hósdagur 12. november 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 215 — 12. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið SOSTaln
Fiskaseljarar stovna felag: Vilja tryggja sólufrælsið:
— Tað er skeivt at
tvinga okkum at
bjóða allan fiskin
út. Tað er skeivt
at seta forðingar
í vegin, sum ong-
ar forðingar eru,
tí tað er altíð eitt
hol í lógini
AkKI BERTHOLDSEN
—Vit fara at arbeiða fyri at
varðveita frælsið til at selja.
Teir, sum selja fisk, hava
nú tikið seg saman í felag
at røkja síni áhugamál.
Abraham Hansen í Salt-
angará er ein av stigtakar-
unum til felagið.
— Ætlanin er at hava um-
boð fyri allar skipabólkar í
nevndini, sigur hann.
Hann sigur, at formliga er
felagið ikki stovnað enn, tí
enn hava tveir av skipabólk-
unum, snellubátarnir og
djúpvatnstrolararnir, ikki
sett nøvn á síni nevndar-
umboð.
Verja frælsid at selja
Abraham Hansen sigur, at
stutt sagt er høvudsenda-
málið hjá felagnum at ar-
beiða fyri at varðveita fræls-
ið hjá skipum og bátum at
selja fiskin, har prísurin er
bestur.
Ein grund til, at stovna
felagið er at fiskaseljarar
halda, at tad er tydningar-
mikið, at eisini teir taka seg
saman í felag so at teir allir
draga somu línu, og fáa eitt
felags andlit úteftir - og so-
statt verða førir fyri at geva
ráfiskakeyparafelagnum eitt
kvalifiserað mótspæl.
— Higartil hava tað bara
verið fiskakeypararnir, sum
hava staðið saman við ein-
um felags andlitið úteftir,
meðan sjónarmiðini hjá
okkum, sum selja fiskin tí-
verri hava staðið og spjatt,
sigur Abraham Hansen.
Hurðin má standa opin
Abraham Hansen sigur, at
tað, sum er mest umráðandi
er vinnan fær fastar og stød-
ugar karmar at arbeiða und-
ir.
— Sum er, verða treytirnar
broyttar í tíð og úrtíð og tað
er vónleyst at arbeiða undir
slíkum umstødum.
— Vit hava nóg illa skipað
okkum undir einum for-
treytum, so verða tær
broyttar-uttan at vit hava
havt nakra sum helst ávirk-
an á tað.
— Tað er neyðugt, at vit
fáa greiðar reglur at ganga
eftir. Og tað nýggja felagið
skal so tryggja, at fiskaselj-
arar eisini fáa ávirkan á tær
reglar, sum verða gjørdar.
Hann sigur, at tað besta
fyri fiskaseljararer, um tað
verður fullkomiliga frítt at
selja fiskin, har prísurin er
bestur.
— Men vit vita, at táið
onnur royna at forða fyri,
at fiskur fer óvirkaður av
landinum, so fara føroying-
ar at royna at gera tað sama.
— Okkara uppgávan í fel-
agnum verða at tryggja fisk-
aseljarum, at tær avmark-
ingarnar ongantíð verða so
stórar, at tað forðar okkum
at fáa best møguliga prisin
fyri fiskin.
Abraham Hansen sigur, at
tað hevur alstóran tydning,
at hurðin út í heim altíð
stendur opin, so at tað verð-
ur loyvt at selja uttanlands.
— Verður hon latin aftur,
missa vit følingina við
marknaðinum. Og tað er al-
neyðugt, at vit, sum selja
fisk, ikki missa følingina
við marknaðinum. Gera vit
tað, enda vit skjótt niðri á
einum ødrum stødi, enn vit
eru nú.
Altíð hol í lógini
Abraham Hansen sigur,
møguliga er tað rætt at tað
er samfelagsliga óheppið at
ov nógvur óvirkaður fiskur
fer av landinum.
— Samstundis mugu vit
staðfesta, at tað fer ikki
nógvur óvirkaður fiskur av
landinum.
— Men tað er ikki orsaka
av teimum forðingum, sum
eru settar í verk. Tí forð-
ingar ber altíð til at sleppa
uttanum.
— Í dag er ein lóg sum
sigur, at fiskur kann ikki
verða sendir óvirkaður av
landinum, uttan at hann
verður boðin út í Føroyum
fyrst.
— Hvat ger mann so. So
keypir onkur fiskin, pakkar
hann, koyrir hann aftur á
uppboðssgluna, men keypir
hann aftur frá sær sjálvum
og sendir hann av landinum.
--Sostatt endar fiskurin 6-
virkaður av landinum kort-
ini. Hann fer bara ein um-
veg, sum er heilt burturvið.
