mikudagur 23. desember 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998
hava dugað. Urtagarðarnir
eru stórir, og tað grør væl,
men tá trý ár eru liðin verða
garðarnir fluttir, tí tá eru
fødsluevnini uppbrúkt, og
teir hava eingi handilstød.
At fáa jørð til nýggjan garð
er ikki enn nakar trupulleiki,
tí ognarvidurskiftini til jør0-
ina her eru sum tey hava
verið til havið kring Føroyar
- i hvussu so er higartil - øll
eiga alt. Men tad sigur seg
sjålvt, at tað verður neyðugt
at fara alt longri burtur frá
húsum. og hetta hevur við
hvort við sær, at býlingar og
bygdir flyta.
Nu ein dagin komu vit
fram á eld og royk. Tað
plagar annars ikki at vera
vanligt fyrrenn í endanum
av turrtíðini, at teir stóru
eldarnir eru. Símin, sum
tosar málið hjá teimum inn-
føddu sum brent!, rópti á
konuna, sum hevdi sett eld
á, og sum tókst við at stýra
eldinum, hví hon longu nú
ruddaði tað burtur, sum teir
høvdu høgt niður fyri ikki
so langari tíð síðani. Maður
hennara var millum teirra,
sum vóru farnir á veiðuferð
„fyri vikuna«, og hon
greiddi frå, at onkur hevði
sagt henni, at tað fór skjótt
at regna. Hon hevði fingið
skeiv veðurtíðindi, tí nógva
regnið eigur sambært hag-
tølunum at vera í minsta
lagið tríggjar mánaðir burt-
ur.
At medvitið um týdningin
av reinføri er vaksandi, um
enn tað gongur striltið, at
heilivágur er tøkur, og at teir
duga eitt sindur betri at
skipa framleiðsluna eru
millum orsøkirnar til, at
deyðtíttleikin er lækkaður
og livialdurin hækkaður. Í
økinum, sum Símin í Túni
og tey eru, búðu fyri einari
fjórðings øld síðani eini 250
fólk. Nú búgva umleið 700
fólk her.
Aðalmálið og jólini
Og so var tað aðalmálið hjá
trúboðarunum. Tað var at
boða Kristus. Í tríati ár hava
teir arbeitt miðvíst við hes-
um fyri eyga. Teir hava
myndað eitt skriftmál, lært
tey innføddu at lesa og
skriva, týtt partar av skrift-
ini til nýggja skiftmálið, og
teir hava lært úr skriftini frá
í upphavi og til krossverk
Kristusar. Fruktirnar av hes-
um arbeiðnum hava verið
fleiri. Ein er, at teir innføddu
seta skúlan sera høgt. Tað
er vorðið ein dygd at duga
at lesa, skriva og rokna, og
teir innføddu halda sjålvir
skúla. Fyri trúboðararnar
hevur tað havt mest at siga,
at ein samkoma er grundað
á læruna í Nýggja Testa-
menti, og at lív og atburður
hjá teimum innføddu geva
ábendingar um, at teir hava
tikið boðskapin um rættvísi
og kærleika og náði Guds
til sín.
Skúlin og gudstrúgvin
hava lært teir innføddu at
gera mun á, nær tað er ger-
andisdagur, og nær tað er
sunnudagur. Gerandisdagar
ganga børnini og summi
vaksin í skúla, og sunnudag
savnast nøkur um Guds
Orð. Teir innføddu, sum
hava tikið við kristnu trúnni,
ynskja at kunngera evange-
liið, og tað gera teir í
onkrum bygdum.
Teir innføddu hava hoyrt,
eitt nú frá teimum, sum
hava heilsurøktina um
hendi, at aðra staðni halda
tey jól. og teir, sum koma
saman um kristna boðskap-
in, hava spurt Símin í Túni.
um tað ikki hevdi verið rætt
av teimum eisini at hildið
jól. Símin setur tað ógvuliga
høgt, at teir innføddu skulu
varðveita sína mentan í so
stóran mun, sum tað ber til.
