Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 229 — 2. DESEMBER 1998 tíðindablaðið SOS eru stórar, og vágin er stór- ur, tí tíðin er so ómetaliga long av smoltstødini í køli- diskin í handlinum niðri í Evropa. — Verður avkastið minni, skal ikki nógv henda, áðr- enn alingin endar í somu stóðu sum so mong onnur virki, at tey forvinna ikki fyri rentur og avskrivingar. --Tað nyttar onki bara at forvinna til rakstur. Hevur tú ikki fyri rentur, og fært tú ikki skriva av og lagt til síðis, kann vinnan heldur ikki mennast. --Alivinnan er ein hárfín javnvág. Tað eru nógv sker á vegnum, tí tíðin frá smolti til lidna veru er so long og tað er altíð nógvur peningur í klemmu. Men ein orsøk til, at tað ber til í Føroyum, er, at eindirnar eru blivnar størri, heldur Regin Jacobsen. Verður neyvan útlend- gr Tað stóra samtaluevnið í sambandi við aling seinastu dagarnar, hevur verið ætl- anin hjá landsstýrinum at geva útlendingum rúmari ræsur í alivinnuni. Sum er kunnu útlendingar eiga 33% av føroyskum ali- brúkum. Men nú ætlar landsstýrið, at teir skulu kunna eiga 49%. Vit spurdu stjóran á Bakkafrost, hvat hann helt um tað. --Eg vóni, at føroyingar koma at hava tað avgerð- andi orðið í alivinnuni eisini í framtíðini. — Men hinvegin ber held- ur ikki til at avbyrgja seg her úti í Norðuratlnatshavi. — Vit eru ein partur av umheiminum og vit noyðast at vera kappingarfør. Regin Jacobsen sigur, at trupulleikin er, at tað er so lítil vágafúsur kapitalur í Føroyum. — Tað er nevniliga stórur munur å at hava kapital og at hava vágafúsan kapital. — Kapitali er nokk av f Føroyum. — Men teir sum eiga pengar vilja heldur hava standandi í bankanum, ella teir velja aðrar íløgur, eitt nú bygningar í Havn har vágin er lítil og ongin. Regin Jacobsen sigur, at er ongin vágafúsur kapitalur í Føroyum, er tað neyðugt at fáa kapitalin uttnífrá. Hinvegin heldur hann, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við útlendskum kapitali í føroysku alivinn- una. — Fyrimunirnir eru, at ali- vinnan fær vågafiisan kapi- tal. Og kemur hann ikki år Føroyum er tad gott, at hann kemur uttanifrå. — Tí annars skal virksem- ið í alivinnuni skerjast og tað ivist eg í er tað rætta — Vansarnir eru at vit kunnu missa ræðið á ali- vinnuni. Hinvegin væntar Regin Jacobsen ikki, at tað verða útlendingar, sum koma at menna tað føroyska sam- felagið, og heldur ikki ali vinnuna. — Eg eru sannførdur um, at tann framburdur, sum skal verða í føroyska sam- felagnum, mugu vit sjálvir skapa. — Tys, at skulu nýggjar framleiðslur, nýggjar vørur, nýggjar vinnugreinar menn- ast, og harvið samfelagið alt, skal tað koma innanífrá — Møguliga koma út- lendingarnir at fylgja við okkum. Við yvir 20 milliónir í lónarútreiðslum um árið er Bakkafrost eitt av okkara stórstu virkjum --Tað eru bæði fyri- munir g vansar við at lata útlendingum uppí alivinnuna. --Men tað kann eisini enda sum hjá hinum, ið pissaði í buks: Tað vermdi eina løtu, sigur Regin Jacobsen á Bakkafrost. Myndin er av góðskingarvirkinum hjá Bakkafrost -Men at útlendingar nakrantíð koma at verða lokomotivið í føroyska samfelagnum, vænti eg ikki. Regin