Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. november 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 216 — 13. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið S0S2lufin — So ístaðin fyri at brúka 2-3 milliónir í okkara pen- ingi uppá at byggja eina gamla útróðrarbygd upp, brúktu filmsfólkið eina bygd, sum var til taks. — Men tað skerst ikki burtur, at filmsupptøkurnar settu sín dám á Flatey. -M.a. vórðu yvir 20 tons av timbri flutt í oynna, og eitt skifti vóru yvir 80 fólk í Flatey í sambandi við upp- tøkurnar. Beint eftir upptøkurnar, stevndi Johanna heim aftur til Føroyar. Teir lógu tó í Ólavsvík í nakrar dagar og bíðaði eftir líkindum. Annars verður tað nógva av filminum tikið upp í Gøteborg í Svøriki. Filmurin verdur lidugur komandi summar og hann skal frumsynast å eini films- stevnu f norska høvuds- staðnum Oslo komandi år. Ektaður blíðskapur Menninir, sum vóru við Jo- honnu í Íslandi hava bara alt gott at bera íslendingum. - Vit fingu eina hjartaliga móttøku allastaðni har vit komu. — Tað var ein ótrúligur og ektaður blidskapur og varmi, sum møtti okkum allastaðni, siga teir átta menninir. --Sovorðið sum havna- gjald vildu íslendingar ikki hoyra talan um at fáa frá okkum. — Vit sluppu heldur ikki at betala fyri streym og aðr- ar tænastur, vit høvdu brúk fyri. Og kokkurin, hann hevði ikki nógv at gera. — Vit vórðu bodnir til breiðaborð báði morgum middag og kveld at kalla hvønn dag, so eg hevði tað øgiliga róligt, sigur kokk- urin, Niels við Gjógvará. „Ikki minst var steðgurin í Ólavsvík eitt upplivilsi. -Olavsvik er vælkend í Føroyum og tað eru nógvir føroyingar, sum hava arbeitt í Olavsvik gjøgnum árini, + i Nú ein dagin hittu vit seks av teimum átta vágbingunum, sum hjálptu íslend- ingum við nýggjasta stóra filminum, sum er gjórdur eftir sógu hjá Laxnes, og teir fortaldi okkum leyst og fast frá íslands- ferðini. Teir eru f.v.: Oli Samuelsen, Johan úr Toftum, Arni Dahl, Niels við Gjógvaró, Óli Petersen og Bjarni Brattaberg. Teir vóru eisini allir statistar í filminum at teir hava sett sín dám á bygdarlívið. Tað vóru eisini nógv vinabond knýtt ímillum før- oyingar og íslendingar hesi árini. Men tað, sum manningin á Johonnu halda vera heilt var blivið av honum, og hvat var blivið av hinum. — Teir mintust føroying- arnir so væl, at teir mintust, eisini smáar detaljur um menninar. M.a. komu vit á tal við ein 72 ára gamlan íslending, sum mintust, at Martin í Skorti í Vági ikki brúkti vøttur, men plagdi vera berhentur í frysta- ríðnum. Eisini tveir av manning- ini, sum vóru við Johonnu, Niels við Gjógvará og Jo- hann úr Toftum vóru fleiri ár í Olavsvik ta tíð tað var. Eisini teir hittu fleiri gamlar kenningar, tó at fleiri, sum teir vóru saman við, eru farnir. Men tað er ikki sørt, at teir vóru eitt sindur rørdir av at íslendingar høvdu goymt føroyingarnar so væl f minninum. M.a. fortelja teir eina søg- u um tá ið teir royndu at fáa eitt bjargingarbelti til tað nyistanfjørdu Garðabrúgv í Johanna, København, stendur á navnabrettinum, sum vágssluppin hevði afturi í reyv teir dagarnar, hon var við í filminum ikki minst í kreppuárunum seinast í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum. — Fyrst í sekstiårunum búðu 480 fólk í Ólavsvík. — Men afturat teimum vóru upp til 120 føroyingar og arbeiddu í Ólavsvík í vertíðini, so tað er skilligt, undrunnarvert, er, at nógv av teimum eldru í Olavsvik enn mintust føroyingarnar, sum høvdu verið har yviri, hvussu teir itu, hvussu teir høvdu verid, og hvadani teir vóru, og vågbingarnir, sum nú vóru har yviri, blivu dúg- liga tráðspurdir um, hvat Vági. Nei, slíkt vart ikki at fáa í Ólavsvík, tað máttu teir fáa í Reykjavík, har tey kostaðu um 7.000 føroyskar krónur. — Men so kom ein til okk- ara og segåi, at hann åtti eitt í bátinum. Nú brúkti hann bátin so lítið, at vit skuldu fáa bjargingarbelti frá honum fyri onki. — Og hann gav okkum bjargingarbelti vid teimum orðum, at hetta skuldu vit eiga frá sær — Tí eitt tordi hann at siga, at høvdu tað ikki verið so nógvar føroyskar hendur í Ólavsvík tað tíð, tað var, hevði Ólavsvík ikki tað, hon er í dag. „Nú búgva 1.200 fólk í Ólavsvík. I Ólavsvík fingu teir eis- ini eitt skreytblað til gávus, við einum grindi á, sum Poul Midjord, Poul