Um jólini hevur hann sagt,
at hann fer saman við sínari
familju og gestunum at
halda jól, men teir gera, sum
teir vilja, um teir halda jól.
Hann hevur eisini sagt teim-
um, at jólini eru meiri ein
tradition og ein mentunarlig
hátíð, enn tey eru grundað
á skriftirnar - uttan at hetta
skal misskiljast. So nu fáa
vit at síggja, nær teir inn-
føddu fara at gera tað til ein
skikk at halda jól.
Vit fara at halda føroysk
jól her á ytsta enda jarðar-
innar. Umframt okkum fýra
vitjandi og tey seks í fam-
iljuni, sum vit eru hjá, er
ein annar hvítur maður her,
og hann er av Eiði. Hann
eitur Jóhannes Frants Poul-
sen, og hann er komin inn
higar fyri trimum vikum
síðani. Hann ætlar at læra
seg málið hjá teimum inn-
føddu, og so ætlar hann
saman við einari aðrari fam-
ilju, ið hevur útbúgving frá
sama trúboðarafelagsskapi *
sum føroyingarnir hava, at
fara undir trúboðaraverk
millum nakrar av yanoami-
indianarunum, sum ikki
hava hoyrt evangeliið áður.
Karmarnir hjå okkum at
halda føroysk jól eru góðir.
Fyri knøppum ellivu árum
síðani var eitt føryskt lið -
átta í talið vóru tey - her í
Parima (soleiðis eitur hesin
parturin av Venezuela) og
bygdu eini hús, sum eru
nógv åtøk teimum, vit hava
í Føroyum. Símin hevur
syrgt fyri at leggja vatn inn
- onkrir indianarar, sum
búgva tætt við, hava eisini
fingið ágóðan av hesum -
og wc og brúsa eru sum
heima. Tað er heilt vist, at
vit fara at hugna okkum.
Spurningurin er bara,
hvussu nógv Símin verður
upptikin. Læknin, sum
myndugleikarnir geva løn
fyri at vera her, fór í jólafrí
fyri meiri enn einari viku
síðani, og fram móti viku-
skiftinum fór sjúkrahjálpar-
in, sum er ein maketari ind-
ianari, saman við konuni
burtur í jólafrí. Indianararnir
vita sær ikki aðra hjálp enn
at fara til Símin í Tuni, tá
teir kenna seg illa, og tað
hava nakrir longu gjørt.
Búkilska, spýggisjuka og
leyst lív hava gjørt um seg,
umframt at onkur er trongur
og hevur høgan hita
Jólini við ytsta enda jarð-
arinnar eru gðrvísi, enn tey
eru heima í sivilisatiónini,
men hetta er spennandi og
læruríkt. Tað er heilt vist.
tíðindablaðið
Vit syngja nógv hesar dag-
arnar. Vakrar, inniligar
hjartagripandi sålmar.
Sálmar um ljós og lív og
frið. Um gleði og vón. Um
barnið í krubbuni og eingl-
ar og hirðar. Um Guð og
frelsaran og Mariu moy....
Vit vita, at eisini meðan
vit syngja og alt tykist
verða friður og gleði, so
verða børn borin í heim,
børn, sum ikki hava so
frægt sum eina krubbu at
verða reivað í. Vit vita, at
eisini hesa løtuna eru tað
tey, sum gráta um síni
deyðu. Tey, sum ikki vita
síni livandi ráð. Tey, sum
verða pínd so, at ilt verður
at fáa nakran gleðisneista
aftur at fløva…
Tað, vit kanska ikki
minnast ella ikki vita, er,
at mangan eru teir vakrastu
jólasálmarnir og tey vakr-
astu lógini sprottin, meðan
yrkjarar og tónasmiðir
høvdu almikið at stríðast
við. Grundtvig yrkti Væl-
komin Guðs einglaflokkur
ver meðan jólasorgin var
stór og botnleys. Carl Niel-
sen skrivaði lagið til Mítt
hjarta tilhald hevur - sum
hann sjálvur roknaði sum
tað besta, hann nakrantíð
hevði gjørt - í eini álvar-
samari persónligari
kreppu. Onkursvegna and-
ar fgjøgnum alt tað, sum
er sprottið úr jólaevangel-
iinum, ein djúp sannføring
um, at tað er ikki rætt, at
alt er tann bera neyð; tað
er ikki satt; tað finst ein
annar møguleiki enn tann,
sum oftast stjelur mynd-
ina....
