Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið S08alufn Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum: Styttri millum partarnar aftaná samanleggingina — Hugsandi er, at tað verður lættari eftir nýggju skipanini, og at vit betur fáa tosað við tey, sum skulu hava projektir upp at standa, sigur stjórin Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálastýrinum: — Fyrimunir eru við nýggju skipanini, eitt nú at útflutningsráðið fær stórri ávirkan á útflutningin. Harnæst fáa vit betur orku at arbeiða við hinumpartinum av stovninum DAGNY JOENSEN Í løtuni verður arbeitt við ætlanumum at avtaka Ídn- aðarstovuna, Menningars- tovuna og Idnadargrunnin, og at leggja virksemið á hesum stovnum lutvíst í út- flutningsráð, sum er í um- búna at stovna, og lutvíst undir Vinnumálastýrið. Idnadargrunnurin og Menningargrunnurin eru lánistovnar, sum áður veitti lán til ídnaðarfremjandi endamál. Í dag er virksemið bert at innkrevja útistandandi. Harumframt eru nakrir eksternir grunnar, eitt nú Grunnur Ferðavinnunar, Vakstarahúsgrunnurin og Abyrgdargrunnurin, bert fyri at nevna nakrar. Í fyrsta umfari verður ikki tikið stóða til, hvat skal henda við hesum grunnum. Menningarstovan hevur seinastu árini serliga gjørt nógv við at skipa fyri fram- sýningum uttanlands, men fæst annars við virkisskrá- setingar, virkismenning og ráðgeving og innaneftirlit. Arbeiða við at avtaka endurstovna Aðalstjórin í Vinnumála- stýrinum hevur skitsera eina loysn, hvussu hesir 5% fleiri um flogvøllin Frå 1. januar til 31. okt- ober í år komu og fóru 108.075 fólk um flog- vøllin. Sama tíðarskeið í fjór var talið 103.103. Hetta er ein vøkstur uppá 4,8%. Alt árið 1997 komu og fóru 117.361 fólk um Deer. oktober í år hava 9.389 fólk ferðast um flogvøllin, sama månad f fjør var talid 9.128. Hetta er ein vøkstur uppå 2,9%. Annars hevur flog- ferðslan higartil í år ver- ið ógvuliga reglulig, við sera fáum seinkingum ella avlýsingum. Tann fyrr umrøddi vindprofilradarin er nú uppsettur á flogvøllin- um, og verður hann royndarkoyrdur í løtuni. Nær hann verður tikin í nýtslu í samband við flogferðsluna er íkki greitt enn. Loftferðslu- myndugleikarnir skulu geva endaliga loyvið. báðir stovnar skulu virka frameftir. Nú skal arbeiðið útgrein- ast og lýsast nærri, hvussu virksemið skal skipast, eins og meting skal gerast um, hvussu tað fer at virka. — Vert er at viðmerkja, at tað hendir als einki beinan- vegin Virksemið á Menn- ingarstovuni heldur fyribils fram sum higartil, sigur Ar- ne Poulsen. Idnadargrunnurin umsitir vinnufremjandi skipanir, ið halda fram undir Vinnu- málastýrinum eins og virk- isskráirnar verða útbygdar við útgreining av fleiri vinnugreinum. — Á henda hátt fáa vit bet- ur gjørt okkum tankar um hvussu stødan er í vinnuni, og harvið fær landsstýris- maðurin betur grundarlag at reka vinnupolitikk, sigur Arne Poulsen Størri åvrikan og arbeiðaorku — Olaf Olsen helt í blaðn- um leygardagin, at tað al- menna átti at tikið seg burt- ur úr Menningarstovuni og latið tað til privatu vinnu- na at umsita? — Eingin forðar privatu vinnuni í at skipa seg, sigur Arne Poulsen, og leggur aft- rat, at teir fara at kanna mál- ið