týsdagur 8. desember 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOSkalurin
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998
Sjúkrasystrablaðið Vóka
Vænta gevandi
samráðingar
Sáttmálaynskir
og lenarskipanin
Sjúkrasystra-
yrkið nú og framyvir
Vøka fyri december er komið. Nógv forvitnisligt er at frætta og blaðið
er sjálvsagt merkt av, at Sjåkrasystrafelag Føroya tann 1. oktober 1998
håtidarhelt 10 ára stovningardagin sum sjålvstødugt felag.
DAGFINN OLSEN
forkvinna í
Før Ya,
ni frå, at
Joan Ziskason
Sjúkrasystrafel
greiðir í oddag
felagið hevur
målan við Fígg
A
iK
Hon greiði
frá, at felagið he
vitjan frá DSR og ha
soleiðis fingið
Sjúkrasy strafeiag Før
hevur gjøgnum ål:tisu
savnað ynski frá limunur
umframt at fleiri sjúkra
systrar hava vent sær til fe
lagið vid kravi um nýggjan
såttmåla
Lønarhækkan
Joan Ziskason sigur i odda-
greinini, at felagid f næstum
fer at radfesta krøvini til
Figgjarmålastyrid, men i
høvudsheitum eru krøvini
hesi
Grundlønin skal hækka,
lønarhækkan til deildar-
sjúkrasystrar, fyristøduf6lk
og leidarar. Samsyning til
praktikkvegleidarar, stytt
arbeiðsvika, skipað eftir út-
búgving. Eftirútbúgving
skal geva lønarhækkan.
JENMOTPOHUKK
Sjúkrasystrafelagið sær
Kaffimik
Annars
Vøku ymisk
tíðindi til limirnar um skeið
og annað, yrkingar og
sjálvsagt verður við orðum
og myndum minst aftur á
10 ára hátíðarhaldið 1.
oktober og veitsluna. Eisini
er prentað rgðan, sum He-
lena Dam á Neystabg helt á
10 ára fødingardegnum hjá
felagnum.
Eisini verður sagt, at sum
eitt íkast, so fara nakrir lim-
ir, ið hava starvast í Grøn-
landi, undir eitt tiltak, ið
nevnist Kaffimik. Kaffimik
er sergrønlendskt fyribrigði
ið merkir at støkka inn á
gólvið til ein kaffimunn
Um húsarúmdin er ov lítil,
so geva tey, ið hava fingið
I æsta mann.
Ætlanin er her at
3 limir hava upp-
Í Tilfar fri
iltøkunum liggur frammi i
felagshølunum f eina viku,
kunnu nýta høvi at vitja,
verður sagt í sjúkrasystra-
blaðnum Vøka fyri
december.
triva
Tryggingarfelagið Føroyar ger
broytingar:
Kommunulånini
broytast
Í
4 | - Vit rokna við, at allar kommunur vilja skifta, tí sjålvt um tær
| skulu gjalda meira, 10 prosent ístaðin fyri 9 prosent, so er ein
partur avdráttir og ein partur renta, sigur Jens Petur Arge,
stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar.
DAGFINN OLSEN
Tryggingarfelagid Føroyar
hevur avgjørt at broyta
kommunulånini. Jens Petur
Arge, stjóri á Tryggingar-
felagnum Føroyar sigur, at
tað í 1995, tá ein 5 ára avtala
varð gjørd við kommun-
| urnar, vóru tveir møguleikar
| í at velja. Kommunurnar
| skuldu antin gjalda 9 pro-
| sent fast og uttan avdrátt
| ella tær kundi gjalda 10 pro-
| sent við avdrátti.
| -Tá var variabla rentan á
leið tann sama, sum fasta
| rentan, sigur Jens Petur
Arge.
- Vit søgdu upprunaliga
frå, at vit vildu brúka báðar
skipanirnar, men tað var
ringt gera av, hvgr skuldi
hava hvat, og endin var, at
næstan øll lánini tóku føstu
rentuna uppá 9 prosent. Síð-
ani hava verið frammi fyri-
spurningar frá kreditorum
um møguleikan at skifta og
um teir hava nakað ímóti tí,
tí tá bant man seg til tað eina
og hevur ikki loyvi at skifta
uttan víðari, sigur Jens etur
Arge.
Vilja skifta
Tryggingarfelagið Føroyar
skrivaði síðani til Lands-
stýrið um loyvi at skifta.
Felagið vísti á, at teir vistu
at teir høvdu ikki loyvi, men
at ætlanin upprunaliga var
at nýta báðar skipanirnar.
Felagið vildi skifta skipan
frá 1. januar 1999, um tað
var møguligt, uttan at nøkur
Jens Petur Arge, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar,
roknar við at allar kommunurnar vilja broyta, sjálvt um
tær skulu gjalda meira
avtala varð brotin.
Avtalutíðarskeiðið er í 5
år, frá 1. december1995 til
1.december ár 2000.
Eftir hetta eru upprunligu
låniavtalurnar aftur gald-
andi.
- Vit fingu svar úr
Landsstýrinum í september,
at teir høvdi fingið at vita
frá kreditorunum, at eingin
mótmælti, um onkur skifti í
hesum fimm ára skeiðnum.
Vit hava sagt kommunun-
um frá, at vit fegnir vilja
skifta og boða frá, at skip-
anin er so, at neyðugt er við
viðmæli frá kommununum,
sigur Jens Petur Arge.
- Vit rokna við, at allar
kommunur vilja broyta, tí
sjálvt um tær skulu gjalda
meira, 10 prosent ístaðin
fyri 9 prosent, so er ein
partur avdráttir og ein partur
renta, sigur Jens Petur Arge.
Tryggingarfelagið hevði í
summar fund við limirnar í
býarfelagnum og teir gingu
allir inn fyri hesum og vildu
hava broytingina, upplýsir
Jens Petur Arge.
Fyri kommunurnar hava
broytingarnar við sær, at tær
nú við 10 prosentum gjalda
bæði rentur og avdráttir við
teimum 10 prosentunum
Harav er rentan 6 prosent.
Jens Petur Arge sigur, at
teir hava havt gott samstarv
við kommunurnar. Tær
hava lænt pening frá trygg-
ingarfelagnum, tí rentan
altíð hevur verið eini 2 til 3
prosent lægri, enn tann hjá
bankunum.