Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 4 - 8. januar 2004 Nr. 4 - 8. januar 2004 11 Alt broytt uttan kundarnir Á kondittarínum í hjartanum í miðbýn- um er alt broytt í mun til tað, sum tað var fyrr. Tað eru bæði starvsfólk og teir føstu fúsu samd um. Men tað er ikki eins- týðandi við, at tað er broytt til tað verra KONDITTARÍIÐ Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Tað var næstan mett sum ein tragedia fyri teir føstu fúsu á Kondittarínum, tá tað lat aftur í fjør. Men nú hevur Nordin Manai sligið dyrnar uppaftur, og allir stamkund- arnir streyma inn í hópatali. Men hóast møtistaðið hjá teimum mongu er latið upp- aftur, so er tað ikki júst, sum tað plagdi at vera. – Hetta er ikki tað sama. Her er vorðið eitt sindur kaldari inni, og kaffið smakkar ikki eins væl, sigur ein av teimum, sum hevur havt fastan sess í horninum á Kondittarínum. Men teir eru allir á einum máli um, at tað er gott, at Kondittaríið er latið upp- aftur. Meðan tað hevur ver- ið stongt, hava teir hildið til uppi í Norðurlandahúsin- um, og har hildu teir tað var fínt at vera. Minus-síðan var bara tann, at tað letur ikki upp fyrr enn klokkan 10 um morgunin. – Kondittaríið liggur væl fyri, og vit ivast ikki í, at teimum ungu dámar betri hesar nýggju umstøðurnar, siga teir. Ongantíð tað sama Teir eru eisini samdir um, at nú eru teir á ein hátt komnir heim aftur. Tó er nógv sum er broytt. Til dømis er tað sjálvtøka nú, og tað er eisini nakað ein skal venja seg við. – Tað verður ongantíð tað sama aftur, so vit skulu líka venja okkum við hetta. Men tað verður uttan iva fínt. Í horninum verður tosað um mangt og hvat. Beint nú er tað valið, sum stendur ovast á dagsskránni. – Ja, alt sum verður sam- tykt í landsstýrinum og í Gundadali verður kjakast um her áðrenn, letur skemt- andi úr einum, og allir hinir grína samtykkjandi. Tríggjar av teimum, sum arbeiddu á kondittarínum áðrenn tað lat aftur, starvast nú aftur á Kondittarínum, og tað seta stamkundarnir stóran prís uppá. – Tað hevur alt at siga, at tær eru her. Um tær ikki vóru her, so vóru vit neyv- an sitið her nú. Broyttar umstøður Tær báðar Randi Ziska og Ann Justinussen eru tvær av teimum, sum arbeiddu á Kondittarínum áðrenn, og sum nú eru vendar aftur til gamla arbeiðsplássi. Ann hevði arbeitt har í hálvt fjórða ár, tá tað lat aftur, og Randi hevði verið har í heili 28 ár. – Tá vit fóru heim, so var tað ongantíð meiningin, at vit skuldu byrja aftur, sigur Randi Ziska. – Men tá eg varð spurd, so mátti eg hugsa meg eitt sindur um, men eg valdi so at taka av. Ann var hinvegin ongan- tíð í iva um, at hon fegin vildi aftur til gamla ar- beiðsplássið. – Tað tekur eitt sindur av tíð at venja seg við at vera aftur. Her er alt broytt uttan kundarnir, siga tær báðar. Nú er úrvalið bæði størri og øðrvísi, og talan verður um bæði morgun- og fro- kostbuffét. Sum er nú, so er eisini bert opið í dagtím- unum frá 9-18, men frá komandi viku, verður eisini opið um kvøldarnar. – Sjálvt um alt er so nógv broytt, so eru vit ógvuliga spentar uppá hetta nýggja, sláa Randi Ziska og Ann Justinussen tó fast. Á GAMLAR GØTUR: Randi Ziska og Ann Justinussen hava arbeitt her á Kondittarínum í ávikavist 28 og hálvt fjórða ár. Nú eru tær komnar aftur til gamla starvsplássið Mynd: Jens Kr. Vang AFTUR Á SLÓÐINA: Nógv er uppi og vendir í horninum á Kondittarínum, har teir føstu fúsu hittast til morgundrekka hvønn dag Mynd: Jens Kr. Vang STULDUR Eyðun Klakstein Nýggjársaftan var ein ólukkudagur fyri donsku fyritøkuna Tilsted Com- munication, sum er ein reklamufyritøku við nógv- um og fjølbroyttum virk- semi. Fyritøkan, sum hevur heimastað í Jútlandi, var fyri innbroti, og nakað av tí ringasta, sum kundi henda, hendi. Fýra stórir telduservarar vórðu stolnir frá fyritøk- uni, og tá neyðugu trygd- aravritini ikki vórðu tikin, varð hetta mest sum ein vanlukka fyritøkuna. Eini 300 internetsíður, sum fyritøkan stendur fyri, brendu saman, og stór savn av myndum og øðrum fór fyri skjeytið. Hetta er eitt dømi um, at tað ikki bara eru teldu- sníkar, sum kunnu hótta telduskipanir. Vanlig inn- brot kunnu eisini hava álvarsamar avleiðingar við sær. KT-stjórin hjá Tilsted fekk sekkin eftir hending- ina, og síðani hava tey 42 starvsfólkini arbeitt døgn- ið runt fyri at fáa net, servarar og søvn hjá fyri- tøkuni at virka aftur. Um nakrar vikur kemur danskur ser- frøðingur til Føroya at hjálpa Dátueftir- litinum við at kanna ta skinklandi KT- trygdina hjá fyritøk- um og almennum stovnum. 