Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. november 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0S2alurin Grundleggjandi politiskir spurningar um almennu fy risitingina eru ósvaraðir! Nær koma hesir við svarinum? arsamar innbygdar trupul- leikar - atbygnaðurin ikki er lag- aður til tørvin hjá føroyska mfelaenum samfeiagnum Tad er altid harmiligt at fåa rætt i negativum spádóm- um, men gongdin sidan 1996 sýni nógvar av mnidurstødum okkara eru vorðnar til veruleika. Miðfyrisitingin er munandi vaksin, og sam- stundis er hon vorðin nógv dýrari Í Dimmalætting 30. okt- ober 1998 vísu Kjartan Hoydal á, at bygnaðarbroyt- ingarnar hava gjørt miðfyri- sitingina millum 2 og 3 ferðir dýrari. Samstundis er talið av leiðarastørvum trí- faldað. Trupulleikin er bert, at effektiviteturin í miðfyri- sitingini ikki er vaksin sam- svarandi teim stóru meirut- reiðslunum til hana Líkt er eisini til, at teir innbygdu trupulleikarnir í bygnadinum hava fingið av- leiðingar. Upprunaliga var legmansstjórastarvið ætlað at vera samskipandi (1 } ner 4 , at aft Ov imuiiium á vist, at samskipanin hjá løg- mansstjóranum samsvaraði við politisku boðini frá landsstyrismanninum til alstjóran. Hetta mátti geva trupulleikar, tí tað sjálvandi kom at virka sum uppílegg- ing í samskiftið millum landsstýrismannin og a0al- stjóra hansara. Legmansstjóraembætið hevur heldur ikki nakra ver- uliga kompetencu mótvegis aðalstjórunum, og avleið- ingin er sjálvandi at aðal- stjórarnar uppfata samskip- anina hjá løgmansstjøra- num sum uppílegging í inn- anhýsis viðurskifti hjá teirra adalstyri Og tað er júst hetta, sum er hent. Í dag er at kalla ongin samskipan ímillum aðalstýrini, og tað er eisini ógvuliga trupult at fáa eyga á nakað veruligt samstary ímillum tey Legmansstjór- aembætið hevur stórar trup- ulleikar, og einasta økid, sum tað í veruleikanum hevur eftir at umsita, er starvsfólkapolitikkurin. Ur- slitið er sostatt ein stórri og dýrari fyrisiting, sum ikki er vorðin meira effektiv. Hver hevur politisku ábyrgdina? Sera legið er, at tað eru teir stóru borgarligu flokkarnir, ið hava politisku ábyrgdina av bygnaðarbroytingunum. Teir hava bæði vaksið al- mikið um almennu fyrisit- ingina, gjørt hana nógv dýr- ari og samstundis meira in- effektiva. Samstundis skulu vit minnast til, at javnaðar- flokkurin var so hart ímóti bygnadartroytingunum, at flokkurin fór úr samgong- uni orsakað av hesum. Vit eru sostatt í tí absurdu stóðu, at teir borgarligu, sum siga seg vera ímóti ein- um stórum almennum sek- tori, hava sett nakrar ókont- rolleraðar bygnaðarbroyt- ingar í verk, sum økja mun- andi um tann almenna sek- torin. Samstundis er javn- aðarflokkurin (sum vanliga sigst vera fyri einum stórum almennum sektori) ímóti at gkja um hann í sambandi við bygnaðarbroytingarnar. Sjálvstýrisflokkurin var við til at seta bygnaðarbroyting- arnar í verk, so hagani hoyr- ist onki. Eftir stendur tjóð- veldisflokkurin, sum ikki tykist at hava nakra greiða stóðu til málið Skilji hetta tann, ið skilja vil - vit gera tað ikki!? Hættisligar avleiðingar Tað er greitt, at vit í okkara lítla samfelagi ikki bæði kunnu byggja eina ovurstóra miðfyrisiting og samstundis leggja uppgávur út í kommunalu eindirnar. Og tað er serliga í hesum sambandi at veikleikin í komm- unuálitinum (verksetingar- ætlanin) gerst serstakliga harmiligur. Tær kommunalu fyrisitingarligu eindirnar eru nevniliga tað einasta, ið kann standa ímóti gongdini við tí bólgnandi miðfyrisitingini. Um bygnaðarbroytingarnar í miðfyrisitingini halda fram, sum onki var hent, samstundis sum nýggja kommunuskipanin verður gjøgnumførd uttan stórvegis hóvasták, er stórur vandi fyri, at vit fáa eitt yvirumsitid før- oyskt samfelag! Men hetta er ikki alt. Tað er nevniliga ongastaðni gjørt greitt, hvussu sambandið millum miðfyrisitingina og kommunalu