nærri og taka tað upp seinni. Aðalstjórin heldur, at fyrimunir eru við nýggju skipinini, eitt nú at útflut- ningsráðið fær stórri åvirk- an á útflutningin, enn møguleiki er fyri á Menn- ingarstovuni í dag. Um vandan við at tey smærru virkini fara at kenna seg at detta burtur millum á stórum almennum stovni, heldur Arne Poulsen tvørt- urímóti, at umstødurnar at tosa vid tey, sum skulu fara undir smærri projekt, verða betur, av tí at tað verður styttri millum partarnar, tá ráðgevingin er beinleiðis undir vinnumálastýrinum. Hann heldur kortini, at tað er ov tíðliga at fara í smálutir við hesum ætlan- um nú, men at stundir verða at viðgera øll hesi málini seinni. Tingið skal taka steðu til broyti Tá stovnarnir skulu avtakast við lóg, fær Løgtingid eis- ini fær høvi at siga sína hugsan. Arbeitt verður fyri at leggja málið fyri tingið fyrst í komandi ári. — Ætlanin er ikki at minka umvirksemið á Menningar- stovuni, men heldur at styrkja ymsu virkisgkini. Tað er ein góð loysn, tí møguleikarnir at útflyta ger- ast betur, og fara at liggja nærri vinnuni. — Harnæst fáa vit stórri orku at arbeiða við hinum partinum av Menningar- stovuni, sum er virkisskrá- seting, vinnugreiningar og tilmæli viðvíkjandi ymsum vinnuframaskipanum, sigur Arne Poulsen. Jan Mortensen, stjóri í Arbeiðsgevarafelagnum: Ráðgevingin eigur ikki at vera ov nær ti almenna — Tað er gagnligt at stovna útflutn- ingsråd, og tað vænta føroysk virkir sær nógv av, men vit halda, at tann parturin, sum skal ráðgeva vinnuni, skal liggja so langt burtur frá tí al- menna sum til ber, sigur stjórin DAGNY JOENSEN Tað er ikki so at skilja, at Arbeiðsgevarafelagið er 6- nøgt við tað arbeiðið, sum Menningarstovan hevur gjørt higartil, heldur tvørt- urímóti. — Tá tað snýr seg um tann partin, sum er um útflutning og at stovna útflutningsráð, vænti eg,at tað verður gjørt meira við hetta, í nýggju skipanini enn Menningar- stovan megnar í dag, sigur Jan Mortensen. Arbeiðsbólkur stovnast Ein arbeiðsbólkur skal set- ast, sum skal hava til upp- gávu at fáa greiðu á, hvussu útflutningsráðið skal skip- ast, og hvussu tað skal loysa sínar uppgávur, og har fær Arbeiðsgevarafelagið eitt umboð. — Vit halda hinvegin, at ein stovnur, sum skal virka fyri og ráðgeva vinnuni, skal liggja so langt burtur frá tí almenna sum til ber. TKstovan ráðgeving Viðvíkjandi ráðgeving av virkjum, hevur landsstýr- ismaðurin sagt, at TK-Stov- an, sum er politiskt óheftur stovnar, fíggjaður av danska statinum og Landsstýrinum, skal átaka sær tann ráðgev- andi partin, sum Menning- arstovan higartil hevur havt. Tað heldur Arbeiðsgevara- felagið vera góð loysn. --Síðani kundi tann vinnu- politiski parturin farð undir Vinnumálastýrið, sigur Jan Mortensen. — Tað hevur eisini verið ført fram frá Arbeidsgev- arafelagsins síðu, at skulu vit stuðla føroysku vinnuni, er tað ein góður háttur at stovna útflutningsráð. — Vit eru áhugaðir í, at uppgávur sum Menningar- stovnurin higartil hevur røkt, ikki detta niður fyri, sigur Jan Mortensen og leggur aftrat, at Arbeidsgev- arafelagið annars ikki fer at leggja seg út í, hvussu tað almenna skipar seg Sosialurin - fimm ferðir um vikuna við ti feskasta!