Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0Slurfn Nr. 214 — 11. NOVEMBER 1998 Búskaparfróðingur: Enn er langt á mál hjá fóroyska fiskiflotanum: 200 milliónir í undir- skoti um árið í miðal --Fiskiflotin undir Føroyum hevur einar 200 milli- ónir í undirskoti í miðal um árið. Men tað gongur rætta vegin. Og tað gongdina mugu vit fyri alt í verðini ikki Ó- rógva. Men enn er langt á mál til fiskiflotin fer at geva yvirskot, sigur Hermann Oskarsson, fiski- fróðingur AK! BERTHOLDSEN - Enn eru útreiðslurnar stórri enn inntøkurnar av at fiska undir Føroyum Ein leyðslig uppteljing vísir, at í árunum 1975 til 1998 hevur føroyski fiski- flotin givið einar 200 milli- ónir í undirskoti um árið í miðal Hetta undirskotið hevur landskassin so latið fiski- flotanum í studuli Í sambandi við Havsins Viku á Fiskirannsóknar- stovuni helt Hermann Osk- arsson, búskaparfreðingur, ein stuttan fyrilestur um, hvussu skilagott, vit fiska í krónum og oyrum Hermann Oskarsson, sum er skrivari í Búskaparráðn- um, segði, at tað er eyðsæð, at tess størri fiskiflota vit hava, tess meiri kunnu vit fiska --Men tað er sjálvandi bara galdandi til eitt vist. Tí einaferð koma vit hartil, at fiskiskapurin fyri hvert skipið fer aftur at falla, tí fiskirikidømid er ikki óav- markað --Sjálvandi er prísurin ógvuliga avgerandi fyri úr- slid hjá fiskiflotanum — Men tað sigur seg sjálvt, at tað er eitt hægstamark, fyri hvussu stórur flotin kann verða, áðrenn fiski- skapurin fyri hvert skipið aftur fer at falla, tí at fiska- stovnarnir verða ov hart troyttir — Hinvegin fer kostnad- urin av at fiska at veksa meiri og minn: javnt, alt eft- ir, hvussu nógv skip eru --Og tað vil so aftur siga, at fyrr ella seinni fer kostn- aðurin upp um inntøkurnar Hermann Oskarsson vísti á, at síðani 1975 hevur und- irskotið hjá fiskiflotanum ligið um 200 milliónir í á — Nú er ætlanin at geva stuðul til at endurbnýggja skipaflotan. Men ólukkan er, at verður iløgustudul latin, verður fiskiflotin aftur rikin út í tann trupulleika, at hann fær hægri kostnað at bera, enn hann sjálvur megnar at forrenta, sigur Hermann Oskarsson, búskaparfréðingur miðal um árið. — Undirskotið má tað al- menna spjaða til fyri at fáa tað at standa upp og niður hjá flotanum. Men harafturat minti hann, at, at seinastu árini er skuldin hjá feskfiskaflotan- um sanerað ógvuliga nógv. — Og tað kann eisini kall- ast ein studningur í framtíð- ni Buskaparfrødingurin vísti eisini á, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu tey ymsu skipini klára seg. — Summi skip klára seg væl, onnur skip klára seg illa. Men tey fáa øll líka nógv í studningi. — Tvs, at studningurin verður brúktur til at halda lív í skipum, sum ikki klára seg. --Studningurin kann bara vera ein avleiðing av, at tað er ein partur av fiskiflot- anum, sum ikki klárar seg. — Tí fæst ikki fiskiflotin ikki at bera seg, uttan at hann verður minkaður, so at tey skipini, sum eru ringast fyri, fara úr flotanum. Hermann Oskarsson sig- ur, at tað eru triggir møgu- leikar at ávirka gongdina, so fiskiflotin fæst at bera seg. — Ein máti er, at tvífalda fiskiskapin undir Føroyum, men vit vita, at tað ber ikki til --Ein annar