týsdagur 1. desember 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 — 1. DESEMBER 1998
Saga Jónsdóttir, leikstjóri:
Áskoðarin fær alt í einum
tíðindablaðið
cær a R > r
SOSIA
og okkurt at hugsa um
- Tað er ikki ødrvisi at leikstjórna i Føroyum enn í Íslandi. Tad eru somu
trupulleikar at dragast við. Men ein munur hevur verið, og tað er, at tað
gongur seinni fyri seg í Føroyum og tí havi eg verið noydd at verið tolin, sig-
ur Saga Jónsdóttir, sum hevur leikstjórnað leikinum Seiggj og tár, ið í hesum
døgum verður spældur í Klaksvík
TURIÐ KJØLBRO
Íslendski leikstjórin, Saga
Jónsdóttir, sum hevur leik-
stjórnað leikinum Seiggj og
tár, ið Klaksvíkar Sjónleik-
arfelag júst er farið undir at
sýna, letur væl at tíðini, hon
hevur verið í Føroyum.
- Hetta hevur verið ein
deilig tíð, eg havi verið her
í níggju vikur og kundi væl
hugsað mær at komið aftur.
Tað hevur regnað mest sum
alla tíðina, men tað havi eg
vant meg við. Leikararnir
hava verið ógvuliga dugn-
aligir. Í grundini er tað ikki
ødrvisi at leikstjórna í Før-
oyum enn í Íslandi. Tað eru
somu trupulleikar at dragast
við. Ein munur hevur verið,
og tað er, at tað gongur
seinni fyri seg í Føroyum
og tí havi eg verið noydd at
verið tolin.
- Í hesum leikinum eru
nógvir leikarar sum spæla
fyri fyrstu ferð, tað er ein
stuttlig blanding av roynd-
um og óroyndum leikarum.
Nógvir av teim nýggju leik-
arunum hava stórar leiklutir
og tað hevur gingið stak
væl. Leikurin er rættiliga
stórur og tí krevjandi hjá
leikarunum. Tað er ikki bara
at spæla, teir skulu eisini
duga at syngja og dansa. Og
tað er ringt. Eg trúgvi, at
her eru nógv nýggj talent,
sigur Saga Jónsdóttir.
- Klaksvíkar Sjónleikar-
felag er sera heppið at hava
fingið Edvard Fuglg at gera
pallmyndina og búnarnar.
Hann er sera dugnaligur og
hevur verið her alla tíðina.
Ikki nógv áhugaleikhús í Ís-
landi høvdu havt møguleika
at havt ein so dugnaligan
pallmyndastjóra at arbeitt
fyri seg.
Stórur leikur
Seiggj og tár er ein stórur
leikur. Ikki færri enn 17
leikarar eru á palli umframt
ein ørgrynna av tónleiki,
tónleiki frá tí kanska mest
spennandi tíðarskeiðinum
hesa øldina vilja nógv vera
við, sekstiárunum.
Leikurin fevnur víða, og
er á mangan hátt ein speg-
ilsmynd av gerandisdeg-
num og mongu av lívsins
ymisku viðurskiftum. Her
er sorg, skemt, gleði og álv-
ara, alt saman á ein hátt, ið
ger leikin „fólkaligan“ og
viðkomandi.
- Leikurin er rættiliga við-
komandi. Søgugongdin fer
fram i sekstiårunum, hon er
um ein drong, sum hevur
verið burturi í nógv år. -Vit
kunnu siga, at leikurin er ein
dreymur, har drongurin
minnist aftur. Alt spælið er
ein dreymur, sigur Saga
Jónsdóttir.
- Tað sum er serligt er, at
nógvur tónleikur og dansur
så
pE
s%
ar
it
st
såå
BG
ar
#34.
påt
så
4
+
PO
A EU UE
> PE
A KR TAVS
SK AT AAN,
JR %
> LS
er í leikinum. Leikurin hev-
ur bædi skemt og drama.
Askodarin fær alt f einum
og samstundis fær hann eitt
sindur at hugsa um, sigur
Saga Jónsdóttir.
Saga Jónsdóttir sigur, at
leikurin er rættiliga ís-
lendskur, men at áskoðarar-
nir kortini kenna seg aftur í
leikinum.
- Tað er serliga hugsun-
arhátturin sum er íslendsk-
ur, og samstundis sínámill-
um prátið í leikinum. Tíðin
sum leikurin ímyndar var
ødrvisi politiskt enn hon er
f dag. Størri munur var å
politisku flokkunum tå enn
í dag. Politiska orðaskiftið
var harðari. Leikurin sipar
til hetta, men er tó meiri ein
søga um familjuna, sum
drongurin er ein partur av
og hvat hendir í familjuni.
