Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. desember 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

andaligt stórvask - Tá ið tú skrivar brúkar tú tín egna persón upp á gott og ilt. Tú hevur altíð nakrar fobiir og nøkur trauma, hóast tú ikki vilt ganga við til tað. Høvundar brúka nógv hetta at skriva seg burtur úr neyð, vesæladømi, longsli og útlegd, og ótilvitað er tað terapi. Øll list er eitt slag av terapi og tað er tað. sum fær okkum at skriva, yrkja og mála. Í hesum førinum við nýggju skaldsøguni hevur tað verið forloysandi, tí nú er søgan, sum havi brent inni við í 15 ár, søgd, sigur Oddvør Johan- sen. Í gjár kom åttanda bók hennara út, søguliga skaldsøgan ,,1 morgin er aftur ein dagur“ Turið Kjølbro - Eg havi hugsað nógv um, um eg yvirhevur skuldi skriva eina skaldsøgu við søguligum innihaldi, tí tað verður so ofta skotið eftir føroyskum rithøvundum, at teir skriva år gomlum døg- um. Men f grundini havi eg gingið við hesi bókini innan í mær síðani 1982, tá ið „Lívsins summar“ kom út Eg havi skúgvað hana til viks og ikki hættað mær undir hana, men eg slapp ikki frá henni. So tók eg meg saman og fór undir hana. Hetta sigur Oddvør Jo- hansen, rithøvundur. Í gjár kom triðja skaldsøga henn- ara út, sum eitur „Í morgin er aftur ein dagur“. Hetta er ein søgulig skaldsøga. dramatisk og hugkveikj- andi, sum fer fram i Havn stutt eftir aldaskiftið. - At skriva skaldskap er so nýtt í Føroyum saman- borið við onnur lond, har tey hava langar tradisjónir. Fyrsta føroyska skaldsøgan kom út fyri 90 árum síðani. Eg haldi ikki, at tað ger nak- að, at vit taka tað afturlít- andi við. Hyggja vit rundan um okkum verða rættiliga nógvar søguligar skaldsøg- ur skrivaðar. Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu skriva úr nútíðini. Føroyingar líta ikki bara aftur í tíðina. Fittur partur av mínum bókum eru úr nútíðini. Men tað er tor- ført at skriva um nútíðina. Fråstøda skal til, annars verður tað bara ein tíðar- mynd, sum í „Bellu Katr- inu“. Og tíðin fer skjótt frá tíðarmyndum. - Føroyingar eru ógvuliga tilvitaðir um okkara ségu og samleika, og tað hevur ein heilt serligan týdning fyri okkum. Søgan hevur stórri týdning fyri okkum enn fyri danir til dømis. Grøvina tú kanst detta í, tá ið tú skrivar úr søguligum tilfari er, at tú kanst verða so bakklók, tí tú veitst, hvussu alt var aft- aná. Men tað royni eg ikki at vera. Hinvegin taki eg tað ikki so tungt við tí søguliga. Til dømis brúki eg eitt sitat úr einum sangi hjá H.A. Djurhuus, sum var væl um- tóktur í 1906, hóast søgan fer fram í 1901, sigur Odd- ver Johansen. søguligar rembingar Søgugongdin í „Í morgin er aftur ein dagur“ byrjar í 1901 og endar í 1940, tá ið Føroyar verða hersettar. - Í grundini er skaldsggan um Føroyar. Ein stórur part- ur av Føroya fólki hevur havt tad sama at dragast vid sum hesi fólkini í bókini. At skaffa mat í munnin við at dyrka jørðina. Í Havn vóru um hetta mundið ognarleys fólk. Hvussu verður tann trupulleikin loystur og hvussu megna tey at seta virki á stovn. Bókin byggir á søguligar og veruligar hendingar. Fólk fara iva- leyst at kenna ymiskt aftur. Eg havi valt at givið ségu- ligum persónum onnur nøvn, soleiðis at skaldsøgan kann