Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið S0SjZ)ur H Nr. 216 — 13. NOVEMBER 1998 Um 10 - 15 ár eru næstan ongir føroyskir kommunulæknar eftir Sum nú er, verða alt ov fáir, føroyskir kommunulæknar tókir, tá ið vit, sum nú eru, fella frá, sigur Andreas Peter- sen AK! BERTHOLDSEN Um fá ár er stórur vandi yri, at tað verðu varlig groyskum kommunu eknu semasta ættar JYSKUM KOMI ur sigur Andr ira okkum eru ) føroyskir kommunulæknar tøkir at laka Størvini, sigur nann Tekur 10-15 år Kommunulæknaútbúgving- in hevur síðani seinast í átta tiårunum læknaútbúgving, sum tekur eini fimm ár Andreas Petersen sigur, at 10 ár frá tí at verið ein ser- utbugvin ser- lækni --Sostatt er neyðugt við langtíðarplanlegging — Og stødan er altso tann, at í løtuni eru næstan ongir føroyingar undir útbúgving til kommunulækna Kommunulæknin sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at so fáir føroyingar velja leiðina sum kommunulækn- ar —Eitt er, at tað eru ov få størv i Føroyum og ti er ar- beidsbyrdan i flestu førum alt ov står. Somuleiðis er eftirútbúgvingin ikki løgd í nóg fastar karmar — Men av ti, at útbúgv ingartíðin er so long, tekur tað minst 10 ár, kanska upp í 15 ár at áðrenn vit merkja úrslitið av teimum tiltøkum sum møguliga verða gjørd — Og tað vil aftur siga, at vilja landsins myndugleikar venda gongdini, er tað neyðugt at gera tað skjótt og at senda signalið til teir yngru læknarnir um, hvat ætlanin er Annars er vandi fyri at vit koma í ta stóðu, at vit standa við alt ov fáum kommunu- læknum um nøkur ár, sigur Andreas Petersen. Tvær endasteðir Andreas Petersen sigur hjá læknunum eru tvær „enda- stødir” --Tú kanst enda sum y vir- lækni á einum sjúkrahúsi, tú kanst enda sum ko wunulækni að valið skal læknin gera eftir turnustíðina og tað I tvey ár efur loknan —] turnustíðini skulu læknar arbeiða á tveimum sjúkrahúsdeildum, tað er sum oftast eini medisinskari deild og eini skurðdeild, umleið eitt hálvt ár á hverjari. Teir skulu eisini arbeiða hjá einum komm- unulækna í umleið eitt hålvt ár. So hava teir umleið eitt hálvt ár eftir, har teir velja sær eitt øki Og eftir tað skulu teir so velja sær eina sergrein at útbúgva seg í Andreas Petersen sigur, at semastu árini hava nógv teir flestu føroyingar valt at halda fram at útbúgva seg til serlækna á sjúkrahús økinum og ikki at búgva seg til kommunulækna - Tvs, at hyggja vit 10- 15 ár fram, tá ið teir flestu av kommunulæknunum í dag, eru farnir frá, eru Ogv- uliga fáir føroyingar at taka størvini Andreas Petersen sigur, at ein orsøk til, at so fáir vilja vera kommunulækni er, at arbeiðsbyrðan er ov stór. --Kommunulæknarnir hava 40 tíma arbeiðsviku, sum flest øll onnur. Men harafturat vaktirnar. — Summa staðni ganga teir enntá tveyskiftisvakt, td. í Vágum og í Sand- oynni. — Tvs, at teir skulu vera tøkir í 24 tímar út í eitt, annadhvørt samdøgur - og so til arbeidis dagin eftir. — Aðrastaðni hava teir vakt tridjahvørt samdøgur, t.d. i Klaksvík. Í Eysturoynni hava vit vakt sættahvørt samdøgur, og tað er heldur frægari. Í Havnini hava teir so vakt sjeyndahvørt samdøgur. Andreas Petersen sigur at vaktirnar eru tungar. — Bara tað sita og bíða og verða fyrireikaður til alt møguligt, frá småtingum til tað heilt alvarsliga er ógv uliga tyngjandi — Og hóast onki er at gera, fæst ongin verulig hvíld við telefonini undir oyranum alla tíðina. Ein lækni, sum er í tvey- skiftisvakt, er bundin einar 120-130 tímar um vikuna. koma Andreas Petersen, kommunulækni, ávarar: Í løtuni ze sær út til, at vit, sum nú eru, verða tað seinasta ættarliðið av fóroyskum kommunulæknum. Næstan ongir føroyingar vilja verða kommunulækni, tí arbeidsumstødurnar eru ov vánaligar. Orsøkin til, at arbeiðs- byrðan er ov stór, er sjálv- andi, at tað eru ov fáir lækn- ar — Vit eru 26 kommunu- læknar í Føroyum. Tað er ein fyri hvørji góð 1.700 fólk. — Fyrr varð sagt, at tað er hóskandi við einum komm- unulæknafyri hvørji 1.500 fólk. — Men seinastu árini er arbeiðsbyrðan hjá læknan- um so nógv vaksin M.a. eru fólk skjótari nú, enn fyrr, at fara til lækna. - Og somuleiðis fáa læknarnir meiri og meiri at gera við at skriva váttanir av øllum handa slagi. — So nú verður hildið, at tað er hóskandi við einum lækna fyri hvørji 1.200 fólk. — Eftir tí skuldu vit verið 37-38 kommunulæknar í Føroyum. Sostatt skuldu vit verið 11-12 fleiri, enn vit eru nú, fyri at fáa rímiligar arbeidsumstødur