týsdagur 24. november 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Sí
e Joensen hevur einasta leiklutin í leikinum, sum Poul Johannes Lindberg umsetti eftir Finn Methling
Ferðin til teir
Mynd: på; Kristian vang
grónu skuggarnar
— Havnar Sjónleikarfelag hevur hesaferð givið einum leikara yrkisumstødur
at átaka sær uppgåvuna at bera fram henda einrøduleik. —
eitt skúlastykki at fáa sagt eina stóra søga í leiklistarligum hópi í minni enn
ein klokkutíma. - Áhoyrarin sjálvur kann arbeiða víðari við tí, sum leikarin
ber fram, tí tað verður einans nomið við tey einstóku fyribrigdini, og tað er
hetta sum ger leikin so serstakan, skrivar Gulla Øregaard m. a. í ummælinum
av leikinum
Einrøduleikur eftir Finn
Methling- Umsett hevur
Pc ul Johannes Lindberg
Leikurin er um livid -
Feðing! - Liv og leik í
barna- ungdóms- mandóms
g ellisårum. Aftur og aftu
kemur vár, summar , 2
g vetur. Náttúran skiftir lit
g ham, eins og mannalívið
Æviga temaid longsil,
kærleiki, skildnaður, deyði,
lív . Hendur sum sleppa og
hendur sum lofta er tað, sum
einrøduleikurin ber okkum.
Tå sært fyri tær vaggandi
farið hjá einstakum manna-
barni fara gjøgnum serligar
letur/skeið í lívinum
Havnar Sjónleikarfelag
hevur hesaferð givið einum
leikara yrkisumstødur at
åtaka sær uppgåvuna at bera
fram henda einrøduleik. —
Leikurin er sum eitt skúla-
stykki at fáa sagt eina stóra
søga í leiklistarligum høpi í
minni enn ein klokkutíma.
- Ahoyrarin sjálvur kann ar-
beiða víðari við tí, sum leik-
arin ber fram, tí tað verður
einans nomið við tey ein-
støku fyribrigdini, og tað er
hetta sum ger leikin so ser-
stakan.
Jytta Joensen vísir her
sínar leikaragávur sum ong-
OR: EU: AÐ UU AS COCO 2
antíð áður, og tú ert ikki í
ivað um, hvar í lívinum hon
ferðast, tá tú sært lívsskeið-
ini. Leikurin hevur nógv
skifti við sinnisligum
broytingum, og tað er her
Jytta verunliga verður av-
bjóðað og megnar uppgáv-
una.
Sjónleikarhúsið í Havn
hoyrir møguliga , eftir at tað
er renoverað „ til eitt av
teimum mest spennandi
leikhúsunum ,av sínum
slagi, í Norðurlondum.
Tórshavnar kommuna hev-
ur gjørt rætt í at stuðla fel-
agnum at fáa hølini og
húsið í so frægan stand sum
tey eru.
Enn eru óivað stór tek,
sum skulu takast, fyrr enn
húsið hevur tær umstødur,
sum eitt verunligt býarleik-
hús skal hava, men her er
komið væl áleiðis .
Tað sum gleðir mest er,
at tann upprunaligi salurin
er, sum hann var, og júst í
hesum leikinum var saman-
renningin millum leikara,
rúm og teknikk í gamla
sjónleikarhúsinum so fram-
úr hugtakandi, at ein og
hver sum hevur teatrið kært,
eigur at geva sær stundir at
njóta løtuna saman við leik-
aranum sum ferðast við
okkum til teir grónu skugg-
arnar.
Eyð Matras hevur við
hesum einrøduleiki vist at
hon er før fyri at leikstýra
og at gera arbeiðið til lítar.
Poesiur og leikkynstur
ganga hond í hond. Tú varn-
ast ongastaðni, at leikurin
dettur sundir, so tað er ikki
minni enn ein létu við
leiklist, sum kann saman-
líknast við eitt tónleikaverk.
Lýsingin av barninum er
møguliga tann parturin,
sum hevur onkran veik-
leika.
