týsdagur 1. desember 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 — 1. DESEMBER 1998
Rikið sent
tíðindablaðið S0S82lufn
um alt rikið
Leygardagin var hoyring donsku útvarpsrásini PI um ríkisfelagsskapin, sum
vard send í øllum kongarikinum. Staðið var Gammel Dok í Keypmannahavn,
ið eisini var hildið at vera eitt søguligt og symbolskt stað. Tað var nevniliga
har, at skip í gomlum døgum komu og fóru og sostatt knýttu rikiseindirnar
saman. Eitt av hesum fórum var hitt tiltikna >Tjaldur<
Ein av fundarluttakarunum var fyrrverandi íslendski forsetin, Vígdis Finnbogadóttir
DÁNIAL HOYDAL OG
THEODOR E. D. OLSEN
Rúm var fyri eini hundrað
áhoyrarum, og gjørt varð
beinanvegin greitt, at hetta
var ein hoyring við vitnum
og ikki eitt vanligt kjak, har
til bar hjá fólki at seta
spurningar.
Høvudspers6nar = vóru
Jonathan Motzfeldt, Iands-
stýrisformaður, og Høgni
Hoydal, varaløgmadur, ið
bådir komu vid sinum bod-
um urn, hvussu åvikavist
Grønland og Føroyar åttu
at verða skipað i framtíðini.
Hjá grønlendinginum var
talan um eina longri pro-
cess, medan føroyingurin
kundi leggja konkretu ful1-
veldisætlanina hjá sitandi
landsstýri á borðið.
Ein fyrimyndarligan
ríkisfelagsskap
Poul Nyrup Rasmussen,
forsætismálaráðharri, var
eisini boðin við til hoyring-
ina, men hansara ískoyti var
bandað frammanundan.
Hann helt, at møguligar
broytingar skuldu koma fra
teimum smærru ríkiseindu-
num - Grønlandi og Før-
oyum. Á henda hátt kundi
kundi Danmark vera fyri-
mynd í heimssamfelagnum,
sum eitt ríki, ið virdi og lurt-
aði eftir minilutunum. Hetta
er annars ikki ein sjålvfylgja
allastaðni. Hann segði seg
ikki vilja vera nakran part í
ríisfelagsskapinum fyri utt-
an.
Ymisk, men
skilja hvønn annan |
Men tann, sum rættiliga
stjól >bílætið< í hoyringini,
var Vígdis Finnbogadóttir,
ið var forseti í Íslandi í 16
ár. Hon starvast nú hjá ST-
stovninum, UNESCO, hað-
ani hennara slagorð >Harð-
skapur endar, har dialogurin
byrjar< eru vorðin eitt tiltak.
Ikki tí, at harðskapur hevur
eyðkent stevið í ríkisfelags-
skapinum, men hetta við di-
aloginum og væl valdum
orðum, var helst ein av or-
søkunum til, at Vígdis hevði
fingið sess í tí sonevnda fil-
osofiska rúminum, har hon
hugleiddi um samleika,
mentan og ikki minst mál.
Hon segði nevniliga, at tað
var í málunum og listini, at
heimsins margfeldi og ym-
isku hugsanir vóru at finna,
hóast vit vóru so lík á gðrum
økjum.
Minniluti ella
meiriluti?
Og júst tað at fata hugtøk
ødrvisi og at definera týdn-
ingar við orðum hevði ikki
so heilt líti" at siga í tí polit-
isku hoyringini leygardag-
in.
Eitt nú var ríkisfelags-
skapurin av tíðindafólku-
num samanborin við eitt
hjúnarlag, har Ísland hevði
verið tann ótrúgvi parturin
i 1944, og nú ætlaðu Før-
oyar at gera tað sama. Men
tá segði Høgni Hoydal, at
fyri honum minti hetta
meira um viðurskiftini mill-
um foreldur og børn. Tí í
einum felagsskapi kann
annar parturin ikki hava
stórri vald enn hin. Honum
dámdi heldur ikki, at før-
oyingar vórðu nevndir ein
minniluti ella ein útryðja í
Danmark ella ES. Hann
kallaði føroyingar meiriluta
í egnum landi.
Búskapurin
Eitt sindur varð eisini nortið
við búskapin, og m.o.
høvdu formenninir í ráð-
gevandi nevndunum fyri
Føroyar og Grønland orðið.
Arne Larsen, ið skal veg-
leida føroyingar, helt, at um
blokkstudulin skuldi
hvørva, måttu føroyingar
seta »tæring efter næring«.
Livistødid fór at lækka, og
kanska fóru skattirnir at
hækka. Í llum fórum mátti
fíggjarpolitikkurin stramm-
ast upp. Hann nevndi tó eis-
ini, at kanska virkar blokk-
urin sum koddi hjá vinnu-
lívinum og forðar fyri at
menna nýggjar vinnuvegir.
