fríggjadagur 13. november 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 216 — 13. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið SeSaluí
Aftan á 21
ár við
handlinum
Feðgar í
SMS ætlar
kontro-
versielli
handils-
maðurin
Kári Miiller
nú at leita
aðrar leiðir
Hóast Kári Miller sigur
seg hava eitt framúr tilboð
til áhugaðar keyparar, so
fylgir pengakassin tó ikki
við í keypinum, nú royndi
handilsmaðurin møguliga
selir Feðgar
Mynd: Álvur Haraldssen
NICLAS JOHANNESEN
— Hetta er eitt framúr tilboð!
Sigur Kári Miller og sip-
ar til, at handil hansara
Feðgar í prinsippinum er til
sølu. Handilsmaðurin, sum
f 21 år hevur selt slips og
klædningar í SMS, ætlar
ikki at gera nýggja sáttmála
um at leiga hølini í SMS
Í Dimmalætting hósdagin
er lýsing, har stjórin Hans
Mortensen ger vart við, at
1. februar vera hølini, har
Feðgar heldur til, leigad út
til nýggjan leigara. Ein treyt
er, at viðkomandi ætlar at
selja harrattoy. Júst sum
Kári Miller hevur gjørt í
eina kvart gld.
Kári, hvat ætlar tí so at
gera?
— Ja, hvør veit. Eg haldi,
tað er upp á tíðina at lyfta
eyguni og síggja eina aðra
verð uttan fyri SMS. Nú
havi eg verið her hvønn
morgun og hvgnn dag í 21
ár. Eg vil royna okkurt nýtt.
Kanska Bacalao er ein
møguleiki.
Heldur tå nakað flaka-
virki skoytir um ein slipsa-
seljara?
— Eg kundi um ikki annað
verið pavsuklovnur. Og so
kundi eg ringt til Dan Klein
fyri at fáa heitastu nýggj-
heitirnar, sigur Kári Miller,
flennir, og ger annars vart
við, at hann ta tíð tað var
arbeiddi á Bacalao, at hann
hevur arbeitt á bilverkstaði,
at hann hevur verið hov-
meistari við Smyrli einaferð
í 70'unum og at hann sanni-
liga eisini hevur siglt við
Isborg.
Frískur og beskeðin
Kári Miller leggur dent á,
at talan er ikki um nakra
ósemju millum seg og
leiðsluna í SMS.
— Her er ikki talan um
nakran stridsspurning. Hin
handilin hjå mær, Skålkur,
fer framvegis at halda til í
SMS, og sonur mín fer
framvegis at standa fyri
rakstrinum.
Kári stendur kortini við
eitt vegamót og staðfestir:
— Eg er 48 ár, friskur og
væl fyri. Eg havi altíð verið
ein beskeðin, stillfærdigur
og róligur maður, og nú er
tíðin komin, har eg ætli at
hyggja aðrar leiðir, sigur
Kári og leverar dagsins
longsta látur.
Men kanst tú ikki siga
okkum, hvat tú ætlar at
gera?
— Tað veitst tú ongantíð.
Eg ætli mær ið hvussu er at
leggja á annan bógv. Hvat
spyrst burtur úr veitst tú
ongantíð.
Handilsmaðurin leggur
annars dent á, at tað átti at
verið góðbiti hjá onkrum
ungmanni at roynt at keypt
Feðgar.
— Hugsa tær, so kann
tann, ið keypir fáa kjansin
at liva sum Kári Miller, ið
hevur livað sum ein milli-
Oningur. Hetta er eitt framúr
tilboð!
Hvat skal tú hava aftur-
fyri?
— Ja, tað krevur sjálvsagt,
at viðkomandi hevur eitt
sindur av pengum í fóðrin-
um. Hann skal ikki vera
eidasørur. Men samstundis
fær ein keypari ein handil,
ið er væl rikin.
Hvat nú, um eg bjóði tær
100.000 krónur. Hvat sigur
til so?
— Tað rgkkur kanska til
sokkastativið! Nei, nei. Nú
kasti eg bóltin út. Og so
mugu vit síggja um nakar
loftar honum. Tað er møgu-
ligt, at eg verið hangandi
her eina løtu aftrat, sigur
Kári og skoytir uppí.
— Der er noget í luften!
Ja, hvat er í luftini. Kanst
tú ikki fortelja okkara lesar-
um, tínum kundum, hvat tú
ætlar?
— Lívið er spennandi!
Lívið er deiligt!
Sigur Kári Miller og
leggur okkum eina við at
senda ein myndamann at
taka nýggja mynd. Tað, tú
júst hevur lisið, eru stórtíð-
indi, skilst.
A
Kristiliga
Sangkorio
håtidarheldur
45 åra dag
Leygardagin verður konsert i Kommunu-
skúlanum við Kristiliga Sangkórinum, sum
í ár hevur 45 ár á baki
NICLAS JOHANNESEN
Tað vera andalígi. sálmar
og sangir á skránni, tá
Kristiliga Sangkórið leyg-
ardagin klokkan 16.00
hevur konsert í Komm-
unuskúlanum.
Løg eftir Knút Olsen,
Hera Eysturlíð, H. J. Høj-
gaard og yðrðum verða at
hoyra. Fosturlandssangir
og nordurlendskir sangir.
Onkur nýggjur sangur
eftir Palla Hansen verður
eisini framførdur á fyrsta
sinni, og lag hjá the Grand
Old Man í Kristiliga Sang-
kórinum Jóhan Restorff Ja-
cobsen verður eisini sungið.
Tað var Dan Borgen Han-
sen, sum i 1953 stovnadi
Kristiliga Sangkórið, og í
fleiri ár var hetta einasta
kórið í Havnini. Síðani
komu onnur kór, eitt nú
Havnarkórið, og seinastu
árini hevur ikki verið
nógv at hoyra til Kristí-
liga Sangkórið.
Men nú er lív aftur
komið í. Hanus Joensen
stjórnar og 40 fólk
syngja við, og í summar
var kórið á ferð í Noregi,
har sungið var eitt nú í
Nidaros Dommen í