sigur kommunulæknin í Gøtu. —Eg haldi at tad er bråd- neyugt, at tað verða fleiri kommunulæknar í Havn, í Eysturoy og í Klaksvík. Men samstundis gongur tað ikki, at vit framhaldandi skulu hava gki við tvey- skiftisvaktum. — Tað øki, sum eg haldi, er tyngst at røkja, er Eiðis læknadømi, har eru 2.200 fólk í einum stórum øki við nógvum, smáum bygdum- og einum lækna. Andreas Petersen sigur, at í Bornhólmi, býr líka nógv fólk sum í Føroyum, men har er alt landfast, og har eru 40 kommunulæknar. Tó hava teir eitt sindur eyka- arbeiðið av ferðafólki um summarið. Men tað eru nú ikki ferðafólk, sum plaga at vera tey mest sjúku, leggur hann afturat. Fela seg einsamallar — Ein onnur orsgk til at kommulæknastarvið er so lítið lokkandi, er, at teir all- arflestu kommunulæknarnir føla seg so einsamallar fak- liga. — Teir sita einsamallir i eini vidtaluhøli og hava ongar starvsfelagar at tosa vid. — Tys, at teir eru eins- amallir um at bera arbeids- byrðuna og at bera åbyrgd- ina. Hann sigur tó, at hetta hevur verið í batningi við tað, at læknamidstødir eru komnar ymsastaðni. — Men nógvastaðni er tað fakliga umhvørvid enn ein trupulleiki, sum myndug- leikarnir heilt avgjørt eiga at gera nakað við, tí hendan stóða er rættiliga tyngjandi. Andreas Petersen leggur tó afturat, at nettupp hetta, er styrkin í kommunulækn- askipanini, at sami komm- unulækni stødast leingi í einum plássi, tí á tann hátt kemur hann at kenna sjúk- lingarnar og viðurskiftini á staðnum væl. — Sjúkrahúslæknarnir hava eisini vaktir. Men teir hava nógv fólk afturat sær um hvønn sjúkling, báði yngri læknar, sjúkrasystrar og annað starvsfólk, so tað er ein heilt onnur vakt, enn tann hjá tí einsamalla kommunulæknanum. Kommunulæknin heldur, at ein triðja orsøk til at so få vilja verða kommunu- lækni, er, at spurningurin um eftirútbúgving er so flót- andi. —Vit betala okkara eftir- útbúgvingar sjálvir. Tað er spurningurin, hvussu leingi tað fer at halda, ella um eftirútbúgvingin skal vera eitt samfelagsmál. Lenin hampilig Tó heldur hann ikki, at lónin er beinleiðis nøkur forðing fyri at gerast kommunu- lækni, hóast teir ikki fáa tað øgiligu lønina, sum fólk mangan billa sær inn. — Lenin er hampilig eftir fóroyskum viðurskiftum. — Men lønin hjá komm- unulæknanum er å nøkun- lunda sama stødi lønin hjå einum yvirmanni å einum hampiligum — føroyskum fiskiskipi. — Frá fakfelagsins síðu hevur verið roynt at halda endalgnina hjá kommunu- læknunum á sama stødi sum endalgnin hjá einum yvir- lækna á einum sjúkrahúsi. Boðskapurin Andreas Petersen sigur, at boðskapurin til myndug- leikarnar tí er heilt greiður um teir annars vilja fáa broyting í, so at vit eisini hava nóg mikið av føroysk- um kommunulæknum i framtíðini 1) Fleiri størv so arbeiðs- byrðan minkar. 2) Fakliga umhvørvid skal styrkjast við at fleiri læknar arbeiða saman í læknamidstødum 3) Eftirútbúgvingin má fá ast í fastar karmar Lokka við løn | Aðrastaðni, t.d. í Norður- noregi, Nordursvøriki og í Grónlandi verður roynt at lokkað læknar til við at bjóða teimum sera góða lón. Sær tú hesa gongdina fyri tær í Fóroyum eisini ? Ja tað geri eg-um onki hendir heilt skjótt -Stødan har er tann, at roynt verður at lokka læknar til við heilt góðari løn. — Teir læknarnir taka so eitt læknadømi uppá seg, sum kanska tríggir læknar eiga at vera um- og so ar- beiða teir alla tíðina. — Men so stødast teir heldur ikki meir enn ein, tveir, ella triggjar mánaðir fyri eina rúgvu í løn. — Og í Grønlandi er eitt heilt ólukkuligt læknatrot, hóast teir báði verða lokk- aðir við góðari løn, einum grønlendskum ævintýri við útferðum á hundasleðum „o.s.fr. Andreas Petersen sigur, at sjálvandi ber tað til at fáa læknar til Føroyar uppá tann mátan. — Men enda vit í teirri støduni, fer læknaliga dygd- in dygdin at fella heilt mun- andi. Tí teir læknarnir ar- beiða dógnið runt, eina heilt stutta tíð, fyri at fáa tað góðu lønina, og so eru teir horvnir aftur, líka skjótt, sum teir komu. — Og talan verður sjálv- andi ikki um føroyskar læknar. Tá verður talan um læknar úr øðrum londum, kanska eysturlendskir lækn- ar, sum ógvuliga illa løntir. Kommunulæknin sigur, at hetta var ikki ætlanin við kommunulæknaskipanini í Føroyum. Ætlanin var nett- upp at vit skuldu hava eina eina skipan, sum fekk læknan at stødast eitt åra- mål, fyri at tryggja eitt so høgt læknaligt stødi, sum gjørligt, sigur Andreas Pet- ersen.