Tað var einaferð - sigur
eitt ævintýr - ein vísur
maður, sum altíð var góður
í ráðum, tí hann gjøgnum-
skoðaði alt. Eisini tá menn-
iskjuni ikki vóru erlig.
Ein dagin var tað ein,
sum setti sær fyri at lumpa
hann. Hann ætlaði sær at
hava ein fugl í hondunum
og spyrja: >Er hesin fugl-
urin livandi ella deyður?<
Svaraði = vismadurin:
»Livandi«, so ætlaði hann
sær ósæddur at kroysta lív-
ið úr fuglinum. Og svaraði
vísmaðurin: „Deyður“, so
skuldi hann sleppa honum
á flog.
Og hann so gjørdi.
Vismadurin hugdi at
honum eitt bil, so svaraði
hann: >Tað er upp til tín at
avgera!<
Soleiðis endar jólaevan-
geliið hvort år við tí opna
spurninginum:
Eydnast tað Guði okkara
at vinna tokka menniskj-
ans? Sum ein okkara, uttan
einglar, uttan fjøldir av
himmalskum herskarum,
maktarleysur, sárbarur sum
vit í gleði og sorg og freist-
ingum og sviki?
Søgan - heimssøgan og
allar tær einstóku manna-
søgurnar, bæði tær gomlu
og tær nýggju - svara helst,
at tað eydnaðist Honum
ikki. Guð gav seg í mann-
ahendur - og fall. Varð
- sa-=——-""T—". "Þ
- ..
-
* .
Marjun Bæk, sóknarprestur i Kvivik
dømdur. Vard vigadur og
funnin ov lættur.
Í søgubékunum skilir
søga Hansara seg ikki so
nógv burturúr teimum
mongu, sum settu sítt álit
á okkurt annað enn tað, vit
vanliga kalla makt: Ríki-
dømis makt, demagogiska
orda-makt, hermenn og
våpn og hvat annad, makt-
in og teir ymisku makthav-
ararnir brúka bæði sum
høkju og sverð...
Men evangeliið er ikki
ein søgub6k.
Evangeliið kennir sjálv-
andi søguna um, at Guð
gav seg í mannahendur -
og fall. Og evangeliið ball-
ar tað ikki inn í vatt og
glanspappír, at tað er ein
beiskur sosialur og polit-
iskur veruleiki. Men tað er
ikki søgugongdin í evan-
geliinum, ikki evangeliið.
Jólaevangeliið eins og tað
framhaldandi evangeliið
yvirum krossfestingina og
uppreisnina er beint tvørt-
urímóti, at meira enn at
Guð fall í mannahendur og
fall, so fullu menniskjuni í
Guðs hendur - fyri at
standa! Tað sárbara makt-
arleysa mannalívið fekk
tað bláa stemplið av
hægsta stað...
Tí jólaevangeliið er ikki
so nógv søgan um einglar,
sum tað er søgan um ta
maktina, sum letur eingl-
arnar fara aftur til himm-
als. Ta maktina, sum ikki
imponerar við fjøldum av
hvørki himmalskum ella
jørdiskum herskarum; ta
maktina, sum ikki keypir
sær tokka ug undirbrotlig-
heit við byrðum av takk-
semi og skuld. Jólaboð-
skapurin fer framvið kong-
um og hermonnum og
borgum til ógiftar barna-
konur og pápar, sum vilja
vera pápar at børnum, teir
einki eiga í, til lítið virdar
hirðar, til fjósfólkið at læna
sær krubbu frá kríatúrum.
