Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998 Arbeiðið á gera føroyska grundlóg er seinakð eitt sindur: Tað gekk ikki so skjótt sum Høgni hevði ætlað Nú væntar Hógni Hoydal, at uppskot verður lagt fyri tingið í komandi viku, ella aðru viku um at seta nevnd at gera uppskot til eina fóroyska grundlóg Áki BERTHOLDSEN Tað gekk ikki so skjótt sum ætlað hjá Høgna Hoydal at fáa gongd á arbeiðið á gera eina føroyska grundlóg. Fyri tímum vikum upp- lýsti hann, at uppskot var at kalla klárt at leggja fyri tingið um at seta eina nevnd at gera uppskot til eina før- oyska grundlóg. Men síðani hoyrdist ikki eitt kis aftur. Høgni Hoydal våttar nú, at tað hevur ikki gingið so skjótt sum ætlað at fáa upp- skotið fyri tingið. Hann sigur, at tað er tann politiska viðgerðin, sum ikki er heilt liðug enn. - Vit hava havt so nógv mál, sum tað hevur havt skund at fáa fyri tingið. At seta grundlógarnevnd hevur ikki beinleiðis skund. Tað er orsøkin til, at uppskotið ikki er lagt fram enn, sigur hann. Hann sigur, sostatt, at tað er ikki talan um um, at tað eru politiskar ósemjur, sum hava seinkað málinum. Í Dagblaðnum herfyri beinleiðis hótti Óli Breck- mann tjóðveldisflokkin við at blokera fullveldismálini um tjóðveldisflokkurin fann uppá at blokera uppskotið um at endurnýggja skipa- flotan. Tað er ongin loyna at teir báðir flokkarnir eru ósamdir um uppskotið at endurnýggja skipaflotan. Er orsøkin til, at uppskotið um grundlégarnevnd ikki er lagt fyri tingið enn, tann, at fólkaflokkurin blokerar málið? - Tað havi eg onga við- merking til. Eg kann bara endurtaka, at tann politiska viðgerðin av uppskotinum um at seta grundl6garnevnd er ikki liðug enn. Men eg vænti ikki, at trupulleikar fara at standast av tí. Tað stendur í samgonguskjali- num, at tað skal gerast. Uppskotið um endurnýgg- ing av skipaflotanum koma vit eisini á mál við, sigur Høgni Hoydal. Hann væntar nú, at upp- skotið um at seta grundlóg- arnevnd verður klárt at leggja fyri tingið seint í komandi viku, ella í aðru viku. Ein stór nevnd Í nevndini skulu fimm ser- frødingar sita, mest løgfrød- ingar og samfelagsfrøding- ar. Teir verða valdir eftir til- mæli frá umsitingini í lands- stýrinum. Harafturat skal eitt um- boð fyri hvgnn av teimum seks politisku flokkunum á tingið sita í nevndini. Eftir tilmæli frá løgmanni skal eisini ein landsstýrismaður veljast í nevndina. Og tað fer eisini at standa donskum myndugleikum í boði at velja eitt umboð fyri dómsvaldið í nevndina. Høgni Hoydal sigur, at orsøkin til tað er, at lands- stýrið vil helst hava gll tey trý valdini umboðað í nevndini: Tað lóggevandi valdið, sum er løgtingid, tað útinnandi valdið, sum er landsstýrið og tað dómandi valdið, sum er dómsvaldið. Hann leggur afturat, at umframt grundlógina, skal nevndin gera uppskot til eina føroyska rættarskipan, tvs, hvussu dómsvald, ákæruvald, løgregla, krimi- nalforsorg, fongsulsverk o. s. fr, kunnu gerast føroysk. Almennar ngar Høgni Hoydal sigur, at grundlógarneyndin skal eisini taka spruningar upp um, hvgrji tey grundleggj- andi virðini undir føroyska samfelagnum eru. Tí fer tað at verða álagt nevndini at skipa fyri fleiri almennum hoyringum um ávís evni. Hann heldur, eitt evni fyri eini almennari hoyring kundi verið um tað skal standa í grundlógini hvør