lesast fiktivt. Høvuds- persónarnir, ein maður og ein kvinna, eru eisini veru- ligir persónar og júst tí, at teir hava verið á lívi, havi eg verið noydd til at gera øll hini rundan um tey fik- tiv. - Í heitinum á bókini ligg- ur vónin og tað, at tú ikki skalt missa dirvið. Hesi fólkini stríðast á ein og hvønn hátt fyri at yvirliva. Í morgin er aftur ein dagur siga tey við seg sjálvan, vit noyðast at liva víðari og taka kampin upp. Tað liggur eitt stórt ar- beiði aftan fyri at skriva eina søguliga skaldsøgu, bædi vid at kanna tidina bókin er um og ymiskt fak- ligt, ið eyðkendi tidarskeid- ið. - Bókin kemur eisini inn á politikk, og í tí sambandi mátti eg lesa alla „Fúla- bók“, sum hon eitur. Tað er ein gomul bók um politiska lívið sum var tá. Hon vakti nógvan ans. Eg havi spurt nógv fólk til ráðs, sjómenn, handverkarar, jarðarbrúk- arar og onnur. Frásggufólk- Nr. 237 - 12. DESEMBER 1998 - Tú skalt ikki bara duga at skriva, men tú skalt duga serliga væl, tá ið tú ert konufólk fyri at verða viðurkend. Í Fer- oyum hava mannfólk skrivað í 90 ár og teir eru meir og minni allir góðkendir. Eingin teirra er sáplaður niður, meðan vit konufólk sanniliga hava havt strangar dóm- arar, sigur Oddver Jo- hansen. „Lívsins summ- ar", hevur fingið M.A Jacobsens virdisløn og „Skip i eygsjón“ Barna- båékavirdisløn Torshavn- ar byråds umframt at hon vann 1. virðislen í eini søgukapping Mynd: Jens Kr. Vang. id er ein madur og tad havi eg valt fyri at bjóða meg sjálva av og vísa, at eg kann skriva sum ein maður. Tað er ikki so torført, sigur Odd- ver Johansen. Grundigt arbeiði Tað eru sekstan ár síðani Oddvør gav fyrstu bókina út, „Lívsins summar“, og tað var í grundini av tilvild, at hon kom út - Eg heyði ongar ambi- sjónir um at skriva og tí byrjaði eg so seint at geva út. Eg hevdi eitt handrit, men heyði ongan at hjálpa mær at gera nakað við tað, tí eg búði í Danmark tá Men so kom eg í samband við Hanus Andreasen, sum altíð hevur verið mær til 6- metaliga stóra hjálp. Hann hevði eitt forlag, Orð á Løg, og bjóðaði sær til at geva bókina út. - Tú veitst ongantíð um tú aftur fert at skriva eina bók. Kanska verður tað ikki meir. Eg skrivi nógv, sum ikki kemur út og eg geri eisini ymsar royndir. Til dømis havi eg roynt at skriva til pall. Tað er ógvu- liga torført, eg dugi ikki enn, men eg havi heldur ikki mist dirvið. - Tá ið tú skrivar eru tú noydd at vera rættiliga sjálvkritisk. Pettini í bóku- num hjá mær eru skrivað um aftur 6-7 ferðir. Tað er ikki nakað yvirflatiskt ar- beiði, sum kanska onkur heldur. Tað eru tey sum halda, at tað fellur lætt, at tað sprýkir úr penninum og at alt kemur av sær sjálvum, men soleiðis er tað als ikki í veruleikanum. Tað er grundigt arbeiði. Og tað krevur eina øgiliga disiplin og tað gongur út yvir onnur ting. Eg havi verið í holt við hesa bókina í eini 2-3 ár, men tað er so ofta av yms- um ávum, at eg havi verið noydd til at steðga. Og tað tekur langa tíð at koma inn í spælið aftur. - Kanningararbeiðið verður gjørt sum frá líður, tí eg veit jú ikki, hvussu bókin fer at vera. Og tað er stuttligt at arbeiða á tann hátt. Og alla tíðina må eg arbeiða við síðuna av fyri at tjena pengar, tí eg syrgi stórt sæð fyri familjuni í