Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ir SR Turið Kjølbro Hon er útbúgvin lærari og er rithøvundi. At skriva til børn og ung hevur frá byrjan ligið henni næst at hjarta og íblástur til hennara bøkur kemur eitt nú úr nærum- hvørvinum, år skúlagarðinum og annars úr samskifti við børn og ung. Tað eru tólv ár síðani Lydia Didriksen debuteraði. Tað var við stuttsøguni Frostrósan, ið varð skrivað í sambandi við kapping, sum Kvinnutíðindi skrivaðu út. Í 1993 kom stuttsøgusavnid Gráglómur, men bæði áðrenn og síðani hevur tað verið søgur til børn, smærri og størri, og ung, ið hon hevur lagt meginpartin av orkuni í. Og í september fekk Lydia barnabókavirðislgn Tórshavnar býráðs. Í grundgevingini fyri at veita Lydiu Didriksen virðislgnina segði nevndin fyri barnabókavirðislenina, at hon hevur í bókum sínum tikið fram áleikandi spurn- ingar og tvørleikar hjá børnum, ið hava ilt við at fóta sær í skiftandi umhvervi. Í framseting sínari á góðum máli hevur hon við hepnari hond tengt spenning og loysnir inn í søgugongdina. Eiga bókmentir til børn at vera um trupulleikar og tvørleikar, id eydkenna tað at vera barn? - Ein partur ja, men børn eiga eisini at hava aðrar bókmentir í vali, til dømis ævintýr, ævintýrkendar søgur og annað. Børn hava ymiskan tørv og áhuga og tí skulu barnabøkurnar vera ymiskar, sigur Lydia Didriksen. - Eg skrivi um tað, sum fangar meg og tað sum hevur mín áhuga, eitthvert sum hendir í gerandisdegnum hjá børnum. Tað er líka so nógv tað innara lívið, sum hev- ur týdning sum hendingarnar rundanum. Og eg rokni við, at tað verður hetta slagið av barnabókmentum sum eg fari at takast við frameftir eisini. - Barnabókmentirnar broytast alla tíð- ina, eins og børnini. Børn í dag eru so nógv gðrvísi enn tá ið eg vaks upp. Tá skuldu vit duga at sita still, tiga og ikki gera nógv hóvasták burtur úr okkum sjålvum. Í dag verða børn uppald til at duga og tora at siga sína meining. Og tað krevur sjálvandi aðrar bókmentir. At børnini kunnu kenna seg aftur í bókunum hevur so stóran týdning, sigur Lydia Didriksen. Hjartasuff Felags fyri øll skrivandi fólk í Føroyum er, at tey sakna ummæli og umrødu av tí tey skriva. Fær bókin ikki umrødu verður hon tagd og gloymd burtur. - Vit hava hvorki eitt bókmentakjak ella bókmentakritikk sum er og soleiðis hevur tað verið síðani Brá helt upp at at koma út. Hvi er knappliga tøgn? Hetta her við at viðurskiftini eru smá í Føroy- um, at gll kenna hvønn annan og tí halda seg frá at ummæla trúgvi eg bara er ein vánalig undanførsla. - Miðlarnir áttu eisini at gjørt meiri burtur úr, tá ið ein bók kemur út. Teir áttu at havt eina mentanardeild, har eitt nú bøkurnar sum koma út verða lagdar undir luppin. Rói Patursson hevði nakrar góðar sendingar í útvarpinum miðskeiðis í átta- tiårunum, har hann tosaði við rithøvundar um teirra starv og verk. Tað vóru góðar sendingar og tað er avgjørt saknur á slík- um umrødum í dag, sigur Lydia Didrik- sen. - Forløgini eiga eisini eina uppgåvu út um tað at geva bøkurnar út, nevniliga at formidla bókina til lesararnar. Men veru- leikin er, at tey hava ikki ráð. Tá ið bókin Nr. 222- 21. NOVEMBER 1998 Lydia Didriksen, rithóvundur: Tað býr ein framtíð í tí at skriva - At skriva til børn og ung er nakað serligt, tí lesaraskarin letur frætta frå sær. Tað er ein fyrimunur sum føroyskir rithøvundar hava av at liva í eini smátjóð. Tað fløvar, tí tá veitst tú, at bókin er á lívi, at hon verður lisin. Og tað er virdisløn í sær sjålvum og so var tað alt stríðið vert. - Kunnu mínar bøkur kveikja lesihugin og skapa lesi- gleði og kanska harafturat menna lesiførleikan hjá børn- um og ungum, ja, so býr ein virðismikil