leygardagur 12. desember 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Holger Laumann er mest kendur sum saxofonistur, men fyri fyrstu ferð spælir hann nú obo til rútmiskan tónleik
Holger Laumann
og limir í Plúmm
við nýggjari fløgu
Í vikuni útgav plátufelagið Tutl eina nýggja fløgu við Holger Laumann og
nøkrum av limunum í bólkinum Plúmm. Fløgan kallast Green Gate, og teir,
ið mynda nýggja bólkin, kalla seg eisini Green Gate. Hesir eru, umframt
Holger, Magnus Johannessen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu
Elin Hentze
Upprunaliga vóru tað
Holger og Magnus, sum
fingu hugskotið til fløg-
una. Magnus hevur búð í
Danmark tey síðstu trý
árini, og har hevur hann
m.a. arbeitt saman við
Holger í upptøkuhølum og
í sjónleikarhúsum, m.a. á
tí Kongaliga Teatrinum og
á Fólkateatrinum. Tað var
í hesum sambandinum, at
teir byrjaðu at tosa um at
fara undir eina nýggja
fløgu.
»Eg og Magnus tosaðu
nógv um, hvussu tónleik-
urin skuldi vera, og samd-
ust um, at tað gjarna mátti
vera tónleikur, sum lýsti
náttúruna, og kanska
minni av jazzi. Hugskots-
grundarlagið til fløguna
bleiv sostatt me ri av nátt-
úru í tónleikinum=<.
Teir settu seg síðani í
samband við Arnold fyri
at fáa hann at spæla bass
og Rógva at spæla trumm-
ur á fløguni. Harafturat
eru fleiri gestir við, m.a.
Leivur Thomsen frá
Plúmm, sum spælir gittara
á løgunum Haste makes
waste og He re le.
Tvær konur skuldu eiga
>Tað var ógvuliga náttúr-
ligt hjá okkum at biða
Arnold og Rógva koma
við, tí vit spæla so væl
saman. Leivur kundi eisini
havt verið við á fleiri løg-
um, men av ymiskum
praktiskum ávum bar hetta
ikki til«.
Tær praktisku orsøkirnar
til, at upptøkutidin bleiv
løgd sum hon bleiv, vóru
millum annad, at bådar
konurnar hjá Holger og
Magnus skjótt skuldu
eiga.
»So vit vóru noyddir til
at bera skjótt at. Tí annars
fór ov nógv tíð at ganga
við at skifta blæðum og
annars taka ímóti hesum
nýggju verðinsborgaru-
num. Men eg eri glaður
fyri, at Leivur er við á
hasum báðum løgunum, tí
tey krevja ein gittara«.
Aðrir gestir á fløguni
eru Finnur Hansen, sum
spælir piano og syntisai-
sara á løgunum Abroad og
Voyage, og Jens Christian
Guttesen, sum spælir sello
á The world outside my
window. Kári Sverrisson
syngur eisini kór á Dokt-
aragrund og New day.
Harafturat syngur Unn
Patursson sangin Make it
last, sum er tann einasti
sangurin á fløguni. Mai
Brostrøm, konan hjá
Holger, hevur gjørt tekst-
in.
Make it last
Make it last
Forget the past
make it blossom
praise her bosom
give her fertility
thanks for his verility
let the rain caress
with humble tenderness
let her mountain grow
high
and sense his senseless
sigh
and remember
there'll always be love
above.
Wish me wild?
Just make me mild
Kiss my flower
Give me maternity
grow into eternity
Let you love grow strong
and make it last for long
Take my lotus to grow
it drinks you sources slow
and remember
there'll always be love
above.
Mai Brostrøm
»Eg helt, at tå nå hug-
skotsgrundarlagið hjá
okkum var náttúran, so
Nr. 237 - 12. DESEMBER 1998
hevði tað verið vakurt við
einum tílíkum sangi, har
teksturin snúði seg um
burðarmagn. Eg visti ikki,
} kuldi syngja hann,
men Magnus fyrislóg so
at tað skuldi vera Unn. Og
tað haldi eg, at hon ger
ógvuliga vakurt. Heilt
fantastiska vakurt. So tz
var gott, at hann valdi
hana<
Á fløguni eru 18 løg. Av
teimum hevur Magnus
skrivað 9 og Holger 7.
Harafturat hevur Arnold
skrivað lagið Pastel shades
og Finnur Abroad
Bygdu upptøkuråm
i Utvarpshøllini
Allar upptøkurnar fóru
fram í Utvarpshøllini, og
Holger er ógvuliga takk-
samur fyri at hava fingið
loyvi til at gera upptøkur-
nar har.