máti er at lækka kostnadarstødid, t.d. hýrupartin. Men hinvegin vísti hann á, at alla hesa tíðina, fiski- flotin hevur fingið ískoyti frá landskassanum, er kostnadarstødid ikki lækk- að. So tær samrådingarnar imillum reidarar og fiski- menn hava ikki borið frukt. Hinvegin kann tað hugs- ast, at nettupp studningurin er orsøkin til, at hvørki kapasiteturin, ella kostnad- arstødid eru lagað til viður- skiftini. --Triði mátin er at minkað fiskiflotan frá tí endanum, sum klárar seg ringast. Hermann Oskarsson legði afturat, at sambært endurskoðanarnevndina, kláraði 40% av flotanum seg við rentum og avdrátt- um. Hann segði, at tað vísir seg, at tann nýggjari part- urin av flotanum klárar seg betri enn tey gomlu skipini. 644 milliónir Hermann Oskarsson segði, at hesi seinastu árini, frá 1994 til 1998, hevur veiði- virðið hjá føroyska fiskiflot- anum ligið um 644 milliónir í miðal. Hinvegin eru útreiðslur- nar einar 200 milliónir hægri í miðal. --Tað vil so aftur siga, at okkara fiskiorka er so mik- ið stór, at vit hava eitt sam- felagsligt undirskot av fiski- skapinum undir Føroyum. — Hermann Oskarsson sigur, at hinvegin mugu vit eisini stadfesta, at undir- skotið hjá fiskiflotanum er munandi minkað seinastu árini. — Tað verður brúk fyri minni og minni studningi. --Tvs, at gongdin er tann, at fiskiflotin nærkast ti punktinum, at tað fer “at standa upp og niður og at flot sjálvur er férur fyri at bera kostnaðin av at fiska. Buskaparfrødingurin vísti á, at tað hevur oftað verið frammi, m.a. í endurskoð- anarnevndini, at fiskiflotin undir Føroyum kastar ikki so frægt av sær, at hann hev- ur råd til at forrenta fløgur i nyggj skip. — Men tad er ongin sum sigur at fiskiflotin nakrantid skal fáa tað at standa upp og niður og samstundis hava ráð til at gera fløgur í spildurnýggj skip. — Tað er ongin sum sigur, at hann nakrantíð fer at hvíla í sær sjálvum við spildurnýggjum skipum. — Tað kann verða, at nul- punktið hjá fiskiflotanum bara gevur honum ráð til at gera íløgur í gomul skip. — Tað kann verða, at fiski- flotin ongantíð kemur longri enn til at hvíla í sær sjálvum við 10 ára gomlum skipum, sum verða keypt uttanlands hvørja ferð. Tann rætta vegin Buskaparfrødingurin legði afturat, at onkustaðin er eis- ini eitt punkt, har gloppið ímillum kostnaðin og inn- tøkurnar er størst. Tvs, at onkustaðni er eitt punkt, har fiskiflotin er so tillagaður í stødd, at yvir- skotið er størst. --Men hóast tað gongur rætta vegin, er gongdin ikki inn ímóti tí punktinum, har flotin gevur sum mest yvir- skot. — Gongdin er ikki tann vegin, at fiskiflotin er á veg at geva yvirskot. Gongdin er „ikki longur“ enn inn í- móti tí punktið, har tað akkurát stendur upp og nið- ur hjá flotanum. --Men tað er ógvuliga um- ráðandi vit ikki órógva tað positivu gongdina, sum er hjáfiskiflotanum. — Vit mugu fyri alt í verð- ini ikki órógva gongdina, men at lata flotan og sam- felagið sleppa at laga seg til ein fiskiflota, sum klárar seg sjálvan. Ein ólukka at geva ílegustuðu Hermann Oskarsson kom eisini inn á ætlanirnar at geva íløgustuðul til at end- urnýggja fiskiflotan. — Sjálvandi er tað gott at fáa nýggj skip flotan, tí ætl- anin er at