framtíð í tí at skriva. At fáa góðar bókmentir er ein samfelagsuppgáva, tí tað hevur so ótrúliga stóran tydning at børn hava før- oyskar bøkur at lesa, sigur Lydia Didriksen, rithøvundur - At skriva er sálarbót. Tað hevur stóran týdning fyri meg og eg verði glað. Sjálv prosessin at skriva, henda kenslan at søkka niður í teg sjålva og verða púra uppslúkað har tú bara ert, sigur Lydia Didriksen er komin í bókahandlarnar er teirra ar- beiði liðugt. Ei heldur bókahandlarnir, sum hóast alt fáa triðingin av kostnaði- num sum inntgku lýsa. Onkur einstøk bók, sum selur framúr væl, verður lýst við. Og av tí, at hvørki bókaforlggini ella bókahandlarnir gera nakað við at lýsa fyri bókini fáa ummælini so øgiliga stóran tydning. Uttan mun til, hvussu tey eru. Fråstøda neyðug - Eg havi altíð sent míni handrit út til fólk, eg havi álit á, biðið tey um at lisið handritið ígjógnum og givið mær kritikk, sum eg kann brúka til nakað. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur eina skipan við konsulenti og nú gjalda tey eisini fólki fyri tænastuna. Hetta átti at verið ein fastur táttur á øllum forløgum. Tað eru altíð fólk, sum ikki vilja hava nakran at hyggja handritini ígjógnum, og somu- leiðis altíð konsulentar, sum ikki hava førleika á økinum. Eg sigi heldur ikki ja takk til ein og hvgnn konsulent. Fyrsta treytin er, at ein kann hava álit á við- komandi og at viðkomandi bókmentaliga er væl fyri, sigur Lydia Didriksen. - Ein góð loysn eftir mínum tykki kundi verið at havt eitt alment forlag, ið gav fagurbókmentir út eins og vit hava á skúlabókagkinum og lutvíst fyri barna- og ungd6msbøkurnar. Hetta forlagið skuldi havt nakrar konsulentar knýttar at sær. Hesin tankin hevur verið frammi fyrr og trúgvi eg er ein gongd leið at fara. Forlagið kundi eitt nú skipað fyri skeið- virksemi, har høvundar kundu farið á skeið og lært um ymisk viðurskift, ið gera seg galdandi í einum teksti, tá ið tú skrivar. - Tað er greitt, at jú longri tú arbeiðir við einum teksti, jú longri kemur tú inn í Mynd: Álvur Haraldsen. kjarnina. Meir myndamál kemur fram og meiri dýpd kemur í. Tá ið tú situr og skrivar hevur tú onga fråstødu til tekstin. Tað fært tú ikki fyrr enn tú letur hann liggja eina tíð og so kemur aftur til hann. Henda fråstødan er neyðug, skalt tú fáa eyga á veikleikar og brek í tekstinum. Og her kemur konsulenturin inn í myndina, tí hann hevur hesa fråstøduna. Bókmentir styrkja um samleikan Hvat itøkiliga verður ødrvisi hjá skriv- andi fólki í Føroyum, tå ið vit fáa ein orðaðan mentapolitikk, valdast, hvussu nógvur peningur verður settur av til mentan og rithøvundavirksemi, sigur Lydia Didriksen. - Vit kunnu hugsa okkum, at skrivandi fólk sleppa at arbeiða meiri málrættað og miðvíst. Fyrst og fremst hevur tað týdn- ing at fáa felt niður á eitt skjal, at tað hevur virði og tydning at hava bókmentir, sum spegla okkara samfelag og samtíð og at peningur verður játtaður at fremja hetta. Føroyingar eru ógvuliga sárir um, hvat onnur halda um okkum, vit spegla : okkum altíð í, hvat danir og onnur halda H um okkum. Vit hava so lítla sjálvsvirð- ing. Tað hongur helst saman við, at vit hava ein veikan samleika. Ert tú sterk í tær sjálvari og hvílir í tí, hevur tað ongan týdning, hvat onnur halda um teg. - Har hava bókmentirnar ein styrkjandi leiklut, bæði málsliga og fyri okkara samleika. Tí eigur tað at skriva at verða tikið í álvara. Vit eiga at koma burtur frá hesum, at tað at skriva er frítíðarvirk- semi. At skriva kann aldri verða eitt ftriv, tí tað hevur so stóran samfelagsligan tydning. Vilja vit bøta um dygdina á ti, sum verður skrivað, trúgvi eg, at starvs- lønir, skeiðvirksemi, stuðul annars eru A