leygardagur 21. november 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
John Lennon og Paul Mc-
Cartney koyrdu fyri tað
mesta hvør í sínum lagi sítt
ígjógnum. Teirra sangskriv-
arasamstarv var fyrst og
fremst eitt eiti. Nú skrivaðu
teir næstan øll løgini full-
komiliga hvør í sínum lagi,
hóast undantgk vóru. Hetta
var eisini tíðin, tá Yoko Ono
kom inn í lívið hjá John
Lennon, og mangt broyttist.
Eisini kravdi John Lennon,
at hon skuldi vera við hans-
ara lið til ein og hverja tíð.
Eisini í studiounum. Hetta
fall ikki í góða jørð millum
hinar tríggjar, ikki minst tí
Yoko Ono ikki helt seg aftur
við at blanda seg upp í undir
innspælingunum.
Hetta var eisini tíðin, har
John Lennon í roynd og
veru gjørdist narkomanur.
Hann tók heroin, og fleiri
sangir eru beinleiðis tengdir
at hesum. Eitt nú kanska
sterkasta lagið á The White
Album — Happiness is a
warm gun — har Lennon
syngur Í need a fix “cause
I'm going down. Mytan um
The Beatles sum teir reinu
og penu dreingirnir mótveg-
is eitt nú The Rolling Stone
er onki annað enn — ja, ein
myta. Sannleikin er, at The
Beatles longu tíðliga byrj-
aðu við stoffum. Longu í
Hamburg-tíðini vóru speed-
tablettir ikki ókendur kost-
ur. Tá víðagitni Beatles-pro
dusarin George Martin ein-
aferð spurdi Paul McCart-
ney, hvat hann skuldi svara,
tá fólk spurdu hann, hvat
loynidómurin aftan fyri
klassikaran Stg. Pepper's,
var svarid frå McCartney
stutt og greitt: Acid — syra,
ella stoffir. Men hetta vóru
nú eisini 60'ini, tann tíðin
áðrenn fólk rættiliga vóru
greið yvir persónligu og 6-
hugnaligu avleiðingarnar, ið
stoffmistnýtsla kundi føra
til. Svarið kom í fleiri rykk-
um, tá Jimi Hendrix, Jim
Morrison, Brian Jones, Jan-
is Joplin, Keith Moon og
onnur doyðu meira ella
minni beinleiðis av narko-
løstum, meðan onnur so
sum Eric Clapton, Keith
Richard og eisini John
Lennon sluppu undan deyð-
adóminum frá tí ofta drep-
andi nálini.
Ringo rýmdi
Tað var eisini undir inn-
spælingunum av The White
Album, at Ringo Starr í
roynd og veru fór úr The
Bealtes. Tað var bara ongin
uttan fyri, ið visti av tí. Men
Ringo orkaði ikki longur
keglið og vánaliga stevið í
bólkinum. 22. august 1968
segði Ringo takk fyri seg.
— Eg fór yvir til John og
segði, at eg fór. Tit tríggir
síggja hinvegin út til at hava
tað tínt saman, segði eg við
hann, og hann svaraði. “Eg
trúði, tað vóru tit tríggir, ið
høvdu tað gott saman."
Sama svarið fekk eg frá
Paul, tá eg segði honum um
mína avgerð. “Eg trúði, tað
vóru tit triggir” svaraði
hann.
Tvær vikur seinni kom
Ringo Starr aftur. Studio var
fylt við biomstrum og á-
minningum frá hinum trim-
Nr. 222- 21. NOVEMBER 1998
The Beatles eru å
privatari vitjan hjå
Maharishi Mahesh
Yogi i Bangor. Hetta
tidarskeidid i 68
vóru eisini rúgva av
løgunum, sum síðani
komu at mynda
>The White
Albums, skrivað
um um at “tú er tann besti".
Og á einum stórum skilti
stóð skrivað “Welcome
back". Eftir tað var lagið
betri. Kortini merkti fráver-
an hjá Ringo, at tað er Paul
McCartney, ið spælir
trummur á bæði lagnum
Back in the USSR og Dear
Prudence.
Hóast Ringo kom aftur,
so vóru framvegis greið tek-
in í sól og mána um, at The
White Album onkursvegna
var byrjanin til endan hjá
The Beatles. Hóast teir fýra
John, Paul, George og
Ringo framvegis arbeiddu
saman og skaptu stóra tón-
list, so byrjaðu teir eisini at
vaksa frå hvørjum gðrum.