Sum heild ein væl fyri-
reikað og ødrvisi sending
urn framtíðina hjá ríkisfel-
agsskapinum, sum fólk
kundu hoyra í Danmark,
Grønlandi og Føroyum.
Aftan å var høvi hjå åhoyr-
ararunum i Gammel Dok at
fåa ein bita og pråta um evn-
ið, og serliga stuttligt var at
síggja og hoyra búskapar-
fróðingarnar og embætis-
menninar i eini friløtu lata
seg draga inn í tað filosof-
iska rúmið hjá Vígdis Finn-
bogadóttur. Tað skiltist týð-
iliga á lagnum, at hennara
orð vórðu notin og umhugs-
að eina løtu eftir at mikro-
fonin var sløkt
Hgvuðspersónar i sendingini vóru grønlendski Jonathan Motzveldt og okkara Høgni
Hoydal. Motzfeldt greiddi frå longru prosessini hjå grønlendingum til sjålvstyri, med-
an Høgni Hoydal kundi vísa á fullveldisætlanina hjá fóroyska landsstýrinum
Áhoyrarar
um sendingina
Frederik Harhoff, sum
hevur skrivað doktararit-
gerð um ríkisfelagsskap-
in og galdandi heirastýr-
islóg, var eisini í Gam-
mel Dok í Keypmanna- í
havn, og upprunaliga var
eisini ætlanin, at hann
skuldi vera eitt av vitnu-
num.
Hann helt hoyringina
vera spennandi. M.a.
neyndi hann partin um Frederik Harhoff
tey smáu, sum eisini
kunnu ávirka tey stóru, og hvussu alt hetta bleiv
lýst í einum stórri samanhangi. Spurdur um hann
væntaði, at hetta varð byrjanin til eitt veruligt
orðaskifti í øllum rikinum um sjålvt ríkið, svaraði
Harhoff, at soleiðis hevði hann altíð væntað, at
gongdin fór at verða. Men hann heyði kortini
ikki væntad, at hetta fór at henda so skjótt, og
saknaði hann tí eisini í sendingini svar upp á, hví
hetta hendi júst nú og eitt nú ikki fyri tíggju árum
síðani ella kanska um tíggju ár.
Men ein søguligur útviklingur er av álvara byrj-
aður, og so mugu vit eisini taka avleiðingarnar,
segði Harhoff.
Hann segði seg sakna eina danska rødd í orð-
askiftinum - ikki bert í sendingini, men sum heild
- tí tað er ov sjáldan, at ein hoyrir danir rósa
felagsskapinum og viðurkenna Grønland og Før-
oyar. Sæð við donskum brillum verður tað eitt
størt tap fyri Danmark, um ríkiseindirnar fara frá
hverjum øðrum, helt Frederik Harhoff, sum eisini
saknaði eitt sindur av ferð í sendingini. Men sum
nevnt helt hann, at hetta kanska var ein byrjan.
Karl Nolsøe, cand. pol- ;
it. og kendur í føroyska
samfelagskjakinum, helt
ikki meira koma burtur
úr hesari sendingini enn
flestu øðrum donskum
kjaksendingum. Sum
heild helt hann, at her var
ov nógvur romantikkur
uppi í, og ov lítið av pol-
itíkki. Tí tað er tað, alt
hetta snyr seg um: Poli- - P
tikk, meinti Karl Nolsøe. Karl Nolsøe, cand polit
Jóanes N. Dalsgaard,
ið lesur båskaparfrødi, saknaði eitt breitt føroyskt
útspæl í sendingini.
- Høgni Hoydal kom at ljóða sum hann um-
boðaði føroyingar sum heild, meðan aðrar røddir
ikki vorðu hoyrdar. Tað var eitt sindur spell, men
sjálvandi umboðar varaløgmadur í einum dem-
okratiskum landi meirilutan, segði hann.
- Vitnini breiðkaðu kjakið og gjørðu tað spenn-
andi, men fyri føroyingar var ikki so nógv nýtt í
sendingini. Sendingin var fyrst og fremst ætlað
donskum lurtarum sum upplýsing, og til tað var
hon góð, sjålvt um ein tveir tíma long sending á
Pl neyvan kemur út til ta breiðu donsku fjøldina,
men heldur til tey, sum longu hava ein serligan
áhuga í vidurskiftunum í rikisfelagsskapinum.
- Tað sæst týðiliga í donsku fjølmidlunum, at
Føroyar og ríkisfelagskapurin ikki hava sama
sensasjónsvirði longur. Fólk hava mist åhugan,
og tað er kanska tí, at ein sending sum hendan
verður gjørd.
Jóanes N. Dalsgaard helt spurningin um tættari
samstarv í Útnorði, sum varð reistur móti enda-
num av sendingini, vera spennandi.
- Danmark er avgjørt ikki tann optimali sam-
starvsfelagin hjá okkum, og vit áttu heilt víst at
arbeitt meira við at styrkja samstarvið við grann-
ar okkara í Grenlandi, Íslandi og Noregi.