Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 1998síða 22

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

el Nr. 245 — 29. DESEMBER 1998 NI. 232 EF Ef ff ff AA AA AA [ff Gott at annað jølakvøld var farið afturum tå hann tók á hesi føtini. Um hann bert ætlaði at lyfta tey, sigur søgan einki um eftir steðgin var at lyfta eitt skapilsi, sum var mest álíkt einum viðabuli og vigaði 85 kilo, í strektum ørmum upp um høvd so ofta sum gjørl- igt í ein minutt. Kappingar- greinin verður rópt log-lift. Fyrsti maður at royna seg var Tummas Kjærbo, og hann lyfti bulin seks ferðir upp um høvd. Síðani lyfti útisetin Hans Jákup Berg hann tríggjar ferðir, áðrenn túrurin kom til Regin Vág- adal. Eftir at kappingin var lokin segði Regin Vágadal, at hann frammanundan hesi greinini hevði mett, at tað var nokk at lyfta bulin tíggju ferðir fyri at vinna, og rætt fekk hann. Regin lyfti hann tíggju ferðir, og hóast Victor Andreasen beint aftaná lyfti hann átta ferðir, so var tað eingin, ið rakk tær tíggju ferðirnar hjá Regini. Fimm kaggar og eitt hav Tann seinasta greinin í kappingini var ein sokallað lastivenjing. Tað vil siga, at luttakararnir skulu lyfta ymsar tungar lutir upp á ein Lutirnir, ið vóru nýttir sunn- udagin, vóru fimm kagga av Føroya Bjór øli, sum vig aðu 100 kilo hvør, og so eitt hav, sum vigadi 150 kilo. Allir luttakararnir megn- aðu at lyfta teir fimm kagg- arnar upp á plattin, men tað var bert ein maður, ið eisini kláraði at lyfta havið upp á plattin. Tað var Regin Vág- adal, sum longu undan sein- astu greinini hevði vunnið kappingina, og hann lyfti teir fimm kaggarnar og hav- ið so skjótt, at tað bert vóru tveir av hinum luttakaru- num, sum kláraðu at lyfta fimm kaggar skjótari, enn Regin lyfti fimm kaggar og eitt hav! Einasti = spenningurin, sum var undan seinastu kappingargreinini, var um Victor Andreasen fór at klára at taka annaðplássið frá Tummasi Kjærbo. Um hetta skuldi lukkast Victor, so skuldi Tummas gerast aftast, meðan Victor minst skuldi gerast nummar tvey, og tað var júst tað, ið hendi. Sostatt endaði Regin Vága- dal á einum greiðum fyrst- aplássi við 29 stigum út av 30 møguligum. Næstur var Victor Andreasen við 19 stigum, bert eitt stig framm- an fyri Tummas Kjærbo á triðjaplássinum við 18 stig- um. Nummar fýra gjørðist Hans Jákup Berg við 16 stigum, nummar fimm Gunnar Hansen við 12 stig- um og nummar seks Jákup Jacobsen við 11 stigum. Vælfyriskipað tiltak Mangan hevur verið funnist at, at tað hevur verið ov drúgt, tá ið slíkar styrkis- kappingar hava verið í Før- oyum, men hetta kann ikki sigast um kappingina sunn- udagin. Kappingin tók góðar tveir tímar íroknað steðginum, og tað vóru ongir langir og keðiligir stødgir, sum ein kundi finnast at. Haraftrat virkaði alt tað tekniska, sum tað skuldi, og tað var ongantíð so, at tón- leikurin aftanfyri var til ampa fyri áskoðararnar. Alt í alt eitt frálíka gott tiltak, sum bert fleiri før- oyingar skuldu havt verið til. tíðindablaðið SOS. fir A Kappingin, sum kallast >forwárd hold« var tann einasta, sum Regin Vågadal ikki vann. Tummas Kjærbo var knágur og bastyi meistaranum 23 Millwalk Forw. Hold Victor Andresen 2 Gunnar Hansen 4 Jákup Jacobsen 1 Tummas Kjærbo 5 Hans Jåkup Berg 3 Regin Vågadal 6 Stigatalva i Þú OY 19 NJ Dendirt OS 1 OND me þú Log-Lift Loading Event Tiis. 5 Oy BÍ 0 mm 19 2 i2 3 Í 4 1 6 29 Í steðginum undirhelt danski búktalarin Preben Palsgaard. Hann hevur framúr góð evni FAKÁRRKÁSSRO ANN: ar, dukkur og sanniliga onkran av áskoðarunum at siga júst tað hann vildi og fekk bædi jakkar, skågy