Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Ve SAVÆSAKSIUNSL VU í Tidin var farin frå stóra, snotiliga virkisbygninginum hjá Fiskasøluni. Nú er neyðugt at leita sær út i Havnardal, um ørindini eru at vitja Fiskasøluna. Hans Johs. á Brúgv, stjóri, uttan fyri nýggja virkisbygningin, sum tó er fyribilsloysn, til farið verður at byggja nýggjan, meira tíðarhóskandi bygning Fiskasølan flutt út í Havnardal Hóast Fiskasølan hevur mist útsýnið til sjógv og skip, sum er náttúrligt um- hvørvi fyri søluvøruna, so hevur fyritókan ikki mist vistónirnar. Áður helt Fiskasølan til í snotiligum bygningi Yvirni við Strond, men er fluttur í Miki- nesgótu DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG Nógvar broytingar eru farn- ar fram innan fyritøkuna, sum í gomlum degumhevði einarætt at útflyta fiskavør- ur Tá flest fólk arbeiddu á Fiskasøluni, vóru tey eini 90 í tali. Í dag arbeiða 25 fólk á Fiskasøluni Umframt tað, eru tríggjar søluskrivstovur uttanlands í Danmark, Bretlandi og i Fraklandi, har tilsamans 20 fólk starvast Hans Johs. á Brågv, stjóri å Fiskasøluni, sigur, at flyt- ingin er ein fyribilsloysn, og at ætlanin er at fara undir at byggja nýggjan stovn - við útsýni - um stutta tíð. Spurdur um Fiskasølan vegna vánaligt úrslit, varð noydd at selja virkisbygn- ingin Yvirri við Strond, sig- ur stjórin, at bygningurin, sum er 3000 fermetrar, varð vorðin ov stórur til virksem- ið. Nýggi bygningurin í Mik- inesgøtu er 600 fermetrar til støddar Fingu gott tilboð — Vit fingu eitt gott tilbod, og tóku av. Hetta er ein góð loysn,tí bygningurin er góð- ur, og situr til okkara tørv, sigur Hans Joh. á Brúgv. — Nú tit hava mist útsýn- ið, er ikki vandi fyri, at tit eisni missa vistónirnar? — Nei, als ikki. Vit halda fram við somu orku sum áður. Umsetningurin í ár er umleið 800 mió. krónur, og Sparíkassin keypti gamla fiskasølubygningin, sum er | 3000 fermetrar. Fiskasølan hevær nú 600 fermetrar at er eins nógv og í fjør , sigur Hans Johs. å Brugv, sum varð settur stjóri í august í fjør, eftir at hann hevði ver- ið fyribilsstjóri eina tíð. Ongar broytingar eru annars í bygnaðinum. — Hevur tað týdning fyri viðskiftafólk tykkara, at fyritókan er flutt í minni hølir og út í útjagaran av býnum? — Tað er givið, at hesin bygningurin gevur við- skiftafólkunum eina aðra mynd av fyritøkuni, sum áður var í stórum, snotilig- um bygningi. Tað gevur okkum eitt annað »image», men vit vóna ikki, at tað skaðar samskiftið við við- skiftafólk okkara, sigur stjórin. Fiskasølan er stovnur, sum fær nógvar vitjanir, bæði av viðskiftafólkum uttanlands og annars í dag- liga samskiftinum í Føroy- um. Fáa útsýnið aftur Nú verða hesi noydd at leita sær úit í Havnardal, og hóast tað er eitt sindur 6- høgligt fyri bæði viðskifta- fólk og starvsfólkið, so ber tað saktans til at venja seg við nýggju umstødurnar, heldur stjórin á Fiskasgluni, sum ikki vil siga, hvar fyritøkan hevur fingið grundøki at byggja, ella nær tað verður. Bert vil hann siga, at teir tá fáa rætta útsýnið aftur. Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998 Tó eingin dansur á rósum Tó eingin dansur á rósum - fagurt var titt liv, so åtti tå ta vakrastu kvødu id kvad fyri fødilandi og vi Tú góðtók ikki at verða trælur í egnum landi, men óræddur tók penn í hond, ongan tú spardi, tá tú sleit vanabandið. So mangur hugtikin sat og lýddi á tín kvika penn, ið skifti millum hvassasta og eymasta tónalag, um søtastu kossar, og mammons virknu menn. Tó mangur mundi skortur rodna um tín hvassa penn, tí eingin er tað hugnalig tala, tú kvað um tínar ráðandi samtíðarmenn. Tó tú gott var greiðir yvir, at alt sín prís hevur, tí tað kostar at geva skoðsmál, enn meir, um man ikki spjótoddinum ug gevur. Ei fataðu teir títt mál, ei fataður tú ert enn, tvey og tredivu trælir við dintilum hægst, sum fyri frændarorminum krúpa »loysingarmenn«. Og hvør man mangur ikki hava trivið í blómu tína, ta perlu av gudsnáði, sum hvgr missionerur vil gera til sína. Og tú sum við oyrum lurtar og við eygum sær, fá fær maður rósandi roð, um ikki leitað verður í Poul F's skaldargarð. Eingin vinnur maður mátt, um ikki litið verður á egnu megi, hvgr meira enn tú mundi prógva tað, tú sum hevði andróður á nátt sum á degi. Tó ongantíð misti tú mótið, tá lagnan var tær køld og kørg, nei ikki er tað hjá lagnu lættur leikur, at basa tí, ið elist millum strongir og bjørg. Í bjørgum, millum boðar og sker tú stýrdi djarvur fari tínum, ikki hann trívist í skrivstovuyrki, sum uppvaksin var við Beinisvgrð í bjargalínu. Vakur stendur tín skaldskapur, Beinisvørdur gevur ljóð, tó eingin dansur á rósum var títt lív, tú legði eftir teg vakra skaldarslóð. Eg kagað hava í tín skaldarbrunn, ríkir skyggja dýrgripir, tó sum teir vakrastu, um fødilandid og viv gjøgnum øldir, fólkið tíni boð flytur 16.7.95 Baraldur á Berhellu