taka tvey skip út fyri at fáa eitt inn - ella í hvussu so er, er ikki ætlanin at økja um fiskievnini. — Men ólukkan er, at verður fløgustudul latin, verður fiskiflotin aftur ríkin út í tann trupulleika, at hann fær hægri kostnad at bera, enn hann sjálvur megnar at forrenta. — Tað er ein trupulleiki fyri fiskiflotan sum heild. — Men tad er eisini ein trupulleiki fyri samfelagið, tí landskassin fær neyvan ráð til at betala undirskotið, um hann ikki fær lænt til endamálið. Hann legði afturat, at í- løgustudul oyðileggur eisini fyri aðrar vinnur. — Ein fløgustudul í fiski- flotan fer at oydileggja vinnubygnadin sum heild f Føroyum. — Ti Tad slepst ikki und- an, at fløgustudulin er eisini eitt slag av rakstrarstuduli, tí fær eitt skip stuðul, slepp- ur tað undan einum parti av rentubyrðuni, sum nýggj skip annars bera. — Fáa skip fløgustudul, førir hann við sær, at skipini geva eitt eyka avkast, sum tey annars ikki høvdu givið. — So eru aðrar vinnur kappingarførur við fiski- vinnuna, so verda tær tad ikki, tå ið flotin hevur fingið fløgustudul, tí tá fáa tær ikki bestu nyttuna burturúr íløg- ukrónunum — Ætlanin er at brúka 300 milliónir til fløgustudul til endurnýgging av skipaflot- anum. — Og næsti spurningurin er, um hetta er at fáa mestu nyttuna burturúr teimum pengunum, ella um teir heldur áttu at verðið brúktur til okkurt annað. Hermann Oskarsson end- urtók, at tað síðsta, vit áttu at gera, var at oyðleggja gongdina, sum er tann veg- in, at fiskiflotin er á veg til at klára seg sjálvan. Hann vísti eisini á gongd- ina í Íslandi. — Íslendingar hava flutt seg frá einum punktið, har tað stóð upp og niður hjá fiskiflotanum, til eitt punkt, har hann gevur stórt avlop. Tað er eitt val Hann skoytti uppí, at spurn- ingurin um, hvat vit vilja við fiskivinnuni, er eitt val, ikki bara hjá vinnuni og hjá landsins myndugleikum, men hjá øllum Føroya fólki. — Higartil hava vit valt at brúka inntøkurnar hjá tí al- menna til at skapa arbeiðs- pláss, hóast tey geva und- irskot. — Hinvegin vísir tað seg at vera ein vilji til at flyta okkum tann vegin, at vinn- an skal ikki geva undirskot, og at almenni stuðulin til fiskivinnuna skal halda uppat. — Men um tað eisini verð- ur vilji til at flyta okkum frá eini javnvág í fiskivinn- uni, til tað punktid, har hon gevur yvirskot, fer so at vísa seg. --Men so skulu vit eisini gera okkum greitt, at vit koma at missa fiskiskap og útróður sum livsform í Før- oyum. — Vit mugu eisini gera okkum greitt at tad fara at vera nógv færri fólk i fiski- vinnuni, enn tað eru nú. Og vit mugu eisini gera okkum greitt, at vandi er fyri, at bygdirnar verða nógv verri fyri, tí tað verður truplari at rógva út. — Velja vit tað, er tað ein tillaging, sum fer at taka nógv ár. Hermann Oskarsson vísti a, at vit høvdu neyvan havt ráð til at latið allan hendan stuðulin til fiskivinnuna, høvdu vit ikki havt rikis- studulin år Danmark. -Islendingar høvdu ikki hetta valid, sum vit hava, tí teir høvdu ongan kassa at betala undirskotið við. — Og tá ið teir hildu uppat at loysa trupulleikarnar í við at niðurskriva krónuna í heilum, máttu teir syrgja fyri, at fiskivinnan gav av- lop, segði Hermann Oskars- son.