Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 222- 21. NOVEMBER 1998 tíðindablaðfð/ Sostalurin Zarin) A vegir at røkka hesum máli. Ofta verður sagt, at føroyskar bøkur standa ikki mát við útlendskar, sjáldnari hoyrir tú, at arbeidsumstødurnar hjá føroyskum rit- høvundum als ikki kunnu samanberast - við hvussu umstødurnar eru aðra staðni. I Føroyum arbeiða skrivandi fólk í brotum. Tú sleppur aldri longri inn í tekstin enn tíðin loyvir tær. Og tað ávirkar eyðsæð úrslitið. Eg havi eina skaldsøgu liggjandi, men eg hætti mær ikki undir hana fyrr enn eg havi ráð at keypa mær frí. - Alt ov avmarkaðar starvslønir muna ikki nóg væl. Tað leggur eitt alt ov stórt trýst á teg sum høvund. Arbeiðir tú til dømis við eini skaldsøgu, sum tú skalt verða liðug við til eina ávísa tíð, verða tað ólivilig líkindi at fáa nakað frá hond- ini. Øll eygu verða vend ímóti tær og fólk fara at sera spurnartekin við, um nakað kemur burtur úr, sigur Lydia Didriksen. Øll gera sítt besta Í sambandi við handanina av Mentanar- virdisløn landsins, sum á fyrsta sinni varð latin fyri tveimum vikum síðani segði landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, at hann vónaði at virdislønin fór at styrkja føroyskt mentanarliv. - Eg trúgvi, at starvslønir til rithøvund- ar og listafólk høvdu komið betri við. Tað er arbeiðsfrið okkum tørvar. Hinvegin haldi eg, at tað er gott at fáa eitt herða- klapp, men eg trúgvi ikki, at ein slík virdisløn fær skrivandi fólk at kýta seg meir og skriva betri fyri at koma uppá tal at verða heiðrað. Eingin skrivar fyri at verða heiðraður. Tá ið tú situr og skrivar gert tú títt besta út frá tínum førleika. Tá ið handritið er liðugt heldur tú, at tað kann ikki verða betri, annars hevði tú ikki slept tí. Ein heidursløn ger hvørki frá ella til. Men tað er avgjørt gott, at tey, ið hava avrikað nakað, sum gll hava gleði av, fáa herðaklapp. - At fáa góðar bókmentir, góða mynd- list ella hvat tað skal vera er ein samfel- agsuppgáva. At skriva barnabøkur til demis kann aldri vera eitt ítriv, tað er ein samfelagsuppgáva, tí tað hevur so ótrú- liga stóran tydning at børn hava føroysk- ar bøkur at lesa. Vit sk:lu so stutt aftur í tíðina, tá ið børn einki høvdu at lesa á føroyskum. Skrivandi fólk liva frå hond- ini í munnin. Fyri eitt handrit eg havi skrivað gjøgnum eitt lítið ár fái eg eina góða vikuløn burturúr. - Ein eldri næmingur spurdi meg ein dagin, hvussu nógv eg fekk fyri at skriva eina bók. Grundin til at hann spurdi so var, at vit júst høvdu lisið eina søgu frá 1884 efir svenskan rithøvunda, sum noyddist at arbeida sum lærari fyri at breydføda seg og sina familju. Eg segði honum, hvør samsýningin er, og tá ið hann hevði sodnað svarið segði hann, at so dugdi hann als ikki at síggja, at tað var nøkur framtíð í tí at skriva. Tá ið umstødurnar eru so vánaligar, hvat fær so fólk at skriva kortini? - Tað hevur í grundini einki við pengar at gera. Eg havi tað soleiðis, at okkurt, eitthvørt eg síggi ella hoyri fær nakrar tankar í gongd. Soleiðis verður ein mynd hangandi í høvdinum og huginum á mær í langa tíð og so má eg skriva hana. Tað órógvar teg líka til tú setur teg at skriva, so fara tankarnir í gongd. Ein onnur verð veksur innan í tær, búnast og so