Jacobsen heldur tvørturim6ti, at útlendskir fleggjarar fara altid at hava sitt høvudsvirksemi í land- inum, teir koma úr --Sostatt er vandi fyri, at teir tvørturimou fara at brúka Føroyingar til at levera råvørur til virkingar í sínum heimlandi. - Og sostatt kann avleið- ingin av útlendskum kapi- tali í Føroyum verða tann beint øvugta av tí sum ætl- anin var — Ti so koma útlending- arnir at forda fyri menning- ini í Føroyum, heldur enr. at skunda undir hana, sigur Regin Jacobsen. Hann sigur ikki, at hetta verður úrslitið — Men vandin er har. At fáa útlendskan kapital í før oysku alivinnuna kann so- statt verða sum hjá hinum, ið pissaði í buks: Tað vermdi eina løtu. Hann ivast eisini í, um útlendingar eru førir fyri at geva okkum nakra serliga vitan, sum vit ikki høvdu frammanundan. Alivinnan er ein opin vinna og eg ivist ikki i, at føroyskir alarar eru minst líka frammaliga sum alarar aðrastaðni. Skuldu havt handil við partabrøvum Vit spurdu eisini stjóran á Havsbrún um hann hevði nakra meting av, hví kapi- talurin í Føroyum var so lít- ið váfúsur. — Eitt er tað, at nógv velja heldur tað trygga og seta kapitalin í ein banka. Men hinvegin er tað held- ur ikki so lætt at gera íløgur í Føroyum. --Tí hvar skalt tú gera í- løgur. Ti heldur stjórin á Bakka- frost, at tað avgjørt átti at verið partabrævamarknaður í Føroyum. — Eg ivist ikki í, at ein litil partabrævakeypsskåli, hevdi gjørt meiri kapital vágafúsan. — Tí sum er eru ov fáir eyðsýndir møguleikar at gera iløgur, uttan so, at tú stovnar nýtt virki, og hver Hanus og Janus, sum eigur pengar, kann ikki stovna eg- ið virki. — Eingin fer at ringja til eitt virki at spyrja, um hann kann sleppa at gera íløgur. Hevði tað hinvegin verið ein partabrævamarknaður, har íleggjarar kundu sett í ymisk virki, og sostatt spjatt vágan-og har teir kundu sloppið av við partabrøv aft- ur, tå ið teir vildu, hevði stødan óivað verið nóg ødrvisi. — Sum er, kann tad verda trupult at sleppa avaftur vid partabrøv. Politikarar fara i bak- lås Annars heldur Regin Jac- obsen, at tað er avgerðandi neyðugt, at vit fáa betri at- gongd til ES marknaðin. — Vit hava eina útflutn- ingskvotu uppá 5.000 tons. Alt, sum er útyvir tað, skulu vit betala 2% í tolli av. — Og tað er rættiliga nógvur peningur, ikki minst av lidnari veru, ti kilopris- urin er høgur Hann aevnir td. at, um nøkur ár koma vit kanska uppá ein útflutning uppá 40.000 tons, tá ið tey fimm tollfríu tonsini eru farin burturav Fáa vit 800 milliónir f skulu vit betala vit lyri lær 16 milliGnir í tolli Og 16 milliónir er ein heilt upphædd i alivinnuni --Hetta er ein trupulleiki —- Men hetta er ein trupulleiki, sum vit onki fáa gjørt vid — Vit kunnu bara arbeiða útfrá teimum fortreytum vit hava Hitt er ein spurningur — Men tíverri tora polit- ikararnir ikki at tosa um ES — Teir fara fullkomiliga í baklás, og so hendir onki --Men hvussu ES trupul leikin skal loysast hann onki boð uppá — Eg eri ikki politikari og eg havi ikki skil fyri poli tikki. Men eg dugi bara at síggja, at tað hendir ov lítið tí alivinnan má hava betri marknaðarat Regin Jacobsen munandi politiskur hevur