fyrisitingarner skal skipast. Tí er ógvuliga ivasamt, um fyritreytirnar fyri eini útflyting av uppgávum til kommunurnar í heila tikið eru til staðar. Við tí sterku mið- savnaðu miðfyrisitingini er stórur møguleiki fyri, at nýggju kommunalu eindirnar einans vera útinnandi uttan nakran veruligan sjálvav- gerðarrætt. Somuleiðis er ivasamt, um tað eydnast at fáa fólk áhugað í størvunum í teim nýggju kommununum. Við verandi bygnaði í miðfyrisitingini er møguleikin nevniliga stórur fyri, at tey høgu og spenn- andi størvini framvegis vera í miðfyrisitingini, meðan kommunalu fyrisitingarnar í stóran mun sita eftir við av- greiðslumálunum. Hetta er serliga galdandi, um kommunurnar als ikki sleppa at takast við miðvíst vinnuligt menningararbeiði, tí tað órógvar sokallaðu "marknad- arjavnvågina”. Nidurstødan er tí, at verð- ur onki gjørt heldur miðfyri- sitingin fram við at veksa, Samstundis vera tær nýggju kommunalu fyri- sitingarnar = útbygdar, uttan at fáa fult ræði á uppgávunum, tær hava fingið tillutaðar. Valdið heldur fram við at liggja hjá miðfyrisitingini, meðan ábyrgdin helst endar úti í kommununum. Lítið er tí at ivast i, at hetta endar við einum støðugum stríði millum land og kommunur. Kann nakað gerast? Teir avvarandi politikar- arnir kunnu tí heilt einfalt ikki halda fram við at renna undan ábyrgdini fyri hesum trupul- leikunum. Skil má fáast á Maud Wang Hansen. leiðari á Verkstaðnum V Nr. 227 — 28. NOVEMBER 1998 LL ES gongdina í almennu fyrisit- ingini, og hetta gerst best, við at steðgað verður á, meðan greiða verður fingin á, hvat vit vilja við tí al- mennu fyrisitingini. Er politiska avgerðin, at før- oyska almenna fyrisitingin skal midsavnast, kunnu vit eins væl avtaka kommunur- nar og styra øllum landinum úr aðalstýrunum. Skulu uppgávurnar hin- vegin leggjast út til komm- unurnar, mugu lokalpolitik- ararnir leggja tað smáliga bygdaklandrið til viks og taka ábyrgdina fyri nýggju uppgávunum. Nú hava teir lokalpolitikarar, sum eru vanir at rópa um, hví alt skal liggja í Havn, ein veruligan Zón í ferð við at seta framsýningina upp møguleika at fáa nøkur góð almenn arbeiðspláss út í kommunurnar. Men á- byrgdin fylgir við, og hetta krevur tí eina rættiliga hug- burðsbroyting millum lok- alpolitikararnar. Somuleið- is kundi landspolitikkurin verið lyftur upp um lokal- politisku áhugamálini, við at Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi, tå endurskipanin av kommun- ubygnadinum er lidug. Framtidar krøvini til al- mennu Føroyar eru sostatt eins står og krøvini til før- oyska vinnulivid. Næsta leygardag vidgera vit just hetta sambandið millum al- ment og privat, tá vit taka samanum greinargðina. Mynd: Jens Kristian Vang Jolasølan hjá verkstaðnum Von SÓLVÁ JACOBSEN OG TEITUR ÅLBINUS Verkstaðið Vón hevur i hesum døgum sína årligu jólasglu í Smiðjuni í Lítluvík. Har selja tey nógv ymiskt, so sum jólakalendarar, jólaprýði, o. a. Hettar eru alt ting, ið tey menningartarnaðu úti á verkstaðnum Vón hava gjørt. Hetta er seinastu ferð, at framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík, tí í framtíðini fara tey at hava framsýningina í nýggju hølunum úti á Argjum Sørina Højsted, 67 ár og Mary Fjalstein, 80 ár baka vaflur til jólasóluna Å GS Mynd Jens Kristian Vang Jolasølan hjå Blindastovninum SÓLVÁ JACOBSEN OG TEITUR ÅLBINUS Blindastovnurin hevur jólasglu í dag, leygardag- in frá kl. 14 - 17 í høllini í Blindastoyninum. Henda jólasgla er eitt afturvendandi tiltak, og verður sum oftast væl vitjað. Millum annað kanst tú keypa turriklød og teppi, sum brúkararnir hava vovið. Eisisni kanst tú keypa trælutir og jóladekoratiónir, keramikklutir, so sum skálir og stakar, nálapútur, grýtu- lappar, jólakort og jólaprýði og te, kaffi og køkur, sum brúkararnir hava bakað. 30 brúkarar vitja Blinda- stovnin um vikuna, og opið er hvønn dag.