Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. desember 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| grund, sum Magnus hevur skrivað, longu gjørd. Men tað vóru eisini hesi løgini, sum gjørdu, at teir blivu samdir um, at tað var í tann rætningin, teir ynsktu at fara. Ró Bæði Magnus og Holger hava røtur í jazz-tónleiki, men teir eru báðir vorðnir troyttir av amerikanskt inspireraðum >hard core< jazzi. >Vit hava innsæð, at hatta har við at spæla skjótt upp og niður eftir instrumentunum, tað er ikki tað, sum hevur so stóran týdning fyri okkum. Tað týdningarmiklasta fyri okkum, tað er, at vit út- trykkja nakað, og um tað av og á krevur, at vit spæla skjótt, so gera vit tað. Men innan modernað- an jazz skal tað ofta treyt- aleyst ganga skjótt fyri seg. Og har meina vit, at ein úttrykkir seg í veru- leikanum ofta nógv rein- ari, vakrari og greiðari, um ein spælir seint<. Men á nýggju fløguni eru allikavæl nøkur løg, sum eru åvirkad av jazzi. Tað eru serstakliga løgini Solar eclipse og Haste makes waste, sum Holger hevur gjørt. >Temaið í Solar eclipse líkist jazzi, men tað, sum allíkavæl ger tað eitt sind- ur grvísi, tað er, at eg spæli temaið á eini obo, ið vanliga ikki er eitt in- strument, sum ein hoyrir í jazztónleiki. Haste makes waste merkir >skjótt er skitið verk<, og tað er nettupp hatta har við at taka tað róligt. Tí eingin orsøk er til at tosa ella spæla skjótt, tí eingin fær nakra gleði av tí, hvørki tann, sum tosar, ella tann, sum lurtar<. Um gamli obolærarin hevdi hoyrt meg »Men lagid Haste makes Nr. 237 - 12. DESEMBER 1998 waste er f veruleikanum ein blues. I blues tónleiki eru tad ein kallar blåir ténar, sum ein bendir yms- ar vegir. Og tað er jú van- liga nakað, sum ein yvir- høvur ikki ger við eini obo. Tí oboin er eitt so- vorði reint, fínt, vakurt og klassiskt instrument. Og eg rokni við, at um gamli obolærarin hjá mær hevði hoyrt meg, so hevði hann givið mær eina ábreiðslu. Ella - kanska heyði hann nettupp sagt: >Ja, sjálv- andi, hví ikki?< Altso, eg helt bara, at eg skuldi royna at spæla ein blues á obo, tí tað er tað eingin annar, sum hevur gjørt áður. Og eg haldi, at lagið er vorðið óvuliga væl- eydnað<. Føroyskir tónar Holger hevur fyrr úttalað seg um, at tónleikurin hjá limunum í Plúmm hevur okkurt føroyskt yvir sær. Og tað heldur hann enn, sjålvt um limirnir hava búð í ymsum gðrum lond- um í nøkur ár, og sjålvt um teir ikki hava spælt so nógv saman leingi. Á hesi fløguni kennist tann før- oyski tónin t.d. á løgunum Doktaragrund og He re le, sum Magnus hevur skriv- að. He re le er eitt orða- spæl hjá Magnussi og merkir >her er læ<. >Lagið Procession, sum eg sjálvur havi skrivað, hevur eisini ein norðuratl- antiskan tóna, og so hevur tað harumframt ein grund- puls, sum minnir um før- oyskan dans. The world outside my window hjå Magnussi hevur eisini eitt ella annað norðuratlantiskt tunglyndi yvir sær<. Lagið hjá Arnold, Pastel shades, heldur Holger eisini hevur eitt sovori huglag. Hetta er eitt lag, sum Arnold gjørdi, tå hann enn búði í Føroyum. >Arnold greiddi frá, at hann var á veg heim, har tíðindablað hann knappliga legði til merkis, at hann gekk og murraði hetta lagið. Tá hann so kom heim, skund- aði hann sær at taka eitt instrument og spæla tað. Síðani skrivaði hann tað niður. Tað var eitt sovorði