Mamman er sjålvstødug,
hon hevur verið í Amerika
og nógv hendi hetta árið,
sum leikurin tekur stødi í,
sigur Saga Jónsdóttir.
Sjálvt heitið á leikinum
Seiggj og tár sipar til eitt
lag í leikinum við sama
navni. Leikurin hevur verið
settur upp tvær reisur í Is-
landi, bæði av yrkisleik-
arum og av áhugaleikarum.
Ólafur Haukur Símunarson,
eitt av fremstu leikskaldu-
num í Íslandi, skrivaði leik-
in í 1995 og er tað 13. leik-
ritið í rødini. Tað varð stór-
liga fagnað, tá tað varð
frumsýnt í Tjóðleikhúsinum
í 1995.
- Olafur Haukur Símun-
arson skrivar um samtíðina,
leikirnir seta fram átrokandi
spurningar, men fyri tað
mesta snúgva leikirnir seg
um vanlig fólk, arbeiðsfólk,
lærarar, fiskakvinnur og
onnur, sigur Saga Jónsdótt-
ir.
Turið Sigurðardóttir hev-
ur tytt leikin til føroyskt
Góð blanding
Hetta er fyrstu ferð Saga
Jónsdóttir ieikstjórnar leiki
í Føroyum, men tað er ikki
fyrstu ferð hon er her. Í fjør
summar var hon í Føroyum
í sambandi við, at filmurin
Dansurin varð tíkin upp.
Hesin filmurin byggir sum
kunnugt á stuttsøgu eftir
William Heinesen.
- Filmurin er fyri so vítt
íslendskur, flestu leikararnir
eru íslendingar, leikstjórin
eisini, men ein partur av
upptøkunum eru gjørdar í
Føroyum. Filmurin er ein
stuttlig blanding av Islandi
og Føroyum. Søgan kundi
farið fram alla staðni og er
ikki so nógv knýtt til staðið
Eg eri væl nøgd við úrslitið,
filmurin er ógvuliga vakur,
tað er so vakurt í Føroyum,
sigur Saga Jónsdóttir.
Saga Jónsdóttir byrjaði
sítt leiklistayrki á Akureyri
Saga Jónsdóttir, leikstjóri
Har var hon sjónleikari í
nøkur ár, til hon flutti til
Reykjavíkar fyri 20 árum
síðani. Hon byrjaði beinan-
vegin at starvast í Tjóðleik-
húsinum sum sjónleikari og
hjálparleikstjóri - stovnaði
síðan, saman við ødrum,
yrkisleikbólk, sum virkaði
í 6 ár. Tá ið leikfelag Reykj-
avíkar flutti í tað nýggja
glæsiliga Borgarleikhúsið,
fór Saga Jónsdóttir hagar
sum marknaðar - og sølu-
stjóri, og var har i sjey år
Hon spældi eisini nakrar
leiklutir um somu tíð, hevur
verið við í um hálvt hundrað
leikum, leikstjórnað fleiri
leikrit, leikt í sjónvarpi, út-
varpi og filmum. Nú hon
kemur aftur til Íslands hevur
hon ongar itøkiligar ætlanir
I løtuni er hon ikki knýtt at
nøkrum leikhúsi
Okkurt bíðar mær
nýggja árinum og tilboð
koma alla tíðina. Sjónleik-
arlívið í Íslandi er rættiliga
fjølbroytt og livandi. Tað
eru ótrúliga nógvar fram-
førslur alla tíðina, serliga í
Reykjavík. Hvat tað er í ís-
lendska samfelagnum sum
ger at sjónleikurin blómar
veit eg ikki, men hetta hevur
verið ein menning, ið hevur
verið leingi. Fólk fara oftari
í leikhús nú enn fyrr, tað e
og tár var leygarkveld g
på n >r År
nann verður spæidur k
andi vikurnar
Telebúðin við teimum
rettu merkjunum
* GSM FARTELEFONIR
-Philips, Ericsson og Motorola úr kr. 1. 125 -
+ HØVUDTELEFONIR
-til tey sum krevja dygd
* TELEFONSVARARAR
-og serligar telefonsvariskipanir
+ VEKSLARAR
-og serligar telefonsvariskipanir
e TRÅDLEYSAR
TELEFONIR
-eisini til tey sum
hava serligan tørv
TELEUTGERÐ, TÆNASTA OG LOYSNIR
f. 314567
Fjalsgøta 13 -Tl
Fax
1967