Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. desember 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 12. DESEMBER 1998 løtuni. Arbeiðið skal pass- ast, tí tað er tónleikur tað snýr seg um. Eg má venja í minsta lagi ein tíma um dagin fyri at klára tað ar- beiðið, sigur Oddvør Johan- sen, sum er organistur í Havnar kirkju. Sálarbót - Eg plagi at siga, at eg eri ein søgusigari, eg havi ikki tær stóru ambisjónirnar, men mær dámar væl at siga søgur fyri fólki. At skriva er andaligt stórvask, tí tú jú brúkar tín egna persón upp á gott og ilt. Tú hevur altíð nakrar fobiir og nøkur trauma, hóast tú ikki vilt ganga við til tað. Høvundar brúka nógv hetta at skriva seg burtur úr neyð, vesæla- dømi, longsli og útlegd, og ótilvitað er tað terapi. Øll list er eitt slag av terapi og tað er tað, sum fær okkum at skriva, yrkja, mála. Ikki minst at spæla sjónleik Onkuntíð hevur tað hjálpt mær at skriva. Í hesum føri- num við nýggju skaldsøg- uni hevur tað verið forloys- andi, tí nú er søgan, sum havi brent inni við í 15 ár, søgd. - Eg haldi ikki, at eg heyði klárað bara at skriva. Høv undar mugu vera úti í sam- felagnum, tí vit brúka sam- felagið alla tíðina, súgva tað til okkum, hóast vit skriva afturlítandi. Í hesi nýggju skaldsøguni og í „Ein mamma er ein mamma“ eru nógv petti tikin úr nútíðini, men tað veit lesarin ikki. Royndir sum tú gert tær her, kanska á einum busstúri í Havn, av dreymum eina nátt ella av samrødum, tú hoyrir í dag. Ting frá nútíðini, sum tú setir inn í eina søgu. Tú kanst ikki brúka nakran annan enn teg sjálva. Sjálv- andi kanst tú pynta teg við læntum fjaðrum, men sjálv haldi eg, at høvundar eiga at brúka seg sjálvan og egnu lívsroyndir. Eg skrivi nógv um kenslur, royni at lýsa tann partin, tí hann hoyrir við til mannalívið. Og tað kann vera rættiliga abstrakt. Hvussu er tað at skriva í eini fámentari tjóð? - Tað eru fyrimunir og vansar. Eg havi ikki verið illa viðfarin, heldur hinveg- in. Tað kann vera eitt privi- legium, tí tú heilsar ofta upp á lesaran. Vanlig fólk á veg- num. Tað er deiligt Tú hevur fingið góð og minni góð ummæli. Fyrsta skaldsøgan, tú hevur latið úr hondum, er spádd at verða ein klassikari, eitt ný- brot í føroysum skaldskapi Hvat kanst tú brúka ummæli til? - Sakligur kritikkur er al- tíð góður, hann kanst tú brúka til nakað, men kritikk mangla vit. Ein ummælari eigur ikki at koma sær bert at kaga eina bók fgjøgnum. Hann má geva sær ta tíðina sum krevst. At sápla ting niður kann ikki brúkast til nakað. Tú eigur at vera sak- ligur og ikki dóma ein høv- und eftir einum setningi hann hevur skrivað. Skalt tú sápla ritverkið hjá einum høvundi niður mást tú kenna tað út í odd og egg. Alt annað er óserigst og virðingaleyst. „Ein mamma er ein mamma“ varð sáplað niður av einum svenskum ummælara. Viðkomandi sáplaði ikki bara mína, men nógvar aðrar bøkur niður, serliga bøkur eftir kvinnur. Eg kundi liva við tí, tí eg føldi, at eg hevði gjørt eitt grundigt og erligt arbeiði. - Tað er gott at fáa ftøkiligar viðmerkingar til, hvat kundi verið betri. Eg havi millum annað fingið skotið í skógv- arnar, at tað gongur