Stamen Stantchev hevur
nú fleiri ferðir gjørt tónleik
til føroysk sjónleikaratiltók
og til henda leik hevur hann
enn einaferð prógvað at
hann er førur fyri at hjálpa
leikaranum gjøgnum tor-
skildar smogur f leikverki-
num við at gera tónleik sum
byggir uppundir leikgongd-
ina.
At áskoðarar, sum einans
kunnu vera 50 í tali, sita
frammanfyri pallinum og
hyggja oman í salin har
Jytta Joensen ferðast gjøgn-
um lívsskeiðini, er eit gott
val. - Hesa ferð hevur Ed-
vard Fuglø, scenografur
Leikurin er sum
gjørt eina pallmynd sum er
ørvisi í sniði enn nakað ann-
að, sum eg havi sæð hann
gjørt. Sjáldan hevur tað
einkla verið meira spenn-
andi.
Ljóskastarar frá svarta
loftinum vóru meira ruddi-
ligir og væl skipaðir enn vit
ofta síggja teir , og ljós-
skipanin hjá Nielsi Nielsen
og Turpin Djurhuus gav
rætta dámin..
Eg møtti einum persóni í
farnu viku, har prátið kom
inn á henda leikin. Viðkom-
andi eg tosaði við
segði , at hann orkaði ikki
fleiri kvinnuleikir. Eg segði,
at tað er ávíst rák í tíðini at
kvinnur skulu forklára seg
og sínar kenslur, men júst
hesin leikurin er skrivaður
av einum manni, sum i dag
hevur rokkið ellisár.
Eftir at hava sæð
einrøduleikin "Kvinnuliv”,
sum hann eisini ber heitið,
haldi eg, at hetta er ikki
einans søgan um eina
kvinnu. Hetta er søga um
menniskja í sorg og gleði
Tórshavn, hin 22.11.1998
Gulla Øregaard
Nr. 223 — 24. NOVEMBER 1998
Pól F., frændi
Við skaldabrandi í hendi
á pegasus veingjum so víða
mangan á hermótum lendi
mót gramligum liðum stríða
Í andans heimi so víða
brynjuklæddur — sverði í hendi
til helheims tordi at stíga
tó mangan í glæstrihøll lendi
skaldahetjan tílíkt vísir
bræneggjað skaldasvørd
harðbalna fosturlandsjørd
ei lognbrá hýsir
Yvirstættin sum piðað rað
sjakalarnir svangir vóru
fingu mettuna úr vanbýtis vað
tey kúgaðu byrðarnar bóru
Reið til heljar niður
skoðandi harkaliðið
tað sjónska, ei tú tigur
hví so nasadjarvur tú ?
torir lenda í tílíkari búð
tráanin tó móti hægri miði
Frændi! tær tøkk vil veita
dýrgripir skrivað
í Føroya fólks sål vil liva
eldhugada skaldahjarta heita
Tin rødd ljóðar snjøll
min ei so hvøll
el javnmeta
við lið tina seta
Skaldaseggur støðugt spjallar
óræddur tordi ríða
til himna glæstrihallar
oman heljarríki stíga
Fínu og reinu likam sitt tváða
venda tær bakið
samvitska tvíeggjað svørd
hástóru nektað — rættvisi sáað
likamid nakið
hálovar fosturlandsins jørð
Á Beinisvørdi fosturlandið skoðar
oyggjarnar føgru — rúnarlogar
móðurmálsalskur í yvirflóð
skaldabrandurin alt oyðandi hjó
Málbúnar margir og lættir
øsandi, måttmikla hav
hugflogið vittfevnt eitt rámandi mål
rúnaris í føroysku sál
skaldsligar varðar í lut oss gav
mergjaðar, beinraktar tættir
Stórsligna skaldaverk
— ei kemur at síggja —
verður lyftur til skýggja
latin í Ladangardsbrødranna serk
Frændi! metast í løtum
á skaldafløtum
í glæstrihøll fjar
finnast har
skaldaljómur hátt
á degi og nátt!
(Brot úr yrking frá 1967
- endurprent frá 1968)
Nov.-98
Sólmundur Joensen