mást tú hava hana út. Akkurát sum at eiga eitt barn. Munurin er kortini, at tá ið tú hevur slept bókini er hon úti av verðini. - At skriva er sálarbót. Tað hevur stóran týdning fyri meg og eg verði glað. Sjálv prosessin at skriva, henda kenslan at søkka niður í teg sjålva og verða púra uppslúkað har tú bara ert. Tá ið tú skrivar arbeiðir tú teg ígjógnum nakrar sålarfrød- iligar prosessir í tí tú skapar sýguna, har tú sjálv skalt ígjógnum eitt sannkenning saman við søguni. - At skriva til børn og ung er nakað serligt, tí lesaraskarin letur frætta frá sær. Tað er ein fyrimyunur sum føroyskir rit- - hevppdar hava av al liya.j eini småt Gå... Foreldur og børn, ung, næmingar og EN - Alt ov avmarkaðar starvslønir muna ikki nóg væl. Tað leggur eitt alt ov stórt trýst á teg sum høvund. Arbeiðir tå til dømis við eini skaldsøgu, sum tú skalt verða liðug við til eina ávísa tíð, verða tað ólivilig líkindi at fáa nakað frá hondini. Øll eygu verða vend ímóti tær og fólk fara at sera spurnartekin við, um nakað kemur burtur úr, sigur Lydia Didriksen ; lærarar koma ofta og siga teirra hugsan um bókina. Tað fløvar, tí tá veitst tú, at bókin er á lívi, at hon verður lisin. Og tað er virdisløn í sær sjålvum og so var tað alt stríðið vert. Og eg vil siga tað soleið- is, at kunnu mínar bøkur kveikja lesihug- in og skapa lesigleði og kanska harafturat menna lesiførleikan hjá børnum og ung- um, ja, so býr ein virðismikil framtíð í tí at skriva. - Mín varhugi er, at føroyskar barna- bøkur verða nógv lisnar, og næmingar í framhaldsdeildunum eru ógvuliga grammir eftir teim nýggju bókunum. Men $o vil eg eisini siga, at summar av teim týddu bókunum bara verða lisnar av teimum fáu, fínar týddar bøkur, men har málið er ein forðing, tí tað er ov tungt. Sjálv undrist eg mangan á málið hjá týð- arunum, teir hava ikki hugsað nóg væl um, hvgrji tey eru sum skulu lesa bøkur- nar. Hátíðarlig, eldri orð og orðasaman- setingar. Sjálvandi skulu lesararnir eisini læra nøkur nýggj orð, men bøkurnar nýt- ast ikki at vera so gjógnumsúrgaðar av teimum. - Tað sýnist at vera ein tendensur tann vegin, at bólkurin av málsliga veikum næmingum veksur. Børn sum ikki duga at greiða frá og sum ikki hava orðatilfarið. Tað eru tekin um, at tað verður lisið og fortalt minni og minni fyri børnum. Hesi viðurskifti eiga at verða kannað, slíkar kanningar verða gjørdar í øllum ødrum londum. Lesingin er so grundleggjandi fyri børnini, at tað eigur at verða satsað meir. Eitt átak átti at verið gjørt fyri les- ingini. Eg ivist ikki í, at øll foreldur vilja børnum sínum tað allar besta, men eg eri ikki viss í, at øll foreldur vita, hvussu stóran týdning tað hevur at lesa og siga frá fyri smáum børnum, sigur Lydia Didr- iksen. Eitt bókmentaráð Sum fyrrverandi formaður í Rithøvunda- felagnum hevur Lydia Didriksen nakrar tankar um, hvussu umstødurnar hjá rit- høvundum kundu yerið og hygrjjálgk . ir hevði verið ein vegur at ganga. Danir fingu í 1996 eina bókmentalóg og eitt bókmentaráð at fremja lógina. Endamálið við tí er at styðja bókmentir og atgongd- ina til bókmentir umframt at spreiða danskar bókmentir í útlandinum. Økid lógin virkar innan fyri eru danskar og týddar fagurbókmentir, her undir prosa, lýrikk, dramatikk, barna- og