mikudagur 11. november 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fáa teir virðislón hósmorgunin ?
tíðindablaðið
AX
Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998
Enekk finnur virdini
i kvæðunum
Kåri Sverrisson, sangari, sangskrivari og guitaristur i Enekk, sum er innstill-
aður til Tónleikavirðislón Norðurlandaráðsins, veit ikki rættiliga, hvat hann
skal halda um virðislónir. Men at vera í sama vási sum Jan Gabarek, er
sjálvsagt ein heiður, leggur Kári dent á
NICLAS JOHANNESEN
— Er tað hósmorgunin, tað
verður avgjørt?
Kári Sverrisson, odda-
maður í tónleikabólkinum
Enekk, veit ikki av, at tað
er nú hósmorgunin avgerðin
fellur, tá vit práta við hann
í telefonini týsdagin
Men misskil hann ikki. 27
ára gamli eysturoyingurin
dylir ikki fyri, at bara tað at
verða innstillaður til virðis-
løn er ein stórur heiður, hó-
ast hann sigur seg ikki rætt-
iliga vita reint hugsjónar-
liga, hvat hann skal halda
um virðislgnir sum heild
Vist er tað kortini, at En-
ekk sum fyrsti føroyski
bólkurin nakrantíð er inn-
stilladur til Tónleikavirðis-
løn Norðurlandaráðsins
Hósmorgunin verður kunn-
gjørt, hver vinnarin er
— Vit vænta ikki at vinna.
Vit hava heldur onki gjørt
fyri at vinna. Men bert tað,
at vit eru innstillaðir saman
við Jan Gabarek er ein he.ð-
ur. Gabarek hevur verið
heimskendur nú í 25 ár. Vit
lurta nógv eftir hansara tón-
leiki, og eitt sum okkum
dámar serliga væl við hon-
um er, at hann spælir við
tónleikarum úr øllum heim-
inum, og hann improviserar
nógv. Eg rokni við, at hann
fær viråislønina, sigur Kári
Av gðrum tónleikarum og
tónaskeldum, ið eru inn-
stillað kunnu nevnast Poul
Dissing
Frá poppi til kvæði
Enekk kom inn á føroyska
tónleikapallin við einstaka
lagnum „Eru vit til?“, sum
var á Amnestytónar, ið kom
út í 1990. Lagið gjørdist eim
landaplága, og serliga var
tað eyðkenda røddin og pro-
gressivi teksturin hjá unga
eysturoyinginum, ið mong
heftu seg við. Um hetta
mundið var Enekk í sínum
tónlistarliga útrykki helst
meira poppur enn nakað
annað.
Kári Sverrisson sigur, at
sum ungur tannáringur var
tað serliga Frændur honum
dámdi væl.
— Mær dámdi eisini væl
teirra boðskap, sjálvt um eg
sjálvur ikki havi skrivað
tekstir á sama hátt.
Ja, tú skrivaði sangin
„Morð í Kókinum“ á tykk-
ara fyrstu flógu „Andlit hins
tigandi“. Hetta var ikki
vanligur tekstur í føroyskum
tónleikahepi?
— Teksturin er ræduligur!
Mær dåmar hana yvirhøvur
ikki, sigur Kári avgjørdur í
vísir annars á, at teksturin
var skrivaður eftir málningi
hjá danska listamálaranum
Michael Kvium, ið hevði
sama heitið, sum sangurin
fekk.
— Tað er helst ofta so, at
nógv av tí tú gert, ert tú ikki
so glaður fyri aftan á. So-
leiðis havi eg tað ið hvussu
er. Men sjálvsagt, tú kaasi
ikki avnokta tað, sigur Kári
Hvat Kári so sjálvur held-
ur um „Morð í Køkinum",
so er tað ein sannroynd, at
við fyrstu fløguni vann
Enekk sær ein rættiliga stór-
an skara av kanska serliga
ungum lurtarum, ið dámdu
henda søkjandi fólkatón-
leikin, ið eisini lat samtíðina
sleppa framat.
