Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998 Å Almannastovuni: tíðindablaðið S0SZ1u varð sett í, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, stjóri á Almannastovuni. Tí verður gamla hurðin, ið er breiðari enn tann verandi, sett í aftur og sostatt sleppa fólk í koyristóli inn á Almannastovuna. TURIÐ KJØLBRO Tað loysti seg at gera vart við vånaligu umstødurnar hjá rørslutarnadum at sleppa inn í almennar bygn- ingar. Fríggjamorgunin, dagin eftir Altjóða dag teirra brekaðu, fekk stjórin á Al- mannastovuni, Jóan Hend- rik Svabo Samuelsen, bræv frá MBF, Meginfelag Teirra Brekaðu, um, at fólk í koyristóli ikki sleppa inn á Almannastovuna, tí hurðin er ov smøl til koyristólar. Hesum vistu stjórin á Al- mannastovuni ikki av. - Eg skal viðganga, at vit hava ikki verið nóg um- hugsin, tá ið nýggj hurð varð sett í, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen. Hann gjørdi skjótt av og fríggjadagin í hesi vikuni verður gjørt av, um tann gamla hurðin verður sett í aftur ella um ein onnur loysn verður funnin, men eftir øllum at dóma verður tann gamla hurðin sett í aft- ur. Avgjørt er eisini at skráin til móttgkuna verður broytt- ur, so koyristólar sleppa lættari framat. Almannastovan er ein høgur bygningur við nógv- um skrivstovum og hóast fólk í koyristóli í framtíðini sleppa inn í móttgkuna á niðastu hædd er eingin lyft, sum kann flyta tey runt í bygninginum. Og so verður heldur ikki í framtíðini. - Vit fáa einki gjørt við lyftina, ikki í fyrsta umfari í øllum fórum, men eg fari at skipa so fyri, at tey fólk- ini, ið brúkararnir skulu hava fatur á koma niður á niðastu hædd. Har eru fleiri skrivstovur sum tey kunnu fara inn á, sigur Jóan Hend- rík Svabo Samuelsen, sum fyrsta dagin fer at kunna deildarleiðararnar á stovn- inum um hetta. Gamla hurðin sett í aftur - Eg skal viðganga, at vit hava ikki verið nóg umhugsin, tá ið nýggj hurð fr Helena Dam å Neystabø, landsstyriskvinna: Tey brekaðu eru ikki sloymd - Hóast viðurskifti teirra brekaðu ikki vóru á dagsskrá á tingi altjóða dag teirra brekaðu, eru tey ikki gloymd, men koma við í aðalorðaskiftið, sum verður um føroyskan sosialpolitikk. Tað er fyri at tryggja, at løgtingid ger greitt, at sosialpolitikkur eisini er ein spurningur um at raðfesta tiltókini og at leggja ein langtíðarpolitikk á ókinum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almannamálum. TuRIÐ KJØLBRO Hósdagurin í farnu viku var altjóða dagur teirra brekaðu. Í 1993 tóku allir flokkar á tingi undir við áheitanini frá MBF, Meginfelag Teirra Brekaðu, um at teir á hvørj- um ári seta viðurskifti teirra brekaðu á dagsskrá. Hetta varð ikki gjørt í ár og í tíðindaskrivi dagfest 3. des. harmast Føroya Javnaðar- flokkur, at dagurin varð tagdur burtur av Føroya Landsstýri og Føroya løg- tingi. Í svari til harmaskrivið sigur Helena Dam á Neysta- bø, landsstýriskvinna í al- mannamálum, at hon hevur valt at leggja upp til eitt zðalorðaskifti um føroyskan sosialpolitikk, har vidur- skiftini hjá brekaðum fólki í Føroyum natúrliga hoyra uppí. Tískil vóru viðurskifti teirra brekaðu ikki á dags- skrá sjálvan 3. des., ið er altjóða dagur teirra brekaðu, „ men tey koma á skránna so skjótt frágreiðingin er liðug at leggja fyri tingið, tað vil siga seinni í hesum mán- aðinum. - Altjóða dagur teirra brekaðu er eitt gott høvi hjá øllum børgarum í Føroyum eins og í ødrum londum at taka viðurskifti teirra brek- aðu til viðgerðar og til um- hugsunnar, og at seta spurn- ingin um hvgr einstakur av okkum ger okkara til at lætta um tilveruna hjá øllum teimum, sum bera brek og um vit gera okkara til at tryggja, at teir borgarar, sum orsakað av einum ella ðrum breki fáa møguleikar at taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur. - Hesin dagur eigur eisini at minna myndugleikarnar å åbyrgd sina. I hesum sam- bandi var f fjør skipad fyri einum serligum orðaskifti í Løgtinginum um støduna hjå brekadum føroyingum. - I år er ætlanin hjå lands- styrinum at skipa fyri einum aðalorðaskifti á Føroya Løgtingi um føroyskan so- sialpolitikk yvirhgvur. Frå- greiding verdur skrivad at leggja fyri tingið, og í hesari frágreiðing verður eisini dentur lagdur á at lýsa við- urskiftini hjá teimum sum bera brek, og hvussu vit kunnu bøta um viðurskifti teirra. Nýggj forsorgarlóg skal samtykkjast eins væl og nýggj barnaforsorgarlóg. Týdningarmikil lógarkarm- ur fyri tilveru teirra brek- aðu. Og spurningurin um bústaðarviðurskifti teirra, arbeidsmøguleikar og at- komumøguleikar teirra brekaðu til almennar bygn- ingar verður eisini tikin upp í sambandi við orðaskiftið um framtíðar sosialpolitikk í Føroyum, sigur Helena Dam á Neystabø. - Tá ið eg havi valt at leggja upp til eitt samlað orðaskifti er tað m.a. fyri at tryggja, at løgtingid ger greitt, at sosialpolitikkurin eisini er ein spurningur um at raðfesta tiltøkini og at leggja ein langtíðarpolitikk á økinum. Á henda hátt vónar landsstýrið at orða- skiftið um sosialpolitikkin og um vidurskiftini hjá brekaðum føroyingum gerst ftøkiligt og forpliktandi.