»Eg má siga, at eg haldi,
at Útvarpið hevur verið
einastandandi, tí vit kundu
vera í høllini har og koma
og fara, sum tað hóskaði
okkum. So um tað rætti-
liga var gongd í tónleiki-
num, kundu vit bara halda
áfram til langt út á kvøld-
ið. Harafturat læntu vit tær
bestu mikrofonirnar, sum
finnast í allari verðini og
tað frálíka flygilið, sum
stendur í høllini. Akust-
ikkurin var eisini framúr-
skarandi<. ;
Men av ti at Utvarpid
ikki hevur fleirsporstek-
nikk, måtti tad mesta av
upptgkuútgerðini lænast
aðrastaðni frå. Tveir 16-
spors harddiskupptakarar,
eitt rag vid ymiskum råm-
klangum, ein ljóðblandi-
pultur og nakrir håtalarar
blivu sostatt fluttir nidan
til Utvarpshøllina, og
síðani bleiv eitt upptøku-
rúm bygt upp í høllini. Ein
múrur av plexiglasi bleiv
bygdur rundan um instru-
mentini fyri at skapa av-
stand ímillum tey.
Ljóðblandað í bestu upp-
tøkuhølunum í Danmark
Tað er gjørligt at ljóð-
blanda á tí lítla ljóðblandi-
pultinum, sum teir høvdu,
men teir vildu hava, at
tónleikurin skuldi ljóða so
væl sum gjørligt. M.a.
tørvadi teimum nakrir
betri rúmklangir. Hetta
førdi til, at upptøkurnar
blivu ljóðblandaðar í
Sweet Silence Studios í
Danmark, har teir fingu
eitt gott tilboð, av tí at
Holger hevur ljóðblandað
so ofta hjá teimum.
>Ljóðblandingin er í
veruleikanum ein ógvuliga
týdningarmikil prosess.
Og serstakliga í dag, tá tað
eru flýgur, er tað eisini
týdningarmikið við tí, sum
kallast >mastering<. Sjálv-
andi er tað dýrt at ljóð-
blanda í Sweet Silence
Studios, av tí at tað er tað
besta upptøkuhølid í Dan-
mark yvirhøvur. Men eg
haldi eisini, at úrslitið er
blivið ógvuliga vakurt<.
Fyrstu ferð obo
til rytmiskan tónleik
Holger er mest kendur
sum saxofonspælari, og
sopransaxofonin er van-
liga høvudsinstrumentid
hjå honum. Men hann
spælir bert sopransaxofon
á tveimum løgum á fløgu
ni, og tenorsaxofon á fýra
løgum. Á einum lagi spæl
| og sopran
blokkfloytu, og á tveimum
løgum blikkfloytu - eisini
nevnd »penny whistle«.
Men å restini av løgunum
spælir hann obo. Hann
bleiv annars útlærdur á
Det Jyske Musikkonserva-
torium vid obo sum høv-
udsgrein i 1972 og spældi
síðani í symfoniorkestri-
num í Árhus í fýra ár.
»Men tað er fyrstu ferð í
allari mínari musikalsku
karrieru, sum byrjaði fyri
umleið 30 árum síðani, at
eg veruliga í álvara nýti
oboina í einum rytmiskum
sambandi. Annars havi eg
mest spælt klassiskan
tónleik og barokktónleik á
oboini hjá mær. So tað
hevur mest verið Bach,
Hándel, Vivaldi og so-
vorði<.
Holger hevði møguleika
fyri at halda áfram við at
spæla obo í symfonior-
kestrinum í Århus, men
fór í staðin til USA at læra
á Berklee College of Mus-
ic, har hann fekk undir-
vísing í at spæla á saxo-
fon, kompositión og big
band arrangement. Og
síðani hevur sopransaxo-
fonin verið tað instru-
mentið, sum hann mest
hevur nýtt.
ir hann alt
Legini biðja um
ávís instrument
Orsgkin til, at Holger
spælir á obo á hesi fløg-
uni, kemst av hugskots-
grundarlagnum við meiri
náttúru, sum hann og
Magnus vóru vorðnir
samdir um. Tí ynskti
Magnus, at Holger skuldi
spæla obo á lagnum The
world outside my window.
Aftaná komu fleiri onnur
tema, har Magnus ynskti,
at Holger spældi obo, og
síðani vildi Holger eisini
sjálvur hava eina obo á
nøkrum av sínum egnu
løgum.
>Tað lá í hugskots-
grundarlagnum hjá okk-
um, at tå eg nú hevði
møguleikan fyri at spæla
bæði floytu og obo, so
hóskaði tað betur til tón-
leikin. Tað er tónleikurin,
sum biður um instrument-
ini. Vit kundu líkasum
hoyra ella ímynda okkum,
at tað fór at ljóða fullkom-
uliga rætt, um temaini
vórðu spæld á eini blikk-
floytu ella eini obo. Tað
hevði einki verið í vegin
fyri, at tey somu temaini
blivu spæld á eini saxo-
fon, men so hevði tað bara
ikki fingið tann sama litin.
Tað er tí, at vit hava nýtt
øll hasi ymisku instru-
mentini<.
Nøkur av temaunum
vóru tó gjørd, áðrenn
Holger og Magnus byrj-
aðu at tosa um eitt hug-
skotsgrundarlag. T.d. vóru
lógini The world outside
my window og Doktara-