fram í „Ein mamma er ein mamma“, at mannfólk eru nakað ræðuligt pakk og at eg ikki dugi at seta meg inn í, hvussu ein maður hugsar. Tað havi eg roynt at gjørt gott aftur við at lata ein mann vera frásggufólk í „Í morgin er aftur ein dagur“. tíðindabla soslalurin Tú skrivar nógv um móð- urskapin, og um tað at vera kvinna úr einum týðiligum kvinnusjønarhorni? - Jú, og tað er tilvitad, tí tað hevur manglað. Tú skalt ikki bara duga, men tú skalt duga serliga væl, tá ið tú ert konufólk fyri at verða við- urkend. Í Føroyum hava mannfólk skrivað í 90 ár og teir eru meir og minni allir góðkendir. Eingin teirra er sáplaður niður, meðan vit konufólk sanniliga hava havt strangar dómarar. Og hava tað enn. Kanska er tað sunt fyri okkum, tí so koma vit skjótari ígjógnum byrj- unartrupulleikarnar. Sjálv- andi er ikki alt væl eydnað hjá konufólki, men vit royna so og allar hava skriv- að okkurt gott. „Lívsins summar“ er týdd til danskt og svenskt og hevur fingið góð ummæli í blóðunum har. - Tað var ein løgin kensla, tí tað var mín fyrsta bók og eg var ikki sért ivingarsom tá. Tú kanst verða róst í hel og tað er øgiliga ringt at liva upp til. At bókin er týdd til onnur mál er stuttligt, men í roynd og veru hevði tað tann týdning, at eg varð yv- irrend av útlendskum tíð- indafólki og tað feldi eg meg ikki nóg vaksnan til - Fyri stuttum hevdi eg eitt gleðiligt upplivilsi. Ein amerikanskur dosentur við eitt universitet í Kansas hevur umsett nøkur brot burtur úr „Á Káta Horn- inum“, sum skulu koma í eina anthologi yvir norður- lendskar rithøvundar. Tað er stuttligt, sigur Oddvør Jo- hansen. Afturvendandi evni At vága nakað fyri dreymar sínar og at tora at taka eitt stig, sum kann broyta lívið er tema, sum gongur aftur í fittum parti av skaldskapi Oddvarar. - Tað er ein partur av lív- inum hjá mær sjálvari. Ég havi verði noydd at gjørt nøkur val í lívinum, sum vit øll jú noyðast. Og tey hava havt sín prís. Menniskju velja altíð millum tað illa og tað góða. Vidhvørt velja vit tað illa og koma galið av stað. Tað er lívið. Og hetta er eisini at finna í nýggju skaldsøguni. - Temað í „Lívsins summ- ar“ er at fólk fara í holt við nakað sum tey ikki duga og tað er tað sama sum at fara „Í morgin er aftur ein dag- ur" fer fram í Havn stutt eftir aldaskiftið, og tær sosialu og søguligu rem- bingarnar verða beinleiðis brúktar í søgugongdini. Bæði embætismenn og føroyskir politikarar trina fram å pallin. Høvuds- tráðurin er kortini persón- ligur og snýr seg um kær- leika og 6sjålvsøkni; tað seinni fær sjáldan sína løn her á fold, men ávirkar kortini tey flestu, sum koma í samband við tað. Sorgar- leikum er tað nóg mikið av í skaldseguni, men hóast tað, so er lýsingin sum altíð hjá Oddvør løtt og livandi - Eg haldi ikki, at eg heyði klárað bara at skriva. Høvundar mugu vera úti í sam- felagnum, tí vit brúka samfelagið alla tíðina og súgva tað til okkum, hóast vit skriva afturlítandi, sigur Oddver Johansen í holt við at skriva. Eg visti ikki, um eg dugdi áðrenn og tað er tað eg royni at fáa fram í bókini. Har er ein maður, sum fer í holt við at byggja eitt klaver, hann veit ikki um