1. septemb- er skulu øll lúka strongu krøvini í kunngerðini um trygd í sambandi við persónsupplýsingar TRYGD Eyðun Klakstein Síðani Dátueftirlitið fór at virka 1. januar í 2002, hev- ur eftirlitið ikki gjørt nakrar kanningar av, um almennir stovnar ella fyritøkur halda ásetingarnar í lógini um viðgerð av persónsupplýs- ingum, sum nú fyri tað mesta liggja á teldum og á servarum kring landið. Men nú skal tað verða. Um nakrar vikur kemur ein danskur serfrøðingur til Føroya at hjálpa Dátueftir- litinum við at kanna før- oyskar fyritøkur og al- mennar stovnar. Maðurin, sum kemur frá danska dataeftirlitinum, hevur drúgvar royndir í at kanna KT-trygd, og hann skal leggja føroyska eftirlit- inum lag á. – Dátueftirlitið hevur av- markaða arbeiðsorku, og tí hevur møguleiki ikki verið at kanna fyritøkur og stovn- ar higartil. Men nú verður hetta prioriterað, sigur Kitty May Ellefsen, sum er einasti fulltrúðin á Dátu- eftirlitinum. Trygdin manglar Nýtslan av kunningartøkni (KT) er nógv vaksin sein- astu árini, og nú verða mest sum allar persónsupplýs- ingar goymdar á teldu og á telduskipanum. Alt frá upplýsingum um fíggjarviðurskiftum til heilsustøðu hjá fólki, og hetta er alt eymar upplýs- ingar, sum ikki eru ætlaðar øðrum enn nøkrum fáum fólkum. Men við nýggju tøknini fylgja eisini nýggir vandar, og tað er kent um allan heim, at teldusníkar bróta inn í skipanir. Hetta hendir eisini í Føroyum. Tí er tað umráðandi, at trygdin í teimum ymsu skipanunum er í lagi, so at eingin óviðkomandi slepp- ur fram at viðkvomum upp- lýsingum. Men KT-trygdin í Før- oyum er langt frá í lagi. – Arbeiðið við trygdini í telduskipanum hjá bæði al- mennum og privatum hevur ikki verið raðfest nóg frammarliga, samstundis sum nýtslan av kunn- ingartøkni er eksploderað. Tí má okkurt gerast fyri at betra um trygdina, sigur Ari Johanneson, formaður í KT-Forum, sum er sett at orða ein almennan politikk um KT og KT-trygd. Fulltrúðin á Dátueftirlit- inum er samd við formann- inum í KT-Forum. – Støðan kundi avgjørt verið betur, men hetta er ein avleiðing av, at menn- ingin og nýtslan av kunn- ingartøkni er vaksin nógv, men at nógv hava als ikki fylgt eftir við trygdini og kanska ikki hava hugsað stórvegis um tað, sigur Kitty May Ellefsen. Tíðarfreistin nærkast Ein týðandi orsøk til, at Dátueftirlitið nú fer undir at kanna trygdina hjá fyritøk- um og stovnum, er, at 1. september í ár skulu øll – almenn sum privat - lúka krøvini í sokallaðu trygdar- kunngerðini, sum varð gjørd fyri einum lítlum ári síðani. Kunngerðin um trygd í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum ger greitt, hvat tey, sum hava onkrar upplýsingar um fólk, skulu hava av trygd í og kring sínar skipanir. Kunngerðin er strang, og tí er tað krevjandi hjá privat- um og almennum at upp- fylla øll krøvini. – Høvuðsorsøkin til tær komandi kanningarnar hjá okkum er, at vit vilja vita, um stovnar og virki eru farin undir arbeiðið at upp- fylla krøvini í kunngerðini, sigur Kitty May Ellefsen, fulltrúði á Dátueftirlitinum. – Summi av krøvunum eru trupul at lúka og krevja nógv av fyritøkum og stovnum, tí verður hetta ikki gjørt eftir einum degi. Men tað eru eisini krøv í kunngerðini, sum tað ber til at lúka beinanvegin við at gera greiðar mannagongdir og ásetingar, og vit fara at vita, hvussu tað gongur við hesum arbeiði, sigur hon. Fulltrúðin vil ikki siga, hvar Dátueftirlitið fer at gera sínar kanningar, men ætlanin er í øllum førum at fara á vitjan stovnum ella fyritøkum, sum liggja inn við serliga viðkvomum upplýsingum um fólk. Upprit er liðugt Landsgrannskoðarin hevur havt lemjandi atfinningar ímóti KT-trygdini hjá al- mennum stovnum, sum liggja inni við upplýsingum um fólk. Hetta fekk í 2000 eina kavabólt á rull, sum hevur havt við sær nýggja lóg og kunngerðir um persóns- upplýsingar. Eisini hava aðalráðini tikið seg saman í KT-Forum, har arbeitt verður við at orða ein KT- politikk og KT-trygdar- politikk fyri landsfyrisit- ingina. Hetta arbeiðið er komið so langt, at í hesum mán- aðinum verður uppritið hjá KT-Forum lagt fyri aðal- stjórararnar í teimum ymsu ráðunum. Ætlanin er so, at aðal- ráðini hvør í sínum lagi skulu taka undir við nýggja KT-politikkinum og síðani gera tey átøk, sum eru neyðugt fyri fáa trygdina upp á pláss. Dátueftirlitið fer at kanna KT-trygd Fóru avstað við fýra servarum Bæði í heilsuverkinum og í fíggjarheiminum liggjan nógvar viðkvamar upplýsingar um fólk á teldu og telduskipanum. Um nakrar vikur kunnu stovnar sum Landssjúkrahúsið og fyritøkur sum Elektron vænta sær vitjan av Dátueftirlitinum, sum fer at kanna KT-trygdina saman við donskum serfrøðingi C M Y K 11 10