Sum bólkur var talan heldur
ikki longur so nógv um eitt
samstarv. Talan var heldur
um, at John og Paul hver í
sínum lagi brúktu hinar
tríggjar, sum backing-bólk
til sínar sangir. Í summum
fórum var talan um reint
solo-arbeiði, sum t.d. við
sanginum Why Don't We
Do in the Road, har Paul
McCartney spælir øll ljóð-
føri og syngur, medan
Ringo hevur lagt onkur fills
å trummurnar. Hetta er eitt
lag, ið John Lennon helt
vera eitt av teimum bestu
Paul hevdi skrivad, og t6lv
ár seinni segði hann við
Playboy: “ Eg kann ikki út-
tala fyri George, men eg var
altíð sera særdur tá Paul
kom við onkrum, uttan at
taka okkum við." Paul gav
árið eftir av somu skuffu.
“John gjørdi tað sama við
Revolution 9. Hann fór og
gjørdi tað uttan meg. Ongin
fortelur nakrantíð um tað."
Klassikarar
Samstundis byrjaði teirra
produsari gjøgnum allar tær
undanfarnu pláturnar, Ge-
orge Martin, eisini at kenna
strongd av ringa arbeiðslag-
num og vánaligu atmosfer-
uni í studionum. Eitt tíðar-
skeið undir innspælingu-
num fór hann eisini í frí, og
hesa tíðina tók Who-pro-
dusarin Chris Thomas yvir,
og hetta tíðarskeiðið við
Thomas við róðrinum vóru
tíggju sangir sangir lidnir.
Teitra millum var Birth-
day, ið var tann sangurin,
ið skjótast var at taka upp.
Paul McCartney skrivaði
hann í studionum ein dagin,
hann kom til arbeiðis. Sama
kveld varð hann innspæld-
ur. Av ødrum løgum, ið
veruliga vekja áhuga á The
White Album kunnu nevn-
ast Dear Blues, eitt sterkt
Lennon-lag, har allir fýra
beatlarnir vóru stúgvaðir
inn í eitt lítið rúm, og
spældu lagið live inn, sum í
gomlum Cavern-dýgum
Bert onkur rødd hjá Lennon
var seinni rættað. Eitt annað
Lennon-lag, ið var spælt inn
fleiri ferðir var Revolution,
sum dagin í dag framvegis
stendur, sum eitt av sterk-
astu rockløgunum hjá The
Beatles. Paul McCartney
lagið Helter Skelter er eisini
eitt av teimum heilt sterku
løgunum á The White Al-
bum. Av mongum verður
hetta mett at vera fyrsta
heavy metal lagið yvir-
høvur. U2 hava eisini inn-
spælt lagið, umframt fleiri
onnur punk orkestur. Mc-
Cartney skrivaði annars lag-
ið eftir, at hann hevði lisið
samrødu við The Who, ið
søgdu, at teir høvdu skrivad
eitt lag, ið var harðari og
villari enn nakað annað lag,
teir vistu um. Hetta var nóg
mikið til at tendra McCart-
ney. Arbeitt var leingi í stu-
dio við at fáa ljóðið so rátt
og vilt sum gjørligt. Serliga
trummuljóðið tók langa tíð
at gera, og tað er eisini Rin-
go Starr, sum á endanum á
lagnum geylar "I've got
blisters on my fingers!" Og
hetta er sambært Paul Mc-
Lennon, McCartney og nýggi kærleikin hjá John, Yoko. Undir innspælingunum
av >The White Album« var Yoko altid við i studionum og var fús at gera
viðmerkingar - til mikla irritasjón fyri hinar tríggjar beatlarnar
Cartney satt. "Ringo bløddi,
tá hann var liðugur at spæla
hetta lagið", sigur Paul Mc-
Cartney í sínum egnu end-
urminningum frá The Be-
atles tíðini “Many Years
From Now".
Hóast George Martin al-
tíð ynskti, at The White Al-
bum skuldi verið kókað nið-
ur til okkurt um 14-15 teir
bestu sangirnar, so stendur
plátan dagin í dag framvegis
sum ein av teimum heilt
stóru, ið The Beatles góvu
út. Hvør í sínum lagi er
størsti parturin av sangu-
num sera særkir, har eisini
George Harrison rættiliga
byrjadi at gera um seg vid
lagnum While My Guitar
Gently Weeps — sum Eric
Clapton forrestin spælir sol-
oina å.
Hetta var eisini eitt av
eydkenninum, id gjørdi
muni millum The Beatles
og fleiri onnur stór orkestur
tá í tíðini. Meðan Rolling
Stones at kalla altíð spældu
sínar sangir inn eftir ngku-
lunda sama leisti, so leitaðu
The Beatles støðugt eftir
nýggjum hættum at spæla
sangir inn uppá. Nýggj ljóð,
ødrvisi instrumentatiónir,
aðrir tónleikarar, kollvelt-
andi studioteknikkur, so um
at klippa bond, speeda upp
og speeda niður, mjúkar
balladir, skerandi rockur,
avantgarde poppur. The
Beatles innihelt alt.
Og ikki minst The White
Album: