Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. november 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 227 — 28. NOVEMBER 1998 una og Sundalags komm- una) í heila tíkið eru førar fyri at uppbyggja eina nøkt- andi fyrisiting. Kommunu- nevndin hevur eftir øllum at dóma ikki vidgjørt spurn- ingin, men greiði má fáast á honum, áðrenn ætlanin verð- ur sett í verk. Líkt er til, at ætlanin er at býta Suðuroynna í tvær kommunur, og møguliga eisini gera fleiri smærri kommunur í Eysturoynni. Leggja vit okkum í geyma, at avleiðingin av nýggja uppgávubýtinum verður ein munandi stórri kommunal fyrisiting, er greitt, at hetta er heilt burturvið. Til dømis gevur tað heilt einfalt onga meining at hava eina dup- ulta kommunala umsiting í Suðuroynni, tí hetta kostar borgaranum almikið í skatt- apengum; og fyri ikki at nevna møguleikan fyri sam- starvstrupulleikum ímillum tvey øki (Vágur og Tvør- oyri), sum søguliga sæð al- tíð hava kappast. Greitt er, at tað gongur long tíð, áðr- enn eitt veruligt samstarv millum bygdirnar í Suður- oynni fæst í lag, um oyggin verður til eina kommunu. Men verða tvær kommunur skipaðar í Suðuroynni, er ein avgerandi fyritreyt fyri framtíðar samstarvinum í oynni burtur, tí kommunur- nar fara uttan iva bæði at kappast og klandrast sína- millum. Vit ávara tí staði- liga ímóti hesi loysnini. Høvudstrupulleikin í sam- band við nýggju kommunu- skipanina er, hvussu vit fáa eina fyrisiting úti í komm- ununum, sum bæði er før fyri at veita borgarunum eina dygdarg60a tænastu og samstundis megnar at gagn- nyta skattapeningin effek- tivt. Kommununevndin hev- ur tiverri onki greitt bod, og tað sær ikki mætari út, enn at hildið verður, at bara tú leggur uppgávurnar út til kommunurnar, so kemur restin av sær sjálvum. Eitt gott dømi er trúgvin uppá, at nýggju stór-kommunumar kunnu fáa skikkað (kvali- ficerað) stravsfólk, tí ar- beiðið gerst meira áhugavert (p. 113f). Hetta er ein rætti- liga naivur hugsunarháttur, tí tað er púra greitt, at fólk í dag seta nógv stórri krøv til løn, arbeidisumstødur og livimøguleikar á staðnum, um tey skulu flyta út um megingkið. Misskiltar marknaðarkreftir Sjálvandi er 6møguligt at viðgera kommunuálitið út í æsir á hesum stað, tí so hevði neyvan verið pláss fyri ødrum tilfari í hesum Sosi- alinum. Men ávísir aðrir partar av tilmælinum krevja kortini eina viðmerking, og tað er serliga galdandi fyri tann háttin sum kommunu- nevndin nýtir hugtøkini marknaðurin og markn- aðarkreftirnar. Í viðgerðini av sambandinum millum kommunumar og vinnulívið verður nevniliga sagt, at marknaðurin sjálvur syrgir fyri javnvág. Tað almenna skal tí ikki blanda seg upp í marknaðarkreftirnar, = og kommunurnar skulu í hvørki beinleiðis ella óbein- leiðis vera partur av vinn- ulívinum (p. 106ff). Satt at síga skal ein leita leingi eftir eini slíkari fund- amentalistiskari trúgv uppá marknaðin, og tað hevði tí verið rættiliga hent, um kommununevndin kundi ko- mið við onkrum praktiskum dømi uppá hesa "marknad- arjavnvåg”, ið tosað verður um. Eftir okkara tykki hoyrir ein slík naiv og læribóka kend fatan av hvat ein marknaður er als ikki heima í einum áliti av hesum slag. Tað eru skrivaðir kilometrar av bókum um marknaðin sum hugtak, og tí er heilt burturvið at henda einstaka fatanin (neoklassisk búskap- arteori) verður heyjað upp til ein almennan sannleika, sum spurnartekin ikki kann setast við. Stutt sagt, verða markn- aðir skaptir av li vandi menn- iskjum og ikki ósjónligum hondum. Tað finnst ikki ein marknaður, men óteljandi marknaðir. Teir eru uppbyttir í bæði lokalar, nationalar eins væl og altjóða markn- aðir, og geva heilt ymiskar avbjóðingar og møguleikar fyri lokalari menning. Hetta viðgongur kommununevnd- in eisini óbeinleiðis, tá mælt verður til, at kommunurnar skulu hava heimild at eiga bygningar á havnagkjunum og reka hesar eftir vinnu- ligum fyritreytum (p. 69 og p. 108). Møguliga stava metingar- nar hjå kommununevndini um sambandið millum kommunur og vinnulív frá royndunum við ræðslufyri- dómunum av Sandi og Tvør- oyri, sum hava elvt til ovur- stóra skuld. Greitt er at hetta ikki má endurtaka seg, og greitt er eisini, at kommun- urnar ikki skulu nýta al- mennan pening til beinleiðis at kappast við privatar. Men merkir hetta eisini, at vit skulu nokta kommu- num at vera við í menning- arfeløgum, vinnulivsfeløg- um, at byggja vinnulivs- og vitanarnetverk ella å annan máta stuðla lokalum vinnu- lívi? Gerá vit tað, verður skjótt øskukalt í mongum føroyskum heimi. Alma og SEV Í tilmælinum viðvíkjandi al- mannaverkinum (p. 64f) er rættiliga stórur saknur í eini eins nágreiniligari viðgerð sum kommununevndin hev- ur gjørt á skattagkinum. Tað er m.a. eitt sindur torført at skilja, hví pensi6nsøkid ikki eins væl kann leggjast út til kommunurnar, sum forsorg- argkið? Rættast hevði tí verið at samansjóðað tær ætlaðu broytingarnar á almannagki- num við broytingarnar í kommunala bygnaðinum. Tað kundi verið gjørt við eini sonevndari "socialkom- misi6n”, ið fekk til uppgávu at gera eitt samlað uppskot við broytingum av almann- averkinum, soleiðis at tað í størst møguligan mun verð- ur latið kommununum at umsita. Eitt decentralt al- mannaverk, id byggir å før- oyskar fyritreytir, hevði verið munandi meira hóski- ligt enn tann núverandi stød- an, har grundarlagið undir almannaverkinum fyri tað mesta er ein hópur av goml- um donskum lógum. Stórt betri er ikki, at gomlu tíðindablaðið SOS donsku lógirnar nú eru á veg til at verða avloystar av nýggjum føroyskum lógum, sum tíverri í alt ov stóran mun eru vánaligar umseting- ar av donskum lógum. Kommununevndin hevur eisini megnað at komið rundanum ein tann størsta trupulleikan = í verandi kommunubygnaði við at siga minst møguligt og kort- ini ávísa eina gongda leið ímóti eini loysn. Hesin trup- ulleikin er, hvat gerast skal við felagskommunala fel- agsskapin SEV. Kommunu- nevndin loysir hann við at siga elveiting vera eina landsuppgávu (p. 60), og harvið er svartiper endaður úti í Tinganesi! Greitt er, at spurningurin, um hvat gerast skal við SEV, lættliga kann gerast ein stór- ur politiskur stríðsspurning- ur, tí fyritøkan hevur áður víst seg at vera ógvuliga måttmikil. Ilt er at siga, hvat hetta endar við, men ein møguleiki er, at SEV verður gjørt til eitt alment parta- felag eins og telefonverkið. Harvið er trupulleikin tó ikki loystur, og spennandi verður tí at síggja, um landsmynd- ugleikarnar megna at halda eftirlit við SEV, ella um fyr- itøkan kann halda fram utt- an stórvegis broytingar. I gjøgnumgongd okkara av kommunuálitinum hava vit ferð eftir ferð rent okk- um í eitt ávíst fyribrigdi, sum vit ikki kunnu lata vera við at koma við einum litl- um hjartasuffi um. Álitið er merkt av, at nakrar ræðuligar máliskur av og á koma fyri, sum bæði gera tað tungt og tvørligt at lesa álitið. Nøkur dómi eru: “Miðfirringarligur fyrimunur”, "eydlyst”, “eft- irløningur”, "åeggjan” o.s.fr. Hetta stavar 6ivad frå einum óhepnum rættlestri, og skal ti ikki leggjast kommunu- nevndini til last. Men hartil eru fleiri vanligar stavivillur at finna kring ålitid. Okkara vón er ti, at fólk, ið