Næstu fløgurnar hjá
Enekk vóru síðan „Ver sterk
mín sál“, har Kári og eisini
keyboardspælarin Oli Olsen
høvdu sett løg til yrkingar
hjå Janus Djurhuus. Henda
fløgan kom út í 1994 og í
97 kom so „fýra nætur fyri
jól“, har eitt nú eitt spírandi
samstarv við bulgarskar
tónleikarar rættiliga hoyrist
aftur í tónleikinum.
Samstundis hevur Enekk
sum bólkur flutt seg rætti-
liga nógv síðani fyrstu fløg-
uútgávuna í 1993.
— Vit hava allatíðina ætlað
ikki at standa í stað. Tað er
neyvan nakað, sum serliga
eyðkennir okkum; eg
trúgvi, ongin ynskir at
standa í stað. Fyri okkum
hevur tað tó merkt, at vit
royna at fara djúpri inn í
tónleikin.
Kvart tónin sum hvarv
Ahugin fyri føroysku kvæð-
unum og skjaldrunum hevur
eisini sett sín týðuliga dám
á tónleikin hjá Enekk.
— Áhugin fyri kvæðunum
er bara vorðin størri og
stórri við tíðini. Tað sigur
okkurt við meg.
Hetta hoyrdist eisini til
fólkatónleikarastevnuna í
summar. Tá framførdi
Enekk „Tístramtáttin“ við
stórari manning. Kári og
hansara menn høvdu sjálvir
arrangerað táttin. Hetta
merkti eisini, at tónleika-
gongdir, ið teir sjálvir
høvdu skrivað, vóru flætt-
aðar inn í táttin.
— Vit fóru gjøgnum kvæð-
ið og royndu at lýsa spenn-
ingarnar í kvæðnum á yms-
ar hættir. Hetta merkir eis-
ini, at improvisation hevur
rættiliga tydandi leiklut.
Um tú sjálvur skal seta
orð á, hvat er tað so, sum
er so serligt við eitt nú før-
oysku kvæðunum?
— Ja, har hava vit eitt nú
funnið út av, at um tú lurtar
eftir gomlum upptøkum, so
finnast nógvir tónar og tón-
agongdir, ið slettis ikki
verða brúkt longur. Tað er
stórur munur á at hoyra eina
gamla konu syngja í 1960“-
unum og so hoyra eina
gamla konu syngja í
90'unum.
— Fyrr var eitt lag ikki
bara eitt lag. Hvørt hus
hevði sitt lag, sín serliga
hátt at syngja eitt lag. Tað
er júst út frá hesum, at
onkur útlendingur fyrr í tíð-
ini staðfesti, at føroyskur
kirkjusangur fyrr var ræðu-
ligur. Tað ljóðaði bara sum
gangur. Í roynd og veru var
tó talan um, at tú kanska
hoyrdi 50 lég. Samstundis!
Roynir tú so eisini at
syngja á henda gamla hátt-
in, har tónarnir bara flyta
seg ein kvart tóna?
— Ja, tað er avgjørt nakað,
sum vit royna at fáa inn í
okkara tónleik og improv-
ísatiónir. Eitt nú hevur
okkara bassspælari Agnar
Lamhauge fingið undirvís-
ing frá einum egyptara í júst
at brúka kvart tónar í tón-
leikinum, sigur Kári Sverr-
ISson.
Til sidst Kåri. Hvørjar
ætlanir hava tit i Enekk
frameftir?
— Fyrst og fremst at
mennast tónlistarliga. Bæði
saman. Og eisini hvgr í sær.
Lesarabrøv
Dómadagsprædika
P. O. K. Olofssons
og tað heilaga lívið
TAÐ er ansvekjandi, at ein,
sum sigur seg umboða
kristnu trúnna, og sum er
settur í alment starv at boða
kristnu trúnna, fær seg
sjálvan til at standa á kirkj-
unnar prædikustóli og skíra
alt Føroya Fólk yvir ein
kamb sum syndarar. Men
hetta er júst tað, ið kontro-
versielli fuglafjarðaprestur-
in, Peter O. K. Olofsson,
gjørdi seinasta sunnudag.
Tað mundi neyvan vera ein
einasti føroyingur, ið eftir
prædikuna kendi seg nóg
reinan, at koma gjøgnum
evarska lítla nálareygað til
himmiríkið, sum P.O.K.
Olofsson av sínum einting-
um hevur skræddaraseymað
til okkara.
