mikudagur 18. november 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 — 18. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S082luVrfn
Uttan ålitismenn verður
arbeiðið ikki avgreitt
Aki BERTHOLDSEN
Tað var Flemming Mikk-
elsen, løgtingsmadur, sum
handaði Henry Jacobsen í
Vági tænastumedaljuna fyri
langa og trúgva tænastu á
sama arbeiðsplássi.
Flemming Mikkelsen
man vera tann, sum hevur
arbeitt eina longst saman
vid Henry Jacobsen. Teir
báðir hava arbeitt saman í
30 ár, Henry á bedingini og
Flemming í Smiðjuni.
Eftir at hava verið ar-
beiðsmaður hjá Garða-
monnunum í trý ár, slapp
Henry í læru sum skips-
timbrari í 1947.
Sjálvur kom Flemming í
smiðjulæru árið eftir í 1948
og teir arbeiddu so saman,
tíl Flemming legði frá sær,
í 1988. Eftir at hann varð
valdur á ting, arbeiddi hann
tó ikki fast í smiðjuni.
— Smidjan og bedingin
vóru stór arbeiðspláss við
nógvum sveinum og nógv-
um lærlingum, segði
Flemming Mikkelsen.
— Teir flestu lærlingarnir
fóru víðari, menn summir
blivu eftir aftaná lokna læru.
—Hetta var tíðin, tá ið
sluppirnar blivu umbygdar.
— Summar fingu nýggjan
motor motor, tær fingu
tangar og stýrihús, og lugar
og kahyttir varð gjørt av
nýggjum. So tað var ríkiligt
at gera allar seks yrkadagar
í vikuni- tá varð eisini
arbeitt leygardag.
— Tað var eisini nógv
yvirtíð og tað hendi seg
meiri enn so, at menn eisini
fingu arbeiðsboð sunnudag.
Flemming Mikkelsen
segði, at skipasmiðjan og
bedingin fingu sína størstu
avbjóðing, tá ið Magnus á
Gørdunum varð longdur,
tað var veturin 1963-1964.
— Tað vóru tey, sum hildu,
at bitin var ov stórur. Men
tad.gekk væl. Allir gjørdu
sítt ítarsta og arbeiðið varð
vaæl úr hondum greidd.
— Tá ið Magnus á Gørd-
unum var liðugur, var farið
undir at gera tríggjar útróðr-
arbátar, vanliga nevndir
tjúgu-tonsararnir.
--Onnur stórarbeiði eru
gjørd síðani. Men uttan á-
litismenn varð arbeiðið ikki
avgreitt.
Flemming Mikkelsen
segði, at Henry Jacobsen
var ein av teimum ålitis-
monnum, sum stóðu í
fremstu rød, tá ið tók skuldi
takast.
— Enn í dag er hann góður
í ráðum og kann enn taka
lut í tí, sum fer fram á skipa-
smiðjuni, hóast reiðiliga
komin til árs.
Hann segði, at har, eins
og á øllum ødrum arbeiðs-
plássum, var lagið skiftandi,
tað vóru góðar lýtur og
minni góðar letur.
— Men altíð batnaði hýr-
urin, tá ið vit hoyrdu Henry
tríva í onkran av teimum
gomlu slagarunum við lív
og sál.
Legtingsmaðurin helt, at
tað var alla æru vert, at teir
á Skipasmiðjuni hildu
Henry verða verdugan at fá-
a tænastumedaljuna og
høvdu innstillað hann.
--Fyri mær er tað ein heið-
ur og gleði at sleppa at
handa honum hetta heiðurs-
merki, segði hann.
Fekk medalju
fyri langa og
trúgva tænastu
Frigjakvøldid fekk
Henry Jacobsen í Vági
tænastumedaljuna fyri
langa og trúgva tænastu.
Henry hevur Verið
heili 54 ár á sama ar-
beiðsplássi, á bedingini
í Vági. Hann byrjaði hjá
A/S J. Dahl í Vági í
1944, men kom í læru
ingini, sum sama felag
átti, í 1947. Og har
hevur hann verið síðani.
Hann fekk medaljuna
á eini lítlari, men hátíð-
arligari samkomu á ho-
tellinum Bakkanum í
Vági friggjakvøldid.
mframt familjuna,
vóru starvsfelagir hans-
ara við konum komnir
saman at heiðra hann.
Ein kvartet úr Ljómi-
Sigmund Olsen, Arnfinn
aberg og Sólgerð Thom-
sen- settu vín serliga
dám á við tveimum
sangum Fyrst sungu tey
„Ljós yvir Landið“ og
síðani sungu tey „Onki
er sum summarkvøld við
strendur“ sum Henry
sjálvur hevði valt.
Aftaná fingu gestirnir
eitt glas av víni, ella
sodavatn og pinnamat,
kransakøku og okkurt
annað, sett undir tonn-
Áki- |
a sjukra-
húsið
Sunnudagin hendi eitt 6-
happ umborð á nótabátinum
Jupiter år Gøtu.
Teir eru undir Íslandi og
fiska lodnu.
Óhappið hendi, táið ein
maður meiðslaði seg av ein-
um blokki.
Hann breyt beinið, óst-
beinið og nøkur riv.
Hann varð fluttur á
sjúkrahús í Akureyri, har
hann var innlagdur.
Men havandi skaðan í
huga, livir hann væl.
Gongur ongan veg
Annars hevur reiðarin á
Jupiter, Atli Hansen í Gøtu,
leingi leitað eftir einum av-
loysara fyri Jupiter.
Ætlanin hevur verið at
keypa ein nótabát, men tað
hevur gingið strilti.
T.d. eru norðmenn ikki
sinnaðir at selja fyrrenn
næsta heyst.
Reiðaríið vil hava ein bát
við stórri motori, so at teir
eisini kunu fiska svartkjaft
fyi at hava eitt bein afturat
at standa á.
Seinastu tíðina hevur Jup-
iter verið undir Íslandi og
fiska lodnu, men tað hevur
viðrað illa.
-Åkt-
Sunnudagin meiðslaði ein
maður við Jupiter seg og
mátti leggjast á sjúkrahús