rættlesa fyri tað almenna, nýta høvid at rætta stavivillurnar, heldur enn at gera alt tað tey eru ment fyri at forbrongla sjálv- an tekstin. Vinstra hond veit ikki, hvat høgra hond ger Hóast vit hava verið rætti- liga hvassorðaðir í viðgerð- ini av kommunuålitinum, skal ongin ivi vera um, at nevndin hevur havt eina sera trupla uppgávu. Ongir ver- uligir politiskir málsetning- ar eru um, hvussu almenna umsitingin í Føroyum skal skipast. Og harumframt hava stórar bygnaðarbroyt- ingar verið settar í verk í miðfyrisitingini, sum í veru- leikanum ganga beint ímóti arbeiðssetninginum hjá kommununevndini. Skal nýggja kommunuskipanin av álvara setast í verk, skulu aðalstýrini lata nógvar av uppgávunum, sum tey júst hava yvirtikið, til tær nýggju stór-kommunurnar. Her er greitt, at logikkurin haltar álvarsliga. Hví eru ein rúgva av uppgávum mið- savnaðar í aðalstýrini, sam- stundis sum kommunu- nevndin hevur arbeitt við at decentralisera tær??? Sjálvandi er eyðsæð, at tað er ómgguligt at fremja veruligar broytingar av bygnaðinum í almennu fyri- sitingini í Føroyum, um broytingarnar í kommunu- bygnaðinum ikki vera sam- ansjóðaðar við broytingar- nar í miðfyrisitingini undir landsstýrinum. Men tann einasta samansjóðingin, ið okkum hevur eydnast at fáa eyga á, er ein fótnota á síðu 66 í niðurstøðunum hjá kommununevndini, har figgjarmålastyrid sigur seg ivast í, um tað er ráðiligt at skilja toll- & MVG-økid burtur frá líkningarmyndug- leikanum. Skal greiði fáast á hvør lagnan hjá nýggju kommun- uskipanini kann blíva, er so- statt neyðugt at vit líta at gongdini í bygnaðarbroytin- gunum í miðfyrisitingini hjá landsstýrinum. FAR FIE 6 re Á f Kommunurnar fåa fleiri uppgåvur, men fåa tær eisini meiri åvirkan? Bygnadarbroytingar i sjålvsving Tær víðagitnu (ella "hero- stratiskt kendu”) bygnaðar- broytingarnar í Tinganesi byrjaðu við, at ein tilvildar- ligur danskur embætismað- ur knappliga skuldi gera eina umfatandi broytingarætlan fyri ta føroysku miðfyrisit- ingina. Søgurnar um, hvussu hetta kom í lag, vóru nógvar, og enn eru allar hendingar- nar ikki komnar fram fyri almenningin; eins og vit ikki vita, hví tað júst skuldi vera tann síðan so víðagitni Finn Norman Christensen, ið skuldi kollvelta ta føroysku miðfyrisitingina. Rumbul kom fleiri ferðir í, meðan arbeiðið fór fram. Atfinningarnar frá fólkum í almennu fyrisitingini vóru nógvar, men aftaná umleið eitt ár var endaliga uppskot- ið almannakunngjørt. Sum fólk flest minnast, elvdi al- mannakunngeringin av upp- skotinum til, at javnaðar- flokkurin tók seg úr sam- gonguni. Men hóast sam- gonguslitið og nógvar harð- ar atfinningar, varð uppskot- ið nærum óbroytt sett í verk av táverandi løgmanni. Sjålvir viðgjørdu undirrit- aðu álitið í eini drúgvari grein í Dimmalætting (8 juni 1996), har niðurstøður okkara vóru: - atarbeiðissetningurin var sera ógreiður - at endaliga uppskotið var hálvliðugt, ósamanhang- andi og merkt av álvarsom- um mistøkum - at ov stórt vald er mið- savnað hjá aðalstjórunum - at bygnaðurin hevur álv- Vit kunnu útvega stórt úrval | av nýggjum og brúktum maskinum til fiskivinnuna. somuleiðis allar støddir av == frystarum. | Vit útvega lágorkuheitluftsbingjur við hillum til turking av ymiskum fiskasløgum. Setið tykkum í samband vid okkum, - vit hava loysnina. Vit hava keyparar til brúktar fiskivinnumaskinur. Vit hava úrval av snellum og línubátum fyri sámuligan pris. Eisini hava vit ódýrar, brúktar fiskakassar. THOR CONSULT Ráðgeving & umboð Jón Kjartanson Hólmsbakka - 350 Vestmanna - TIf. 424 712 - fax 424 712