Ein hevur hug til at
spyrja, eftir hesa dómadags-
prædiku, hvar Jesus Kristus
bleiv av? Hvar tey grund-
leggjandi virðini í kristin-
dóminum blivu av? Tað,
sum Jesus alla sína ævi præ-
dikaði um, nevniliga fyri-
geving syndanna? Hevur
Olofsson í síni dómadags-
åstødi gloymt fyrigeving-
ina, sum er sjálvt grundar-
lagið undir okkara kristnu
siðalæru? Tað kann væl
vera, at eg ikki dugi at
endurgeva tað heilagað orð-
ið í Bíbliu okkara orðarætt,
men mín kristni sidaarvur
sigur mær, at slíkar dóma-
dagsprofetiir, sum Olofsson
leggur fyri dagin, bert hava
tað endamál, at sáa illgit-
ingar, hatur og hevndarhuga
í fólk mótvegis sínum med-
menniskjum.
Víst áleggur heilaga
skriftin okkum, at liva eitt
sømiligt lív, har vit taka á-
byrgd fyri okkum sjálvum,
okkara gerðum, og okkara
medmenniskjum. Eisini
eiga vit at standa móti teim-
um freistingum, sum vit
meta á okkara lívsleið, og
vit eiga at mæla gðrum til
at gera tað sama. Soleiðis
gevur Bíblian okkum ein
rættisnór, at halda okkum
til, og tað er hendan rætti-
snór, okkara kristna trúgv
byggir á. Eitt moralkodeks,
sum vit eiga at liva eftir,
men sum í sínum formi bert
stingur út í kortið tey mest
grundleggjandi beoðini,
nevniliga at lívið er heilagt,
at vit eiga at hjálpa okkara
medmenniskjum, og vit eig-
a at fyrigeva teimum, ið
gera órætt. Hetta seinasta er
tað, sum Jesus boðaði og lat
lív sítt fyri. Men hetta er
samstundis tann boðskapur,
ið mong hava torført við at
góðtaka. Menniskjans
hevndarhugur er so fast inn-
grógvin í okkum, at vit hava
torført við at fáa eyguni á
fyrigevingina, tá onkur ger
okkum órætt.
Í prædiku Olofssons er
boðsetningur Jesusar settur
til viks, og hann kemur ikki
longur í síni viðgerð enn til
at siga, hvussu vit gll eiga
at liva, og hvussu vit eiga
at mæla ødrum til at gera
tað sama. Hverjar avleið-
ingar tað fær, um vit ikki
gera sum hann sigur, tað
hongur í leysari luft, men
tey flestu vita helst, hvat
presturin meinar; nevniliga
at vit aftaná deyðan ikki
koma í himmiríki, men fara
lúkst í ...
Peter O. K. Olofsson fer
so langt í síni prædiku, sum
til at skíra fólk, ið liva sam-
an uttanfyri hjúnarlag, fyri
syndarar. Vit vita, hvat hann
heldur um kvinnuligar
prestar, samkynt, hjúnar-
band, ótrúskap og rusevn-
isnýtslu, tí tað hevur hann
klárt og greitt alment boðað
frá. So mikið frægur er hann
kortini, at hann fjalir ikki
útyvir sínar áskoðanir. Men
hansara áskoðanir verða
ikki minni vandamiklar av
tí. Tað sum presturni ger, er
at undirgrava boðskap Jes-
usar um náði og fyrigeving,
øsa fram hevndarhugin, og
leggja í okkum forkvaklaðu
og fyri langari tíð avsøgdu
inkvisitiónslæruna, við sín-
um eirindaleysu viðferð av
teimum, ið eru eitt sindur
ødrvisi.
Vit kunnu bert fegnast
um, at Olofsson ikki livir f
rædsluvekjandi inkvisiti-
ónstíðini, og at hann ikki
brúkar onnur vápn enn
orðið í sínum bardaga móti
okkara kristnu sidalæru, tí
annars høvdu vit ikki verið
nógv eftir á lívi í Føroyum,
til at mótmæla hansara
d6madagsåstødi.
Arnbjørn Olavsson
Dalsgarð
Lesið eisini
Sosialin
a Netinum
www.sosialurin.fo