ungdóms- bókmentir umframt yrkisbókmentir. Við hesum fyri eyga er bókmentaráðið stovn- að. Tey ið manna ráðið eru b6kavørdir, rithøvundar, békmentafrødingar og onnur. Ráðið fær eina ávísa upphædd á hverjum ári, sum verður lutað í ymsar puljur, og á hvørjum ári ger ráðið eina virkisætlan, sum mentamálaráðharrin góðkennir. Ráð- ið letur pengar til eitt nú ferðalegatir til týðarar og arbeiðslegatir til dramatikarar. Ein partur av upphæddini verður brúktur til at stuðla verkætlanum, endurútgávu av donskum klassikarum, at formidla skald- skap hjå ungum, skeidvirksemi hjå rit- høvundafeløgunum, og upplestri hjå rit- høvundum. Peningur verður eisini brúkt- ur til at stuðla útbúgvingum hjá týðarum, bókmentakritikk og bókmentapolitikk. Samlaða upphæddin bókmentaráðið ræð- ur yvir er ikki ætlað at verða spjødd út til ymsu tiltøkini. Einasti møguleiki føroy- ingar hava at søkja stuðul úr er Ment- unargrunnur Føroya Løgtings. Har kunnu øll søkja og flestu umbønirnar verda gingnar å møti. - Danir satsa meiri málrættað, meðan vit stuðla meiri breitt. Eg dugi ikki at síggja nakra meining í, at Mentunar- grunnurin skal stuðla so breitt. Heldur átti grunnurin at stuðla meiri miðvíst - í tráð við danska bókmentaráðið. Vit eiga at hyggja eftir, hvat er yrkismentan og hvat er áhugamentan og so býta upp. Grunn- urin kundi til dómis verið tvíbýttur í tvær puljur eina til yrkismentan og eina til áhugamentan, sigur Lydia Didriksen. - Eg havi skilt, at Mentamálastýrið hevur í umbúna at seta starvslønir í verk, ið bara fevna um 3-6 mánaðir. Tað boðar ikki frá góðum. Tað er næstan verri enn einki, tí tað er so øgiliga trupult at hava eing so stuttafreisi hangandi yvir høydi- num. Starvslønirnar skulu vera ymiskar í Mynd: Álvur Haraldsen. longd eins og í grannalondunum. At fáa starvsløn í 3-6 mánaðir fáa vit ikki betri skaldskap av. Grenlendingar arbeiða nú av øllum alvi at fáa sett eina bókmentalóg um bók- mentaráð í gildi í Grønlandi. - Grønland satsar nógv uppá rithøv- undarnar og grønlendskar bókmentir. Grønlendska rithøvundafelagid hevur ikki fleiri limir enn okkara, um teir 90 limir- nar, men tey fáa 150.000 krónur frá landsstýrinum at arbeiða við. Tað hevði verið hugaligt, um ein líknandi bók- mentalóg og eitt bókmentaráð varð sett á stovn í Føroyum, sigur Lydia Didriksen at enda í viðtali. Ritverk Lydiu: Frostrósan, stuttsøga, skrivað í 1986 í sambandi við stuttsøgukapping sum Kvinnutíðindi skrivaðu út. Segur frá hesi kapping eru prentaðar í bókini Frostrósan og aðrar søgur, ið Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1987. Skuggar, ungdómsskaldsgga, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1990. Gráglómur, stuttsøgusavn, sum Meginfelag Føroyskra Studenta gav út í 1993. Fleiri av hesum søgum eru týddar til onnur mál, t.d. íslendskt, norskt, danskt, svenskt, enskt og | portugisiskt, og eru givnar út í søvnum. Stóri Tóri og lítla Liv, søga til smærri | børn sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1997. Hvør vil eiga myrkrið, ungdómsskaldsgga sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1998 Kom og skriva Í, 1996, Kom og skriva II frå 1997 og Kom og skriva HI, 1998/99 | Harumíframt eru stuttsøgur prentaðar REESE Brå føl is Div