga-
havnini, har skipini plagdu
at liggja, men Berint fór at
leita sær eftir nýggjum
plássi at seta seg niður.
Hetta er ein av teimum
mongu søgunum, sum
Jógvan Arge greiðir frå í
teirri nýggju bókini um før-
oyingar í Grgnlandi.
Millum heimildarmenn
hansara er sonur Berint á
Todnesi, Oddmar Johanne-
sen, sum var við pápa sínum
hetta árið 16 ára gamal.
> Vit vóru har yviri í 1950,
pápi, eg og pápabeiggi mín
Axel. Vit fóru yvir við
damparanum »Oyrnafjalli«,
og høvdu ein lítlan deksbåt
vid okkum, sum pápi hevði
keypt frá manninum, sum
passaði ravmagnsverkið í
Botni í Suðuroy. Hetta var
ein gamal bátur, sum hvalb-
ingar eina ferð høvdu átt.
Báturin æt >Brandur<.
Hann var súðubygdur,
hevdi krússarahekku og eitt
sindur sneitt stevni. Hann
var sum ein seksæringur til
longdar, 30-32 fót. Motor-
urin var ein fimm hesta Dan
við opnum krumtapshúsi<.
Settu seg í Kollafirði
Teir komu í Føroyingahavn-
Ína ein seinnapart, fingu
bátin á sjógv og fóru so út í
Føroyingahavnina. = Har
løgdu teir båtin uppá síðuna
á lektaranum hjá Brockie,
og fyrstu náttina hildu teir
til í einum kamari undir
dekkinum á lektaranum.
Tað var hålvfløtt, tá teir
bundu um kveldið, og teir
mundu komið heilt illa fyri.
Morgunin eftir var fjarað,
hann var ikki sokkin, og so
væl var útgerðin surrað á
dekkinum, at onki var rósað
av bátinum.
» Vit høvdu kort yvir Før-
oyingahavnina vid okkum
og fóru nú at leita eftir ein-
um hóskiligum stað at seta
skúrin. Úrslitið var, at vit
settu okkum í eina lítla vík
suður frå Den Smukke Ø,
sum er ytsta víkin á sunnara
armi å fjørdinum«.
Hendan vikin var breid
úti við munnan, men smalk-
aði á miðjuni og breiðkaðist
so aftur innari. Har funnu
teir eitt pláss á vestursíðuni
innanfyri sundið. Hetta var
kyrrupláss og skjótt var at
koma út. Síðani hevur víkin
millum føroyingar ikki ver-
ið nevnd annað enn Kolla-
fjørður eftir niðursetumonn-
unum.
Her settu teir tríggir skúr-
in upp og fóru so smátt und-
ir fiskiskapin við »Brandi«.
Tað tók sína tíð at koma á
lagið, og Oddmar minnist,
at ein dagin, hann var um-
borð á »Oyrnafjalli«, helt
skiparin Palli Sigurskjold
fyri, at tað pliktaði at nevna
bátin >Brandur<. Tá skuldi
tú eisini vera brandur at
fiska.
Brutu motorin
Teir sluppu heldur ikki und-
an ødrum trupulleikum.
Sjålvan 6lavsøkudag brotn-
aði motorurin. Svinghj6lid
loysnadi. Teir fingu ikki
motorin at rigga aftur, og
måttu gevast vid hesum båt-
inum fyri summarið.
Berint hevði verið so
hyggin, at hann uppá beráð
hevði tikið motorin í bátin-
um, sum hann hevði heima,
yvir við sær. Hann var av
merkinum Carl Erik.
Í Føroyingahavnini lá eitt
stórt fýramannafar, sum
hoyrdi til vágssluppina
>Maritanu<. Berint fekk
kontrollørin Johan Møller at
hjálpa sær at fjarrita heim
til reiðaríið um at fáa bátin
til keyps.
Svar kom aftur beinan-
vegin, at tað var í lagi, og
ikki var báturin dýrur. Kost-
aði 200 krónur. Teir settu
nú Carl Erik motorin í hann
og róðu út við hesum báti
tað, sum eftir var sumrinum.