Guð gjørdist menniskja
fyri at liva tað sárbara
mannalívið sum ein av
okkum - ikki so sum vit
liva tað, men soleiðis, at
nú kom eitt mark - eisini í
ta verðsligu heimssøguna
- sum býtir tíðina sundur í
eitt fyri og eftir Krist...
Einglasangurin - tað er
tann sangurin, vit vanliga
ikki hoyra. Líkasum upp-
reisnin er tann hendingin,
vit ikki síggja. Fjósið og
krubban síggjast, asnin og
barnið hoyrast, barnamor-
did í Betlehem verður end-
urtikið eisini í dag. Aðrir
keisarar enn Augustus,
kongar, einaræðisharrar og
forsetar beita enn fólk í all-
ar ættir og gera tey til finn-
ur í onkrum talvi, tey ong-
antíð bóðu um at leika við
í. Krossurin, sum fyri 2000
árum síðani var eitt tað ma-
kabrasta pínslu-amboðið,
hevur ikki tarnað nýggjum
og meira útspekuleraðum
amboðum og soleiðis
kundu vit hildið fram:
Jólaevangeliið = bæði
broytir og broytir ikki ta
søguna. Barnið í krubbuni
verður bæði bókstaviliga
og í yvirførdum týdningi
lagt í armar okkara. Upp
til okkum er tað - fyri ein
stóran part ið hvussu so er
- um tað lívið, sum verður
litið okkum til, kann verða
ríkt og gott. Um álit, á-
byrgd, samkensla, kærleiki
skal vera ein livsmøgu-
leiki, hóast tað ikki kann
gerast upp í pappíri ella
tólum.
Einglasongurin - um frið
á jørd og Guðs tokka -
einglasangurin, sum ikki
hoyrist, er ongantíð tagn-
aður. Mitt í meldrinum,
mitt í øllum royndum
menniskjans at spæla Guð,
mitt í øllum spælidósa-tón-
leikinum og handils-jólu-
num hoyrist hann. Kanska
ikki so nógv fyri oyrunum
í hátalarum og megafonum
og hvørji hjálpitól, tann,
sum vil hava makt, hevur
at brúka, kanska hoyrist
hann bara í hjartanum - har
sum Maria goymdi øll tey
vøkru orðini og hugsaði
um tey.
Men har ljóðar hann so,
í minsta lagi um jólini, at
tað er ikki rætt, at alt er
tann bera neyð; tað er ikki
satt; tað finst ein annar
møguleiki enn tann, sum
oftast stjelur myndina.
Tað finst ein onnur makt,
ein annar instansur, sum
hvorki krubba ella krossur
kunnu gera til einkis; ein
makt, sum gav tveimum
vanligum bygdafólkum
eina meining í tí meinings-
leysa veruleikanum; ein
makt, sum gav tí heilaga
Stefani, sum vit eisini
hoyra um um jólini, mót
til at bæði at liva og
doyggja; ein makt, sum
eina náttina fyri skjótt
2000 árum síðani gav
nøkrum ússaligum hirðum
eina ógloymandi guðstæn-
astu. Menniskjan hevur nú
ein annan samleika ella id-
entitet enn tann, sum rekl-
amurnar og aðrir makthav-
arar royna at kroysta niður-
yvir okkum:
Kongar, vísmenn, keis-
arar, hirðar, konur og menn
eins og verjuleys børn
liggja undir, at menniskju-
ligur tokki og gleðiboð oft-
ast eru bara til onkran ser-
ligan úrvaldan part av fólk-
inum, men Guðs tokki og
gleðiboð er ikki bara til alr
fólkið, men ikki minst og
serliga til teirra, sum ann-
ars ikki høvdu verið tald
uppí. Eingin kann øvunda
ødrum tað, tí eingin er úti-
hýstur frá tí...
Tí syngja vit vakrar, inn-
iligar hjartagrípandi sálmar
um ljós og lív og frið, um
gleði og vón, um barnið í
krubbuni og einglar og
hirðar, um Guð og frelsar-
an og Mariu moy....
Amen