hann dugir. Ei held- ur um hann dugir at fáa klaverið at láta upp á tann rætta mátan. Tað er sum við málinum, eg visti ikki um mítt mál kundi brúkast, mítt fátæksliga havnarmál. Tí er bókin ein paralell mynd. - Um hetta mundið tosaði eg nógv við Magnus Dam Jacobsen í Keypmanna- havn, hann hevði sama mál og somu bakgrund sum eg. Vit vildu ikki finna okkum í, at fyri tað um vit vóru fødd á einum stað var okk- ara mál ikki nóg gott. Tí var tað eisini eitt slag av upp- reistri og treiskni, at vit kortini fóru at skriva, sigur Oddvør Johansen. Í viðtali í Kvinnutidindi í 1983 í sambandi við, at „Lívsins summar“ kom út, greiðir Oddvør frå, at nøkur mannfólk søgdu við seg, at eitt nå reingerdin og annað tradisjónelt kvinnuarbeiði, sum lýst verður í bókini, vóru ov triviell og ov ger- andislig at taka við í eina skaldsøgu og at tað ikki var skaldskapur. - Tað hava teir loyvi til at halda, men so er tað heldur ikki skaldskapur at standa við einum vaðbeini. Tað er ein formur fyri snobbarí fyri evnum. Nøkur evni eru minni verd at skriva um, men tað skulu vit einki leggja í. Hvat hevur tað kostað helvtina av fólkinum av stríði og strevi at gera reint og halda reinføri. Skal tað vera eitt tabuevni? Tað er eitt stórarbeiði. Ikki fyrr enn menn eru farnir at gera reint sjálvir hava teir sæð, at tað er eitt stórarbeiði, sig- ur Oddvør Johansen. Eitt annad afturvendandi evni i ritverkinum hjå Odd- vør Johansen er vidurskift- ini millum Føroyar og Dan- mark. Í „Lívsins summar“ og í „Skip í eygsjón“ verður danska ávirkanin á Føroyar og føroysk viðurskifti lyst. Í hesi seinnu verða donsku harrafólkini gjørð eitt sindur til gjøldurs. - Tað var tann reini ves- æladómur, tá ið søgan í „Skip í eygsjón“ fór fram, tað vil siga fyrst í farnu øld. Fólk høvdu tað sum trælir alla staðni. I Føroyum sluppu fólk ikki at giftast og føroyingar vórðu kúgað- ir av donskum embætis- fólki. Hetta hevur einki við Mynd: Jens Kr. Vang danskarahatur at gera. Danir førdu seg fram sum um bert teir vistu, hvat var best fyri okkum. Okkara liviháttur, matmentan, máti at stutt- leika okkum uppá, føroyski dansurin og annað vóru ógvuliga primitiv í teirra eygum. Føroyingar hava verið noyddir liva av landsins grødi og hava gagnnytt alt. Einki annad var at liva av og ti hevur tad virkad primitivt fyri dønum, sum mest sum bara vóru býarfólk. At fólk á landinum í Danmark eisini vóru primitiv og høvdu eina primitiva matmentan vistu hesi fólkini ikki. Tí tey vóru úr yvirklassanum og stætt- armunurin var øgiliga stórur í Danmark. Hetta brúki eg onkusvegna, t.d. í „Skip í eygsjón“ og í ein mun í nýggju skaldsøguni, sigur Oddvør Johansen at enda i vidtali Hundaliv i Grindavåg um og yrkingum 1995 Birting.. Ritverkið hjá Oddvør Johansen: Livsins summar, skaldsøga 1982 i, barnabók 1983 Skip í eygsjón, barnabók 1988 | Bella Katrina, stuttsøgusavn 1990 Ein mamma er ein mamma, skaldsøga 1993 Á Káta Horninum, savn vid stuttsegum, hugleiðing- Kongsdoturin í Nólsoy, barnabók 1996 Í morgin er aftur ein A skaldsøga 1998 Umframt tilfar til skúlabrúks, stuttsøgur og aðrar tekstir prentaðir í Brá, Frostrósuni, Varðanum og