við Osa- garð, ið livdi frá 1844-1899, hevði sett saman. Ørindi ljóðaði soleiðis: Tú tosar um vegur, tú tosar um vind, tú tosar um fiskiskap, um seyð og um grind. Hví tosar tú ikki um Jesus? Tann, sum gav teimum skreytblaðið var Marinó Mortensen, sum er lang- abbasonur Poul við Osa- garð. Menninir, sum vóru við Johonnu fortelja eisini, at ein dagin komu teir á tal við ein mann, sum var abba- sonur Jógvan Hjelm, van- liga nevndur Jógvan hjá Akka, í Vági. Hann gekk burtur við skipi, sum fór á Vágseiði í 1926. Hann hevði íslendska konu og einkjan flutti aftur til Íslands við børnunum nakað aftaná at maðurin var deyður. — Tey høvdu hildið fast við eftirnavnið Hjelm og nú var ætlanin at skipa fyri Hjelm-ættarstevnu í Íslandi. — Og teir vóru komnir eftir, at í Íslandi vóru ikki færri enn 300 fólk, sum høvdu eftirnavnið Hjelm, og sum øll eru eftirkomarar hjá Jógvan hjá Akka í Vági. Fylgdu Johonnu til kei Annað dómi um, hvussu væl Johanna og føroying- arnir við henni, vóru í Ís- landi fyri teir á heimferðini. Skip, sum sigla í íslendsk- um sjógvi hava skyldu at boða vaktartænastuni frá tvær ferðir um samdøguriåd. A veg heim, meldaðu før- oyingarnir til seinastu ferð, beint sum teir komu inn í føroyskan sjógv og takkadu íslendingum fyri seg. — Men komnir undir land í Føroyum ringdi íslendska vaktartænastan til okkara, bara fyri at vita, um alt stóð væl til. Og beint, sum vit løgdu at kei í Vági, ringdi teir aftur at tryggja sær, at vit vóru komnir væl fram. Sóu ikki Keiko I Íslandi ætlaði manningin á Johonnu sær heilt avgjørt at sleppa at síggja heims- gitna bóghvítuhvalin Keiko, sum hevði høvudsleiklutin í filmunum um hvalin Willy. — Keiko er í einum byrg- ing í Vestmannaoyggjum. Har hann skal vera, til hann hevur vant seg við um- stødurnar, so skal hann sleppast út aftur at liva sítt fría lív í sínum rætta um- hvørvid. — Ferja sigldi tvær ferdir um dagin fólk av megin- landinum út í Vestmanna- oyggjar ókeypis at síggja hvalin. Amerikanarar be- taltu. — Men tað var slíkur grav- gangur at sleppa við, at vit høvdu ongan møguleika at sleppa framat teir fáu dag- arnar, tað bar okkum til at fara. Íslendingar fortaldi teim- um á Johonru, at teir høvdu fingið 20 milliónir í okkara peningi frá amerikanarum fyri at „hýsa“ Keiko hesa tíðina. Og nógvir teirra duldu ikki fyri, at teir hildu amer- ikanarar verða heilt óðar í høvdunum at offra so nógv- ar pengar uppá ein einstak- an hval, tí teir hildu, at teir kundu verið beri farnir onkra aðrastaðni. Aðru ferð Hetta er aðru ferð, at Jo- hanna er við í filmi. Vágssluppin var eisini við í „ Her skal danses“, sum íslendingar gjørdu eftir søguni hjá William Heine- sen. Ætlanin var eisini, at hon skuldi vera við í „Barbaru“. — Men tað bleiv av ongum tí at kravið til at umbyggja skipið var so stórt, at tað læt seg ikki gera. Og tað er ikki vist, at „Ungfrúgvin góða og hús- ið“ verður seinasti filmurin hjá Johonnu. — Íslendingum dámdi so væl Johonnu, at teir søgdu, at fingu teir aftur brúk fyri einum gomlum skipi til ein film, skuldu teir heilt av- gjørt hava hana í huganum. Og teir lótu eisini fleiri ferðir føroyingar vita, hvussu ómetaliga harmir teir vóru um, at íslendingar ikki eisini høvdu varðveitt onkra av teimum gomlu sluppunum og tað hildu nógv um, at føroyingar høvdu gjørt tað. — Tað setti tankarnar í- gongd hjá teimum gomlu íslendingunum at síggja Jo- honnu. — M.a. mintust teir skip- skeksirnar, ið teir, sum Óvitar gingu umborð á før- oysku sluppirnar at fáa sær. Treyðugt so, skipskeks høvdu teir á Johonnu eisini yvir við sær hesuferð, men tær keksirnar, mann fær nú, eru verri enn so so harðar, sum beinakeksirnar, teir fingu fyrr. Men tað setti eisini tank- arnar ígongd hjá føroysku sjómonnunum — Eg haldi, at vit fingu eina lítla hóming av, hvussu teir gomlu høvdu tað fyrr, við sluppunum- við ongum stýrihúsi, men einans einum róðurarmi á dekkinum á heystardegi undir Íslandi. Men tað var sanniliga eis- ini eitt stórt upplivilsi at verða við til eina islendska filsmupptøku. Heimferdin gekk væl. Tad var heilt nógv fólk á bryggj- uni í Olavsvik og segði fa- rvæl. Tað eru 565 fjórðingar úr keiini í Olavsvik til kei í Vági. Tann teinin sigldi Jo- hanna uppá 71 tímar og tað gevur eina miðalferð uppá 8 fjórðingar um tíman.