Axel fór sum fýrbgtari
við damparanum >Ma-
donnu< hjá Charles Maurit-
zen tíðliga í august, og Ber-
int og Oddmar vóru eftir
eina tíð. 3. september fór
Oddmar úr Føroyingahavn-
ini við sluppini »Galatheu«
år Heidunum.
Hann ætladi sær heim at
hoyggja, ti bara mamman
og tey yngru systkinini vóru
heima, men hetta var ein
drúgv ferð. Tað gingu heilir
21 dagar, til hann var heima
í Kollafirði.
Tá høvdu teir á heim-
vegnum verið inni á Rey-
kjavík við trimum íslend-
ingum, Hadda, Magga og
Bjøssa. Í tveir dagar lá Odd-
mar á Skålafjørdinum og
bíðaði eftir farti, og eitt
kvgldið slapp hann til
Havnar við rutubátinum.
Haðani fór hann til gongu
í longum gummistyvlum
eftir oynni norður til Kolla-
firðar. Hann var móður, tá
hann kom til hús. Klæð-
sekkin læt hann standa eftir
umborð á bátinum og fekk
hann dagin eftir, tá báturin
kom á Kollafjørð.
Berint kom ikki heim í
sama farti sum sonurin.
Hann vildi royna eitt sindur
aftrat í Føroyingahavnini.
» fer å land
Í 1951 hevði Berint á Tod-
nesi ein stórri 8 hesta Cart
Erik við sær at installera í
deksbátin >Brand<. Hetta
summarið vóru Berint og
Oddmar tveireinir úti í
Kollafirði.
Yviri í Føroyingahavnini
keyptu teir ein norskan
snurpubát, sum stóð uppi á
landi. Teir bygdu oman á
hann, gjørdu lugar og last
og brúktu hann sum stati6n
Fiskurin var saltaður í hann.
Hetta árið mannadi Jens
hjå Vika Liasi seg aftur vid
»Tokuni«, sum sørvingar
nevndu båt hansara. Hann
hevdi fingid tann roynda
skiparan Jeffri Durhuus i
Garðastovu í Vestmanna at
dríva bátin, meðan hann
sjálvur passaði motorin.
Teir høvdu fimm mans aftr-
at sær.
Javnan nevndi missioner-
urin í Føroyingahavnini í
tíðindum heim til Dimma-
lætting hetta summarið, at
>Togo< hevði góðan fiski-
skap og lá millum 1100 og
1500 fiskar á dekk um dag-
in.
Tá hinir móti heysti fingu
sær fart heim, var Jens eftir
saman við einum manni og
helt fram við útróðrinum.
Teir plagdu at hava ein lítlan
bát við »Togo«, og eitt
kveldið komu teir báðir
rógvandi inn í Føroyinga-
havnina við tí lítla bátinum.
>Ég minnist, eg spurdi
Jens, hvar »Togo« var.
Hann svaraði, at hann lá á
havsins botni úti við handan
óreina boðan<, greiðir Odd-
mar Johannesen frá.
Hesin boðin er nakað
norður úr Svartaskeri úti
fyri Føroyingahavnini og
stendur sum ein såta upp år
botninum. Hann var so
lúnskur
Teir høvdu ligið og fiskað
har og fingið nakrar fiskar,
men báturin rak alla tíðina
móti boðanum. Tá hann var
komin nakað nær, startaði
Jens motorin og sigldi aftur
á aftur
Men einaferð startaði
motorurin ikki. Krumtaps-
aksulin brotnadi. Teir komu
nærri og nærri boðanum, og
at enda var ikki annað at
gera, enn at fara í tann lítla
bátin
Tað var so skjótt, at eitt
brot blakaði >Togo< uppá
boðan, og næsta brotið tók
hann til botns. Tað var endin
á »Togo« hjá Jens hjá Víka
Liasi
oa, SK
TE
PF. VALDEMAR LUTZEN