lag, sum kom av sær sjálvum<. Tey síðstu trý løgini á fløguni, hevur Magnus skrivad, og tey nevnir hann undir einum Green gate. Tað fyrsta lagið, Source, er ein stutt klaver- innleiðing. Síðani kemur lagið Purge trial. „Hetta lagið haldi eg veruliga er eitt ógvuliga føroyskt tema. Tað byrjar ógvuliga einkult við ein- um tema, sum Magnus og eg spældu á klaver og saxofon. Eftirhondini byrjaðu vit at improvisera yvir tað, og tað gjørdist bara villari og villari. Tað ljóðar bæði sum eitt óveð- | Limirnir i Green Gate. Holger Laumann, Magnus Johannessen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu. Tá teir skuldu metast i Føroyum í summar fyri at spæla inn fløguna, komu Holger og Rógvi år Danmark, meðan Arnold kom heilt úr Kanaca, har hann hevur búð í ngkur ár saman við kanadisku konuni hjá sær. Magnus býr nå í Føroyum, eftir at hava búð í Danmarik í nøkur år ur og ein bilsamanstoytur og alt møguligt annað í senn, og at enda koppar alt. Men so kemur allíka- væl ein avrundan, og tað er so tað lagið New day<. Barbara Tó eru tað ikki øll lógini á fløguni, sum ljóða før- oysk. Lagið Barbara er yvir 3 ára gomlu dóttrina hjá Holger. >Hon er ein ógvuliga serstøk lítil genta. Øgvu- liga mild, friðsæl, og hev- ur nógva ró yvir sær<. Lagið Voyage snýr seg heldur ikki neyðturviliga um Føroyar. »Eg imyndi mær eina sjóferð, har ein av og á stedgar onkustadni. Tad er eitt ávíst tema, sum lýsir siglingina, og so koma nøkur onnur b-stykkir, sum lýsa tey stødini, ið ein kemur til. Men tað nýtist ikki serstakliga vera í norðuratlantshavinum. Tað kann eisini vera onkra aðrastaðni<. Mixtum compositum Sjálvt um Holger og Magnus høvdu eitt hug- skotsgrundarlag at byrja við, er samlaða úrsliti av fløguni allíkavæl blivið til ein blanding av fleiri tón- leikastílum, ella >mixtum compositum<, sum teir skriva á fløguhåsanum. >Nú hava vit jú ein blues, jazz, fólkatónleik, sang, og eg veit ikki hvat«. Men Holger heldur al- líkavæl, at teir fýra: hann, Magnus, Arnold og Rógvi binda alt saman. »Orsøkin til, at vit vildu hava Arn- old og Rógva við, tað var nettupp, tí vit vita, at vit spæla væl saman. Tí tá ið onkur av okkum improvi- serar, so lurta hinir veru- liga eftir, og so kemur okkurt burturúr. Eg haldi, at vit kommunikera rætti- liga vakurt saman, tað má eg siga. So tað tætta sam- anspælið ímillum okkum, tað bindur løgini á fløguni saman tvørtur um stíl- munir. Og so er tað eisini handan róin, sum er yvir øllum løgunum«. Kanska til Montreal Holger væntar, at teir fara at spæla »live« vid til- farinum frå hesi fløguni. Sjålvsagdur er sjålvandi jazzfestivalurin i Før- oyum, og kanska eisini í Íslandi. Harafturat ætlar hann at seta seg í samband við fyriskiparirnir av jazz- festivalinum í Keypmann- ahavn og Árhus. Tó er vandi fyri, at onkur fer at siga, at hetta ikki er jazz- Teir tríggir føroyingarnir í Plúmm, Rógvi á Rógvu, Arnold Ludvig og Magnus Johannessen ur, men heldur tað, sum nevnist >verðinstónleik- ur<, ímeðan onkur annar kanska fer at meina tað mótsatta. Men hann heldur tó, at tað skuldi verið gjørligt at sloppið at spælt allíkavæl á hesum festi- valunum. Harafturat hevur Arnold lovað at kanna, um nakar møguleiki er fyri at sleppa at spæla á jazz- festivalinum í Montreal í Kanada. Magnus Johannessen hevur skrivað helvtina av løgunum á fløguni