--Grundin til, at so lítið fer
óvirkað av landinum, er
heilt einfalt tann, at fiska-
seljarar hava lagað seg til
marknaðin og tí at prísurin
Tað ber væl til at
finna hol í lógini
í Føroyum er so høgur, at
hitt loysir seg ikki.
— Fiskamarknaðurin hev-
ur tað góða við sær, at fiskur
kann bjóðast út í Føroyum.
— Men prísurin í Føroyum
sleppur ikki at fella av tí at
tað ber til at fara uttanlands,
um prísurin í Føroyum fer
niðurum eitt vist.
--Sjálvandi fara onkrar
bingjur av hýsu og flatfiski
av landinum. Men tað er
bara tí, at vit plaga ikki við-
gera tey fiskasløgini, sum
teir, ið keypa tann fiskin.
—Vit fara ikki at selja fisk
av landinum, uttan so, at tað
kastar meiri av sær. Og
loysir tað seg betri at selja
uttanlands, er tað tí, at tað
er okkurt galið heima í Før-
oyum. So tann møguleikan
mugu vit hava.
Mugu hava
fleiri keyparar
Nú hava fiskakeyparar í
Vági ført fram, at kappingin
ímillum virkini er heilt av-
lagað av tí at summi hava
almenna fígging, ella eru
sanerað niður í lítið og lætt.
Av ti sama fara øll tey virk-
ini á heysin, sum ikki hava
almennan stuðul, ella eru
sanerað. Og tå ið bara nøk-
ur heilt fá virki eru eftir, fer
tað at fóra við sær, at av-
reiðingarprísurin fer at fell-
a munandi. Eru tit samdir í
tí?
—Tad er heilt klárt, at verða
tað ov fáir fiskakeyparar,
verður prísurin ikki tann,
hann er nú. Men er nettupp
ein uppgáva, sum vit selja-
rar kunnu hjálpa til at loysa.
-- Okkara endamál er at
halda prísinum uppi. Tí
mugu vit royna at bjóða
okkara fisk út soleiðis, at øll
virkini kunnu liva.
— Tað er neyðugt, at tað
ber til hjá teimum stóru
virkjunum at keypa heilar
lastir. Og tað er eisini neyð-
ugt at tað ber til hjá teimum
smáu virkjunum at keypa
smáar nøgdir. Vit hava brúk
fyri báði smáum og stórum
fiskakeyparum.
Skeivt at tvinga
Abaham Hansen heldur, at
fiskaseljarar eiga sjålvir at
sleppa at loysa trupulleikan
innanhýsis um, hvussu fisk-
urin skal bjóðast út, uttan
at fáa lógir og reglar
smoygdar niðuryvir seg í tíð
og úrtíð.
———"———iiuu
"> Sosialurin - fimm ferdir
um vikuna vid ti feskasta!
-So vilja fiskaseljarar
heldur visa ein positivan
hugburd til tad, at bj6da
fiskin út.
— Men tad er heilt greitt,
at allur fiskurin kann ikki
bjóðast út. Tí mugu vit finna
eina millumloysn, sigur
hann.
Hann sigur, at tað er heilt
burturvið at tvinga seljarar
at bjóða allan fisk, sum fer
av landinum, út.
— Tað er heldur ikki ein
forðing fyri at senda fisk av
landinum, tí tað ber væl til
at smoyggja seg ígjógnum
hol í lógini. M.a. við at
keypa fiskin sjálvur.
--Sjálvandi er tað neyðugt
at bjóða fisk út. Men tað er
ikki neyðugt at bjóða hvør
stertur skal bjóðast út.
— Situr ein seljari t.d. við
3.000 kassum av upsa ein
månadag og aftur við 3.000
kassum ein mikudag- og alt
skal bjóðast út, kann prís-
urin skjótt blíva vánaligur.
|(*
L á
— Tað nyttar onki at royna at seta forðingar í vegin, tí tað
eru altíð onkur hol í lógini. Fiska eiga sjæalvi at sleppa at
loysa málið, sigur Abraham Hansen, sum er ein stigtakar-
unum til eitt nýtt felag fyri fiskaseljarar
--Tá ber væl til hjá eimum
stórum fiskakeypara at sita
hendur í favn og bíða, til
tey smáu hava fingið sítt og
so fær tann stóri keyparin
restina fyri lítið og lætt.
— Tá átti seljarin at havt
møguleika samrådst seg
fram til ein pris vid eitt åvist
virki, og at farid uttanlands
vid fiskinum, um hann ikki
varð nøgdur við prisin,
| Tréndargøtu
Hf 318200
D U
x
NIDURDEILIR
CARDIGANS
CARLA
NORD
heimkomið frå
NÓGV NYTT!
NOANOA