leygardagur 9. januar 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
gestur, sum var við í flúgv-
aranum, og so ein av inn-
føddu konufólkunum. sum
so at siga var sett til háborðs
saman við generalinum og
hansara gestum og át hall-
aca. So mugu vit bara vóna,
at tað var nóg mikið til av
hesi serligu venezuelsku
jólamáltíðini. soleiðis at
hermenninir eisini vórðu
leskaðir á jólum.
Generalurin gekk saman
við teimum, ið vóru við
honum. nidan eftir flog-
vøllinum saman við okkum.
og tey hugdu inn á gólvið.
áðrenn tey flugu víðari
Etlanin var, at 25 hermenn
skuldu fara við flogfarinum
og til hús at halda jól. men
so visti tað seg, at tað bara
var pláss fyri tiggju. At
onkrir vóru í ringum skór
um og vónbrotnir var einki
at undrast á
Vit síggja nógv til
hermennina Onkuntið
koma teir niðan fyri at faa
hjálp við einum ella øðrum.
sum er vorðið í ólagi (nú
ein dagin var tað ljósmot-
orurin, og tá segði Simin
teimum. at har var eingin
olja!), og onkuntíð hoyra vit
buldur frá onkrari skotvenj
ing. Tá vit komu inn í flog
ikki
farinum, sum umframt flog
skiparanum bara rúmar
fimm ferðafólkum. tók ein
hermaður ímóti og skrásetti
okkum.
Tá flogfarið lætti henda
dagin undan jólum, var tað
annars merkisvert at siggja
bæði flogførini av hesum
ísraelska slagnum, sum
venezuelarar í síni tíð
keyptu. Hitt flogfarið er
vrak og liggur í einari mýru
sunnanfyri flogvøllin. Í ap-
ríl í fjør var vaktarskifti á
hernadarstødini. Hermenn-
inir mundu kenna seg lættar,
tá teir skuldu sleppa burtur
úr isolatiónini her, men tað
var um reppið, at tað endaði
heilt galið. Tá flogfarið
skuldi lætta, orkaði tad ikki.
og so fór tað sendandi út í
mýruna. Tíbetur var eingin
fólkaskaði. men flogfarið
var vrak.
Daglønarmenninir lúra
Tað hevur ofta verið funnist
at trúboðarafelagsskapum.
og ivaleyst ofta av réttum.
at uttan mun til hvørji mál-
ini við arbeiðnum hjá teim-
Junglumaður við bálið
Nr. 5 - 9. JANUAR 1998
um hava verið, so hevur úrs-
litið verið, at teir innføddu
hava gjørt tað til livibreyð
at halla seg at fremmanda-
fólkunum og harvið hava
teir mist sína egnu fram-
leiðslu og sín egna samleika
burtur.
Tað er heilt sjónskt. at
medvitið at sleppa undan
hesi ohepnu avleidingini er
stórt hjá Simini í Túni og
teimum. Tá teir komu higar,
var eingin annar her, og teir
tóku ábygdina á seg fyri
skula, heilsurøkt og hand-
ilsskapi. Nú arbeiða teir
mest sum bara við kristni-
boðanini. Gera teir nakað
annað, so er tað mest sum
av neyð. Myndugleikarnir
taka sær av heilsurøktini, og
skúlar og handlar eru kring
í økinum. Tað vil siga, at í
staðin fyri at taka burtur av
lokalsamfelagnum, so
styrkir skúlin og handilin
um tad livid, sum er framm
anundan. Onkuntíð biðja
føroyingarnir teir innføddu
um at arbeiða fyri seg, sum
t.d. í næstsíðstu viku, tá
partar av vatnleiðingini,
sum føroyingarnir fyri
tiggju árum síðani løgdu,
varð skiftur út. Men tað
verður ansað væl eftir, at tað
ikki altíð eru ieir somu, sum
verða bidnir at arbeiða
Tað er tyduligt, at hern
aðarstøðin og myndugleik-
arnir annars hava ikki ser-
liga stórt medvit, hvat hes-
um viðvíkur. Eitt er, at av-
falsplássið hjá teimum hev-
ur verið orsøk til, at fleiri
slóg av smakyktum, ið ikki
áður hava verið her (veður-
lagið ger, at tað er litið av
sovornum), nú trívast her og
plaga fólkið. Men uppaftur
óhepnari er tað, at teir inn-
føddu hava lyndi til at
sleppa sínari dagligu tilveru
og ganga og mala rundan-
um hernadarstødina og
vóna og vænta, at teir verða
bidnir til arbeiðis og harvið
kunnu vinna pening at
keypa sær eina dós av sard-
inum fyri. Tann dagin, tá
generalurin var her, stóðu
einir tvey hundrað indian
arar uttanfyri gyrðingina, og
teir fingu allir eina dós av
sardinum í part.
Av og å stingst tad upp å
myndugleikarnar at vera
serliga gåvumildir vid hetta
øki, og tad er ikki altid, at
gagnið er so stórt. Í sam-
bandi við forsetavalið og
valið av lokalum myndug-
leika, sum var fyrst í hesum
mánaðinum. fingu teir her
á staðnum eina rúgvu. Mál-
ið var, at teir gott og væl
tvey hundrað indianararnir,
sum fyri fyrstu ferð kundu
atkvøda
fyri åvisum valevnum, og
tad gjørdu teir eisini - ti
syrgdi makiritari indianarin
sum verður umrøddur nið-
anfyri - men um maskinur-
nar, sum indianararnir fingu
afturfyri, fara at vera til ser-
ligt gagn, er meiri ivasamt.
Makiritari indianararnir
eru samfelagsliga meiri
mentir, enn yanomani indi-
anararnir eru. Ein av hesum
slagnum er her. Hann er
sendur inn til ættarbólkin,
sum vit vitja, at vera sjúkr-
argktari, og hann hevur
handil, og gongdin er tann,
at hann gerst umboð fyri alt
handa slag, sum hevur á-
huga í at koma inn higar
Hann er gløggur, og konan
og hann duga væl at leggja
til rættis. Tey hava stóran
og blómandi urtagarð, og
tey hava brúk fyri hjálp. Teir
innføddu her í økinum vilja
fegnir vinna pengar - ein
dagløn er tvey túsund bo-
livar ella góðar tjúgu krónur
- og fyri tað kunnu teir
keypa einar fýra dósir av
sardinum. Men sita teir inn-
føddu uttanfyri hjá handils-
manninum, sum í sínum
atkvøda, skuldi
Hesi bíða eftir at fáa
læknaviðgerð
lagi ivaleyst heldur seg gera
eina góða ger, at hann skaff-
ar arbeiði, so hava teir ikki
tíð til tað, teir higartil hava
livað av, og harvið gerast
teir daglønarmenn, og vit
kunnu kanska siga eitt slag
av trælum. Hvorki teir
sjálvir, ella arbeiðsgevarin
ella „trælahaldarin“ eru
greiðir yvir hesa gongdina.
Men fyri uttanfyri standandi
er hetta eyðsýnt, og óhepnu
avleiðingarnar daga klárt í
havsbrúnni.
Komandi leygardag halda
vit fram við hugleiðingum
úr frumskóginum í Venezu-
ela. Fyrst partur var í blað-
num tollaksmessudag, 23.
desember.