skal hava rættin til fiski- rikidømi undir Føroyum og f sambandi vid at tad f år eru lidin 100 år, sidani Poul F. Joensen varå borin f heim verður skipað fyri 2 kvøld- setum, einari í Sumba og einari í Norðurlandahúsin- um. Kvøldsetan í Sumba verður leygardagin 14. nov- ember 1998 kl. 19.30, og kvgldsetan í Norðurlanda- húsinum leygardagin 21. november 1998 kl. 19.30. Skráin fyri báðar kvøld- seturnar verður nakað hin sama, tó syngur Tvøroyrar Manskór í Sumba, men ikki í Norðurlandahúsinum,og sær skráin soleiðis út: Felagssangur. Sverri Egholm lesur upp. Hans G. Johansen syngur. Eyðun Andreassen hevur hugleiðingar um skaldskap- in hjá Poul F. Felagssangur. Í sambandi við kvøldset- urnar í Sumba og í Norður- landahúsinum skipar Før- oya Landsbékasavn fyri eini framsýning. Samskiparar við tiltakin- um Poul F. - 100 ár eru: Fimmboði og Daniel Johan OO ár Lisberg í samstarvi við Nor- røna Felagið í Føroyum, Føroya Landsbókasavn og Norðurlandahúsið í Føroy- um. Atgongumerkini til tiltøk- ini bæði skipar Norður- landahúsið í Føroyum fyri, og verða atgongumerkini at fáa ávikavist í Sumba og á Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum. skulu fiskirættindi undir Føroyum privatiserast? Høgni Hoydal sigur, at ongin tíðarfreist er sett á, nær arbeiðið hjá grundlóg- arnevndini skal vera liðugt. Men tá ið uppskotið er liðugt, skal tað til fólkaat- kvødu. Landssýrismaðurin sigur, at miðað verður ímóti at fólkaatkvgðan um grund- lógina verður í 2000. Hvussu hon so skal setast í gildi er ikki avgreitt enn, men tað metir Høgni Hoy- dal er ein praktiskur spurn- ingur. Ein máti er at tvey fylgjandi løgting skulu sam- tykkja hana Gundlógin verður ein rættiliga týðandi hornasteinur í fullveldinum. Grundlógin ásetur m.a., hvussu samfelagið skal skipast sum eitt rættarsamfelag, og hvønn rætt, einstaklingur skal hava. Eftir ætlan skuldi uppskot til eina grundlógarneynd verið lagtfram fyri trimum vikum síðani, men hon er ikki komin enn Skrivarastarv Føroya Javnaðarflokkur sekir eftir skrivara fyribils hálva tíð til floksskrivstovuna í miðbýnum í Tórshavn at taka við frá árs- byrjan 1999. Arbei * brævskriving * arkivering * journalisering * telefonavgreiðslur kið umfatar m.a.: * annað vanligt skrivstovuarbeiði. Harumframt skal tann, ið settur verður, duga at arbeiða sjálv- stoðugt og saman við oðrum. Ein av arbeiðsuppgávunum verður at standa fyri at gera politiskt upplýsingartilfar, har neyðugt verður við hugflogi og virkisfýsni. Eisini skal skrivarin saman við starvsnevnd og tingmanning duga at leggja ætlanir fyri politiska virkseminum og at leggja hesar fram fyri almenningin. Harumframt skal skrivarin stuðla og vegleiða lokalu felogunum í teirra yrki. Skrivarin skal kunna átaka sær at fyriskipa tiltøkum so sum kjakfundum, floksleiðslufundum og landsfundum. Førleikakrøvini eru innlit i vanliga skrivstovuyrkið, telduviðgerð og málkunnleiki. Treytin fyri setan er limaskapur í Feroya Javnaðarflokki. Løn og arbeiðstíðir eftir avtalu við starvsnevnd floksins. Umsóknir við avriti av mgl. prógvum og ummælum skulu í seinasta lagi 30. november 1998 sendast til: Foroya Javnaðar- flokk, Marinargøta 3, FO-188 Hoyvík. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóannes Eidesgaard, tlf. 318949. Foroya Javnaðarflokkur